Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 18. januar 2005 33 Oljuvinna og fram- haldandi vælferð Før- oya. Hetta verða tey bæði høvusðevnini á árligu oljuráðstevn- uni í Norðurlanda- húsinum týsdagin. - Alternativar vinnur skulu á dagsskránna, sigur Malan Johan- sen, samskipari úr Vinnuhúsinum OLJURÁÐSTEVNA Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Seinastu tíðina hevur Malan Johansen úr Vinnu- húsinum havt úr at gera við at samskipa stóru oljuráð- stevnuna í Norðurlandahús- inum, sum byrjar týsmorg- unin. Líka síðani oljuleit- ingin byrjaði í føroyska havøkinum, hevur oljuráð- stevnan verið eitt aftur- vendandi tiltak. Oljan fyrst Malan Johansen greiðir frá, at endamálið við tiltakinum hesaferð er fyrst at viðgera oljuvinnuna, og við støði í vælferðarspurninginum verður síðani viðgjørt, hvussu vit kunnu skapa alternativar vinnumøgu- leikar í einum einstáttaðum fiskivinnubúskapi. - Ráðstevnan er býtt upp í tveir partar. Fyrst verður oljuvinnan umrødd, og eftir døgverða er yvirornaða evnið, hvussu vit kunnu tryggja framhaldandi væl- ferð Føroya, sigur Malan Johansen. Sigurð Poulsen, stjóri á oljufyrisitingini, fer fyrst at greiða frá aðru loyvisrundu á føroyska økinum, og síðani koma tvey umboð frá oljufeløgunum Statoil og Chevron Texaco at greiða frá møguleikum og virksemi á Atlantsmótin- um. Wilhelm Petersen, stjóri á á Atlantic Petrole- um, og Graham Stuart, stjóri á Føroya Kolvetni, fara so at greiða frá sínum virksemi í Bretlandi, áðrenn Regin Hammer frá FOÍB og Petur Joensen frá oljufyrisitingini skulu greiða frá, hvussu pening- urin til førleikamenning er nýttur, og hvørji úrslitini eru. Vælferð Føroya Spurningurin um fram- haldandi vælferð Føroya verður yvirornaða evnið á seinna partinum av stevn- uni. - Spurt verður, hvussu vælferðin kann tryggjast um t.d. fiskivinnan svíkur, og við øðrum orðum verður ljós kastað á alternativar vinnumøguleikar, sum kunnu veita føroysku tjóð- ini fleiri búskaparlig bein at standa á, sigur Malan Jo- hansen úr Vinnuhúsinum. Malan vísir á, at eisini her eru fleiri fyrilestrar á skránni bæði hjá føroying- um og útlendingum. Fyrst fer íslendskur professari at greiða frá, hvussu íslend- ingar hava megnað at gjørt eitt meiri fjølbroytt vinnu- lív til veruleika, sum ikki longur bert er tengt at fiskivinnuni, og síðani fer norskur professari at hug- leiða um samfeløg, sum eru tengd at tilfeingisbúskapi. Johnny í Grótinum frá Føroya Sparikassa, Zvonko Mrdalo av Hagstovu Før- oya og Ólavur Gregersen, stjóri á Bitland, fara síðani at viðgera spurningar, sum eru viðkomandi fyri væl- ferð Føroya, áðrenn Magni Arge, stjóri í Oljuvinnu- felagnum, tekur samanum. Alternativar vinnur á dagsskránna Vinnuhúsið flutt niðan í Smærugøtu Eftir at hava leitað eftir hølum í mong ár er Vinnuhúsið nú flutt úr R.C. Effersøesgøtu niðan í Smærugøtu í Havn. Men í Vinnu- húsinum hugsa tey meiri um oljuráð- stevnuna týsdagin, sum Jan Mortensen stjóri metir vera alneyðuga í eini myrk- ari búskaparligari tíð FLYTING Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Tey sjey arbeiðsfólkini, sum eru tengd at Vinnuhús- inum, fóru mánamorgunin á fyrsta sinni til arbeiðis í nýggjum hølum. Eftir at hava búleikast niðri í R.C. Effersøesgøtu í mong ár er Vinnuhúsið nú flutt niðan í Smærugøtu í Havn í stór hús, sum í øllum førum havnarfólk kenna aftur sum stóru hvítu húsini uppi á høvdini omanfyri Mylnuna og Berjabrekku. Plásstrot Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, greiðir frá, at leingi hevur verið leitað eftir røttu hølunum at flyta í, tí plássið niðri í gomlu húsunum varð sera avmark- að, og flytingin hevur so- statt verið átroðkandi. - Tosað hevur verið um at byggja, men tá vit nú fingu møguleikan, tóku vit av, og vit eru sjálvsagt fegin um nýggju hølini, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnu- húsinum. Neyðug ráðstevna Men hóast manningin júst er flutt inn í nýggjan bygn- ing, er uppmerksemi hjá Vinnuhúsinum í hesum døgum kring oljuráðstevn- una týsdagin. Jan Morten- sen ætlar sær at fylgja væl við. - Sum flestum kunnugt hevur føroyska vinnan sein- astu tíðina verið merkt av stagnatión, fallandi nøgd- um, fallandi prísum og ein- um horvnum bjartskygni. Tí er alneyðugt við eini ráðstevnu, sum júst viðger spurningin um nýggj initia- tiv og øðrvísi vinnumøgu- leikar, sigur Jan Mortensen. Hann metir, at bjartskygdi hugburðin til nýggjar vinnumøguleikar, sum var at hóma eftir kreppuna, er horvin, og tí er neyðugt at skipa fyri tiltøkum, sum aftur kunnu kveikja og seta ferð á vinnuliga nýhugsan. Jan Mortensen í nýggja bygninginum hjá Vinnuhúsinum gleðir seg til oljuráðstevnuna týsdagin, sum hann metir vera alneyðuga í døprum búskaparligum tíðum Mynd: Jens Kristian Vang - Spurt verður, hvussu vælferðin kann tryggast, um t.d. fiskivinnan svíkur, og við øðrum orðum verður ljós kastað á alternativar vinnumøguleikar, sum kunnu veita føroysku tjóðini fleiri búskaparlig bein at standa á, sigur Malan Johansen úr Vinnuhúsinum undan árligu oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týsdagin