Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 11 - 18. januar 2005 - Tað er mest sum ógjørligt at kappast við frysta blokkin úr Kina. Útlendsku keypararnir halda, at okkara framtíð liggur í feskum upsavørum og ymiskum portión- um, sigur Olaf Olsen, sum var við á upsa- fundinum á Hotel Hafnia í síðstu viku UPSI Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Nógvur upsi hevur verið at fingið seinastu árini, men hann hevur verið rættiliga smáttfallandi. Størsti part- urin av veiðini hjá partrol- arunum hevur verið upsi 4 og upsi 3. Nú í vetur hevur upsin kanska verið heldur frægari til støddar, men hann er framvegis smáur. Við lágum upsaprísum og høgum oljuprísum hevur verið torført hjá reiðaríun- um, sum hava partrolarar, at fáa lønsemi í upsaveið- ina. Tískil hava nógv skip givið hall seinasta árið, og eingin ítøkilig ábending er um, at nøkur munandi broyting verður í ár. Í síðstu viku var stórur fundur á Hotel Hafnia um útlitini fyri upsamarknaði- num og ein teirra, sum var við á hesum fundi, var Olaf Olsen, ið hevur verið reið- ari í mong ár. Hann var eis- ini ein av røðarunum á fundinum, har hann tosaði um upsaveiði-og veiðihag- tøl. Fesk framtíð Sum skilst á Olafi, var hann heldur meira bjartskygdur eftir fundin, enn hann var fyri fundin, tí bæði stórir týskir og franskir keyparar vísti á, at upsin framvegis er áhugaverdur á marknaði- num. Haraftrat vístu norð- menn á, hvussu teir hava økt sín marknaðarpart av upsa í eitt nú Ukraina og Ruslandi umframt, at onnur eysturevropeisk lond eisini vilja hava upsa, sum er ein lutfalsliga bíligur, men góður fiskur. Olaf Olsen sigur, at keyp- arar løgdu dent á, at fram- tíðin hjá føroyingum við upsanum í fyrsta lagi liggur í at selja hann sum fesk fløk, ymiskar portiónir ella sum rundan fisk. - Tað er næstan ógjørligt at kappast við frysta blokk- in úr Kina. Kinverjar keypa frystan upsa, sum teir tiðna og virka í blokk. Tíðin er eftir øllum at døma farin frá hesi framleiðslu hjá okk- um. Spurdur, um hann heldur, at nøkur ítøkilig vend er at síggja við upsanum, nú prísirnir í longri tíð hava verið ógvuliga lágir, sigur Olaf: - Tað er trupult at fáa eyga á nakað ítøkiligt í løt- uni, men prísirnir eru kanska eitt lítið sindur bet- ur beint nú, enn teir hava verið. Eg dugi tó ikki at síggja nakað ávíst sum sig- ur okkum, at prísirnir fara at økjast nakað munandi beinanvegin. Og tó, sigur Olaf. - Marknaðurin eystanfyri veksur fyri fleiri fiskasløg, og tá ið eysturevropear vilja hava bíligan og góðan fisk, er upsin eitt gott boð. So, á tann hátt er kanska okkurt í væntu, sigur hann. Olaf Olsen vísir á, at nú upsaprísurin hevur verið í botni, er næstan bara ein vegur – um vit kunnu siga soleiðis, og tað er uppeftir. Knappligar broytingar - Vit hava áður sæð, hvussu knappliga marknaðurin á fiski sum heild kundi broytast – uttan at vit sum so høvdu varhugan av, at hetta fór at henda. Taka vit árið 1997 og 1998, so broyttist fiskaprísurin ógvuliga skjótt, tí marknað- urin gjørdist so stórur, og hetta kom ikki minst upsa- prísinum til góðar, sum fór uppí einar 9 krónur fyri kilo. Men, sigur Olaf: - Tá ið prísirnir eru so høgir, sum teir vóru tá, var eisini vandi fyri, at teir fóru niðureftir aftur, og sum tíð- in leið hendi hetta í ólukku- mát. Hann heldur, at tað er so ógvuliga sjáldan, at vit frammanundan vita um tað, sum hendir í vinnuni, og hetta er eisini galdandi fyri fiskaprísin eins og fiski- skapin. Olaf sigur, at tað hevði tænt fiskaprísinum, um dollarin hækkaði. - Eg vil siga, at tað er dollarin, sum hevur størstu ávirkanina á fiskaprísin. Fellir dollarin, selja teir, sum plaga at selja fiskavør- ur til Ameriku, heldur vør- urnar til Evropu, og tá floymir eisini annar fiskur, eitt nú heykur, hoki og pollokur inn yvir evrope- iska marknaðin. Hann sigur, at sjálvandi hevur ein høgur dollari eis- ini sína ávirkan á oljuprísir- nar, men í longdini hevur tað størri týdning fyri vinn- una, at fiskaprísirnir eru góðir, hóast oljuprísirnir hækka samstundis av ein- um sterkari dollara. Lágur miðalprísur - Miðalprísurin á upsa var í fjør væl niðanfyri 4 krónur fyri kilo, og bert vit fingu eina krónu omaná prísin, hevði hetta gjørt upsaveið- ina nógv meira áhugaverda. Vit fiska eini 40.000 tons av upsa um árið, og ein króna oman á prísin hevði tískil merkt 40 miljónir krónur um árið. Olaf vísir á, at viðhvørt gongur vinnan soleiðis, at tú hevur hug at missa mótið - og viðhvørt er mótið ógvuliga gott. Soleiðis er tað nú eina- ferð í fiskivinnuni. - Jú, eg haldi, at tað er ein rímiliga góður møguleiki fyri, at tað fer at ganga heldur betur hjá teimum sum fiska upsa í ár, heldur hann. Hann sigur, at hóast mangt bendir á, at tað verð- ur tann feska upsavøran, sum fer at loysa seg best hjá okkum í framtíðini, so skulu vit kortini ikki gloyma, at aðrar framleiðsl- ur úr upsa stundum eisini kunnu vera áhugaverdar, og her er eitt nú talan um sakt- fløk og flaktur saltaður upsi. - Men tað hevur so lítil stórur upsi verið at fingið seinastu árini, og tí hevur henda framleiðsla ikki ver- ið so stór, sigur Olaf, sum vísir á, at meginparturin av saltaða upsanum er farin til Miðameriku og Brasiliu. Partrolaraflotin er ein stórur partur av okkara ís- fiskavinnu, og høvuðs- fiskaslagið hjá hesum partinum av flotanum er upsi. - Tí kunnu vit bert vóna, at tað fer at ganga betur við at selja upsa í ár, sigur hann at enda. Feskar upsavørur er framtíðin - Miðalprísurin á upsa var í fjør væl niðanfyri 4 krónur fyri kilo, og bert vit fingu eina krónu omaná prísin í ár, hevði hetta gjørt upsaveiðina nógv meira áhugaverda. Vit fiska eini 40.000 tons av upsa um árið, og ein króna oman á prísin hevði tískil merkt 40 miljónir krónur um árið, sigur Olaf Olsen. Mynd: Vilmund Jacobsen - Tá ið prísirnir eru høgir, er eisini vandi fyri, at teir fara niðureftir aftur, og sum tíðin leið hendi hetta í ólukkumát, sigur Olaf Olsen. Mynd: Vilmund Jacobsen