týsdagur 12. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller
Blaðstjóri:
Internet: www.sosialurin.fo
Øsing í samgongu
Oddagrein
TAÐ er ikki lukkuligt, sum tað leikar á í
samgonguni í hesum dogum. Málgagnið
hjá stjórnarflokkinum, sum kom út á gøt-
una í gjár, er ikki tespiligur lesnaður, verð-
ur hugsað um at hava eitt gott stev eini
samgongu, sum m.a. skal føra Føroyar
út á fullveldisleid - og tað helst í innanhýsis
sátt og semju.
TAÐ er einki dulsmál, at tá talan er um
skerjingar ella sparingar á sjukrahusøk-
inum, so er tað nakað, sum nívur fast hjá
ikki bert sjúklingum og starvsfólkum, men
ikki minst hjá politikarunum. Og her ser-
liga, tá talan er um skerjingar á teimum
smærri sjukrahusunum, og tá ikki minst á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
TAÐ er óneyðugt at siga tað her, men lat
okkum bara endurtaka, at er tað nakað,
sum setur eld í í Klaksvík, so er tað net-
tupp, um nakar so mikið sum rerir við
teirra sjúkrahús. Tí er tað altíð politiskt
spreingistoff bara so mikið sum at nerta
við Klaksvíkar Sjúkrahús, antin tað so er
uppá sítt pláss ella íkki. Hetta vita oll.
TAÐ gav at bíta, tá fíggjarlógaruppskotið
varð lagt fram nú um dagarnar. Har eru
m.a. skerjingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
og longu nú eru tvey av legtingsfólkunum
hjá fólkaflokkinum farin á barrikadurnar.
Uttalilsini hjá eitt nú Jógvan við Keldu um
samtarvsfelagan í Tinganesi, Helenu Dam
á Neystabø, eru sera horð og miskunnar-
leys. Nú kann ein sjálvandi siga, at hetta
eru bara orð og tey verða skjótt gloymd.
Hinvegin er tað tó ein spurningur, hvat
ein landsstýriskvinna kann góðtaka av
niðurgerandi kritikki frá einum av „sínum
egnu“.
LANDSSTÝRISKVINNAN vísir til teir
karmar hon hevur fingið at arbeiða undir
frå figgjarmålarådharranum. So kann ein
sjálvandi loyva sær at gita ella at gera tað
tankaeksperiment, at sum tøkk fyri sein-
ast letur landsstýriskvinnan avgerðina hjá
fíggjarmálaráðharranum at skerja sítt
málsoki ganga út yvir „okið“ hjá fíggjar-
málaráðharranum, sum aftur fevnir um
Klaksvíkar Sjúkrahús. Ein kann so spyrja,
um hetta málið fer at fáa nakrar avleið-
ingar fyri fíggjarlóg ella fyri samgonguna
fyri tað? Neyvan. Slíkt hoyrir eini fíggjar-
lógarviðgerð til, og neyvan er heldur tað
seinasta orðið sagt um aðrar partar av
fíggjarlógini heldur. Hinvegin er greitt, at
her er talan um so eldfimt mál, at eingin
skal blíva klokkur, um tað fer at fáa avleið-
ingar so ella so fyri fullveldisdebattina
komandi.
Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjort S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
| Dagfinn Olsen |
John Johannessen |
Sveinur Tróndarson |
| Eyðun Klakkstein
| Høgni Mohr
| Niclas Johannesen
Yngd: Jåkup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin |
Bústaður: | |
Argjavegur 26, Argir
I er ——
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post &sosialurin.fo
Lýsingar: lysing & sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
204
Viðmerking til uppskotið til
løgtingsfiggjarlog fyri ár 2000
Nú bendir alt á, at arbeiðið
hjá P/F ltróttarvedding, at
fáa nakrar av veddingar-
pengunum aftur til Foroya,
fer at eydnast. Hetta skal P/
F ltróttarvedding hava stóra
takk fyri.
Hóast tað at, tá ið politik-
arar komu upp í leikin,
"tóku" teir ein part av peng-
unum (20%) til sín sjálvs at
ráða yvir, so fær ÍSF 60 %
av umleið 6 milliónum at
býta út á ymsu ítróttargrein-
arnar. FUR (Foroya Ung-
dómsráð) fær so 20% í sín
part. Alt gott um tað.
Avtalan, sum P/F ltrótt-
arvedding hevur við Dansk
Tipstjeneste. er grundað á,
at føroyingar spæla fyri ein-
ar 30 milliónir krónur ár-
liga. Avtalan skal endur-
nýggjast um stutta tíð, og
tað vísir seg, at føroyingar
igjøgnum Dansk Tipstjen-
este í roynd og veru "bara"
spæla fyri umleið 15 milli-
ónir kr. árliga. Tað merkir.
at P/F ltrróttarvedding ikki
hevur so góð kort á hondini
at fáa eina so góða avtalu í
hús sum ta, ið nú er gald-
andi. |
Meðan P/F Ítróttarvedd-
ing og kanska serliga ÍSF
formaðurin, Heðin Morten-
sen, hevur stríðst við at fáa
veddingarpengar heim til
Føroya, kemur landsstyris-
maðurin í undirvísingar- og
mentamálum, Signar á
Brúnni og lønar hesum ar-
beiði við at skerja studn-
ingin til ÍSF á løgtingsfiggj-
arlógini úr 2 mill. kr. niður
i 0,5 mill. kr.
Er hetta stig landsstyris-
mansins grundað á fåvitsku,
ella er hetta beistagerð? Er
tað hvørki — hvat er tað so?
Ein og hver, ið brúkar sína
fríðtíð innan 6lønt, sjálv-
boðið ítróttararbeiði, má
seta sær hendan spurning.
Hetta er fyri okkum, sum
royna — og við góðum hug
— at gera eitt áhugavert,
spennandi og eftir okkara
meting eisini týdningarmik-
ið samfelagsligt arbeiði, ein
sera álvarsamur spurningur.
Tí spyrji eg so nasadjarvt.
Eina sakliga frágreiðing
skyldar landsstýrismaðurin
okkum. Grundgevingarnar,
sum vit hava sæð higartil í
fjølmidlunum, eru als ikki
sakligar.
Tá ið politikararnir i
krepputíðunum skrúvaðu
niður fyri blussinum, lækk-
aði játtanin til ÍSF munandi,
úr 2,65 milliónum niður í
nevndu 2 mill. kr. (Tó må
Lýsingartorgið fýra ferðir um vikuna
Av tí at plásstrot javnan er í blaðnum, verður Lýsingar-
torgið í blaðnum tysdag, mikudag, hósdag og leygardag
eg nevna her, at jåttanin til
fótbólt — og hetta uttan um
ISF - er Í millión krónur).
Tí fór m.a. Heðin Morten-
sen aðrar leiðir at fáa til
vega pengar til ítróttin. Tí
játtanin til ÍSF hækkaði
ikki, hóast ”tidirnar gjørdust
betri".
Sersambondini og deild-
arsambondini í ISF hava ti
í spenningi bíðað eftir teirri
loysn, P/F Itrottarvedding
for fåa til vega.
At reka eitt samband sum
Hondbóltsambandið kostar
væl meira enn tað. okkum
hevur verið tillutað igjøgn-
um ÍSF. Upplýsingar um
hetta eru í roknskapinum
hjá Hondbóltsambandinum.
sum á hvørjum ári verður
sendur Figgjarmålastyri-
num. Hesi seinnu árini hev-
ur játtanin ligið um 200.000
krónur. Vit forsmáa á ongan
hátt hesar pengar, tvørtur
ímóti. Men vit eru ikki sort
skelkaði, at landsstýrismað-
urin — tíansheldur fær tann
tanka, at skerja hesar pengar
niður í NULL krónur, sum
tað jú verður, tá ið ÍSF bara
fær tær um 500.000 krón-
urnar at býta út til oll ser-
sambondini/deildarsam-
bondini og at reka sjálvt ÍSF
fyri.
Dagliga raksturin av
Hondbóltsambandinum
hava vit so dánt klárað við
teimum inntøkum, sum vit
hava frá ÍSF-studninginum,
luttøkugjøldum frá feløgu-
num og inntøkum frå spons-
orum.
Tå id vit tosa um dagligan
rakstur, fevnir hetta um: at
hava eina skrivstovu og
skrivara (umleið fjórðings
tíð), bókhald, tilrættalegg-
ing av kappingum og fremj-
anina av hesum, at gjalda
limagjald í altjóða felags-
skapum sum EHF og IHF,
halda skeid fyri venjarum,
démarum, nevndarlimum
0.4.
Men Hondbóltsambandið
kennir tað eisini sum sina
skyldu at skipa fyri lands-
liðsarbeiði og at melda
landslið til kappingar. Hetta
hava ráðini als ikki verið til
higartil. Tí høvdu vit sett
okkara vón til, at vedding-
arpengarnir, sum okkum
fóru at verða tillutaðir,
skuldu nýtast til landsliðs-
arbeiði. Alt hetta fyri eisini
at menna føroyskan hond-
bólt.
Men tá ið fíggjarlógar-
uppskotið fyri ár 2000 varð
almannakunngjørt fyri g60-
ari viku síðani, brast hendan
vónin. Hondbóltsambandið
kann undir verandi umstød-
um heldur ikki fara undir
fyrireikingarnar til møguligt
landsliðsarbeiði.
Mær tykir, at hetta fíggj-
arlógaruppskotið. tá ið tað
snýr seg um veiting til ítrótt,
bendir á at bróta niður, har
onnur hava bygt upp. Hetta
tykir mær sum ein vanvirð
ing av tí arbeiði, ið gjørt
verður innan føroyskan i-
trótt vit skulu minnast
til, at ítróttur er annað enn
fótbóltur.
Tá ið eg sigi hetta, er tað
tí mær tykir, at politikarar
- við vilja ella ikki - hava
spjatt føroyskt ítróttarlív.
Teir hava tikið fótbóltin
burtur úr samlaða føroyska
ítróttarlívinum og forfor-
deilt hann. Tí verður lættari
hjá landsstýrismanninum at
”argumentera” fyri at lækka
játtanina til ítróttin, nú
veddingarpengarnir fara at
koma. Men argumentini
halda ikki — hetta eru und-
anførslur.
Vit vita av royndum, at tå
ið ein jåttan á fíggjarlógini
er lækkað, er tað næstan 6-
gjørligt at hækka hana aftur.
At landsstýrismaðurin (sum
er komið fram í fjølmidlu-
num) eisini vil stuðla øðrum
ungdómsarbeiði enn ítrótti-
num, er frálíkt. Tað skuldi
eisini bara manglað. Men
hann hevur jú tey 20% av
veddingarpengunum, sum
hann kanska kundi brúkt av.
Játtanin til fótbólt er ikki
lækkað. Hetta at spjaða er
kent taktiskt fenomen. Tað
hevur við sær í hesum føri-
num, at vit onnur ítróttar-
fólk ímóti okkara vilja tosa
"ilt" um fótbóltin, og tað
bróðir okkara
doyði og varð jarðaður.
býlið.
Tøkk
Ein hjartans tøkk til tykkum øll, ið sýndu samkenslu,
tá elskaði maður, pápi, verpåpi, abbi, langabbi og
ARNE MOHR
Vágur
Tøkk til Elsu Funding fyri góð orð í kapellinum og
kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og til tykk-
um øll, ið hjálptu til í heiminum og tykkum mongu,
ið fylgdu honum hansara seinastu ferð.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sam-
Familjunnar vegna
Simona,
Jákup, Jóannes og Leivur
kann tykjast, sum vit mis-
unna fótbóltinum sømdir-
nar. Vit misunna ikki fót-
bóltinum nakað, men tá ið
játtanin til annan ítrótt enn
fótbólt lækkar so munandi,
harmast vit, og tað serliga,
tá ið vit hoyra ”argument-
ini” hjá landsstyrismann-
inum.
Eg vóni, at viðgerðin av
hesum máli í figgjarnevnd-
ini og tinginum fer at vísa,
at føroyskir politikarar tó
hugsa um annnan ítrótt í
Føroyum enn fótbólt. At teir
í minsta lagi játta ÍSF somu
upphædd sum á núverandi
fíggjarlóg.
Veddingarpengarnir
kunnu skjótt koma at lækka
munandi. ;
Tað er harmiligt, at ÍSF í
60-åra fødingardagsgåvu
skal fåa frå landsstyris-
manninum eina slika, sum
uppskot er um i fíggjarlóg-
aruppskotinum.
Petur Ove Petersen,
formaður í
Hondbóltsambandi
Føroya