Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. oktober 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Múller Blaðstjóri: Internet: www.sosialurin.fo Sjúkrahúsini aftur í brennideplinum Oddagrein LANDSSTYRISKVINNAN í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø hevur avgjørt at skerja játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta hevur fingið oði í tingfólkini í Norð- yggjum, sum m.a. hava hótt við ikki at atkvoða fyri fíggjarlógini, verður sjúkra- húsið har við skerdan lut. Tey trý sjúkra- ru eitt afturvendandi kardinalmál tvs. at tað politiskt er sera sera eldfimt Hvor minnist ikki Asbjørn Joensen, sála, hvussu hann brúkti stóran part av sínum O ka livi fyri at verja borg um Klaks- vikar Sjukrahus. Hetta gav eisini at bita, tå samgongur skuldi skipast. I mong mong år slapst ikki uttan um sjålvstyrisflokkin, og har var tað so ein Ofråvikilig treyt, at sjúkrahúsið har norðuri skuldi ikki „nertast“ men heldur mennast og útbyggjast. NU stendur tað so hverjum frítt at hava sína meining um framtíðar stoðuna hjá sjukrahusverkinum. Vit skulu oll somul fyrihalda okkum til spurningin so ella so. Klaksvíkingar gera tað uppá sín máta og út frá sínum fortreytum. Heilsumálaráð- harrin somuleiðis og onnur við. Hvar vit enn standa í hesum máli, so er tað rætt av álvara at tosa um rationaliseringar innan henda sektorin eisini. Tvs. hvussu brúka vit pengarnar til sjúkrahúsverkið skilabest - til frama fyri sjúklingarnar - fyri starvsfólkini og í síðsta enda fyri foroyska samfelagið. Vit fara inn í eina nýggja old, har politiskur meiriluti er fyri, at vit so við og við skulu klára okkum uttan blokkin. Hetta setir okkum nýggj krov eisini innan sjúkrahúsverkið. LANDSSTYRISKVINNAN hevur sett í út kortið eina nýggja kós, og sum vit duga at síggja, miðjar henda kós eftir, at vit við avmarkaðum midlum mugu til at sleppa okkum av við í fyrsta lagi dupultfunktiónir. | ødrum lagi mugu vit til at gera okkum greitt, hvussu og hvar vit vilja prioritera framtíðar iløgur og rakstur. Tvs. um ver- andi býtið millum tey trý sjúkrahúsini skal halda fram sum higartil, ella um tað hereft- ir verður miðvísur politikkur at menna Landssjúkrahúsið, soleiðis at tað í nógv størri mun verður meginsjúkrahúsið fyri allar foroyingar. Norðingar siga korta nei, og tað er ein ærlig sok. Men tað er lands- stýriskvinnan í heilsumálum, sum stýrir sjúkrahúspolitikkinum, antin okkum dámar tað ella ikki. Hon hevur fingið álagt hesa ábyrgd og hevur tí eisini skyldu til at liva upp til hana. Og eftir ollum at doma metir hon rottu kósina vera at prioritera LS sum meginsjúkrahús. Ahugavert verður tí at hoyra, hvat politikarar 00. hava at siga til settu „nýggju“ kósina. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir | Postadr: Postsmoga 76, | 110 Tórshavn | Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Lýsingar: lysing & sosialurin fo Prent: Sosialurin Ørskapur á alljósum degi Bert ein lítil viðmerking frá einum miðalhampa full- veldismanni. Alt heilsu verkið, sum tað er, liggur metra ella minni í skelja sorið. Stórar iløgur mugu gerast á hesum økid í næst um. Samfersløkervid skal útbyggjast og endurnyggj nógvar 1Otals milli Ónir um tað forslær kon I Ibúðarneyð g høvudstad num, men eisini kring land- 10 alt Omanfyri nevndu mål, og fleiri við, eiga oll at loysast á ein virðiligan hátt, um vit skulu ganga fullveldis leiðina. Og tað skulu vit! Tí hesin peikifingur til okkara ella ávaring menn í landstýri og løgtingi Kanska tað er farið at øra fyri okkara háttvirda løg tingsformanni. nú hann eyðsýniliga er settur í eitt starv, sum tykist vera ov stórt fyri hansara format. Men øll hini í okkara full veldissamgongu mugu nú fara undir at brúka tað, tey í vøggugåvu fingu millum oyruni! At fara undir nytt løg tingshús fyri 70 milliónir í hvussu so er r ikki bara ørskapur sæð frá einun humanistiskum sjónarmið 1 ið: tað er eisini klokkureint politiskt-taktiskt sjálvmorð! Undanførslurnar við at hetta er gomul løgtingssamtykt, halda ikki. Nú má vit og skil nýtast. Serliga júst nú! Setið so handan løgtings formannin upp á pláss, og latið okkum koma víðari á fullveldisleið! Jens Chr. Carlsson í hesum málið talsmaður teirra mongu Spurningur til Jóannes Eidesgaard Vit kunnu bert taka til eftir- tektar, at tå ikki vilt hava eina vegleiðandi fólkaat- kvødu, sum kundi givið eina greiða ábending um, hvat føroya fólk veruliga ynskir í spurninginum um ríkisfelagsskapin. Men hinvegin skilji eg ikki heilt tína grundgeving, men vónandi kanst tú hjálpa mær á veg. i. Hví heldur tú, at fólk ikki fara at taka eina veg- leiðandi folkaatkvødu í ålv- ara? 2. Hví heldur tú, at velj- arar hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum ikki fara á val, tá talan er um at verja ríkisfelagsskap- ) in 3. Hvør er munurin å nevndu folkaatkvødu og folkaatkvøduni hjá Høgna Hoydal, sum eisini bert er vegleiðandi? 4. Er tað ikki sera vanda- mikið at fara undir so týð- andi og avgerandi samráð- ingar um loysing, áðrenn fólkið hevur fingið hovið til at siga sína hugsan? 5. Hví heldur tú, at bert tey, sum eru ógvuliga heit fyri loysing fara á val, tá ið fleiri meiningakanningar longu hava víst, at ein meiriluti als ikki vil hava loysing? Vinaliga Trygvi F. Guttesen Um málbrúk Hepnið betur enn skilið??? >Hepnið var betur enn skil ið<. Soleiðis byrjaði Ut- varpið ein tíðindastubba, og greiddi frá einum tilburði á Viðareiði har triggir dreing- ir vórðu tiknir út av brimi og bjargaðir. Hetta er sera >óheppið< málbrúk, tí um ein er nóg heppin verður han neyvan tikin út av brimi. Lýsingarorðið hepppin hevur fingið heilt aðra meining í málbrúkinum í hesum døgum, enn tað, orð- ið upprunaliga merkti á góðum føroyskum máli, og tað tykist mær at verða stórt spell. Tí við hesum verður málið fátækari. At vera heppin merkti fyrr at vera førur fyri at gera eitthvørt í réttum eygna- bragdi Til dømis varð mangan sagt, at ein góður versgang- ari skuldi vera bæði heppin Orð: JáH (v) Kvinna í huganum | Fá tú hugdi í mini eygu og sá mítt sorgblídni har So var tað sum kenslurnar søgdu: Betri tíðir bíða at tær. Skrivað á mínum hjartað í huganum tú vart mín Eg nú havi lært tað eg bert kann yrkja til tín. og fimur, t.v.s. hann skuldi umframt at verða fimur duga at gera brúk av og samstundis vara seg fyri hvørjari = rørslu, skipið gjørdi. Sama er galdandi, tá ein skal leypa í bát í brimi, tú mást leggja teg eftir at vera heppin og leypa til í røttum eygnabragdi, ert tú óheppin fert tú í havið, og tær eydnast ikki at leypa í bátin. Mikkjal á Ryggi yrku sangin »A leikvøllum funn- ust i fordum« og hann tekur til um teir reystastu dreingir í Norðum, at teir vóru kvikir og hepnir við. Tað kundi t.d. verið sagt um dreingirnar á Viðareiði at eydnan var betur enn skilið. Fólk, helst fjølmiðlafólk, eru farin at nýta orðið >hep- nast« um eitthvert, sum eydnast, hetta er ein ræðulig villa og eigur at verða lúkað burtur sum skjótast. Mær tykist, at alt verður gjørt fyri ikki at nýta orð, sum bera brá av donskum, sum t.d. lukka ella held. Men tað, hesi orð merkja á donskum, hevur heilt annan týdning, enn hepni merkti á føroyskum fyrr. Um »held« ikki er nóg gott føroyskt, so vælsignaði, finnið okkurt annað, tí at vera heppin er als ikki at vera »heldigur«, tvørturim6ti, tær nýtist t.d. als ikki at vera heppin fyri at vinna í happadráttinum, men >heldigur<, hvussu tað so eitur á fóroyskum, hava eydnun við, kundi verið sagt í staðin, ella at hava góða spælieydnu. Teir gomlu kundu vera heldigir í kortspæli, men at vera heppin var treyt fyri at vera góður bjargamaður, og tað er hvor sítt. Teir kundu eis- ini hava góða seyðaeydnu, góða fiskieydnu ella góða fólkaeydnu, men tað hevði als einki við hepni at gera. Tí at vera heppin er ein dygd, tú kanst venjast til. Men eydnuna hevur tú onga ávirkan á. Var sagt um onkran í gomlum døgum, at hann var so óheppin, at hann datt á sjógv. so var hetta hent rætt og slætt av kleyvarskapi, men var hann óheldigur og fór niðurímillum var ikki harvið sagt, at tað var hans- ara egna skuld. Vónandi fara fjølmiðla- fólk at taka hesa viðmerking til eftirtektar. Við m6durmålskvødu. Tórshavn 12.10.1999 Absalon Absalonsen Lesið eisini Sosialin á Intermetinum WWW.SOSÍalurin.fo