týsdagur 18. januar 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 11 - 18. januar 2005
Týsdagin skipaði
reiðaríið, Framherji,
sum eigur verk-
smiðjutrolaran,
Akraberg og felagið,
EM-Shipping, sum
eigur kombineraða
nóta-og trolskipið,
Høgaberg, fyri stórari
veitslu á Hotel
Føroyum
HÁTÍÐARHALD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Dagurin varð hildin í sam-
band við, at tað nú eru
tíggju ár liðin, síðan felagið
varð stovnað og keypti trol-
aran, Akraberg, sum er fyrr-
verandi Beinir og Skálafjall,
á tvingsilssølu.
Men umframt at skipa
fyri døgurðaborðhaldi, sum
byrjaði klokkan 19 hetta
kvøldið og endaði nakað
eftir midnátt, gjørdi Fram-
herji eisini í aðrar mátar
rættiliga nógv burtur úr
degnum.
Eini 110 fólk vóru við til
hátíðarhaldið. Manningar á
Akrabergi og Høgabergi við
makum, skrivstovufólk við
makum, umboð fyri reiðarí-
ið við makum, og somuleiðs
vóru tvey umboð úr Íslandi;
stjórin í Samherja, sum
eigur ein triðing í Framherja
og ein sølumaður.
Gudstænasta
Dagurin byrjaði við guds-
tænastu í Havnar kirkju, har
strandapresturin,
Jógvan
Fríðriksson, prædikaði, og
M.C. Restorff spældi undir
sanginum. Eisini sang M.C.
íslendska sangin, »Sakn-
aður«.
Síðan var farið niðan á
Hotel Føroyar, har Anna
Maria Simonsen, sjúkra-
systir, greiddi frá kanning-
ini av heilstøðuni hjá land-
farafiskimonnum.
Við á Hotel Føroyum var
eisini Eyðun Joensen, sálar-
frøðingur, sum við sínum
vísdómi um mong lívsins
viðurskifti altíð er áhuga-
verdur at lurta eftir.
Aftrat hesum vóru umboð
fyri grannskoðarafyritøk-
una, Rasmussen & Weihe,
sum við tølum greiddu frá
gongdini í fiskivinnuni.
Døgurðin
Klokkan 19 var klárt at fara
til døgurðaborðið, og har
fingu tey 110 fólkini –
menn og kvinnur – humm-
ara til forrætt og reinsdjóra-
kjøt til høvuðsrætt. Aftan á
høvuðsrættin fingu tey ís.
Vakurt
sanghefti
var
prentað til hátíðarhaldið, og
góður felagssangur var at
hoyra.
M.C. Restorff var frá-
søgumaður við borðhaldið,
og sang hann eisini nakrar
sangir. Tað gjørdi Eivør
Pálsdóttir eisini.
Onkur sangur var yrktur
til haldið.
Við døgurðaborðið vórðu
110 fólk hátíðarhildu stovningardag