mikudagur 13. oktober 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 29. september 1999
— *# så
%
i
f
tíðindablaðið
P/F Vesturvon keypi
Akraborg og Varðbor
Fleiri áhugaðir keyparar hava gjórt vart við seg, nú partrolararnir hava verið á sólulista, men stjórin
á P/F Vesturvón, Olavur Petersen, kann vátta, at teir hava gjørt keypsavtalu við eigararnar í Vági
HOGNI MOHR
I góðum parlagi hava tey
bæði vágsskipini, Akraborg
og Varðborg, hálað nógv
tons at borði, síðan mið-
skeiðis í áttatiárunum, tá tey
kastaðu saman. Nú tykist
søgan um hesar partrolarar
vera at enda komin í Vági.
Eina tíð hava skipini stað-
ið til sølu í bløðunum, og
avgerðin um, hvør keypti
skipini varð tíkin í vikuni.
Vágbingar sjálvir hava sam-
bært keldum ligið framvið
at ognað sær parið, men
onki brúkiligt boð spurdist
burturúr.
Tað er P/F Rávan við
Fróða Thorsteinsson, stjóra,
sum selur skipini, og Páll
Augustinussen, ið er reiðari.
A skrivstovuni hjá Rávuni
eru menn sera fámæltir.
Váttað verður kortini, at
fleiri hava verið og skoðað
skipini, og at innkomnu
boðini eftir øllum at dóma
hava ligið innan tey vænt-
aðu mørkini. Einasta, ið
Fróði Thorsteinsson vilsiga,
at tað er við blandaðum
kenslum, at teir hava valt at
selja skipini.
— Akraborg hevur verið í
okkara húsi síðani eg varð
føddur. Tað skuldi sagt alt,
sigur hann við Sosialin.
Orsøkin til, at skipini
verða seld, er sambært
Varðborg fór saman við
Akraborg til fiskiskap fyrr
í vikuni. Afturkomin hevur
hon helst skift eigara
heimildarfólki m.a. hon, at
prísurin kann væntast at
verða hampuligur í løtuni.
Gitingarnar um, hvor fór
at stevna út um Grønutanga
vid skipunum tå avtornadi,
vóru mangar. M.o. hevur P/
F Vesturvón verið nevnd, og
í hesum sambandi hevur
verið sagt, at teir vilja rinda
eigarunum góðar 11 mió.
krónur. Prísin hevur ikki
eydnast at fingið váttaðan,
men Olavur Petersen, stjóri
á P/F Vesturvón váttar, at
felagið hevur gjørt avtalu
um keyp við eigararnar í
Vági, og at teir fara at yvir-
taka skipini seinni í vikuni.
Tað eru serliga fiskiloyvini
hjá skipunum, ið sambært
Olavi hava áhuga, men
skipini fara fyribils at verða
brúkt sum vanligt.
Fiskiloyvini
størsti missurin
Jógvan Krosslå, borgarstjóri
í Vági er í døpurhuga, nú
vágbingar aftur fara at siga
skipum farvæl. Nú Varð-
borg og Akraborg fara av
fjørðinum, hava vágbingar
mist fjórða skipið í ár. Aður
eru Vágbingur og Vestur-
land seld.
— Talan er um nógv ar-
á
*
4
Þr
H
i
í
;
Í
#4
|
beidsplåss, bæði umbord,
og tað sum hetta virksemið
gevur á landi. Og eg havi
ikki orð fyri, hvussu hug-
støytt tað er, at skipini
gleppa okkum av hondum,
sigur Jégvan Krosslå, og
leggur dent á, at talan er um
nógv meira, enn bert tvey
skip.
— Størri vandamál er tað,
at fiskidagar og fiskiloyvi
pE
Sambært stjøranum i P/F
Vesturvón hevur felagið
gjørt keypsavtalu við teir
ið eiga Varðborg og
Akraborg
við brv
ið her liggur
goju I Vági
fara at skifta hendur, og vit
verða teir, ið fara at
tómhentir í tí sambandinum
Skulu fólk búleikast her á
staðnum, er neyðugt, at lív
er í vinnuni, og hetta er eitt
fet hin skeiva vegin, stað-
festir borgarstjørin, ið til
seinast royndi at neyðhalda
um lítli vónina fyri, at skip-
ini vórðu verandi á hondum
vágbinga.
Varðborg og Akraborg
fóru báðar aftur til fiskiskap
fyrr í vikuni, sum vanligt.
sita