Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 15. OKTOBER 1999 tíðindablaðið UW Nýggj hvitbok gott hugskot Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, heldur hugskotið hjá Jógv- ani Mørkøre, samfelagsfróðingi um nýggja hvítbók til andstóðuna vera sera skilagott JOHN JOHANNESSEN Tað er heilt vanligt í ødr- um londum, at andstødan fær játtaðan pening til at gjalda serfrødingum at gera sínar egnu kanningar, tá álv- arsmál eru fyri. Til dómis kenna vit hetta úr Danmark, har tey, ið eru ímóti ES fáa somu sømdir at gera kann- ingar, sum samgongan, ið er fyri. Við hesum viðmerking- um tekur Jóannes Eides- gaard fult undir við upp- skotinum, sum Jógvan Mørkøre, samfelagstrød- ingur kom við í samrødu við Sosialin í gjár. Jógvan Mørkøre heldur nevniliga, at einasti møguleiki fyri at lyfta kjakið um rikisrættar ligu stødu Føroya longur upp, er at lata andstøduna fåa somu heimildir at gera sitt kanningararbeidi, sum samgongan. Og skjýtur hann í hesum sambandi upp, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa pening játtaðan til at gera sína egnu hvítbók. Eitt stig ov seint Nú er orðaskiftið um Hvítu- bók og fullveldisætlanina farið í gongd, og harmast Jóannes Eidesgaard um, at andstødan ikki fyri langari tí síðani hevur fingið tær sømdir frå samgonguni, sum samfelagsfrødingurin tosar um. Vit hava havt fólk til at gjørt okkara egnu kanning- ar. Men sjálvsagt eru tær ikki gjørdar eins nágreini- liga og umfatandi, sum Hvítabók og aðrar kanning- ar hjá samgonguni. Orsøkin til hetta er einføld. Vit hava rætt og slætt ikki ráð at gjalda serfrødingum túsund krónur í tíman fyri at gera ymiskar kanningar fyri okk- um. Harfturímóti hevur samgongan havt møguleika at nýta almennan pening til hetta endamál. Jóannes Eidesgaard vísir á, at Høgni Hoydal fleiri ferðir hevur tosað um teir huldumenninir, ið hava gjørt ávísar kanningar fyri Javnaðarflokkin. Høgni vil hava at vita, um hesir veru liga eru til, ella Javnaðar- flokkurin bert hevur funnið uppá teir, fyri at fáa ser kunnleika at liggja aftan fyri grundgevingarnar Hetta heldur Jóannes Eid esgaard vera í so frekt Javnaðarflokkurin hevur nevniliga roynt at goldið nøkrum fáum serfrødingum vid egnum pengum, og ti er ikki neydugt at slåa upp, hvørjir serfrødingarnir eru Formaðurin í Javnaðar- flokkinum vísir á, at stødan hevði verið ørvisi, um ser fróðingarnir vóru alment løntir. Tá hevði eingin trup ulleiki verið at almanna- kunngjørt, hverjir serfrød ingarnir vóru Men hevði andstødan fingið játtaðan pening bein an vegin samgongan fór undir Hvítubók. er Jóannes Eidesgaard ikki í iva um, at aðalorðaskiftið hevdir fing 10 sama fagliga stødi, bædi frå andstødu og samgongu Sum nú er, hevur møguleiki ikki verið fyri hesum, og tí heldur hann, at samgongan má smyrja seg við at fáa heilt nágreiniligt svar uppá allan kritik av Javnaðar flokkinum. Ikki heilt fyri ongum Javnaðarflokkurin er tó, sambært Jóannesi Eides- gaard ikki heilt fyri ongum. Hann hevur roynt so væl, sum til ber, at gjørt sínar egnu fakligu metingar, og er flokkurin sannførdur um, at sjålvsstyrisuppskot Javn- aðarfloksins er besta upp- skotið upp á broyting av rík- isrættarligu støduni Høgni Hoydal sigur í við- talu við Sosialin í dag, at andstøduflokkarnir eru væl- komnir at heita á landsstýr ið, um okkurt er, ið teir ynskja at fáa gjøllari kannað í sambandi við fullveldis málið. Men Jóannes Eides- Jóannes Eidesgaard fegnast um uppskotið um hugskotið hjá Jógvani Mørkøre um enn eina hvítbók gaard tekur íkki tilboði Vit kundu hugsað at biðja samgonguna Tað er heilt sigur I idesgi uard, ið er feg tær fyri okkum burturvið. av hesum sjálvsagt gjøllari kanningar, men vit fara ikki okkum Joannes sin um. at ein av harðastu kritikkar unum av sjålvstyrisuppskoti Javnaðarfloksins. samfel agsfrødinguri Jógvar Mørkøre, nú vísu gera flokkurin átti at havt fingið almennan pening at arbeitt við tí, so hann var á jøvnun føti við andstøduna Saga ur bretskum sjogvi heldur fram i Føroyum Norsk Hydro ætlar at selja olju- og gassvirksemi hjá Saga Petroleum i bretskum sjógvi. Hetta skal ikki fáa ávirk- an á virksemi hjá Saga Petroleum í Fóroyum. Upprunaliga var var bretskur og fóroyskur sjógvur eitt felags øki sum Saga Petroleum ætlaði at byggja út JÓGVAN HUGO GARDAR, OSLO Veitslurómurin var stórur, og sjampanjupropparnir brustu í loftspláturnar, tá Saga Petroleum í 1996 keypti bretsku oljufyri- tókuna, Santa Fe. Prísurin fyri Santa Fe var oman fyri átta milli- ardir føroyskar krónur. Timburmenninir komu skjótt. Hvønn einasta dag síðani 1996 hevur leiðslan í Saga Petroleum angrað, at teir gjørdu hesa fløg- una. Saga roknaði við, at olju- prísurin ikki fór undir 18 dollarar fyri fatið. Tað gjørdi hann, og eisini visti tað seg, at framleiðsl- an og goymslumar hjá Santa Fe ikki vóru so gevandi. Santa Fe-keypið var ein av orsøkunum til, at Saga Petrole- um fyri einum ári síðani fór út at leita eftir einum samstarvs- felaga. Hendan fríggjaraferðin endaði við, at Statoil og Norsk Hydro blóðgaðu Saga Petroleum í summar. Um fjúrtan dagar kemur Norsk Hydro við eini frá- greiðing um, hvat sum skal henda við Saga Petroleum — hverjar partar, teir vilja halda fram við, og hvat sum skal selj- ast ella leggjast niður. Einki avgjørt Hóast Santa Fe var ein partur av framtíðini hjá Saga í bretskum sjógvi, og fyri ein part í føroyskum sjógvi, so rakar sølan ikki Saga Petroleum Føroyar í hesum umfari. Fyribils hevur Saga ikki brúkt nógvar pengar í Føroyum, men Norsk Hydro vil gjarna vera við, tá oljuleitingin byrjar undir Før- oyum. Sambært tíðindastjóranum í Norsk Hydro, Anne Ekern, so arbeiða tey í løtuni við at kanna Saga, og fyribils er eingin enda- lig avgerð tíkin um, hvat skal henda. Miðeystur og Føroyar Hóast Norsk Hydro ikki vil siga, hvat vil henda, so hevur tað eydnast at fáa út upplýsningar. Dagens Næringsliv skrivar, at Norsk Hydro hevur ætlanir um at virksemi í høvudsheitinum skal vera í norskum sjógvi. Aðr- ar íløgur skulu seljast. Men Norsk Hydro vil halda fram í trimum økjum uttan fyri norskan sjógv. Undantøkini eru oljuleitingin i Iran, Libya — og so Føroyum. Lesið eisini tíðindi internet inum SMYRIL Tel 31 59 00 NORRONASIGLIRNU — <> TVÆR FERÐIR UM VIKUNA til Danmarkar Ferðaætlanin verður hendan: Vegna tess, at Norrøna við einum túri um vikuna ikki nektar torvin á FARMAFLUTNINGI millum Danmark og Føroyar, fer Smyril Line, sum ein roynd, at sigla ein túr afturat um vikuna - ferðafólk og bilar sleppa sjálvsagt við á ollum túru LINK E-mail: bookingGsmyril-line. ella cargoGsmyril-line.fo