mikudagur 13. oktober 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 29. september 1999
tíðindablaðið
at gjørt náptakan minni att-
raktiva. Hetta kundi verið
gjørt við td. at hækka av-
gjaldið á tómu fløgurnar.
Hetta hevði so sjálvandi við-
virkað til. at prísmunurin
millum avrit og frumrit gjørd-
ist minni, og møguliga kundi
hetta vidført, at fólk ikki
vórðu eins nógv freistað til
at taka náprit.
Sølan ikki minkað
Høgni Zachariasen, sum er
millum eigararnar av 3-ara-
num í SMS, hevur so at siga
somu fatan av trupulleika-
num. Hann sigur tó, at teir
ikki hava merkt nakað til
hetta í einari minkandi solu,
men spyr hinvegin aftur, um
vøksturin í søluni ikki hevði
verið stórri, um nåpavrit ikki
vórðu spjadd runt landið.
Hann sigur tó, eins og Stein-
tor, at tað er ómetaliga trupult
at gera nakað sum helst við
henda trupulleika hjá teim-
um. Talan er fyri so vítt um
revsimål, og tískil kundi ein
kanska hildið, at hetta var ein
uppgáva hjá løgregluni, ella
møguliga kriminalløgregluni,
men tad er væl skiljandi, at
teir als ikki hava orku til at
gera nakad vid henda trupul-
leika.
Harumframt skal eisini hugs-
ast um, at oll tey risastóru
plåtufeløgini, sum eru runt
um í heiminum, ikki vita síni
livandi ráð, hvat tey skulu
gera við trupulleikan, hóast
tey hvønn dag missa milliónir
av krónum, og hóast tey hava
sett alskyns serfrødingar at
kannað, hvat kann gerast við
trupulleikan.
Hinvegin vísur Høgni á, at
fleiri av teimum stóru plátu-
feløgunum eru partur av risa-
stórum samtøkum, og spurn-
ingurin er kanska eisini, um
hesi ikki kunnu vera full-
komuliga líka glað.
Sony er td. eitt av størstu
plåtufeløgunum í heiminum,
men teir framleiða og selja
eisini eina rúgvu av øðrum
tingum, har í millum fløgur,
sum til ber at brenna á. Er
Hetta er ein av teimum
brennbaru fløgunum,
sum talan er um
Ooriginalar og origi-
nalar fløgur hvort um
annað
tað ikki í veruleikanum full-
komuliga líka mikið fyri teir,
um teir selja ein fløgu, sum
teir hava givið út, ella um teir
selja eina blanka fløgu, sum
vit so sjálvi kunnu brenna
tónleik á?
Dupultmoralur?
Høgni setur eisini spurning
við, um talan ikki er um dup-
ultmoral á fleiri økjum hesum
viðvíkjandi. Tað er jú eingin,
sum forðar tær, tá tú skalt
keypa neyðugu útgerðina til
at taka nápavritini. CD-
brennari, brennbarar fløgur
og líknandi fáast jú til keyps,
uttan at nakar setur spurnar-
tekin við hetta. Sjálvandi
hevði tað verið ómetaliga
trupult at skula eftirkannað,
hvat útgerðin verður nýtt
til,men tå lóggávan so at siga
bert er hálv á økinum, ber illa
til at gera nakað við tað. Stød-
an kann á ein hátt saman-
berast við tað at koyra skjótt,
eitt evnið sum hevur verið
nógv frammi seinastu tíðina.
Hóast tað hægst er loyvt at
koyra 80 km/t, so kunnu
flestu bilarnir koyra skjótari
enn hetta. Hetta verður einans
nevnt sum ein samanbering,
og ikki tí undirritaði á nakran
hátt vil leggja seg út í kjakið,
sum seinastu tíðina hevur ver-
ið um ferðsluna.
Talan er um stuldur
Samanumtikið má sigast, at
einasta loysnin á hesum eki,
um tað kann kallast ein loysn,
er at fólk mugu broyta
15
hugburð. Tá eitt náprit verður
tikið, er tað nú einaferð so-
leiðis, at talan er um stuldur.
Við tað at tónleikur verður
tikin frá tónleikaranum ella
forrit verður tikið frá forrit-
aranum, uttan at hesi fáa pen-
ing afturfyri, er talan um
stuldur.
Tískil eigur at verða gjørt
meira vart við trupulleikan,
soleiðis at fólk veruliga fara
at hugsa um, at talan er um
eina ólógliga ger. Sum er tað
heilt vanligt, at fólk keypa
ella taka nápavrit, av tí at tey
meta upprunaligu vøruna at
kosta ov nógv. Eingin leggør
nakað serligt í hetta, og hug-
burðurin er ivaleyst at tað eru
tað jú so mong sum gera.
Talan er í veruleikanum um
tað sama, sum um tú stjól ost
úr Miklagarði tí hesin var ov
dýrur at keypa, fyri at taka
eitt dømi.
Stuldur er stuldur, og talaner
um eina ólógliga ger. tá stuld-
ur verður framdur.