Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr.-193 - 12. oktober 1999 tidindabladid 13 Allan: Vit trívast best ímóti teimum stóru Landsdystur: Landsliðsvenjarin helt, at tað enn eina ferð varð staðfest, at í aljtóða fótbólti hevur tað nógv at siga, um tú ert lítil ella stórur — Avrikið í kvold staðfesti enn eina ferð, at liðið hjá okkum stendur seg best, tá m6tstødulidini eru stór og leypa á við nógvari styrki og stórum sjálvsáliti. Tað gevur okkum møguleika fyri at vera væl skipaðir í verjuni og at lúra eftir møg- uleikanum fyri snarálopum, og tað eydnaðist so mikið væl, at tað vóru vit, sum høvdu teir flestu stóru møg- uleikarnar, sjálvt um teir høvdu bóltin nógv tann størsta partin av tíðini. Men tad hevur ikki eydn- ast serliga væl at skapa møguleikar å heimavølli i heyst? — Trupulleikin er, at vit hava ikki spælararnar, sum megna at mynda spælið ímóti liðunum, sum eru eitt sindur veikari enn tey bestu Vit sóu ímóti Íslandi, Est landi og Litava, at teir komu til Føroya við ti hugburðin um, at tað vóru vit, sum skuldu mynda spælið, vit royndu, men tað eydnaðist ikki serliga væl. Ætlar tú at gera nakað við hetta? — Vit mugu arbeiða mið- víst við at betra um hetta, og tað hevur við typurnar av spælarum at gera, so hetta er nakað, ið ikki verð- ur broytt frá degi og til dags. Luturin hjá teimum smáu Í Prag vóru fyritreytirnar góðar, og venjarin duldi ikki, at hann var framúr væl nøgdur við avrikið: - Eg iðri meg um, at vit ikki fingu eitt ella fleiri mál, tí vit høvdu møguleikar til tað. Hevdi Todi Jónsson havt skorað nøkur mål i superliguni í heyst, so hevði hann kanska eisini havt skorað í dag. Skotið hjá honum, sum dúkkar og brestur í tvørtræid aftanfyri málverjan er framúr gott, og at stútarin fer á málverjan í staðin fyri í netið er aftur ein spurningur um margin- alirnar. Og hvar sigur tú um møg- uliga brotssparkid? — Soleidis sum eg så tad, varð Todi tíkin, og ti átti dómarin at havt bríkslað fyri brotssparkið, men tað gjørdi hann ikki, og eg haldi, at aftur í hesum føri- num sóu vit, at tá tú ert lítil í altjóða fótbólti. so fært tú ikki altíð tað, sum tú eigur rætt til. Tað var ein øgiligur rómur á stadion, og tað hevði sjálvandi ávirkað rómin, um føroyingar so stutt undan leikloki høvdu javnað til 1-1. jh Venjararnir báðiur vóru meira smílandi eftir henda dystin enn tann fyrra landanna | millum, tå kekkarnir »snyttu« seg til eitt mål. Hesaferð gekk meira rættvist fyri seg Chovanec: Todi var stóri trupulleikin Landsdystur: Kekkarnir gjørdu nógv fyri at viska minnið um avrikid á Svanga- skarði burtur Jozef Chovanec, venjarin hjá kekkiska landsliðnum, sær út til at vera ein sera myndugur maður. Tað er so ymiskt, sum venjararnir bera seg og fara fram, tá teirra lið er á vellinum. All an Simonsen er í venjingar búna og er inni á vøllinum, meðan spælararnir hjá hon- um hita upp, meðan stóri Jozef Chovanec undir allari upphitingini stendur hendur í favn á síðulinjuni í síða myrka yvirfrakkanum. Undir dystinum var hann fleiri ferðir frammi við síðu- linjuna, og serliga seinna partin av fyrra hálvleiki gav hann ordrar. — Vit vunnu og fingu har- við fult stigatal í undan- kappingini. Men eg var ikki nøgdur við avrikid hjá min- um spælarum. Okkara lið spældi ikki upp til sitt besta, men føroyingarnir vóru so mikið væl skipaðir, at tað var sera torført at koma til målmøguleikar. Og kekkiski venjarin hevði eisini rósandi orð at siga um føroyska álopspart- in: — Todi Jónsson var famúr góður. Eg kendi meg noyddan at hava tveir verj- uspælarar á honum fyrsta tíman, men tá vit royndu at leggja uppaftur meiri trýst á frammi á vellinum, var eg noyddur at taka annan burt- ur, og eg ásanni, at tað var [4 Í fullari ferð móti kekkiska málinum við einum verju- : ra í helunum # x = at spenna bogan høgt. Todi Jónsson hevði møguleikar aftaná, men tíbetur eydnað- ist tað okkum at vinna, stað- festi venjarin, sum eisini rósti Juliani Johnsson fyri eitt stórt avrik, bæði í verj- upartinum og eisini í fram- rættaða spælinum. Ikki ålvuligur Í sambandi við landsdystir er altíð ein almennur døg- urði, har umboð fyri fót- bóltssambondini í verts- landinum og í gestandi landinum hittast. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Frantisek Chvalovský eit- ur formaðurin í kekkiska fótbóltssambandinum. Í snotiligu dystarskránni var bara ein grein á eingilskum, og hana hevði formaðurin skrivað. Hann frøddist um glæsiligu úrslitini hjá Kekkia í undankappingini, men samstundis mintist hann aftur á treku byrjanina, tá Kekkia á Svangaskarði vann 1—0. Og vit hava skilt, at hann í róðuni undir dógurðanum róði afturáaftur og orsakaði yvirfyri føroysku gestunum, hvussu kekkarnir ta ferðina skoraðu málið. Á tíðinda- fundinum á Svangaskarði fyri einum góðum ári síðani síðani hildu kekkarnir ikki, at stødan hevði verið lítið sømilig, men tað tóktust teir halda hesa ferð. jh Mind: Jonhard Hammer Hagtøl Kekkia-Førovar 2—0 (1-0) EM undankappingardystur å AC Sparta Praha stadion í Prag, leygardagin 9. oktober 1999, kl. 20.15 21.362 áskoðarar Dómarakvartett år Rumenia: Marcela Lica, Patritin Abrudan, Ion Onicas og Constatin Zotta UEFA eygleidari: Jean Lemmer 1-0: Jan Koller 11. 2-0: Pavel Verbir 84 Kekkia: 1. Pavel Smicek, Sheffield Wednesday — 3. Jan Suchopárek, Tennis Borrusie Berlin (14. Pavel Verbir, FK Teplice, 74.). 5. Karel Rada, Slavia Praha. 2. Tomás Repka. AC Fiorentina — 8. Karel Poborsky, Benfica Lisabon, 4. Miroslav Baranek, Sparta Praha (15. Michal Hornák, 55.), 6. Radek Bejbl, Atlético Madrid (17. Pavel Horvåth, Slavia Praha, 66.) 11. Patrik Berger, FC Liverpool, 7. Jiri Nemec, liðfor- maður, FC Shalke 04 — 9. Jan Koller, RSC Anderlecht, 10. Vladimir Smicer, FC Liverpool A beinkinum uttan at verða skiftir inn: Marek Nikl,1. FC Niimberg, 13. Ivo Ulich, Slavia Praha, 16. Ladislav Maier, SK Rapid Wien, 18. Petr Vicek, Slavia Praha Gult kort: Jan Suchopårek 33. Reytt kort: Patrik Berger, 60. Venjari: Jozef Chovanec Føroyar: |. Jens Martin Knudsen, GÍ — 4. Pål Thor- steinsson, B36, 5. Hans Fróði Hansen, HB, 2. Óli Johannesen, AGF, 3. Jens Kristian Hansen, lidfor- maður, B36, 7. Henning Jarnskor, GÍ (13. Ossur Han- sen, B36, 89.) — 9. Allan Mørkøre, HB, 6. Sámal Joensen, GÍ, 8. Julian Johnsson, Sogndal — 11. John Petersen, B36 (18. Rógvi Jacobsen, KI, 71.), 10. Todi Jénsson, FCK | Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Uni Arge, HB, 14. Jákup á Borg, B36, 15. Heðin á Lakjuni, KÍ 16. Jákup Mikkelsen, Herfølge, 17. Bartal Eliasen. GÍ Gult kort: Henning Jarnskor 7., Óli Johannesen, 43., Jens Martin Knudsen, 60. Reytt kort: Pól Thorsteinsson 60. Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Heðin Askham Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutur: John Reid Skoralíð