Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Nr. 11 - 18. januar 2005 urin virkast umborð ella í landi? - Eg haldi, at tað hevði einki gjørt, um landsins myndugleikar fokuseraðu eitt sindur meira upp á at virka ein part av fiskinum umborð. So leingi, vit útflyta 50.000 tons av óvirkaðum fiski um árið, haldi eg tað vera púrasta burtur við, at møguleikin at virka ein part av hesum fiski umborð ikki verður umhugsaður, sigur Hanus Hansen, reiðari og virkisstjóri. seinastu árini útfluttur fesk- ur og óviðgjørdur. - Men sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er ikki loyvt at virka fiskin um- borð undir Føroyum, men tað er í staðin loyvt at flyta hann óvirkaðan á útlendska marknaðin. - Tað eru bert tvey skip, sum hava undantaksloyvi at virka fisk umborð undir Føroyum, og tey eru Næra- berg og Norðborg. Púrasta burturvið Hanus heldur tað vera púr- asta burtur við, at eitt nú Sundaberg, sum hevur gull- laksakvotu undir Føroyum, ikki sleppur at virka fiskin til fars umborð, tí henda framleiðsla partú skal vera uppi á landi – og bara uppi á landi. - Vit sleppa at kryvja fiskin og kubba høvdið av honum. Tað er alt. Markn- aður er fyri rundfrystum gulllaksi í eitt nú Kina, men har vilja teir ikki hava tann smáa gulllaksin. Reiðarin og virkisstjórin vísir á, at tað eisini er av- markað, hvussu nógv gull- laksavirkið í Leirvík megn- ar at taka ímóti og selja, og tí átti tað at verið ein gongd leið at útbygt henda markn- aðin, sum frammanundan er á gulllaksafarsi – heldur enn bara at siga, at tað oyðileggur marknaðin hjá leirvíkingum, um gull- laksafars eisini verður framleitt umborð. Hanus veit at siga, at marknaðurin fyri fiskafarsi kring um í heiminum er eini 600.000 tons um árið. - Gulllaksur er góður og væl umtóktur fiskur, og her hava vit eitt potentiali, sum eg avgjørt haldi, at meira kundi verið fingið burtur úr. Politisk avgerð Hann sigur, at gav lands- stýrið loyvi til virking av ymiskum fiskavørum um- borð, er ikki vist, at vit beinanvegin høvdu havt 10 nútímans verksmiðjutrolar- ar undir Føroyum, men lítil ivi er um, at hetta hevði skapt meira arbeiði enn sum nú, tá ið so nógvur fiskur fer óviðgjørdur av landinum. - Alt, sum verður gjørt í landi, kann eisini gerast umborð á skipunum. Tó sigi eg ikki, at vit skulu flyta alla framleiðslu um- borð á skipini. Soleiðis verður tað ivaleyst ongan- tíð. Vit hava góðar fram- leiðslur á landi, sum standa seg væl, eitt nú saltfiska- framleiðslu, men vit hava eisini aðrar framleiðslur sum standa seg minni væl. Hanus heldur eitt nú, at hýsan hevði blivið perfekt, sum hann tekur til, um hon varð virkað umborð. - Eg haldi, at tað hevði einki gjørt, um landsins myndugleikar fokuseraðu eitt sindur meira upp á at virka ein part av fiskinum umborð. So leingi, vit út- flyta 50.000 tons av óvirk- aðum fiski um árið, haldi eg tað vera púrasta burtur við, at møguleikin at virka ein part av hesum fiski um- borð ikki verður umhugs- aður. Men, sigur reiðarin og virkisstjórin: - Hetta er ein politisk og ikki umsitingarlig avgerð. Tað, sum liggur aftanfyri hesi sjónarmið, er, at fisk- urin skal virkast á landi og ikki umborð á skipum í kapping við framleiðsluna á landi. Við virking umborð í tíðum sum hesum, høvdu vit skapt nógv fleiri arb- eiðspláss til føroyskar hendur. Meira søluarbeiði Hanus heldur ikki, at tað hevði loyst allar okkara tru- pulleikar, um ein partur av fiskinum varð virkaður um- borð í staðin fyri at farið óvirkaður av landinum. - Men eg haldi avgjørt, at myndugleikarnir sum nevnt áttu at latið upp fyri hesum møguleikanum, samstundis sum arbeitt eigur at verða meira miðvíst við, hvussu vit kunnu økja um okkara marknaðarpart av fiskavør- um, sigur Hanus Hansen, reiðari og virkisstjóri, at enda. Skálaberg, sum helst skal fiska fyri einar 60-70 miljónir krónur um árið, hevði neyvan havt teir stóru møguleikarnar undir Føroyum við verandi fiskiskapi og fiskaprísum. – Men tað er ikki vist, at eitt bíligari verksmiðjuskip ikki kundi fingið lønsemi í veiði og virking undir Føroyum, sigur Hanus Hansen, reiðari og virkisstjóri Hanus Hansen heldur, at tað sær dapurt út við fiskaframleiðsluni á landi í løtuni, meðan tað sær heldur betur út hjá fiskiflotanum, hóast flotin altíð fer at skiftandi umstøður