hósdagur 14. oktober 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DS
eN
1
1
|
ESS
Nr. 195 - 14. OKTOBER 1999
tíðindablaðið
15
út at koyra
Norrøna Forlagið
og Bilasølan Norrøna
Bilasølan Norr-
øna fer undir
virki sítt seinast í
fýratiárunum.
Hesum navninum
varð langt lív
lagað við ymisk-
um eigarum heilt
fram í nítiárini.
Petur Háberg og Jens Chris-
tan Christiansen vóru
svágrar. Petur var giftur við
Hjørdis Nessaa og Kissa við
Sufiu Nessaa. Undir krig-
num fóru teir undir bókaút-
gavuvirksemi og settu á
stovn Norrøna Forlagið,
hvørs endamål var at geva
ut bøkur og annad tilfar å
føroyskum.
Teir hildu til í húsunum
hjá Johs. Olaus Joensen, ið
stóðu á grundini sum For-
oya Banki í Niels Finsens-
gøtu er bygdur á. Í somu
húsum sum Leif Mohr fór
undir sítt virksemi í 1935.
Seinni varð forlagið flutt
oman í Kristnastovu, niðri í
Gongini. Petur Háberg ar-
beiddi hjá P/F Tór, hjá Jens
av Reyni, sum helt til í
Kristnastovu, og Kissa ar-
beiddi hjå Hans Joensen.
Báðir høvdu fulltidarstarv
við síðuna av.
Bøkur ið Norrøna
Forlagid gav ut
Eftir kriggid kom bókin
»Bumbur yvir Føroyar« út,
ið er ein lýsing av óhugna-
ligu hendingunum undir
krígnum. Í bókini skriva
fleiri høvundar um, tá flog-
før sleptu bumbum yvir tær
ENSKIR . AMERIKANSKIR
RUSSISKIR og FRANSKIR
STANDARD
ATLAS
PLYMOUTH
CHRYSLER
WILLYS OVERLAND
MOSKWITCH
VOLGA
SIMCA
PERSONBILAR
STATION-CARS
MINIBUSSAR
SJUKRABILAR
BRANDBILAR
JEPPAR
LASTBILAR
Lýsing í telefonbókini i 1962
BILAR
Bilasølan NORRØNA
Niels Finsensgøta 15 (Føroya Bankahusini) . Box 54
Telefon 2050 - 2025
Reykjavik i 1955. Petur og Hjørdis Háberg fóru saman vid børnunum vid ferðamanna
skipinum hjá DFDS, Dronning Alexandrine. til Íslands vid bili í 1955. Aftan á bilinum,
ið er ein Standard 10, er eitt skelti við navninum Føroyar, so eingin skuldi ivast í
hvaðan tey komu
ymisku bygdirnar og skip-
ini.
Í august 1945 kom bókin
hjá Erlendi Patursson »Før-
oysk Búreising<, ið vóru
nakrir fyrilestrar, hann helt
í ungmannafelagnum
Oyggjaframa í 1944. Seinni
sama árið, í oktober, kom
bókin »Føroysk Stjórnar-
mál<, sum eru fyrilestrar
sum Erlendur helt í Oyggj-
aframa í 1943 og greinar úr
blaðnum Búgvanum, blaðið
hjá uttanlandsføroyingum.
Báðar hesar bókurnar eru
sera åhugaverdar, tá hugsað
verður um, at tær eru skriv-
aðar beint eftir kríggið og
áðrenn folkaatkvøduna 14.
september í 1946.
Yrkingarsavnid >Morien-
do< hjá J. H. O. Djurhuus
kom í 1944. Bókin >Nakrar
nýtsluplantur< eftir H. ær-
entsen og J. M. Kjeld er um
Tórshavn
handil við plantunum, kaffi,
te, kakao, sukur og tubbak.
I fimmtiårunum gav for-
lagið út bøkur hjá Peturi
Håberg, nevndar »Skattur-
in«, ið vóru handbøkur hjá
skattaborgarunum. Har var
svar til fleiri av spurningu-
num um, hvat ið loyvt er at
draga frá í skatti.
I 1954 kom fyrra bókin
»Søgur um sangir< hjá Pet-
uri Háberg, ið er um anda-
ligar sangir. Bókin er um
hendingar og tilburðir, ið
hava ført til, at fólk hava
skrivað sangir undir bæði
góðum og ringum umstød-
um.
Bilasølan Norrøna
Við endan av fyratiårunum
fóru teir at innflyta bilar úr
Onglandi. Á fyrstu lýsing-
unum er navnið »Norrøna«,
seinni bleiv tað »Bilasølan
Norrøna«, tí navninum varð
langt lív lagað við ymiskum
eigarum, heilt fram í níti-
árini.
Sambandið við Bretland
Var gott, og fyrstu tíðina var
innflutningurin av bilunum
beinleiðis. Teir byrjaðu við
at selja Standard bilar og
umboðaðu eisini aðrar
bretskar fyritøkur.
Teir størru Standard Van-
guard vóru nógv seldir sum
hýruvognar, teir høvdu
rættgear og heila sofu
framman og vóru rúmligir
bilar til fimm ferðandi um-
framt føraran.
Standard 8 og 10 vóru
smærri persónbilar, teir
vóru tó mest seldir sum vør-
ubilar til handilsfyritøkur,
og nevndust teir Standard
10 Van.
Seint f fimmtiårunum
flyta teir skrivstovuna nið-
an í nýggja Føroya Banka-
bygningin í Niels Finsens-
gøtu, so nú vóru teir aftur á
somu grundini, sum virk-
semi byrjaði.
Tá Nordisk Diesel A/S í
Myndaeigari: Hjørdis Háberg
Keypmannahavn frættu, at
Bilasølan Norrøna influtti
Standard og Triumph bein-
leiðis úr Onglandi, gjørdu
teir vart vid, at Føroyar
hoyrdu undir teirra søluøki.
Eftir tað komu bilarnir úr
Danmark, og tá komu onn-
ur bilmerkir hjá Nordisk Di-
esel afturat, so sum fransk-
ir Simca, russiskir Mosk-
witch og Volga, og ame-
rikanskir Plymouth.
Bilasølan Norrøna hevði
onki verkstad, men høvdu
avtalur vid onnur bilverk-
stød um at gera eftirlit og
tænastuveitingar fyri teirra
kundar. Teir høvdu umbods-
mann fyri Eysturoynna i
Søldarfirdi. Tað var Rosing
Rasmussen, sum hevði lært
til bilsmid hjå Wenzel Pet-
ersen i Havn.
Eftir kriggid byggir hann
ein bilverkstað i Søldarfirdi.
Rósing Rasmussen hevði
fleiri søluumboð og seldi
bilar fyri Bilasøluna Norr-
ønu og gjørdi allar tænast-
uveitingar fyri teir. Hann
stóð eisini fyri innkeypi av
eykalutum til goymsluna, ið
var heima hjá Kissa í
Brekkugøtu í Havn.
Seinni fer Rosing at inn-
flyta bilar sjålvur, so sum
Studebaker, ið vórðu inn-
fluttir beinleiðis úr U. S. A.
I 1963 koma teir fyrstu Toy-
otabilarnir, og í 1965 koma
Scania bilarnir.
I 1965 gevast Petur Hå-
berg og Kissa at selja bilar,
og Reimar Isaksen, ið hevði
Akkumulatorvirkið Monty
vid Grønlandsvegin, tekur
yvir Bilasøluna Norrønu.
Keldur:
Hjørdis Håberg
Rosing Rasmussen
Brian Hague, Winchester
Fra bilernes lømmelalder
v.Mogens H.Damkier
Kissa vid åir og vøtn v.Jens
Chr.Carlsson
Samkomublad Ebenezers
Bøkur, ið Norrøna Forlagið gav
ut
Bøkur, ið Petur Håberg gav út
Skrivad og lagt til rættis
|
=
Magnus Gunnarsson
RS
á
Jens Christian Christian
sen, vanliga nevndur
Kissa, vard føddur i Havn
tann 27. juni 1916. Hann
gekk í kommunuskúla
num í Havn, men fór
longu úr skúlanum 12 ella
13 ára gamal. Hetta var
kanska ikki so nógv a
egnum vilja, men heldur
ti, at umstødurnar kravdu
tað. Påpin, Jóhan Christi
ansen (Hannemann).
gekk burtur í 1928 á veg
til Onglands við fiski, og
tå var ikki annað at gera
hjá Kissa og eldra bróð-
urinum Eli, enn at fara út
at arbeiða.
Kissa fór fyrst í urmak-
aralæru hjá urmakar Arge,
men urtøkan var ikki nóg
stór fyri til húskið, ið mist
hevði forsyrgjaran. Tí
gavst hann við læruni og
fór at starvast í handlinum
hjá Hans Joensen. Har var
hann næstan øll árini frå
uml. 1930 til 1963.
Í hesum sambandi tók
hann ymisk handilsprógv
á kvøldskula. Hann var
við til at stovna Barna-
hjálpargrunnin saman við
svågrinum Petur Håberg,
ið fekk hugskotið undir
krígnum. Í fyrstani var
ætlanin, at grunnurin
skuldi veita stuðul til
børn, ið høvdu mist pápan
á sjónum, men so komu
Standard 8 og 10
Tá fyrstu truplu árini eftir
kríggið vóru av, komu
fleiri nýggj bilsnið á
marknaðin, eitt nú Stan-
dard 8, ið ikki var arvaliga
tyngdur av ótíðarhósk-
andi forfedrum.
Verkfrødingarnir = hjá
Standard høvdu sett sær
sum mál at vinna á týsku
Folkavognunum. Prísurin
hevði alt at siga, ti var
Standard 8 ein skravað út
gáva, har møguleiki var
at keypa ymiska útgerð
eftir tørvi.
Bilurin var lítil og rúm
ligur til fýra fólk, hevði
fýra hurðar og var einans
3,6 metrar langur.
Motorurin var 4 cyl
Kissa (1916-1996) og Fia Christiansen (1907-1994)
Jens Chr. Christi-
ansen - Kissa
teir eftir. at tey børnini
kanska ikki vóru tey ein
astu, ið vóru illa fyri. Eis
ini har påpin, sum tá van
liga var forsyrgjari, var
deyður ella var avlamin
og ti Oarbeidsførur. So av
ratt var. at oll neystødd
børn kundu fåa hjålp
Teir, sum stovnaðu Barn- |
ahjálpargrunnin
vóru Jens Christian
Christiansen (Kissa). Pet
ur Håberg, Ludvík Breck
mann, Gunnar Mohr, ið
var skrivari í býráðnum,
og Karstin Petersen, sum
arbeiddi á skrivstovuni
hjá Jens av Reyni
Kissa fór undir at reka
handil sjálvur í 1963
Klædnahandilin hjá
Kissa, í Torsgøtu, sum er
ein partur av býarmyndini
í Havn. Kissa varð serliga
kendur sum sílaveiðu-
maður og var ein av und-
angongumonnunum i
Føroya Sílaveiðufelag.
Tær flestu friløturnar å
yngri árum brúkti hann
við tráðuni. Eitt annað av
frítíðarítrivum hansara
var frimerkjasavningin,
og har varð hann mettur
sum ein rættuligur kapa-
sitetur.
Kissa andadist 14 des-
ember 1996, 80 åra gam-
al.
1942
800 ccm, seinni fingu teir
950 ccm og skiftu navn
til standard 10
Innan vóru teir sera ein
faldir, men har var tað, ið
brúk var fyri. Síðurútarnir
vóru skjótirútar. ið skuldu
førkast aftur og fram. so
rútavindarnir ikki tóku ov
nógv pláss í hurðunum
Standard 10 vórðu í
Danmark samansettir hjá
VS Nordisk Diesel, har
dygdin var å høgum stødi
Teir mekanisku lutirnir
høvdu staðið sína roynd.
og verksmiðjan var tann
fyrsta, ið gav 12 mánaða
trygd uttan mun til,
hvussu nógvar kilometrar
bilurin hevði koyrt
md]