týsdagur 18. januar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
35
roynna
Tey góðu fólkini verða
ikki eftirspurd
- Tað ljóðar sum
Suðuroyggin er eitt
krígsrakt øki, har alt
er í undantaksstøðu.
Men vit eiga gott
fólk, og eisini fólk
sum vilja gera íløgur
í vinnuna. Men hesi
fólkini verða ikki
hoyrd, sigur Pauli
Einarsson á Tvør-
oyri. Hann er bjart-
skygdur um fram-
tíðina hjá oyggj
hansara, hóast mong
onnur helst eru um
at missa mótið
VINNUMØGULEIKAR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tá tað snýr seg um fram-
tíðina hjá Suðuroynni eru
nógvir spurningar frammi.
Og nógvir spurningar sum
kanska eru truplir at svara
í løtuni:
Hevur
Suðuroyggin
nakran tjans í framtíðini?
Er tað møguligt at gera
nakað skilagott í oynni?
Er tað ikki ov seint?
- Nei, nei, nei. Tað er
ikki ovseint. Og Suður-
oyggin hevur avgjørt ein
møguleika. Vit skulu bara
ans eftir, at vit ikki koma
sooo langt niður, at tað
snøgt sagt er ov seint at
gera nakað sum helst, sig-
ur hann.
Hann tekur sum dømi
bygdina Mykines, har
fólkatalið í dag er so mik-
ið lágt, at tað er sera trup-
ult, fyri ikki at siga ógjør-
ligt, at byggja tað upp-
aftur.
- Vit í Suðuroynni mugu
ansa eftir, at vit ikki koma
niður á tað støðið. Vit eru
als ikki komnir har niður
enn, tí her er nógv fólk
sum ikki hevur mist mót-
ið. Og vit hava eisini fólk í
oynni, sum kunnu gera
íløgur.
- Tað hevur mest verið
fokuserað uppá tað nega-
tiva. Tú hoyrir næstan ikki
nakað um tað positiva,
sum hendir her í oynni,
vísir hann á.
Ikki brúk fyri
teoretikarum
Sum ein dømi um tað
positiva, sum er hent í
oynni nevnir Pauli Einars-
son fiskavirkið Delta Sea-
food.
- Eg havi ikki hoyrt
nógv tos um hesa succes-
søguna. Teir fingu eitt
virki upp at standa her á
Tvøroyri. Síðani fóru teir
á Sandoynna fyri at byggja
hana upp og fingu tvey
virki latin upp har.
- Og her er nakað, sum
eg als ikki skilj: Hví í víð-
astu verð brúkar man ikki
hesi fólkini sum ráðgevar-
ar? Hvussu ber tað til, at
teir kundu hava slíka
succes burtur úr øllum
hinum?
- Fyri mær er eingin ivi,
at fáa vit tey røttu fólkini
við í tjakið, og lata vit tey
sleppa framat - og ikki
bara teoretikarar! - so
trúgvi eg uppá, at vit fáa
nakað upp at standa her í
oynni, sigur hann.
Fyri honum er heldur
eingin ivi um, at hesi fólk-
ini finnast. Tey eru í
oynni, men tey eru ikki
rættiliga sloppin framat
enn.
- Tey eru í øllum førum
ikki vorðin hoyrd á sama
hátt, sum tey áttu at verðið
hoyrd.
Tvangsinnlagdir
stertar
- Tað sum í roynd og veru
skapti kreppuna og niður-
gongdina í oynni, hendi tá
ein flutti Suðuroynna, sum
var síðsta avskipingarhavn
til útheimin, norður til
Farstøðina hjá Strand-
ferðsluni í Havn.
- Soleiðis fekk Norrøna
nakað at sigla við, tí nú
varð hvør einasti stertur
tvangsinnlagdur til at fara
inn á Farstøðina í Havn,
samstundis sum tú oyði-
legði mong arbeiðspláss
her suðuri. Tað vóru nógv-
ir faktorar sum spældu inn
samstundis, sigur hann.
Hóast truplu støðuna á
mongu økjum, so ætla teir
sær ikki at biðja um nakra
kreppuhjálp. Teir ynskja
bara somu møguleikar
sum øll onnur í Føroyum.
Ein veruleiki er tað,
sambært Paula Einarsson,
at teir hava ikki somu
treytir at virka undir sum
onnur. Hann tekur sum
dømi, at um ein suðringur
ætlar at byggja sær ein
virkisbygning,
so
fær
hann ikki somu sømdir
sum onnur.
Hann veit um eitt svar
frá einum peningastovni -
hetta svarið var ikki skriv-
ligt, men munnligt! - at
um eitt virki ikki bar seg
har suðuri, so var tað ikki
so lætt at selja tað aftaná.
- Og hetta er tað svarið
man fær, tá ein ætlar sær
at gera íløgur. Tað er líka
sum fyri at taka mótið frá
fólki. So ein sær greitt, at
vit hava ikki somu treytir
og møguleikar sum fólk
aðrastaðni, sigur hann.
Omanfyri nevnda dømi
er so um eitt virki, sum
kann setast á stovn. Men
ójavna kappingin rakar
eisini tey verandi virkini,
har støðan eisini er sera
trupul.
- Eg veit frá Lemma-
virkinum í Vági at teir
dragast við sera høgar
kostnaðir av flutninginum.
Skuldu teir senda eitt sett
av trollemmum úr Vági,
umvegis
Tvøroyri
og
Havnina til Klaksvíkar, so
kostaði tað næstan tað
sama sum at senda tað úr
Føroyum til Suðurafrika.
Tað vóru bara nakrar fáar
hundrað krónur á muni!
- Og tá er tað bara flutn-
ingur innanoyggja. Tá eru
vit als ikki komin út av
landinum enn við vøruni.
So tú sær, at her eru sera
ójøvn vilkor at arbeiða
undir.
Norrøna á Tvøroyri?!
Undan jólum varð tann
nýggja samferðsluhavnin
á Drelnesi tikin í nýtslu.
Hetta er ein landshavn,
verður sagt, men teir á
Tvøroyri hava ongatíð
fingið at vita, hvør eigur
hana og hvør stendur fyri
rakstrinum av henni. Onk-
ur hevur spurt, um tað er
stjórin á Landsverki, sum
nú skal fara undir at reka
havnirnar eisini.
Á Drelnesi eru tveir
møguleikar fyri atløgum.
Her kundi t.d. Norrøna
lagt at, um hon kom til
Føroyar ein óveðursdag.
Ístaðin fyri at lagt seg í
Nólsoyarfirði ein heilan
dag at bíða eftir líkindum,
kundi kom bara fara á
Drelnes.
Her kundi hon so lagt at
kl. 5 um morgunin, og so
kundi
farmurin
verið
koyrdur beinleiðis umborð
á Smyril, so at farmurin
var í Havn tveir tímar
seinni.
- Hetta kundi verðið eitt
alternativ, sum veðrið
gjørdist keðiligt. Hetta er
ein fínur møguleiki fyri
Norrønu, tí her er fínt
pláss til hana, sigur Pauli
Einarsson.
Á Drelnesi er nógv
pláss, sum eisini er væl-
egnað til ídnaðarøki. Men
hvat manglar so?
Eingin undan-
taksstøða
- Ja, málar tú alt upp sum
eitt øki í svartasta vónloysi
- hvør í víðu verð skal so
fara higar at gera íløgur.
Tað ljóðar fyri mær sum
Suðuroyggin er eitt krígs-
rakt øki har alt er í undan-
taksstøðu.
- Tí, hygg bara eftir
bløðunum og lurta eftir
tíðindunum úr Suður-
oynni: Hvør í víðu verð
kundi funnið uppá at
búsett seg í oynni? Ikki ein
sál, tí tú hoyrir ikki eina
einastu sólskinssøgu hig-
ani. Og tá ein so sigur nak-
að, so verður ein bara
mettur sum eitt stórt grenj,
sigur hann speiskur á mál-
inum.
Hann heldur, at suðring-
ar hava verið sera tolnir.
Yvir 300 fólk eru arbeiðs-
leys, og um ein mánað
gerast
40
arbeiðsleys
aftrat, tá liðugt er at taka
teir seinastu laksarnir. So
er tað liðugt í øllum før-
um.
Jamen, er so ikki alt
bara grátt í grátt og svart í
svart.
- Nei, sigur optimisturin
Pauli Einarsson. Ein kundi
gjørt nógv, m.a. at skipa
fyri
nøkrum
førleika-
mennandi
skeiðum,
á
sama hátt sum ein gjørdi
tað í ALS á sinni. Tá skip-
aðu teir skeiðum til hand-
verkarar og onnur, soleiðis
at tey vórðu umskúlaði.
- Hetta hevði eisini
verið ein møguleiki at
gjørt her. Tað er bara ein
spurningur um vilja. Um
menn hava vilja til at fáa
tað upp at koyra aftur her
suðuri. Tí tað vísir seg, at
pengar eru til, sigur Pauli
Einarsson.
fært gjørt suðuri í Vági. Og
øvugt!
- Í Vági hava teir til
dømis fleiri frystihús, og
slík hava vit ikki her í sama
málistokki. So tí hava vit
eitt øgiliga gott grundarlag
fyri einum samstarvi í
oynni í framtíðini, sigur
hann.
Ein fyri allar
Tvøroyrar kommuna liggur
í løtuni í samráðingum um
nýtslu av Drelnesi. Tí er
ikki lætt at fáa nakað ítøki-
liga at vita frá Paula
Einarsson um tað.
- Undir slíkum samráð-
ingum, so samráðist ein út
frá einum einstøkum staði.
Men so skjótt tú fært eina
avtalu út frá einum staði, so
fert tú út og tekur restina av
oynni við. Tí tú klárar tað
simpelthen ikki einsamall-
ur.
- Hetta er eisini orsøkin
til at tú heldur kortini so
tætt inn at kroppinum,
sigur hann.
Teir hava samband við
vinnulívið runt í oynni, og
hinar kommurnar vita eis-
ini hvat teir eru farnir í holt
við.
- Men tað er bara tann
eina kommunan sum tekur
initiativið, so ikki ein tosar
í vestur og hini í eystur. Vit
koyra stutt sagt eitt forløb
beint nú.
- Og tí vilja vit av góðum
grundum ikki samráðst
gjøgnum bløðini, - tú
skilir!
Pauli Einarson eigur
útgerðina til at berja niður
eina oljudálking. Men hon
verður alt ov lítið brúkt