týsdagur 18. januar 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
37
Fiskapakki fyri tingið til várs
Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaður í fiski-
vinnumálum, væntar,
at eitt uppskot um
sonevnda fiskapakkan
verður liðugt viðgjørt
og lagt fyri tingið,
áðrenn komið verður
langt út á várið
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrið hevur nú tveir
sonevndar fiskapakkar at
taka støðu til – sín egna og
tann alternativa hjá vinn-
uni.
Á fundi á Hotel Føroyum
fyrr í heyst legði Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum,
fram
høvuðspunktini í einum
fiskapakka, sum landsstýr-
ið hevði gjørt. Á hesum
fundi harmaðist landsstýr-
ismaðurin um, at vinnan
ikki var komin til eina
semju um gongdar leiðir og
tískil í størri mun kundi
verða við til at seta ein
nýggjan fiskamarknaðar-
politikk út í kortið.
Men uppundir ársenda
var semjan, sum landsstýr-
ismaðurin hevði eftirlýst,
komin so langt, at Fiski-
málaráðið kundi kalla til
tíðindafundar.
Umframt
landsstýris-
mannin, sum var vertur á
fundinum, vóru umboð fyri
Ráfiskakeyparafelagið, Rá-
fiskaseljarafelagið og um-
boð fyri Føroya Fiski-
mannafelag við á hesum
fundi, har ein undirskrivað
semja frá hesum trimum
feløgunum varð handað
landsstýrismanninum.
Hetta var við øðrum orð-
um ein alternativur fiska-
pakki til fiskapakkan hjá
landsstýrismanninum.
Ikki full semja
Meðan ráfiskakeypararnir
stóðu sum ein maður um
hesa semju, var ikki full
semja
um
fiskapakkan
millum limirnar í ráfiska-
seljarafelagnum. Felagið
Línuskip og Meginfelag
Útróðrarmanna
tóku
nevniliga ikki undir við
øllum pørtum í tilmælinum.
Bjørn Kalsø sigur, at
formaðurin í ráfiskaselj-
arafelagnum, Árni Joensen,
hevði kunnað hann um, at
full semja ikki var í felagn-
um um tilmælið, og tí kom
tað ikki óvart á hann, tá ið
felagið Línuskip og Meg-
infelag
Útróðrarmanna
gjørdu vart við sína støðu
eftir, at tilmælið var handað
og almannakunngjørt.
Uppskot til várs
– Ætlanin var, at lands-
stýrið skuldi vera komið
longri við viðgerðini av
hesum máli fyri jól, men
tað eydnaðist ikki. Nú
hyggur umsitingin at mál-
inum, og eg vænti, at komið
verður ikki langt út á várið,
áðrenn eitt uppskot verður
lagt fyri tingið.
Bjørn Kalsø vil tó ikki
siga, um grundarlagið und-
ir
uppskotinum
verður
pakkin hjá landsstýrinum –
ella tilmælið, sum feløgini í
vinnuni hava latið lands-
stýrismanninum.
– Tað er ein misskiljing, tá
ið sagt verður, at landsstýrið
ætlar at lóggeva fisk upp á
land til virkingar í Føroyum.
Tað, sum landsstýrið í fyrsta
lagi vil við uppskotinum, er
at skapa eina meira javn-
bjóðis kapping um fiskin í
Føroyum, soleiðis at hann
verður atkomiligur bæði hjá
føroyskum og útlendskum
keyparum, sigur landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum.
VINNUTILMÆLIð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilmælið, sum Føroya Rá-
fiskaseljarafelag,
Føroya
Fiskimannafelag og Føroya
Ráfiskakeyparafelag lótu
landsstýrismanninum,
Bjørn Kalsø, í desember, er
í 12 punktum. Haraftrat eru
fimm punkt, sum feløgini
halda, at myndugleikar og
vinna miðvíst eiga at ar-
beiða við til tess at menna
kappingarførið í høvuðs-
vinnuni.
Í stuttum er tilmælið hjá
vinnuni hetta:
1)
Proformasølurnar
skulu steðgast.
2) Allur fiskur, sum
verður útfluttur óvirkaður
úr Føroyum, skal av loyvis-
havaranum
(skipinum)
bjóðast út um føroyska
góðkenda
uppboðssølu.
Loyvt verður føroyingum
og útlendingum at bjóða
upp á fiskin.
3) Støddarflokking –
umborð ella í landi – av í
minsta lagi 50% av toski,
hýsu,
longu,
brosmu,
kongafiski, svartkalva og
havtasku, bæði tá ið fiskur-
in fer til virkingar í Føroy-
um ella verður útfluttur
óvirkaður.
Royndartiðin
byrjar 1. mars 2005 og
varar í eitt ár.
4) Eftir royndartíðina
verður mett um, hvørt
støddarflokkingin
hevur
rokkið sínum endamáli – at
fáa meira fisk til virkingar í
Føroyum og at fáa ein
hægri prís ella vinning.
5) Serstøður við eitt nú
upsa, har einki veruligt boð
kemur, kunnu loyva bein-
leiðis landing uttanlands
ella flutning beinleiðis úr
Føroyum – uttan at ávirka
loyvda hámarkið fyri land-
ingum uttanlands.
6) Loyvt verður at landa
uttanlands, tá ið virkini ikki
kunnu keypa vegna frítíð
og verkføll. Hetta ávirkar
ikki hámarkið fyri landing-
um uttanlands.
7) Fyri at tryggja virkjun-
um javna tilgongd, bestu
góðsku og skipunum besta
prís, verða upplýsingar um
øll viðkomandi veiðitøl
samskipað av góðkendari
uppboðssølu, sum sendir
upplýsingarnar til allar
áhugaðar fiskakeyparar.
8) Nýggjar reglur fyri
uppgerð av fiskidøgum,
sum eggja skipunum at
gera styttri túrar.
9) Veiðifør, sum ikki eru
partur av fiskidagaskipan-
ini, koma undir allar áset-
ingar,
tó
við
nøkrum
undantøkum.
10) Skip, sum eru í bein-
leiðis veiði eftir fiskasløg-
um, sum stinglaksi, langa-
sporli, hávi, kikarafiski við
meira, og sum fiskakeypar-
ar ikki eru til í Føroyum,
verða undantikin áseting-
unum, tá ið nevndu fiska-
sløg eru meira enn 50% av
veiðini. Arbeitt verður við
at menna virkingina á landi
av hesum fiskasløgum.
11) Parturin, sum kann
landast beinleiðis uttan-
lands, verður 25% fyri hvørt
triðingsár,
Mótrokningin
fyri landingar omanfyri
hetta, verður sum nú við
fiskidøgum fyri tey skip,
sum eru í fiskidagaskipan-
ini. Skip, sum ikki eru í
fiskidagaskipanini,
rinda
eitt avgjald svarandi til í
mesta lagi 30% av søluvirð-
inum av tí nøgd, ið avreidd
er ov nógv uttanlands í
útrokningartíðarskeiðinum.
12) Ein nevnd metir um
skipanina og skal vísa á
trupulleikar og koma við
uppskotum til loysnir.
Myndugleikar og vinna
eiga miðvíst at arbeiða við
at menna kappingarførið í
høvuðsvinnuni við at: 1)
Menna
logistikkin
úr
Føroyum til marknaðin, 2)
Menna logistikkin innan-
lendis í Føroyum, 3) Stuðla
felags sølu og marknaðar-
føringstiltøkum til frama
fyri alla vinnuna, 4) Stuðla
undir framleiðslu av alter-
nativum fiskasløgum, so
øll rávøran verður gagnnýtt
á bestan hátt og 5) Stuðla
vinnugransking
innan
veiði-,
reiðskaps-og
framleiðslutøkni.
Teir stinga høvdini saman um fiskapakkan, Bjørn Kalsø og Herálvur Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Javnari tilgongd, betri góðska
og bestu fiskaprísir
Nýggjar reglur eiga at gerast
fyri uppgerð av fiskidøgum,
sum eggja skipunum at gera
styttri túrar
Mynd: Vilmund Jacobsen