Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 27. oktober 1999 tíðindablaðið e-mail: sveinurQsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 21 . Hevur tú eina søgu, ella viðmerkingar til ÍtróttarSosialin ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst ringja til blaðið á tif 311820, ella senda okkum eitt teldubræv. Adressan er sveinurðsosialurin.fo. Tú kanst eisini ringja á fartelefon nr. 218246 www.sosialurin.fo SÍ smurdi meistararnar av Flogbóltur: Leygardagin spældu sørvingar dyst móti meistarunum úr Fuglafirði, og ikki kann sigast annað enn, at ungu sørvingarnir ruddiliga hevndu tapið frá vikuskiftinum frammanundan. Fuglfirðingar vórðu sendir til hús vid 2-0 tapi SVEINUR TRÓNDARSON So er SI komið á stigatalv- una eisini. Eftir at teir í fyrsta umfari vórðu smurdir av so ruddi- lga í Havn, fingu teir i ødr- um umfari vitjan av meist- araliðnum úr Fuglafirði, sum kortini er munandi meira tannleyst í ár enn teir vóru í fjør. Sørvingarnir vóru eisini betri fyri leygardagin enn teir vóru seinasta vikuskifti, tí hesaferð var Suni Hansen við SI. Suni er fluttur til Miðvágs og verður við SÍ tá tíðin loyvir tí. Hann er nevniliga eisini venjari hjá meistaradeildarliðnum hjá Drátti, og tað hevur fyrsta prioritet. Leygardagin passaði tað so, at Suni fekk stundir at vera við, og tað sigur seg sjálvt, at tað hjálpir væl á einum rættiliga ungum liði, tá ein so gamal og royndur knassi kemur á vøllin. Gekk illa í hond hjá IF Hjá fuglfirðingum ráddi um at halda dampin uppi frá vikuskiftinum framman- undan tá teir vunnu móti Fleyr b. Men frágongdin hevur verið stórri enn gott er, tí tað var lítið um fuglfirðing- arnar í Sørvågi leygardagin. Tað hjálpti neyvan IF, at Suni Hansen var við á SÍ liðnum, tí Suni var ein av drúgvastu leikarum hjá IF í fjrø. Kortini eiga teir royndu leikararnir, sum eru eftir eru at vera so mikið drúgvir at teir klára teir ungu sørvingarnar, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Úr Vágum frætta vit, at móttókusspælið hjá IF koyrdi serstakliga illa, og hugsa vit eina viku aftur, so TB sigraðu á Giljanesi Flogbóltur: TB sær út til at hava fingið >rætta beinið av seingini< í ár. Tær vunnu á Drátti á Giljanesi leygar- dagin SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur sum eftir ánni hjá TB í ár. Tveir dystir, tveir sigrar og fýra stig í posanum. Ikki so galið, serliga tá havt verður í huganum, at talan er ikki um beinleiðis lættar dystir. Fyrsti dysturin var móti Mjølni, og um vikuskiftið vóru TB-kvinnurnar á Giljanesi og leiktu móti Drátti. Hóast TB vann 2-0, so vart kortini talan um nokkso javnan dyst. >Tie-breakarar< máttu til í báðum hálvleikum, og tað sigur eitt sindur um dystin. Suni Hansen, venjari hjá Dråtti sigur við Sosialin, at størsta orsøkin til, at TB vann var, at Guðrið Nolsøe, sum vit annars søgdu ikki var vid, vann so at siga alt å kantinum. — Hon slær einastandandi væl, og vinnur øgiliga nógv. Okkara trupulleiki var, at vit vunnu ikki nóg nógv í álop- inum, og tað má til, sigur Suni Hansen. Annars er Dráttur venj- arin ikki illa nøgdur við spæli, hóast dysturin varð taptur. — Hava vit tað í huga, at nógvir nýggir leikarar eru við í ár, og tað at Helga varð sjúk í vikuni, so kundi tað neyvan ganga ødrvisi, held- ur Suni. ' % Um kappingina restina av árinum sigur Suni, at hann væntar ikki, at TB fer at klára at halda dampin uppi tá Guðrið er farin aftur til Danmarkar. — Hon vann meginpartin í dystinum móti okkum, og ein slíkur leikari verður saknaður tá hann rýmir. var frågreidingin tá SI tapti måti Fleyr i Havn vikuna frammanundan just tann sama. , M6ttøkan hjá IF var so vánalig leygardagin, at Bjarni Joensen, sum er hevari á IF liðnum so at siga einki fekk at arbeiða við. Stødugari spæl Hjå SI er nå munandi meira hugaligt at fara til venjing væl vitandi, at teir hava fingid tey fyrstu stigini i posan ” Teirra trupulleiki er, at teir hava trupult at halda støðugt spæl, og tað verður ikki lættari tá leikararnir ikki eru fastir á liðnum Ungu leikararnir hava trupult við at bera liðið gjøgnum torføru støðurnar og tað er einki legið í sær sjálvum. Kortini er neyðugt, at leikararnir tá teir eru á vøll- inum vísa tann rætta hug burðin, og hann eiga ungu menninir úr Sørvågi. tað vístu teir í fjør, tá teir m. a vunnu á Mjølnit Og tað er henda hugburð SI skal visa, um teir ætla sær fleiri stig afturat í ár, tí tað fer eftir øllum at dóma at gerast alt meira torført at fáa stig frá eitt nú Mjølnir og Fleyr, tá tey bæði hava fingið sær altjóða styrk At evnini eru til staðar í Sørvågi er tað eingin sum ivast í. Um tað fer at eydnast sørvingum at gera nakað við Mjølnir er ikki gott at vita, men teir fáa ein møgu- leika í Klaksvík um viku- skifti. Hetta verður samstundis fyrsti dysturin nýggi Mjøl- nir venjarin verður við til og tí verður spennandi at síggja hvussu leikur fer