Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Ábyr rgdarblaðstjóri: | Jan Muller Jonhard Hammer Blaðstjóri: Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro | | | Dagbjørt S. Hansen Dagfinn Olsen | | John Johannessen | | Sveinur Tróndarson | | Eyðun Klakkstein | Hegni Mohr | Niclas Johannesen Yngd: „Jákup Mork Viðkomandi íkast til fullveldistosið Oddagrein Eitt ógvuliga viðkomandi íkast var tað, sum Jógvan Morkore, samfelagsfroðing- ur, gav fullveldisorðaskiftinum í Sosialinum í gjár: At samgongan eigur at játta and- stoðuni pengar til at gera sína egnu hvít- bók. Jógvan Mørkøre hevur rætt í tí, at full- veldisorðaskiftið er farið av kós - ikki minst ti, at samgonguflokkarnir hava fingið allar serfroðingarnar at argumentera fyri júst fullveldisætlanini hjá landsstýrinum. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava ongan lívsins kjans at koma við ein- um eins væl kvalifiseraðum útkasti. Men hetta merkir als ikki, at hugskot teirra ikki eru nóg góð. Tað merkir bara, at sam- gongan situr við taktiska trumfinum - og myndugleikanum. Alt tosið og gruggið - og allar illneitarnirnar, ið serliga tjóðveldisfólk hava grýtt eftir andstoðufólki, hevur givið kjakinum eitt álvarsligt skot fyri bógvin - og hevur einans verið við til at leggja sjógv millum sam- gongu og andstoðu í ríkisrættarliga spurn- inginum. Einasta, ið fáast kann burtur úr hesum er, at vit fáa somu tápuligu stoðu, sum í 1946. Eitt samfelag - gyrt í brøkur av innanhysis klandri! Løgiå kortini, at eingin hevur nevnd henda møguleika - at andstoðan eisini kundi skrivað eina hvítbók. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur tosað so nógv um eina fólkaræðisliga tilgongd - men tá komið er til skarpskeringar, so hevur hann slongt út, at andstoðan bara er komin við ósannindum og lygnum. Landsstýrismaðurin hevur tosað so nógv um Hvítubók sum ein amboðskassa, og hevur hann við hesum sipað til, at allir flokkar kunnu taka til sín tað, ið teir halda vera skilagott. Undir hesum liggur kanska ein duld tilætlan um, at bókin ikki er merkt av fullveldisætlanunum hjá landsstýrinum - hóast arbeiðssetningurin júst var fullveldi og ikki tað, sum Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin hava ætlað. At andstoðan ger vart við hetta er væl skiljandi - serliga havandi í huga kjakið seinastu vikurnar Tað er gott, at fólkið kann velja. Men best hevði verið, um fólkið hevði fleiri møgu- leikar í at velja. Tí er tað eitt sera áhugavert sjónarmið hjá Jógvani Morkore: — Ein hvítbók hjá andstoðuni at viga upp í móti við... Sosialurin Postadr: Postsmoga 76, - SN X Myndamenn: | Jens Kristian Vang 110 Tórshavn | Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Utgevari, uppseting: Telefax. 314720 Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, 9, Argir e-mail: post & sosialurin.fo Lýsingar: lysing & sosialurin.fo Prent: Sosialurin Tað er eingin skomm at blíva gamal “Hví skal eg noyðast úr arbeiði. tá eg fylli 67 ár, tá eg kann vera í løgtinginum ella landsstýrinum til eg verði 90?" Spurdi ein meg. + “Tað er eingin skomm at blíva rukkut, tað er ein æra.” Segði ein kona úti á ellisheiminum. * William Heinesen byrjaði at klippa myndir, tá hann var 73. + Mærsk Mc Kinney Møll- er er stjóri hóast sin høga aldur. * Móðir Theresa var aktiv, hóast hon var aggandi gom- ul. Tað er gott, at ” eldraåri0” setir ljóskastaran á tann partin av Føroya fólki, sum hevur lagt grundvellin undir føroy sku nútíðina I veruleikanum eru tey gomlu heilt vanlig menn- iskju, sum bara hava livad longur enn hini. Tey hava upplivað Føroyar upp á gott og ilt. Tey hava spart og spinkað, hava føtt ótal av børnum, velt alt landið fruktagott, røkt bjørg, haga og hav, tey hava yrkt og sungið, handlað og skapt virðir, sum bæði kunna met- ast í pengum og ikki. Nú eru summi móð. Tey njóta tað at "eiga dagin". Og tað skal vera teimum væl unt Men tey eldru verða fleiri. Teir stóru árgangirnir eftir kríggið eru ikki blivnir gamlir enn. Og vit fáa færri børn enn fyrr. Tey ungu, sum eru "mitt í verðini" stremba eftir fá- um børnum, góðum arbeiði og góðum bústaði. Einki ilt um tað. Tey vísa samfelags- sinni, lata helvtina av inn- tøkuni til kollektivið, sam- felagið, og fáa ágóðan av tí sum sjúkrahús, skúlar etc. Og tey hava tað stravið, mangan. Og ferð á í lívinum - alt skal ganga skjótt. Eisini lívið. Helst í bili. Og áðrenn langt um líður, eru eisini tey við at eldast, og hvat so? Tað verða færri og færri før- oyingar, sum fara at for- syrgja Føroyum. Tey færru børnini, sum í sínum lagi eisini fáa få børn, fáa - um vit ikki beinanvegin broyta hugburð(holdning), - eina ómenniskjansliga byrðu at bera, tá tað verða tey, sum standa “mitt í verðini". Tí er verandi tvungni 67 ára-pensiónsaldurin ein kat- astrofa longu um 20 ár. Um skil skal vera í, verða vit noydd at hækka pensións- aldurin skjótast møguligt, soleiðis at fólk, sum væl at merkja ynskja og orka tað, arbeiða nøkur ár aftrat. Verðið vís í, at natúran sjálv fer at sálda frá. Men enn á døgum finnast fólk sum Mc Kinney Møller, enn á døgum liva 70 ára gomul sum fyrsta dagin; tey eru gløgg við drúgvum lívs- royndum, tey hava sínar heilt serligu kynsbýttu dygdir, og allur samleiki teirra, identitetur, hongur saman við tí at gera, at virka, rætt og slætt at ar- beiða við onkrum teimum dámar, møguliga færri tímar enn fyrr, møguliga við ról- igari ferð, men kortini við góðari dygd, og tey eiga ikki á nakran hátt at verða straffað afturfyri. Tey hava sjálvi í ein mansaldur spart sína fólka- pensión saman og lænt stat- inum hana. Nú skulu tey hava hana útgoldnað, við húð og hár og nakað væl aftrat. Ein litur av olju kostar í dag kr. 3. So ein fólkapen- sionistur skal av við allar sínar "matpengar” tann mánan, hann fyllir oljutang- an. Hetta er tann stóra skommin, sum eini 12 - 18 løgting hava jabbað og brigslast um líka síðan fólk- apensiónin kom í gildi her á landi. Pensiónin er ov lítil mínar damur og mínir harr- ar!!! Hon er á tí internati- onala hungursmarkinum. Hon er orsøkin til, at summi ongantíð kunnu hava gestir til matna, kunnu fara til sjónleik, kunnu eta úti ella hava tær vøkru lampurnar tendraðar í stovuni - alt be- skeðin ting, sum geva tær livskvalitet. Øll eru samd um tað: men eingin ger nak- að við tað - hvorki í góðum ella í ringum tíðum. Tey gomlu verða koyrd uttan fyri hegnið, og tey koma sær so illa at jamra, tað er skomm. Men tað er als eingin skomm at blíva gamal, “tað er ein æra". Tann dýrkan av glamor og forlornum lívs- kvaliteti, sum floymir út úr heimsins sjónvørpum, (har ein kvinna yvir 50 ár verður hildin at vera ov gomul at lesa tíðindir upp), tað er skomm og alt ein stór lívs- lygn. Har sum eingi børn og gomul eru,( t.d. í nazistisku fangalegunum), er okkurt spinnandi galið. Tí kunnu Føroyar ganga á odda - fyri eina ferð skyld - og broyta kós. Geva teim- um eldru virðilig kor - nú. Hini londini, sum júst hava sama trupulleika, kunnu so kanska fáa eitt hugskot og fylgja í hølunum - um tey vilja. Oddvør Johansen 12 okt 1999 Oskikkiligir klaksvik- ingar til Oyrarbakka Leygarkvøldid verður Late Night Show á Oyrarbakka, og tað er undirhald Teir leggja ikki fingrarnar í millum - klaksvíkingarnir, sum nú fara at ferðast kring landið við Late Night Show. Leygarkvøldid verður lagt fyri í Eydnuni á Oyrar bakka. og seinni gongur leiðin til Sands, Suðuroyar og Havnar. Frammanundan hevur hetta show lagt klaks- víkingar niður Tað hevur leingi verið upp á tal, at menninir aft- anfyri Late Night Show skuldu á rundferð í Føroy um, og nú verður tað um síðir til veruleika Late Night Show er und irhald fyri vaksin, tað er bæði frekt og speiskt, og alt er fyri mark næstan Vit hava allatíðina hildið fast um, at at Late Night Show ikki skal verða per . t 1 ella guds annars sónligur ágangur spottandi, men fyri tey, sum tola eitt sindur av hvørjum smæðast vit ikki við at taka evni upp, sigur Kári Sól- stein, sum er ein av monn- unum attanfyri showið. Nógv umtalað Saman við honum luttaka Jan Gardar, Ossur Hentze og David Sundskarð á pall- inum, og í løtuni venja hesir mans til framførsluna á Oyrarbakka. Tad er torført at siga fólki, hvat tey kunnu vænta av Late Night Show, tí tey kenna ikki konseptið. Vit kunnu bara ráða teimum til at koma og uppliva tað, sig ur Kári Sólstein Late Night Show er fjøl broytt undirhald. Tað er stand-up undirhald, táttir og sangir, fyrilestrar og sketsj ur. Alt er skrivað til showið, og øll hugsandi evni verða tikin upp. Greitt verður frá, hvussu tað er at vera grill- ikkari (tað eru fólk, sum eru vanabundin at grillmati) og greitt verður eisini frá, hvussu til dømis Depil fekk sitt navn Late Night Show hevur verið sera væl umtókt og umtalað í Klaksvík. Tá var showið partvís lokalt, men alt tað lokala tilfarið er skift út, nú rundferðiní Føroyum byrjar. Late Night Show verður í Eydnuni á Oyrarbakka leygarkvoldið kl. 22.30 ek t Okkara kæri pápi. verfaðir, abbi og langabbi HEINI OLSEN Heini hjá Hans Eriki. Klaksvík andaðist í heiminum týsdagin 12. okt. 1999, 79 ára gamal Familjunnar vegna Christian, Maria, Nicolina, Mikkjal og Heri