Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 11 - 18. januar 2005 - Tað verður neyvan nakrantíð soleiðis, at allur fiskurin, sum verður veiddur undir Føroyum, verður virkaður umborð á verksmiðjutrolarum, men eg haldi tað vera heilt burtur við av landsins myndugleik- um, at teir ikki lata upp fyri hesum møguleikanum, nú so nógvur fiskur fer óvirkaður av landi- num. Tey 50.000 tons- ini, sum fara av landinum, høvdu ver- ið nógmikið av ráfiski til 10 skip av støddini sum Skálaberg. Men tað hevði neyvan loyst seg at virkað all- an hendan fiskin um- borð á dýrum skip- um, sigur Hanus Hansen, reiðari og virkisstjóri PRÁT Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo - Nei, tað er ikki rætt, at eg vænti, at øll okkara fiska- framleiðsla verður umborð á verksmiðjutrolarum í framtíðini. Hetta sigur Hanus Han- sen, stjóri á JFK-Troli og stjóri á P/F Kósini, tá ið vit spyrja hann, um hetta er hansara hugburður. - Tað ber saktans til at gera útrokningar sum vísa, hvat kann loysa seg at virka umborð – og hvat ikki loys- ir seg. Hetta avhongur í fyrsta lagi av, hvat fiskur talan er um, og hvussu dýr skipini eru, sum skulu virka fiskin. Hanus heldur, at tað er ein stórur spurningur, um eitt nú Skálaberg hevði klárað seg undir Føroyum, nú so lítil toskur er at fáa. Upsin er so bíligur, og tí skulu velduga stórar nøgdir til, um hann skuldi verið grundarlagið undir fram- leiðsluni og lønseminum. - Eg trúgvi neyvan held- ur, at Skálaberg hevði fing- ið meira upsa undir Føroy- um enn tveir av teimum stinnastu partrolarunum fáa, tí teir fáa so nógvan fisk. Áhugaverdur tanki Reiðarin og virkisstjórin heldur tó, at virking um- borð er ein áhugaverdur tanki, sum landsstýrið átti at tikið upp, nú so nógv er frammi um dygdina á fiski- num – og ikki minst, nú so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. - Men tað er ivaleyst ikki so skilagott av mær sum virkisstjóra at siga ov nógv um henda spurningin, hóast eg sjálvsagt havi mínar hugsanir um hesi viður- skifti. Hanus heldur tó, at eitt bíligt verksmiðjuskip hevði havt fleiri møguleikar undir Føroyum, um rætt varð at- borið. Hinvegin er ivasamt, hvussu lønsemið hevði ver- ið hjá teimum dýraru skip- unum við verandi fiski- skapi og fiskaprísum. - Men taka vit eitt nú djúpvatnstrolararnar, so fiska teir ymisk fiskasløg, og tað kundi hent, at tann parturin, sum teir fáa av eitt nú kongafiski, toski og hýsu hevði verið við til at lyft uppundir lønsemi, so- leiðis at tað kanska kundi verið lønandi at virkað henda fiskin umborð. Reiðarin og virkisstjórin vísir á, at ein nýggjur flaka- trolari sum Skálaberg helst skal fiska fyri einar 60-70 miljónir krónur um árið fyri at bera seg fíggjarliga, og tað letur seg ikki gera við upsaveiðini undir Føroyum sum grundarlagi. Stirvin politikkur - Eg haldi, at framtíðin hjá okkara fiskaídnaði á landi er døpur í løtuni, meðan út- litini hjá veiðiliðnum ikki eru so døpur – tó so, at tað altið fer at ganga upp og niður við fiskiskapi og fiskaprísum. Hanus heldur eisini, at okkara fiskivinnupolitikkur er alt ov stirvin. - Tað er eftir øllum at døma í fínasta lagi, at eitt línuskip, sum fiskar undir Føroyum, fer niður til Skot- lands at selja veiðina, tí prísurin har kanska er einar tvær krónur hægri fyri kilo enn her hjá okkum. Sam- stundis ganga fiskafólk heima í Føroyum við tóm- um hondum. Maðurin, sum er við skipinum, tjenar nógvan pening, meðan kon- an, sum bíðar eftir at sleppa til arbeiðis á fiskavirkinum, hevur onga inntøku. Hann heldur, at málið hjá okkum føroyingum átti at verið, at fiskurin, sum verður veiddur undir Før- oyum, antin verður arb- eiddur á landi ella umborð - og ikki í so stóran mun sum Framtíðar fiskivinnan: Skal fisku