týsdagur 12. oktober 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSÐ
Nr. 193 - 12. oktober 1999
- Eru fólk ónógd við arbeiðið hjá løgreglumonnunum í tænastuni, hava tey
møguleika at kæra, sigur Bergleif Brimvik, leiðari á kriminaldeildini, ið varð
lagdur undir valdsmisnýtslu í blaðnum seinasta leygardag
HOGNI MoHr
OG TURIÐ KJØLBRO
Sum leiðari á kriminaldeild-
ini á løgreglustødini í Havn
og kanningarleiðari i neyð-
tøkumålinum móti John
Petersen, kann Bergleif
Brimvík, ikki úttala seg um
sjálvt málið og viðurskifti.
ið eru knýtt at málinum. Hó-
ast hann verður navngivin í
samrøduni við familjuna hjá
John Petersen, og verður
skuldsettur fyri at hava nýtt
ómenniskjansligan fram-
ferðarhátt móti miðlinga-
dóttir ti neydtøkudømda.
Bergleif Brimvik visir til
rættargangslógina grein
1019, ið umtalar kærumog-
uleikar teirra, sum eru 6-
nøgd við atburð løgreglunn-
ar. Her verður víst til so-
nevndu lokalnevndina, ið er
ein sjeymannanevnd við
futanum í formanssessi-
num. Umframt sita tvey
Kúrrur kommiserur
Óteljandi royndirnar at fáa fatur á Una Vestureið, pol-
itikommiseri, mánadagin, vóru til fánýtis. Sosialurin
hevdi fegin viljað spurt kommiserin, um slíkar álv-
arsamar skuldsetingar móti einum løgreglumanni ikki
fáa avleiðingar av sær sjálvum, og um kommiserurin
fer at taka málið upp av sínum eintingum.
fólk umboðandi løgregluna
og fýra løgtingslimir.
- Eru fólk ónegd við ar-
beiðið hjá løgreglumonnu-
num í tænastuni, hava tey
møguleika at kæra til hesa
neyndina, og tað fari eg at
mæla teimum til at gera í
hesum føri, sigur leiðarin á
kriminaldeildini.
Fólk kunnu eisini kæra til
politimeistaran eins og á-
kærd fólk kunnu gera vart
við Onøgd sína munnliga
undir rættarmálinum, ið síð-
ani verður ford í rættarbók-
ina.
Rímiligur illgruni
Familjan hjá John Petersen
skuldsetir løgregluna, ser-
liga Bergleif Brimvík, fyri
at hava noytt miðlingadóttr-
ina til drúgvar avhoyringar
á løgreglustødini, har unga
gentan varð løgd undir stórt
trýst av avhoyrarunum.
Hesir vildu hava hana at
játtað, at hon hevdi verið í
song við pápa sínum, vorðin
við barn og fingið fostur-
tóku framda. Nidurstøda
familjunnar er, at løgreglan
hevur framt sálarligan yv-
irgang.
Bergleif Brimvík ger púra
greitt, at tað ikki er loyvt at
brúka vald og noyða fólk
til avhoyringar. Men fær
løgreglan fráboðan um ella
kunnleika til viðurskifti, ið
kunnu elva til rímuligan ill-
gruna um revsiverd viður-
skifti, kann løgreglan kalla
vitni inn.
— Og eg kann vissa um,
at farið verður ikki at spyrja
vitni um óreglulig og eym
Bergleif Brimvik, leiðari á kriminaldeildini á løgreglu-
stødini í Havn, her avmyndaður í sambandi við kanning-
ar av skipamálunum
viðurskifti, uttan so at
grundaður illgruni er um, at
okkurt skeivt er farið fram,
staðfestir leiðarin á krimin-
aldeildini.
Hann vónar, at álvarsomu
skuldsetingarnar mótvegis
sær og starvsfeløgum ikki
hava skatt trúvirði løgregl-
unnar.
merki samrøduna
vid konu og son John Pet-
ersen, sum fella lemjandi
dóm yvir løgregluna,
Sosialinum seinasta leyg-
ardag. Fútin er
gevari og evsti myndug-
arbeiðs-
eiki glunnar, men
| hóast ålvarsamar skuld
| setingar verða settar mót
=
- Haldi meg
til dómin
- sigur ein fáorðaður fúti, sum ikki
vil gera viðmerkingar til skuldset-
ingar mótvegis løgreglufølki
vegis logreglufólki, hevur
futin onga viðmerking
Eg havi dómin at
halda meg til, og einki
nnað, sigur Mogens
Nepper Christensen
Av sínum eintingum er
fútin ikki sinnaður at við
gera itøkiliga málið. |
hansara hugaheimi er
seinasta orðið í málinum
sagt. Hann hevur ikki í
hyggju at tosa við nakran
um, um løgregluf6lk hava
borið seg rætt at ella ikki.
Kæra førir sjáldan til kanning
Umleið 3-4 kærur um atburð hjá løgreglufølki koma til lokalnevnina um árið
TuURIÐ KJØLBRO
Meta fólk, sum í einum og
hvørjum sambandi hava
verið í sambandi við løg-
regluna, at løgregluf6lk ikki
1ava borið seg rætt at i teirra
handfarin av teimum. hava
tey møguleika at kæra til
okalnevndina Henda
nevndin verður umsitin av
Løgtingsskrivstovuni, og
10n kemur saman í minsta
lagi tríggjar ferðir um árið
Í neyndini sita umboðandi
Føroya Løgting: Jógvan
Durhuus, Eyðun Viderø,
Katrin Dahl Jakobsen og
Marjus Dam, og umboðandi
løgregluna Per Persson og
Kristian Dahl. Formaður í
neyndini er evsti myndug-
leiki løgreglunnar Mogens
Nepper Christensen, fúti.
Kristina Samuelsen, ið
starvast á Løgtingsskriv-
stovuni, er skrivari hjá
neyndini, og Kári D. Peter-
sen, advokatur, er løgfrødi-
ligi serkunnleikin, leitað
verður til, tá ið kærur verða
vidgjørdar.
A hvørjum åri koma 3-4
kærur inn í mesta lagi.
Skrivarin tekur tá støðu til,
um kæran kemur undir regl-
urnar fyri lokalnevndina.
- Endamálið við lokal-
neyndini er at kanna um
grundarlag er fyri, um nærri
kanning skal gerast av mál-
inum. Tað verður gjørt í
hvørjum einstøkum føri.
áðrenn málið kemur til við-
gerðar í nevndini. Tað eg
veit, hava kærur ikki ført til
nærri kanningar í nýggjari
tíð, sigur Kristina Samuel-
sen.
- Tad er øgiliga sjåldsamt,
at eina kæra endar i nærri
kanningum. Viðkomandi, ið
kærur, skal gera eina skriv-
liga kæru, sigur Kári D. Pet-
ersen, ið av advokatráðnum
er peikaður út at umboða
løgefrødina.
Rætturin at redigera
Sambært teimum báðum Øssuri Wintereigh og Jógvani Jespersen, eiga fjól-
miðlarnir rættin at redigera tilfar. Teir taka ikki ábreiðslurnar frá familjuni
hjá John Petersen til sín
HOGNI MOHR
Kona og sonur John Peter
sen, Guggan og Steinolvur,
gjørdu í samrødu við Sosi
alin vart við teirra énøgd í
sambandi við føroysku fjøl
miðlarnar og neydtøkumål
ið. Nevnd vórðu Sjónvarp
Føroya og Útvarp Føroya
Guggan og Steinolvur
løgdu Sjóvarpið undir ikki
at vilja bíða við ógvusligum
tíðindum um neydtøku-
dømda påpan, ið vandi var
fyri, at ófyrireikaða dóttir
teirra fór at síggja. Funnist
varð aomuleidis at Útvarpi
Føroya, tí tað ikki hevði
endurgivið tíðindaskriv frá
familjuni í heilum líki
Vísa ábreiðslu-
num aftur
Tíðindastjórin á Sjónvarpi
Føroya, Ossur Winthereig,
hevur eina púra greiða støðu
til spurningin, ið familjan
Petersen tekur upp.
- Ongin eigur at vænta,
at tað ber til at stýra tíðind-
aflutninginum í Sjónvarpi-
num. Tað ber snøgt sagt ikki
til. og tískil er tað tíðarspilla
at royna tað. Tíðindini í
Sjónvarpi Foroya verða red-
igerað inni í húsinum her,
ikki uttanfyri, sigur leiðarin
avgjørdur, og leggur aftur.
at tað er sera sjáldsamt. at
fólk royna at steðga tíðind-
um í eru ávegis
„Jógvan Jespersen, stjóri í
Utvarpi Foroya, minnist væl
tíðindaskrivið, ið Steinolvur
Petersen sipar til í samrød-
unt við Sosialin leygardag-
in
Hetta tidindaskriv varð
vidgjørt sum oll onnur tíð-
indaskriv, ið koma útvarpi-
num í hendi. Í hesum føri
num endurgóvu vit sum
vanligt, tað vit hildu hava
týdning tann dagin, veit
Jógvan Jespersen at siga
Sambært honum er tað sera
sjåldsamt, at útvarpið end-
urgevur tíðindaskriv í heil-
um líki.
Guggan og Steinolvur ikki at hitta
HOGNI MOHR
Sosialurin vildi fegin havt
Konu og Son John Petersen
at gera viðmerkingar til
kærumøguleikarnar, ið tey
eftir øllum at dóma ikki
hava tikið í nýtslu. Men
sonurin Steinolvur er farin
til Grønlands, meðan kon-
an, Guggan, ikki var at hitta
áðrenn evstamark blaðsins.
Væntandi fer Guggan at
gera viðmerkingar til møg-
uleikan at kæra í lokal-
nevndini seinni.