Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 29. september 1999 tíðindablaðið Vantandi samskifti Jákup Petersen, yvirlækni, heldur vantandi samskifti og vantandi áhuga frá politisku myndugleikunum fyri teimum báðum smærru sjúkrahúsnum vera or- sók til afturvendandi sjúkrahúsorrustuna JOHN JOHANNESSEN Landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum sigur, at tað ber til at spara á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí har eru eingir bíðilistar. Men veruleikin er, at vit hava eitt ára langir bíðilist- ar. Jákup Petersen sigur or- søkina til vantandi kunn- leika landstýriskvinnunar vera vandandi áhuga fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann vísir á, at hvorki landsstýriskvinnan ella fólk frá Almanna- og Heilsu- málastýrinum vitja á teim- um smáðu sjúkrahúsunum ella samskifta við serkunn- leikarnar á teimum smáu sjúkrahúsunum. Tískil vita tey heldur ikki hvat gongur fyri seg har. 12 milliónir hægri Jákup Petersen sigur góðar grundir vera fyri, at Klaks- víkar Sjúkrahús hevur havt eina árliga játtan, ið hevur ligið 12 milliónir hægri enn tann fyri Suðuroyar Sjúkra- hús. Klaksvíkar = Sjúkrahús hevur sambært yvirlæknan- um fleiri væl virkandi funk- tionir, 10 Suðuroyar Sjúkra hús ikki hevur, og tískil er Klaksvíkar Sjúkrahús dýrari at reka. Sjúkrahúsið í Klaksvík hevur eina medisinska deild, eina landsumfevn- andi = ortopædkirurgiska deild, eina væl virkandi fysioterapi, ið eisini er landsumfevnandi, væl út- búnan blóðbanka og bein- banka, ið virkar væl saman við væl virkandi laboratori- inum, ið partvís eisini liggur í Gøtu. Jákup Petersen vísir á, at játtanin fyri Suðuroyar Sjúkrahús liggur vanliga um 28 milliónir krónur, meðan upptøkuøkid liggur um 5.000 - 6.000 fólk. Hetta er nakað tað sama sum upp- tøkuøkid í Klaksvík. Í hesum sambandi vísir Jákup Petersen á, at Lands- sjúkrahúsið hevur eitt upp- tókugkið á 30.000 fólk, um Vágoyggin og Sandoyggin verða taldar við. Hetta er eitt upptøkuøkid, ið er fimm ferðir stórri enn tað hjá Suð- uroyar Sjúkrahúsi og Klaks- víkar Sjúkrahúsi. — Men falda vit játtanina fyri Suðuroyar Sjúkrahús á 28 miliónir við fimm, fáa vit eina játtan, ið er 140 milliónir. Hetta skuldi so verið játtanin fyri Lands- sjúkrahúsið, ið hevur fimm ferðir so stórt upptókugkið sum Suðuroyar Sjúkrahús, sigur Jákup Petersen, men vísir í sama viðfangi á, at Landssjúkrahúsið hevur eina játtan á 230 milliónir. Orsøkina sigur hann vera, at Landssjúkrahúsið hevur funktiónir, ið Suðuroyar Sjúkrahús ikki hevur. Hetta nýtir Jákup Peter- sen sum grundgeving fyri, at tað er neyðugt hjá Klaks- víkar Sjúkrahúsi at hava eina játtan, ið er munandi hægri enn tann hjá Suður- oyar Sjúkrahúsi, um serligu funktiónirnar framhaldandi skulu vera í Klaksvík. Eingin ætlan Jákup Petersen fílist á, at eingin heildarætlan nakran- tíð er løgd fyri alt tað før- oyska sjúkrahúsverkið, sum tað er. Hann vísir á, at tá Suðuroyar Sjúkrahús fyri fáum árum síðani varð bygt, var eingin ætlan, ið segði, hvat sjúkrahúsið skuldi brúkast til. Hugt varð ikki eftir møguleikanum fyri at BIN WT RES & NH gera åvisar sertænastur å Tvøroyrar Sjúkrahúsi. Yvirlæknin visir å, at sjukrahusætlanin å Tvøroyri einans innibar at byggja eitt hús og einki annað. Í hesum sambandi nertir Jákup Petersen aftur við spurningin, um vantandi samskiftið millium polit- isku myndugleikarnar og serkunnleikan á økinum. Politisku myndugleik- arnir taka fyrst eina avgerð og síðani leita teir eftir ein- ari grundgeving í staðin fyri at seta seg saman við sjúk- rahúsleiðslunum og finna rationellar loysnir, ið kunnu vera grundgevingar fyri av- gerðunum áðrenn tær verða tiknar. Rationalisera sjálvir Jákup Petersen vísir á, at í hvussu so er ortopædkirurg- isku yvirlæknarnir sjålvir hava eina góða ætlan um rationalisering á teirra oki. Teir gera ein part av arbeið- inum í Havn og ein part í Klaksvík. Og í veruleikan- um er júst hetta rationali- sering. Fyri tíðina verður møg- uliga ov nógv av arbeið- inum gjørt í Klaksvík, men hetta er orsakað av, at um- støðurnar á Landssjúkra- húsinum ikki eru nóg góðar, sigur hann. Men sambart Jákupi Pet- ersen kemur útbyggingin av Landssjúkrahúsinum væl við, og er hann sannførdur um, at tá liðugt er umbygt, fer tað at verða bíligari at reka Landssjúkrahúsið. Jákup Petersen sigur, at fyri tað skal bera til at ratio- nalisera, er neyðugt við nøkrum iløgum, ið eru væl lagdar til rættis, so arbeiðs- økini kunnu bytast út mill- um sjúkrahúsini. Hann metir ætlanina, ort- opædkirurgisku læknarnir hava gjørt, at vera skila- góða. Arbeiðið verður gjørt bæði í Havn og í Klaksvík. men hóast hetta metir hann ikki talan vera um dupult funktion, men um eina funktionella eind. Tað er ikki dýrt at gera arbeiðið í báðum stóðum, tí amboð- ini eru løgd ókeypis á bæði sjúkrahúsunum frá vinarliga sinnaðum samstarvsfeløg um. Jákup Petersen vónar at kunnu flyta eitt sindur meira av tí ortopædkirurgiska ar- beiðinum til Havnar, so líð- andi útbyggingarnar verða framdar. Tí sum er, er ov nógv at gera á hesum øki- num hjá Klaksvíkar Sjúkra- húsi. Men nú, Klaksvíkar Sjúk- rahús skal spara so mikið nógv, er vandi fyri, at ar- beiðið heilt fer fyri skeyti. Tær hálkvtfjórðahundrað túsund krónurnar, sjúkra- húsið skal spara, kunnu fáa ógvusligar avleiðingar Sambært Jákup Petersen er talan um eina lækkan í játt anini á góðar tríggjar milli- ónir, tá lænarhækkingar eru taldar við. Og hetta kann sambært honum og sjúkra wsleidaranum koma at kosta 20 størv. Tey flestu hava nevniliga hålvt åra uppsagnartíð, og tí eru fullar ønarutreidslur av ollum starvsfólkunum heilt til næsta summar, um fíggar- ógin ikki verður samtykt fyrr enn á jólum. Jákup Petersen sigur at enda, at tað væl ber til at rationalisera og effektivi sera føroyska sjúkrahús- verkið, um rætt verður farið fram. Lyklaorðini heldur hann vera samskifti og til- rættarlegging. meira á síðu 5 Tad ber til at rationalisera sjåkrahusverkid, men so mugu grundgevingarnar finnast áðrenn handlad verður. sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Vetrarlamell-de og píkadekk -spyr á tínum bilverkstaði SAR BURR — —w27 Tune p/f Esmar Simonsen tlf. 444405 - Fax. 444629