Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 12. oktober 1999 Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er 0,3 milliónir lægri í tíðindablaðið fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 enn Játtanin í 1999. Orsøkina sigur heilsumálaráðharrin vera, at pensjónir- nar skulu hækka JOHN JOHANNESSEN Fullveldisfíggjarlógin hev- ur givið almanna- og heilsu- málaráðharranum trongar fíggjarligar karmar at ar- beiða undir. Og tá hon hevur sett sær fyri, at pensjónirnar skulu hækka samstundis sum meira skal gerast við eldraøkid og serstovnaøkid, fær hetta avleidingar fyri jåttanina til sjúkrahúsverk- ið. I Fíggjarlógaruppskoti- num fyri ár 2000 stendur Landssjúkrahúsið til eina játtan á 232.176.000 krónur. Játtanin til Suðuroyar Sjúk- rahús er sett til 29.020.000 og játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er sett til 38.471.000 krónur. Men verða hesi tølini samanbor- in við játtanina fyri 1999, so sæst, at tað ikki er sjúkra- húsverkið sum heild, men Klaksvíkar Sjúkrahús, ið merkir avleiðingarnar av, at pensjónirnar skulu hækka. Ætlaða rakstrarjáttanin til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri år 2000 er nevniliga 374.000 krónur lægri enn játtanin fyri 1999, meðan ætlaðu játtaninar til Lands- sjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús åvikavist eru 12.299.000 og 1.572.000 krónur hægri enn játtaninar fyri 1999. Minst akuttur skaði Helena Dam á Neystabø sigur, at orsøkin til, at spar- ingin er framd í Klaksvík er, at har ger hon minstan akuttan skaða. Hon vísir á, at Klaksvíkar Sjúkrahús vanliga hevur eina játtan, ið er 12 milliónir hægri enn tann fyri Suðuroyar Sjúkra- hús samstundis, sum sama fólkatalsgrundarlag er fyri teimum báðum sjúkrahús- unum. Tískil metir hon skilabestu = raðfestingina vera at fremja sparingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Her heldur hon nevniliga, at sparingin fer at gera minst skaða. — Eg dugi ikki at síggja nakað annað val enn at fremja sparingina á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Har haldi eg nevniliga, at sparingin hevur minstan akuttan skaða við sær, sigur Helena Dam á Neytstabø, id ásann- ar, at einki av teimum trim- um sjúkrahúsunum fær fulla kompensation fyri lønir og rakstur i fíggjarlógarupp- skotinum fyri år 2000. Eldraøkid liggur á láni Landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum er ikki fegin um at fremja spar- ingarnar innan sjúkrahús- verkið. Men hon vísir á, at nógv liggur á láni at verða framt innan eldrágkið. Bíði- listarnir til røktarheimsplåss leingjast alsamt, meðan eingir bíðilistar eru á sjúkra- húsunum. Tí heldur hon, at eldragkið í hesum føri eigur at takast fram um sjúkra- húsverkið. Fíggjarligi karmurin, hon hevur fingið at arbeiða eftir, er nevniliga ógvuliga avmarkaður, og tí má raðfestast. Kann rationaliserast Helena Dam á Neystabø er sannførd um, at tað ber til at rationalisera føroyska sjúkrahúsverkið. Hon vísir eins flerir ferðir áður á, at dupultfunktiónir í ov stóran mun koma fyri millum tey trý føroysku sjúkrahúsini. og heldur hon, at um hesar dupultfunktiónir verða for- einklaðar, fer at bera til at spara penig á sjurahusøk- inum, uttan at hetta fer at føra til verri tænastu. Men landsstýriskvinnan visir á, at neyðugt er hjá fólkunum innan sjúkrahús- verkið at seta seg niður at viðgera hetta gjølla, so rationaliseringin = verður | Sparingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kann koma at merkja, at 20 fólk verða søgd úr starvi framd á bestan hátt. Helena Dam á Neystabø vísir á, at tað er heilt vanligt at fremja slíkar rationaliseringar inn- an sjúkrahúsverkið kring allan heim. Bíðar eftir útspæli Helena Dam á Neystbø sig- ur seg ikki kunna svara fyri, hvorjar avleiðingar sparing- arnar koma at hava fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Hon vil heldur bíða eftir, hvørjar viðmerkingar stovnarnir sjálvir koma við til fíggjar- lógaruppskotið. Landsstýriskvinnan sigur tó, at eftir hennara tykki er ikki neyðugt við uppsagn- um á Klaksvíkar Sjúkra- húsi, um rætt verður ratio- naliserað. Helena Dam á Neystabø staðfestir at enda, at hon heldur vil spara innan sjúk- Sparingin merkir 20 uppsagnir I fyrstu atløgu merkir sparingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið 12 uppsagnir, men verður fíggjarlógin ikki samtykt fyrr enn móti uppsagnir JOHN JOHANNESSEN Vikandi leiðarin á Klaks- ívkar Sjúkrahúsi, Svanhild Isaksen, er ikki sort org inn á avgerðina hjá Helenu Dam á Neystabø um at spara góðar 300 túsund krónur á rakstrarjáttanini fyri ár 2000, meðan Suður- oyar Sjúkrahús fær knappar 1,6 milliónir meira á rakstrarjáttanini fyri ár 2000 enn í 1999. — Eg haldi ikki, at grund- gevingarnar um, at Klaks- víkar Sjúkrahús árliga hev- ur eina játtan, ið er 12 milli- ónir hægri enn tann hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað tískil ber til at spara í Klaksvík, halda. - Klaksvíkar Sjúkrahús veitir nógv fleiri tænastur enn Suðuroyar Sjúkrahús, og í hesum håtøkniligu tíð- um, nú ár 2000 nærkast, eigur ikki at verða hugsað um at draga Klaksvíkar Sjúkrahús niður á sama tænastustødi, sum Suður- oyar Sjúkrahús, men heldur at draga Suðuroyar Sjúkra- hús upp á sama stødi, sum Klaksvíkar Sjúkrahús. Tvær deildir Stóri munurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi er, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tvær deild- ir. Eina medisinska og eina kirurgiska deild. Suðuroyar Sjúkrahús hevur bert kirurg- iska deild. Tær tvær deildirnar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi merkja, at neyðugt er við tveimum yvirlæknum. Ein- um medisinskum og einum kirurgiskum. Afturat hesum hevur Klaksvíkar Sjúkrahús eisini landsumfevnandi ortopæd- iska funktión og somuleiðis landsumfatandi bandagist funktión. Alt hetta ger, at Klaks- víkar Sjúkrahús er dýrari at reka enn Suðuroyar Sjúk- rahús, ið ikki veitir allar tær sertænastur, ið Klaksvíkar Sjúkrahús hevur. Svanhild Isaksen heldur, at um politiksu myndug- leikarnir ynskja at gera broytingar innan hesar ser- tænastur, eiga teir at seta seg niður saman við leiðslunum fyri sjúkrahúsini og viðgera málið. Tað er nevniliga ikki heilt vist, at tað fer at bera til hjá Landssjúkrahúsinum at yvirtaka ein stóran part av sjúklingunum frá Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Kenna seg ótrygg Dagligi leiðarin á Klaks- víkar Sjúkrahúsi vísir á, at starvsfólkini á sjúkrahúsi- Jólum, fer hetta at merkja 20 num altíð kenna seg ótrygg orsakað av, at tey hvort ár fáa eina óneyðuga og nega- tiva jólagávu frá landsins myndugleikum. Hon sigur, at jólagávan vanliga er boð um ógvusligar sparingar, ið sum oftast hóast alt skulu vera so ógvusligar, tá fíggjarlógin verður samtykt beint áðrenn jól. Men skulu sparingarnar á hesum sinni fremjast, fer tað at merkja ógvusligar av- leiðingar. Verður fíggjar- lógin heilt skjótt samtykt í verandi líki, verður talan um 12 uppsagnir, men verð- ur hon ikki samtykt fyrr enn móti jólum, men tó í ver- andi líki, verður avleiðingin 20 uppsagnir. Tá skal nevni- liga sparast við afturvirk- andi megi. rahúsverkið enn á eldragk- inum, og heldur hon, at best er at spara á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ti ikki er neyð- ugt, at Klaksvíkar Sjúkra- hús skal liggja so nógv om- an fyri Suðuroyar Sjúkra- hús. og píkadekk -Spyr á tínum bilverkstaði i MOE — —— "en — p/f Esmar Simonsen tif. 444405 - Fax. 444629