Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. oktober 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 14. OKTOBER 1999 tíðindablaðið Peningur jattast Jógvan Mørkøre, samfelagsfróðingur, er ikki í iva. Hann heldur, at landsstýr- ið eigur at játta andstóðuni pening at gera sína egnu Hvítbók JOHN JOHANNESSEN Fyri at tað skal bera til at hava nakað at kjakast um undir einum aðalorðaskifti um ríkisrættarligu stóðu Føroya, skal bera til at kjak- ast um tveir konkretar møguleikar. Tað nyttar ein- ki, at tað bert verður tosað um fullveldisætlanina hjá samgonguni, uttan eitt alternativ eisini er at kjakast um. Jógvan Mørkøre, ein av fremstu samfelagsfrøding- um okkara, er ikki í iva um, hvat kundi verið gjørt, fyri at fingið stødid í fullveld- iskjakinum longur upp. Hann heldur, at samgongan sum skjótast eigur at játta pening til eina verkætlan líknandi Hvítubók til and- støðuna. Ov lítlan serkunnleika Jógvan Mørkøre vísir á, at føroysku flokkarnar hava ov litlan serkunnleika til at koma konkretum uppskot um um åvisar møguleikar viðvíkjani ríkisrættarligu støduni. Hann greiðir frá, at vanligt er flestu staðni úti í heimi, at allir flokkar hava eitt so mikið stórt og væl virkandi floksapparat, at all- ur politikkurin og avleið- ingarnar av honum eru kannaðir langt áðrenn ávísi flokkurin kemur til valdið Hann tekur sum dómi, at Nyrup stjórnin í Danmark langt síðani heyði lagt út í kortið, hvussu Danmark skuldi stýrast, áðrenn hon kom til ræðið. Eisini vísir hann á væl eydnaða poli- tikkin hjá Labour stjórnini í Bretlandi, ið var Labour hevði lagt til rættis, lang áðrenn flokkurin gjørdist tann stóri stjórnarflokkurin. I Føroyum hava flokkar- nir ikki ráð til at hava ein hóp av serfrødingum i starvi alla tíðina, hóast allir fáa eina ávísa játtan til politiska upplýsing. Tí verður poli- tikkurin ikki lagdur til rættis og nágreiniliga kanningar- arbeiðið ikki framt, fyrr enn ávísi flokkurin kemur til ræðið. Jógvan Mørkøre vísir á, at meðan tað hevur borið til hjá samgonguni at sett ser- frødingar at gjørt eitt stórt kanningararbeiði, ið sæst í Hvítubók og fylgibindum hennara. Andstøduflokkar- nir hava ikki havt sama møguleikan, hóast teir hvor í sær hava roynt at snikka sær nøkur uppskot til. Men teir hava avgjørt ikki havt somu møguleikarnnar til hetta, sum samgongan. Ti skjytur Jógvan Mørk- øre upp, at samgongan rætt- ir anstøduflokkunum ein handska, ið er ein jåttan til at gera eitt kanningarar- beiði, ið líkist Hvítubók. Hetta, er hann sannførdur um, fer eins væl at gagna samgonguni, sum tað fer at gagna andstøduni. Lyftir oðraskiftið upp Jógvan Mørkøre er onga løtu í iva um, at ein slik verkætlan frá andstøduni hevði lyfftg orðaskiftið um ríkisrættarligu støðuna á eitt munandi hægri stødi. Hann vísir á, at um and- støduflokkarnir fingu pen- ing, so teir kundu kosið sær sínar egnu serfrødingar at kanna, hvor besta loysnin innan fyri ríkisfelagskapin er, heyði borið til at kjakast FØROYSKT FULLVÉLDI ed Verður tað sum Jógvan Mørkøre skjytur upp, fáa vit enn eina hvítbók um ikki so langa tíð um tveir møguleikar Tá hevði kjakið til dømis verið um fullveldisloysnina hjá samgonguni og eina ella aðra loysn innan fyri ríkis- felagsskapin, ið andstødan kundi komið fram til við serfrødingahjålp síni. Nú høvdu knappliga verið tveir møguleikan at kjakast um, í staðin fyri sum nú, har talan í roynd og veru bert er um at vera fyri ella ímóti fullveldisætlan unnar. Jógvan Mørkøre vísir á, at talan í løtuni er um tað størsta og tydningarmikl- asta orðaskifuið i Føroya søgu, og ti hevur tað ógvu- liga stóran tydning, at dygd er ordaskiftinum. Hann staðfestir, at tað rætt og slætt má setast eitt dygdar krav til fullveldisorðaskift- 10, sum í løtuni ikki er á einum serliga høgum stødi. Tað, sum hendir í løtuni er, at samgongan hevur eina fullveldisætlan, ið andstød- an ikki hevur nakað bein leiðis alternativ til. Tí kann andstødan lítið annað, enn bert vera ímóti og gera ræðumyndir um fullveldis- ætlanina, meðan samgong an kann tosa um snævur- skygnið hjá andstøduni. Jógvan Mørkøre ásannar, at Javnaðarflokkurin hevur lagt orku í at gera sítt sjálvs stýrisuppskot og, at Sam bandsflokkurin somuleiðis er komin við einum upp skoti um at broyta verandi heimastýrislóg. Men hann vísir samstundis á, at hesi uppskot ikki eru eins ná- greinilig og Hvítabók. Hetta heldur hann sjálvsagt vera væl skiljandi. Andstødu- flokkarnir hava ju ikki havt somu figgjarligu møguleik- arnir fyri nakrari gjøllari kanning, sum samgongan harafturímóti hevur havt. samgong- Demokratiska gongdin Jógvan Mørkøre heldur, at sum gongdin er í løtuni, er stóri spurningurin, um tann demokratiska prosessin ikki er við at skeiklast. Hann er sannførdur um, at Høgni Hoydal er íðin fyri at hava eina so demokrat- iska gongd í málinum, sum møguligt. Ja, Høgni Hoydal heldur seg, tå hann tosar um breida semju, til forna demokratiið, har tað snýr seg um at tosa seg til eina semju. Men tann stóri trupulleik- in er, at so leingi hugsað verður fokspolitiskt - og tað heldur Jógvan Mørkøre ikki, at vit sleppa undan - ber ikki til at tosa seg til eina loysn. Samgongan stendur fast vid, at Føroyar skulu úr danska rikinum, og Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa fast við, at Føroyar skulu verða verðandi í ríkisfelags skapi við Danmark. Tískil er óhugsandi, at tað ber til at tosa seg til eina semju tvørtur um hetta mark Tí heldur Jógvan Mork øre hugsanina hjá Høgna Hoydal vera ógvuliga filo- sofiska og ambisigsa. Ikki tí, at hann ikki sjálvur eisini heldur besta demokratiið vera at tosa seg til rættis, men samfelagsfrødingurin er sannførdur um, at tad ikki fer at bera til í hesum før inum. Jógvan Mørkøre vísir á, at Javnaðarflokkurin er jok arin í spælinum. Ein lítil møguleiki er fyri, at hann tekur undir við samgong uni, um hon vikar seg eitt sindur, so limaskapurin i ríkinum ikki verður avger andi. Men hann vísir í sama viðfangi eisini á, at hóast Javnaðarflokkurin = tekur undir við samgonguni, so er Sambandsflokkurin eftir, ið undir ongum umstødum fer at taka undir við nakrari fullveldisætlan Hetta heldur eygleiðarin í útlegd aftur vera eina próv- førdslu fyri, hvussu neyðugt tað er, at andstødan eisini fær játtaðan pening til sitt egna kanningararbeiði Ogvusligar avleiðingar Jógvan Mørkøre heldur. eins og nógv onnur hava víst á, at tað kann fáa ógvus ligar avleiðingar, um oll fullveldisætlanin dettur á gólvið við eina fólkaat- kvødu. Hann visir å, at samgong- an hevur meiriluta fyri full- veldisætlanini í tinginum, men hann setur stórt spurn- artekin við, um samgongan hevur meirilutan í fólkinum, um Javnaðarflokkurin ikki er við í ætlanini. Tá verður dráttur millum tveir bólkar og verður tað hips um haps, hvør vinnur. Spurningurin er, hvørjum fólk fara at trúgva. Men Jógvan Mørkøre vis- ir eisini á ein annan týdn- ingarmiklan spurning. Nevniliga, hvat valið fer at verða ímillum til eina fólka- atkvødu. Fer valid at vera millum ein fullveldissátt- mála ella einki? Nidurstød- an er, at tað verður tað helst, um ikki andstødan eisini sleppur framat við einum alternativum uppskoti Jógvan Mørkøre heldur tað væl bera til at gera eina Hvítbók upp á nógv styttri tíð, enn tað tók at gera ta fyrru, tí partar av hesaru sjálvsagt kunnu nýtast í teirri nýggju. Hóast Jógvan Mørkøre, samfelagsfrødingur, í og starvast í Kanada, fylgir hann væl vid samfelagsligu gongdini í Føroyum, og hann hevur sínar greiðu meiningar lat LOTU um kjakið um fullveldisætlanina Vetrarlamell-de og píkadekk -spyr á tínum bilverkstaði Í se — Teen — p/f Esmar Simonsen tlf. 444405 - Fax. 444629