mikudagur 13. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áby
rgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild:
Jan Møller Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri: agbjartS. Han
Eirikur Lindenskov
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, }
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Alvur Haraldsen Telefon: 311820
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720 —
Sp/f Sosialurin e-mail: post & sosialurin.fo
Bústaður: Lýsingar: lysing & sosialurin.fo |
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Umhvørvi - fram-
tidin og vit sjålvi
Oddagrein
NU SEV turrleggur mestsum allar åir i
Eysturoynni - nu vit frætta, hvussu dålk-
ingin frå idnadarlondunum ger seg inn å
hval og fisk um okkara leidir, og nu ein
heilt nyggj vinna skal i gongd å land-
grunninum, er øll orsøk til at seta um-
hvorvið í fokus. Eisini utmeldingin á tingi
herfyri um, at landsstýrismaðurin í um-
hvørvismålum hevur ikki endaliga orðið,
tá talan er um umhvørvisspurningar, men
at Yvirfriðingarnevndin er suveren í ollum
slíkum spurningum eigur eisini at fáa onkr-
ar klokkur at ringja.
SO logið tað ljóðar, so hava vit i Føroyum
ikki átt so mong fólk, ið veruliga hava givið
seg við lív og sál fyri umhvorvissakini.
Tvey teirra, sum ávikavist hava víst stóran
áhuga fyri nátturuni og tí, sum livur í
náttúruni um okkara leiðir, eru ikki millum
okkum longur. Tórmóður Dahl og John
Smith vóru kanska teir persónar, sum í
hesi øldini gjørdu mest vart við hesar
spurningar í tí almenna tjakinum. Aftur og
aftur settu teir krittiskar spurningar, vístu
á gongdar leiðir og oystu út av síni vitan
og ikki minst - út av sínum alski til hetta
land og tess ríkidomi - náttúru og fiska-
stovnar.
TEIR eru farnir men enn livir tað teir skriv-
aðu millum okkum. Tað ræður nú um at
halda hesum livandi, tvs. at birta upp-
undir tað almenna orðaskiftið um nettupp
umhvervið og okkara tilfeingi, antin tað
eitur fiskur ella olja.
UMHVORVISMÁLARÁÐHARRIN nemur
í grein í blaðnum herfyri við, hvussu stóran
týdning tað hevur, at vit leggja dent á
spurningar sum umhvørvi, trygd og ment-
an - ikki minst tá vit skulu til at leggja
lunnar undir eina nýggja vinnu - eina
vinnu, sum vit vita kann hava álvarsligar
avleiðingar fyri umhvorvi, bera vit okkum
ikki rætt at longu frá byrjan. Tað kemur
fram í hesi samrødu, at vit brúka alt ov
lítla orku uppá umhvørvisarbeidi6. Játt-
aninar á fíggjarlógini hava verið ov smáar
og hóast peningur er settur av á hesi
fíggjarlóg, so er hetta bert at meta sum
ein dropi í havinum, tá hugsað verður um,
hvussu stórt åbyrgdarøkid og uppgáv-
urnar hjá teimum fólkum, sum skulu ar-
beiða við hesum, eru. Her verður m.a.
víst til tann partin av Heilsufroðiligu
Starvsstovuni, sum tekur sær av umhvorv-
isuppgávum. Nú fíggjarlógaruppskotið
kemur til viðgerðar hevur hesin spurning-
urin hevur uppiborið stóra umrødu. Settar
eru 800.000 kr. av til okið. Latið okkum
hækka hesa upphæddina
Sosialurin
Onkur má hava ringan smakk í munninum
Eg havi altíð verið sannførd-
ur um, at føroyingar skulu
taka fult rædi og åbyrgd av
landinum, og havi verið
virkin í Tjóðveldisflokkinum
í mong ár. Eg haldi meg ikki
nakrantíð hava verið hatskur
ella spilt nakran politiskan
mótstøðumann út. Havi altíð
havt virðing fyri politiskum
mótstøðufólki, tí eg hugsi, at
oll vilja tað besta fyri land
og fólk. Eg tosi eisini við
nógv fólk úr ymsum flokk-
um, sum oll vilja, at nú skulu
vit taka fult ræði á landinum
og vit mugu líta tvørturum
floksmørk.
Utspillingar
Eg havi kent tey mongu pol-
itisku stridsmålini, sum hava
leikað síðani kriggid, og eg
havi kent teir gomlu tjóð-
veldispolitikararnar. Erlend-
ur Patursson, Hanus við
Høgadalså, Andrea Arting,
Frederik Hansen, Karsten
Hoydal og oll hini vóru oll
hampafólk, ið ongantíð fullu
til skitnan politikk og per-
sónlig ålop, men arbeiddu
fyri at skapa eitt rættvíst
samfelag á egnum beinum.
Tey høvdu sínar veiku og
sterku síður, eins og vit oll.
Men eg havi noyðst at
góðtikið, at hesi fólk og oll
vit tjóðveldisfólk hava verið
skírd kommunistar, dansk-
arahatarar, romantikarar, at
vit hava misteinkiliggjørt
NATO-spurningin, at vit
hava logið uppá onnur, at vit
hava viljað offra vælferð og
mangt, mangt annað.
Ríkisfelagsskapurin
- ein táta
Nú kemur so ein hernaðar-
frágreiðing á borðið sum
staðfestir, at alt tað, sum
tjóðveldispolitikararnir vístu
á í síni tíð, var so púra snór-
abeint.
Frágreiðingin prógvar, at
alt hetta tosið um, at Dan-
mark tryggjaði okkara væl-
ferð í einum rikistelagsskapi,
vóru bert føgur orð. Tað vóru
amerikanarar, sum trýstu
donsku stjórnina at senda
pening til Føroya, tí teir ótt-
aðust fyir at einar sjålvstød-
ugar Føroyar fóru uppí part
vid Sovjettsamveldid. Hesar
påstandir um, at tjóðveldis-
menn vóru villir kommun-
istar, sum vildu lima okkum
inn í sovjett, høvdu teir fing-
ið frá ríkisumboðnum og før-
oyskum embætismonnum
politikarum. Danmark vildi
varðveita ræðið á Føroyum,
tí hetta var saman við Grøn-
landi teirra besta altjóða kort
og eitt limagjald til NATO.
Enntá fóru løgmenn til
Danmarkar at biðja um
pengar við tí grundgeving,
at tað var fyri at halda tjóð-
veldisflokkinum niðri, so
Føroyar vórðu verandi und-
ir donskum ræði.
Erlendur baktalaður
Tær utspillingar, sum vórðu
lagdar omanyvir serliga Er-
lend Patursson, vóru so
grovar, at sumt kann ikki
prentast, verður sagt í frá-
greiðingini. Tá ein amerik-
anskur offiserur kemur til
Føroya at kunna seg um tjóð-
veldisflokkin, gerst hann
bilsin, tí Erlendur tosar um
at byggja eitt føroyskt rætt-
víst samfelag upp á egnum
beinum, og hann er als ikki
tann vandamikli maðurin,
sum offiserurin hevur fingið
at vita frá sínum keldum í
Føroyum.
Eg må vidganga, at eg fåi
ilt fyri hjartað, ringan smakk
í munnin og havi hug at tára,
tá eg lesi hesa frágreiðing.
Hvat er hetta, sum hevur
gingið fyri seg?
Vit mugu leggja
hetta afturum
Eg havi eisini hug at gerast
illur og skilji kanska væl, at
onkur er longu lopin fram-
av. Men vit mugu leggja
hetta afturum okkum. Vit
mugu hugsa um, at hetta er
stødan, tá tú ikki hevur ræðið
í egnum landi. Vit mugu
vakna, so vit sleppa undan
nakrantíð aftur at uppliva
eina so niðurbrótandi stóðu
fyri eina tjóð.
Sannleikin
má koma fram
Eg eri so sera vónsvikin av.
at nærum ongin tekur hetta
uppá tunguna í fjølmidlun-
um. Hví hevur onki tíð-inda-
fólk vidgjørt avdúkingarnar
í hesi frágreiðing og spurt
føroysku flokkarnar og
danska politikarar um, hvat
teir siga um hetta? Atti fam-
iljan hjá Erlendi og øðrum
ikki at fingið eina umbering
fyri njósning og útspilling?
Attu politikararnir, sum aftur
nú spilla fullveldisætlanina
og tjóðveldispolitikarar út,
ikki at svara uppá, um teir
ætla at endurtaka søguna?
Er nakar veruligur munur
á tí sum er hent framman-
undan og tí, sum hendir í
dag?
Tað nyttar onki at lasta
hvørjum øðrum í dag. Men
eg vóni inniliga, at vit oll
uttan mun til partapolitiskan
lit kunnu læra av søguni.
Tørbjørn Jacobsen,
Kaldbak
Fullveldið er ein hóttan ímóti Vágum,
Suðuroy, eins og øllum Føroyum
Neyðugt er at gera eina lítla
viðmerking til grein hjá Her-
geir Nielsen, løgtingsmanni,
seinasta leygardag.
Tað er sera syrgiligt at
síggja slíka niðurbrótandi
skriving
Lat tað verða púra greitt:
Vestmannasunds 6 tunnilin
skal gerast NU:
Tunnilsgerðin um Vest-
mannasund steðgaði í 1988-
89. Vit hava nú í mong ár
skula liva undir ótolandi
ferdaumstødum, orsaka av at
hetta arbeiði ikki er gjørt lið-
ugt. Vit í Vågum/Føroyum
góðtaka als ikki. at hetta mál
verður útsett longur. Tað skal
ígongd nú. Tað standa vit í
Vágum sum ein maður/
kvinna saman um. Tað skal
ongin nakrantíð ivast eina
løtu i. Tað er skeivt av Her-
geir Nielsen at tvinna eitt
Suduroyarskip saman vid
tunnili - tí bæði skulu gerast.
Hergeir svav - ímeðan
Sambandsflokkurin mælti
til at gera eitt nýtt Suður-
ovyarskip. Tá ið fíggjarlógin
fyri 1999 var til viðgerðar
mælti Sambandsflokkurin,
har Lisbeth L Petersen og
Flemming Mikkelsen vóru
umboð floksins í fíggjar-
nevndini, at settar vórðu av
40 milliónir krónur av í 1999
og tilsamans 190 milliónir
eftir trimum árum, til eitt
nýtt Suðuroyarskip. Hetta
uppskot varð tíverri ikki
samtykt av fullveldissam-
gonguni hjá Hergeiri Niel-
sen.
Tjóðveldisflokkurin
og fíggjarpolitikkur:
Allir føroyingar vita, at ser-
liga Tjóðveldisflokkurin, ið
umsat Fíggjarmál frá 1984
88. við serligum meist-
arligum fíggjarligum ó-
hegni megnaði at renna Før-
oyar á húsagang.
Tå ið landskassinbn reelt
var tómur, reypaði Tjóðveldi
av, at tað fleyt ivir. Tad er ein
óreingiligur søguligur sann-
leiki. Vit kunnu siga, at Tjóð-
veldisflokkurin hevur stóra
skuld í, at Føroyar eru silgd-
ar afturút í mong ár. Hetta
orsaka av vánaligar fíggjar-
stýring og ábyrgd hjá polit-
iskum valdi í Føroyum í 80-
unum
At hesir nú skulu loysa
Føroyar år Ríkisfelagsskap
inum, gevur mongum føroy-
ingi ein ótryggan náttar-
svøvn eins og manga vøku-
nátt. Tað er væl skiljandi eis-
ini. Her er stórur vandi fyri,
at øll tjóðin verður løgd í
oyði!
Suðurovarskip:
Men skulu Suduroyingar
hava eitt nýtt suðuroyarskip
vælsignaðir suðuroy-
ingar- biðið Hergeir um at
taka undir við ætlan Sam-
bandsfloksins um hesi við-
urskiftir (Flemming Mikkel-
sen kann upplýsa suðuroy-
ingum um okkara uppskot
seinasta år — ið hevði
tryggja Suðuroyingum eitt
nýtt skip).
Seinast vildi Hergeir held-
ur hava eitt nýtt Vaktarskip
enn nýtt Suðuroyarskip.
Vil hann í ár heldur hava eitt
nýtt Tinghús heldur enn eitt
nýtt Suðuroyarskip?.
Suðuroyingar ansi eftir
Hergeir Nielsen, fullveldis-
manni. Helst er hann førur
fyri at skaða Suðuroynna
líka nógv, sum hann nú ætlar
at skaða Vágoynna. Men
hesa oyggj skal hann ikki
sleppa at skaða.
Eitt skulu tit vita. Sam-
bandsflokkurin, eins og und-
irritaði vilja í verki gera nak-
að munagott soleiðis at Suð-
uroyingar fáa eitt gott ferða-
samband uttan at onnur
útjaðaragkir skulu fáa eitt
verri ferðasamband.
Hergeir fer stórliga skeiv-
ur um hann vil ofra eitt út-
jadaraøki fyri at annað skal
farast væl. Urslitid av hesum
hugsunarhátti = verður, at
allur útjaðarin ferst.
Og tað má ikki henda
Miilum annað av hesi orsøk
er neyðugt at slakta fullveld-
ið — og blaka tað burtur. Tað
er íkki bert ónýtiligt. Tað er
beinleiðis = skaðiligt fyri
hvønn einasta føroying, ung-
an sum gamlan eins og
hvønn blett av Føroyum
ið vit eru so góð við.
Vinarliga Marjus Dam