mikudagur 27. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 27. oktober 1999
tíðindablaðið :
=
11
Meistarlig framførsla
,
Meistarligt og i
heimsklassa. Tað
var rockur fyri
allar pengarnar,
tá góðu gomlu
Toto høvdu
konsert í Århus
leygarkvóldið.
Teir góvu seg fult
út, og áhoyr-
ararnir fingu tað,
teir vóru komnir
eftir. Jú, Toto er
við fullari ferð á
veg fram aftur á
altjóða
tónleikapallin
Jákup Bogi Joensen
hevur verið á konsert
hjá heimskenda
bólkinum TOTO í Arhus
leygarkvøldid. TOTO
vitjaðu i Fóroyum í
1996, tá hendan myndin
varð tikin
Jákup Bogi Joensen
Ur Århus
Tað var spæl í heimsklassa,
tá amerikanski rockbólkurin
Toto trein á pall framman
fyri eini sera væl upplagdari
rockfjøld í Scandinavia
Centrinum í Arhus leygar-
kvoldið.
Ahoyrararnir yvirgóvu
seg fulkomiliga til teir am-
erikansku úrmælingarnar,
sum spældu í tveir og ein
hálvan tíma út í eitt. Tað var
bara totalt Toto. Rammur-
nar vóru perfektar í tí stóra
og stásiliga Scandinavian
Congress Center, og so
hvørt klokkan nærkaðist
átta, legðist alt meira til,
soleiðis at tá konsertin byrj-
aði, hevdi so nógv fólk
stúgvað seg saman, at talið
fór upp um tey trý túsund.
Jú, tað var rættiliga fant-
astiskt. Líka frá fyrsta lagn-
um „Caught in the balance“
til hitt allar seinasta eyka-
lagið „Hold the line“.
Ljóðið var gott og deiliga
hart, ljósshowið var í
heimsklassa, og so prógv-
aðu Toto dreingirnir, at ald-
ur ikki hevur nakað at siga
í tonleikahøpi. Teir løgdu út
við at spæla „Caught in the
balance“ av plátuni „Mind-
fields“, alt meðan tann sera
hugtakandi myndin av káp-
uni frá „Mindfields“ plátu-
ni, so líðandi kom upp á ein
risastóran skíggja handan
tann stóra pallin.
Har stóðu teir so. Teir
góðu gomlu Toto og við tí
góða gamla forsangaranum
Bobby Kimball, sum fyri
stuttum aftur kom í bólkin,
#
eftir at hann var tveittur úr í
1983, á odda.
Hetta var Toto, sum vit
kenna teir, og talan var ver-
uliga um eina konsert til
reint ug.
Skaraðu framúr
Teir góvu seg fult út, Toto
dreingirnir. Tað var ferð á
frá byrjan, og tú fekk bein-
anvegin eina kenslu av, at
hetta fór bara at blíva betur
og betur, longur tað leið út
á kvoldið.
Tað vóru tó teir báðir
frontfigurarnir, sangarin,
hin 52 åra gamli Bobby
Kimball, sum hóast sin
høga aldur onki stendur aft-
an fyri aðrar kendar sang-
arar, og guitarleikarin, Steve
Lukather, sum kanska ger
mest um seg av øllum á
pallinum, sum vóru driv-
megin aftan fyri meistarligu
framførsluna hjá Toto leyg-
arkvoldið.
Serliga Steve Lukather
skaraði framúr. Maðurin er
jú svakur, fullur í skemti og
so er hann kanska hin allar
besti guitarleikarin í heimi-
num yvirhøvur. Í hvussu so
er megnaði hann ferð eftir
ferð at dåra alla fjøldina við
sínum fantasktiska guitar-
spælið, serliga tá hann beint
eftir, at bólkurin hevði
framført eitt av kendastu
løgunum, nevnliga „Ros-
anna“, fekk fjøldina at yv-
irgeva seg fulkomiliga til
hansara, vid eini guitarsolo
uppå slakar fimm minuttir.
Stuttligt var eisini at eyg-
leida Bobby Kimball,
hvussu hann reikaði runt á
pallinum, og hann legði so
avgjørt alla sál sína í, tá
hann stóð við mikrofon í
hond.
Eisini keyboardleikarin,
David Paich, fekk nógv
pláss, og hansara partur lá
so avgjørt ikki eftir. Serliga
nógv gjørdi hann um seg,
tá bólkurin framførdi lógini,
„Africa“ og „Rosanna“,
sum hann sjálvur er upp-
havsmaður til. Lagið „Afr-
ica“ skrivaði hann tó saman
við Jeff Porcaro sála. Ein
annar Porcaro, nevnliga
Mike Porcaro, er enn sum
áður bassleikari i bólkinum.
Og hann megnaði til fulnar,
at halda øllum tónun saman
við sínum frálíka spæli á
bass guitarinum.
Hann ger ikki so nógv
burtur úr sær sjálvum, og
er sum heild ógvuliga frið-
arligur á pallinum. Svingar
beini av og á, men hansara
spæl var so avgjørt í heims-
klassa.
Aftan fyri trummurnar sat
onglendingurin Simon
Phillips, sum kom upp í
bólkin í 1992, eftir at hin
legendariski trummusláarin,
Jeff Porcaro, brádliga
doyði, bert 38 ára gamal.
Simon Phillips verður
ongantíð ein annar Jeff Por-
caro, men hann prógvaði, at
hann er ein frálíkur trumm-
usláari.
Simon kom av álvara til
sín rætt, tá bólkurin fram-
fórdi = instrumentallagið,
„Jake to the bone“, sum teir
ognaðu Jeff Porcaro, og
hann við sínum frálíka tekn-
ikki settið prikkin yvir i-ið
við eini trummusolo, sum
tók knappar tiggju minuttir.
Jú, Toto vóru einastand-
andi, bæði tá teir framførdu
hvor sær, og sum bólkur eru
teir eisini ótrúligir. Væl
samanspældir, og har er
ongin slingur í valsinum.
Tað var Toto, tá teir eru
best.
Teir vunnu hverja sál
Eftir at teir høvdu framført
nøkur av teimum nýggjaru
løgunum, so sum „Caught
in the balance“, „Cruel“, og
„Better World“, sum øll eru
at finna á næst seinastu út-
gåvuni, „Mindfields“,
megnaðu teir at fáa fjøldina
soleiðis meira ella minni
niður á jørðina aftur.
Og um teir ikki høvdu
vunnið hvørja einastu sål,
sum var í Scandinavian
Centrinum hetta kvøldið, so
mundu teir gera tað, tá teir
á ein serligan akustiskan
hátt, framførdu løgini, ,,1 11
be over you“, „Out of love“,
og „The road goes on“, um-
framt at teir megnaðu at fáa
fjøldina at syngja við. Jú,
tað var ein framúrskarandi
flott løta, sum næstan ikki
kann sigast frá ella skrivast
við orðum.
Eisini vakra lagið „I will
remember“, frá plátuni
„Tambu“, varð framført
meistarliga, rættiliga tíðliga
í konsertini.
Jú, vøkru sukursøtu løgini
settu so avgjørt eisini sin
dám á konsertina, og so-
leiðis eigur tað eisini at
vera, tá Toto eiga pallin.
Vit fingu oll hittløgini, so
sum „Rosanna“, „Africa“,
„Georgy Porgy“, og „Il be
over you“. Og tá hitt allar
seinasta eykalagið, „Hold
the line“, rungaði gjøgnum
annleggið, var salurin stutt
sagt á gosi. Og øll hoppaðu.
Yngri sum eldri yvirgóvu
seg fulkomiliga til amerik-
ansku úrmælingarnar. Og
Toto dreingirnir, ja teir settu
bara ferðina enn meira upp
og drønadu avstað. Tey sum
ikki kendu sveittan driva av
sær, mundu uttan iva kenna
seg heldur heit hesa løtuna.
Har fór alt upp á kók, og
tað var, sum tað ongan enda
fekk. Jú, tað var rockur fyri
allar pengarnar, tá Toto
kringsettu Scandinavian
Centrið í Arhus leygar-
kvoldið.
Ahoyrararnir fingu tað,
teir vóru komnir eftir, og
onkur helt fyri eftir kon-
sertina, at talan helst mundi
vera um bestu rockkonsert
í Danmark í longri tíð, með-
an onnur vóru eitt sindur
vónbrotin av, at teir ikki
framførdu meira av teimum
gomlu løgunum. Til dømis
var onki lag av „The sevent
one“ plátuni at hoyra, men
sum heild vóru áhoyraranir
sera væl nøgdir við konsert-
ina, sum uttan iva fer at
standa sum ein varði í
danskari tonleikasøgu
Tað var totalt Toto
Sending nr. 2
1. Broyskin kongafiskur við súrepla-
karrysoð og rískodda í savoykáli
Okkara kokkar
2. Reyðvínsloypt pera við marsipankremi
og appelsinsós
Hetta skalt tú brúka:
4 dl. av fiskabouillon
100 gr. av
200 gr. av
100 gr. av
100 gr. av
300 gr. av
2 spsk. av
savoykål
jasminris
selleri
smøri
soppum
karry
Reydvinsloypt pera vid
marsipankremi og appelsinsós
fastar perur
dl. av reyðvíni
dl. av portvini
I dl. av róma
2 blød av húsblass
100 gr. av marsipani
1/2 stong av vanilju
4
5
2
Appelsinsós
100 gr. av sukri
1/2 stong av vanilju
I spsk. av appelsinsaft
| kanelstong
800 gr. av kongafiskaflaki við skræðu
flustum súreplum
karvaðum skalottuleyki
Broyskin kongafiskur vid såreplakarry-
sod og rískodda i savoykáli