Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 11 - 18. januar 2005 Samstarv er loysnin fyri Suður Tvøroyrar kommuna er í samráðingum um nýtslu av havnini á Drelnesi. Her eru nógvir møguleikar fyri virksemi, og teir bíða spentir eftir, hvat úrslitið av hesum verður. Hetta kemur ikki bert at gagna Tvøroyri, men allari oynni OLJUFRAMTÍÐ Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað er langt millum tey góðu tíðindi, ein hoyrir úr Suðuroynni í hesum døg- um. Meinparturin av tíð- indunum er merktur av uppgevan, neyð og elendig- heit við arbeiðsloysinum, sum einum óhugnaligum leikluti í tíðindaflutningin- um. Mong hava helst mist vónina um at oyggin skal menna seg aftur. Men ikki øll! Ein teirra er Pauli Ein- arsson, býráðspolitikkari á Tvøroyri. Hann er ikki samdur við teim døpru røddunum, sum ikki spáa oynni nakra fram- tíð. - Vit eiga nógv gott fólk í oynni. Vit eiga eisini fólk, sum eru hugað at gera íløgur. Men tey verða ikki eftirspurd. - Fyri mær er eingin ivi, um at lata vit tey røttu fólk- ini sleppa framat - og ikki bara teoretikarum! - so trúgvi eg uppá, at vit fáa nakað upp at standa her í oynni, sigur hann optimist- iskur. Tað finnast vinnuligir møguleikar. Ein teirra er oljan, Men tann stóri spurn- ingurin er - og fer at verða: Er Tvøroyri tilbúgvin sum ein komandi oljuhavn? Vit seta spurningin til Paula Einarsson, sum í bý- ráðnum haraftrat er for- maður í teknisku nevnd og limur í Havnanevndini, sum eisini hevur hansara stóra áhuga. Ein havn - nógvir møguleikar Fyri Paula Einarsson er eingin ivi um, Tvøroyri er fult tilbúgvin til at gerast ein komandi oljuhavn í Føroyum. Hann vísir til alt økið á Drelnesi, har ein í dag hevur millum 20 og 30.000 fermetrar klárar til slíkt virksemi. Av hesum eru longu teir 12.000 fermetr- arnir planeraðir. Men hvør er í roynd og veru "vitsin" við at hava eitt slíkt økið liggjan har uttan virksemi. Hevur Tvøroyrar kommuna nakrar hugsanir um tað, og hvat kann henda har í framtíðini? - Jú, sigur Pauli Einars- son. Her er nógvir møgu- leikar, og so avgjørt eisini aðrir møguleikar enn júst ein oljuvinna. Ella, sum hann tekur til: "Farmur er hóast alt farmur, og farmur kemur altíð at verða skipaður uppá land á Drelnesi og umborð á ymisk skip". Um tað so verða russisk skip ella supply-bátar - so er arbeið- ið kortini á leið tað sama. Har er avgjørt pláss fyri báðum tingunum og enn fleiri. Men eru so nakrar heilt ítøkiligar ætlanir við hesum 30.000 fermetra stóra øki- num í løtuni? - Jú, tað eru onkrir fyri- spurningar um nýtslu av hesi havnini í framtíðini. Vit eru í samráðingum um tað beint nú, so tað kann eg ikki upplýsa tær meiri um í løtuni, sigur hann. Samstarv er neyðugt Í kjalarvørrinum á hópupp- sagnunum í Vági og í Hvalba fyri tveimum vik- um síðani er tann vinnuliga støðan í Suðuroynni tað, ið mest hevur verið frammi í tjakinum og prátinum manna millum. Nógv hevur verið tosað um stertar og slíkt, men hvussu við Drelnesi. Kann Drelnes koma at hava ein týðandi leiklut í menning- ini av Suðuroynni? Fyri Paula Einarsson er eingin ivi. Hann er sann- førdur um, at tað kemur Drelnes at gera. Teir hava eina frálíka havn á Drelnesi og í Vági finst eisini ein góð hann. - Og soleiðis sum støðan er beint nú, so eru tað ting, tú kanst fáa gjørt her á Tvøroyri og sum tú ikki Vit hava oljuna tætt við hjá okkum. Men spurningurin er bara um vit eru tilbúgvin til at gera nakað, um ein vanlukka skuldi hent DÁLKING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hesi seinastu árini er skipa- ferðslan kring oyggjar okk- ara økt rættiliga nógv. Tað vísir seg, at ruturnar hjá teimum stóru tangabátun- um eru fluttar longur norður. Í dag finnast rættiliga stórur rutur sjóvegis sum fara tætt fram við okkara oyggjum. Og her er m.a. talan um tangabátar við nógvari olju. Men spurningurin er, um vit eru til reiðar við eini hjálpandi hond, um van- lukkan hendir ein góðan dag? Ikki til reiðar Pauli Einarsson á Tvøroyri tók fyri árum síðani stig til fyritøkuna OSR, sum hevði til endamáls at vera til reiðar um nakað tílíkt skuldi hent. Tað er tó einn sannroynd, at tað er bara ein evarska lítil partur av dálkingini sum kemur frá sjálvari oljuvinnuni – kanska ikki meiri enn eini trý prosent. Restin kemur frá fiskiskip- um og handilsskipum. Men Pauli er sannførdur um, at vit í løtuni ikki eru før fyri at gera nakað, um ein stór vanlukka skuldi hent. Men hvat er so til ráða at taka? - Sum er verður bara dúvað uppá at onkur tekur telefonina í hinum endan- um í útlandinum og kemur við hjálpini hendavegin. - Eg vil siga tað, so at vit eru komin út á djúpt vant við oljuni, men vit hava ongan bjargingarring um nakað gongur galið. - Er tað nøktandi? - Nei, tað er tað so als ikki. Eg haldi, at støðan skuldi heldur veriðtann øvugta: At tað var soleiðis, at um útlandið hevði brúk fyri hjálp, so kundu vit føroyingar verið til at veitt teimum hesa hjálpina. - Vit eiga fyrst at kunna hjálpa okkum sjálvum, og síðani kunnu vit fara út til onnur um tey hava brúk fyri hjálp, sigur hann. Pauli Einarson: - Nógv halda at Suðuroyggin er sum eitt krígsrakt øki og er í undantaksstøðu. Men her býr gott fólk, sum ikki hevur mist mótið. Og her býr eisini fólk, sum eru sinnaði at gera íløgur Drelnes kemur í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í menningini av Suðuroynni. Farmur er farmur, og farmur kemur altíð at verða uppskipaður og avskipaður har Á djúpum vatni við ongum bargingarringi