Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 15. OKTOBER 1999 tíðindablaðið Fyrrverandi løgmenn um aðalorðaskiftið Nú er glid av álvara komið í orðaskiftið um fullveldis- ætlan landsstýrissins. Aðal- orðaskiftið í tinginum um Hvítubók og fullveldisætl- anina byrjaði í gjáramorg- unin klokkan 10. Mangt hevur verið at hoyrt í fjøl- miðlunum um málið upp undir aðalorðaskiftið, og ikki sýnist tað sum, at ting- fólk úr ymisku flokkunum eru serliga samd um, hvørj- ar broytingar skulu gerast. Tað einasta, fólk eru samd um, er, at talan er um týdn- ingarmiklasta orðaskiftið í Føroyum nakrantíð. Sosial- urin hevur spurt fyrrverandi løgmenn, hvat teir halda um málið. Hondin er ikki útrætt Marita Petersen heldur ikki, at samgongan á nakran hátt roynir at fáa andstóðuna við í arbeiðið at broyta ríkisrættarligu stóðu Føroya JOHN JOHANNESSEN Fyrrverandi løgmadurin úr Javnaðarflokkinum, Marita Petersen, heldur ikki, at samgongan kýtir seg serliga nógv fyri at fáa ta breiðu semjuna, tosað verður um, í løgtinginum. Hetta heldur hon vera ógvuliga harmiligt, og sigur hon seg noyðast at ásanna, at tað ikki ber til hjá pol- itikarunum at tosa saman. Samgongan hevur tikið eina stóðu, og tað ber als ikki til at nærkast einari loysn, ið kanska liggur eitt sindur við síðuna av hesi avgerð. Marita Petersen heldur, at ta samgongan er so stødu- føst, kann ikki sigast, at hon rættir armin út móti einari breiðari semju í tinginum. Allar loysnir, ið liggja ímill- um politikkin hjá samgong- uni og andstøduni eru úti- lokaðar. Samgongan góð- tekur bert hugsjónirnar hjá andstøduflokkunum, um teir leypa å vognin hjå sam- gonguni og tiskil hava somu fullveldishugsjónir, sum samgongan Tó ein vón Men Marita Petersen hevur tó eina vón. Hon heldur, at tað møguliga eru kreftir í báðum leirunum, ið ynskja at finna eina loysn. Og tí er kanska hóast alt ein vón fyri, at okkurt fer at henda Marita er púra samd í, at neyðugt er við broytingum í ríkisrættarligu stóðu Før- oya. Hon heldur, at tíðin er farin frá heimastýrisskipan ini, og um føroysku flokk- arnir ikki koma til eina sem- ju um at broyta ríkisrættar- ligu viðurskiftini, so er van- di fyri, at einki hendir, og vit verða verandi í teirri gomlu, ótíðarhóskandi skip- anini. Javnaðarkvinnan vísir á, at stødan kann gerast heilt hættislig, um landsstýrið fer til Danmarkar at samráðst um ein sáttmála við donsku stjórnina, sum síðani fellur við eina fólkaatkvøðu. Men hon heldur somuleiðis, at tað kann fáa ógvusligar av- leiðingar, um ein slíkur sátt- máli verður viðtikin við ein- um teprum meiriluta á ein- ari folkaatkvødu Veljarin ørkymladur Marita Petersen vónar, eins og so mong onnur, at stóðið á aðalorðaskiftinum fer at verða á einum hægri stødi, enn orðaskiftið um fullveld isætlanina higartil hevur verið í fjølmidlunum. Hon heldur, at veljarin er ør- kymlaður av orðaskiftinum, ið hevur verið alt annað enn upplyftandi. Eg má siga, at eg sakni tann positiva andan í orða- skiftinum, sigur Marita Petersen, sum heldur, at báðir vengurnir - Sam- bandsflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin - hava flutt seg, so teir eru farnir burtur frá fundamentalistisku meiningum sínum. Men hó- ast hetta verður ikki tosað saman. Flokkarnir royna bert at markera seg, og tað heldur hon vera ógvuliga keðiligt. Skal aðalorðaskiftið gerast mennandi, mugu pól- arnir flyta seg eitt sindur Tað flokspolitiska má leggj- ast eitt sindur til síðis, so til Marita Petersen var løg maður frá 17. januar 1993 til 15. september 1994 ber at tosa siðiliga um mål- ið. Marita Petersen fegnast um, at føroyingar eru kom nir so langt, at kjakast verð- ur um at broyta ríkisrættar- ligu støðuna á einhvønn hátt. Hetta heldur hon vera neyðugt, um enn ikki eftir leisti samgongunnar. Marita vísir at enda á, at um nýggja stýrisskipanarlógin ikki var komin á sinni, hevði ikki borið til at fari undir at broytt ríkisrættarligu stød- una. Umsitingarliga bak- landið hevði nevniliga ikki klárað tað, uttan nýggju stýrisskipanarlógina — Fylgið samtyktini Boðini frá Jógvani Sundstein eru, at allir flokkar skulu fylgja løgtingssamtyktini um at skipa Føroyar sum fullveldi JOHN JOHANNESSEN Tað eru iki tær heilt stóru viðmerkingarnar, ið Jógvan Sundstein, fyrrverandi løg- maður hevur til aðalorða- skiftið um framtíðar ríkis- rættarligu stóðu Føroya. Men hann hevur eini boð til Javnaðarflokkin Jógvan Sundstein heldur, at Javnaðarflokkurin eigur at taka undir við samgong- umi. Tí eftir hansara tykki, liggja sjónarmið Javnaðar- Pauli ikki at hitta Sosialurin royndi í gjár eisini at fáa fatur á Paula Ellefsen, fyrrverandi løgmanni, men hann var uttanlands í heystfrí. Fyrr í heyst segði hann tó við Sosialin, at Hvítabók kundi verið skrivað á einum A4 arki. floksins um ríkisrættarligu støðuna heit tætt við teim- um hjá samgonguni. Eg haldi, at Javnaðar- flokkurin tíverri hevur vavt ov nógv í málinum, men møguleiki er tó enn fyri, at hann kemur á rætta leið. Eg haldi ikki, at Javnaðarflokk urin hevur nógv at missa. Væntar ikki nógv Fyrrverandi løgmadurin úr Fólkaflokkinum væntar ikki, at aðalorðaskiftið fer at geva tað heilt stóra. Eftir hansara meting, verður kjakið undir ollum aðal- orðaskiftinum á nøkulunda sama stødi, sum tað higartil hevur verið. Politikarar fara at nýta hevið at koma við koma við teimum vanligu ábreiðslunum og niðurgerð- unum móti poltikkinum hjá hvørjum øðrum. Men tó sær Jógvan Sund stein eina vón í løgmanni. Hann hevur gott álit á løg- manni og væntar, at hann kann greina málið, so onnur fara at taka undir við tí. Hann er samdur, tá sagt verður, at løgmaður í sein- astuni hevur verið ógvuliga kúrrur, tá tosað hevur verið um fullveldismálið. Men júst hetta metir hann sum eina stóra dygd hjá løg- manni. Av tí, at løgmaður hevur verið so kúrrur, hevur hann ikki brotið nakað við Javnaðarflokkin. Jógvan Sundstein var løgmaður frá januar 1989 til januar 1991 Jógvan er í hesum sam- bandi samdur í, at løgmaður hevur ein leiklut sum diplo- mat. Men tó ikki longur enn til eitt vist. Harafturímóti hevur Høg- ni Hoydal verið meira harð- rendur. Men Jógvan Sund- stein heldur, at hetta hevur fylgt við tí tunga partinum av málinum, ið Høgni hevur havt ábyrgdina av. OLSENS BAND SIDSTE STIK NORTON MALKOVECH beensugense ie Rees: Sp SIDSTE SPIL HÆ om ER re SIDSTE SPIL SEAN FENM ADRIEN SROÐY á CAVE ODNEY — JOMN CUSAK EXIAS MOTE AS OK HOLT! SOMME BEI THIN RED LINE G S > — dem I E Fm — Ný VILD MED MARY Leiga videofilmar á hesum stoðum: Statoilstoðin í Gundadali tel. 314770 Statoilstoðin í Kollafirði tel. 421083 Statoilstoðin í Saltangará tel. 449133 Statoilstødin í Klaksvík tel. 457353 Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001 Statoilstoðin i Skålabotni tel. 441200 Statoilstødin i Leirvik tel. 443360 Ó STATOIL stødirnar kring landið