fríggjadagur 15. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Målrøkt og
málteigar
Jákup Mork
Ein av nýggju tættunum, sum útvarpið nú hevur
tíkið upp, er at senda tann sonevnda málteigin.
Málteigurin verður sendir 5 ferðir um vikuna, sum
eitt ískoyti til morgunsendingina í útvarpinum.
Tað er målnevndin, sum skipar fyri hesum nýggja
innslagi í útvarpinum. Vit hava hitt skrivaran í
nevndini, Marius Staksberg, og spurt hann, hví
tey hava valt at taka hetta stigið
Marius svarar, at tað sum so ikki er målnevndin
m hevur tikið stig til hetta, men at leiðslan í
At velja til og frá
úr skránni
Sum inngangur til fjølmidlaummæli
fyri farnu viku skal ummælarin gera
vart við, at hann í sínum gerandis-
yrki illa fær lurtað eftir útvarpi, tíans-
heldur hugt at sjónvarpi, men at
hann kortini eftir forimuni sum al-
ment forvitin persónur roynir at
fylgja við um kvoldarnar og ikki
minst í vikuskiftunum.
Tó liggur tað heldur frægari fyri at
lurta eftir útvarpi, meðan ein í frítíð-
ini fjasar við okkurt handaligt. Í so
máta er sjónvarpið meira bundisligt
og verður tíanverri oftari forsomt
Útvarpið hevur við síni drúgvu og
fjølbroyttu vetrarskrá hesa ferð spil-
að seg serliga út at gera viðkom-
andi barnasendingar. Har er nakað
fyri bæði yngri og eldri børn, men
best dámar mær tó sendingarnar
hjá Jonnu og Katrini fyri eldri born,
serliga tær fyrrapart leygardagar,
sum eg havi best høvi at lurta eftir
og gjarna geri tað. Tær hava higartil
tíkið so viðkomandi evni upp sum
happing, tannarokt og lús, og hava
dugað væl at spurt bæði born og
fakfólk.
Eisini er tað frálíkt og avvekslandi
tiltak hjá teimum at fara út á bygd
og lata bygdabørn sjálv siga frá sin-
um gerandisdegi í heimbygdini.
Siðsoguliga marathonsendingin
>Meðan lotur líða< hjá Mariannu
Debes Dahl, fyribils hin 22 í rødini,
er innihaldsliga heilt í lagi - tað eru
jú fróðarfólk burturav, bæði Mari-
anna sjálv og tey gomlu luttakandi,
men tað er altso okkurt galið við
Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og
frctl-
astlagt
útvarpinum vendi sær til teirra, og spurdi seg fyri,
um tey hovdu hug til at vera við til at gera eina
slíka sending.
Nakað síðani var sendingin ella sendingastubbin
>orð og mál< at hoyra í útvarpinum um morgn-
arnar. Málteigurin er ein líknandi sending, men
innihaldið er tó ikki heilt tað sama. Ætlanin við mál-
teiginum er fyrst og fremst, at vera leiðbeinandi fyri
teirra, sum fáast við foroyska málið. Ætlanin er at
viðgera eitt evni hvorja ferð, men orsakað av knop-
pu tíðini, verður sjálvandi ikki møguleiki at gera
eina gjølluga lýsing av evninum.
Vónin hjá målnevndini er tó sjálvandi, at teigurin
kann vera við til at bota um málburðin hjá okkum
foroyingum, samstundis sum tey vóna, at tátturin í
ávísum forum kann vera til hjálpar hjá teimum,
sum kanska onkuntíð ivast í, hvussu eitt ávíst orð
skal viðgerast málsliga
Målnevndin og útvarpið hava ikki gjørt nakra fasta
avtalu um målteigin, men fyri fyrst
noyra hetta
orÅ tt - 1
verður tatturin at
vetrarskeiðið. Hvat síðani hendir er ikk
sjálvum framburðinum og forminum.
Innihaldið kemur onkursvegna ov
illa og ov óklárt fram, minnir um
túnatos og passiar, og tú krevur at
lurta so øgiliga væl eftir, skalt tú fáa
nóg mikið burturúr. Tað er stórt
spell, og kanska vóru sendingarnar
betur farnar í sjónvarpinum, har eis-
ini eyguni vóru at styðja seg til.
Morgunbitarnir í útvarpinum hava
mangan verið frægastu klípini á
degnum, helst spell at so mong í
sínum dagsverki eru forðað í at
lurta eftir hendan tíman. Tí átti út-
varpið eins og áður at endursent
teir frægastu morgunbitarnar saman
við aftandrekkanum á kvøldi, men
sum við ollum oðrum við neyðugari
frammanundanlýsing, so tað ber til
hjá fólki at velja til og frá.
Annars kennist tað mær sum ein
himmalskur lætti, nú bert ein morg-
unvertur er, harav sendingin gerst
breiðari og ikki sum í summar við
hasum fjasutu makkarapørtunum
við sínámillum møsni og »small-
talk<.
So fantastiskt og nýskapandi var
Atlantic Radio nú heldur ikki, at tað
nýttist útvarpinum í stóran stíl at
apa sær eftir teimum, og forrestin
so sakni eg ikki tað stóra Atlantic
Radio, nú bara handan ólonta
tónleika-teldan mjarrar døgniå runt.
Tó plagi eg við forvitni at lurta eftir
Rhema-møtinum sunnukvøldini.
Næstseinasta sunnudag hoyrdi eg
fyrrapartin frålika prestin Marit
Kjærbo utleggja dagsins tekst, sein-
napartin sendi útvarpið góðar
præðikur úr Zarepta, og sum rosin-
an í pylsuendanum fekst donsk
gestaupptrakkan í Rhema igjøgnum
Atlantic Radio. Jú, vissuliga hevðu
gleðiboðskapurin her á landi fjol-
broyttar møguleikar og her býðst
sanniliga nakað fyri ein og hvønn
smakk! - og kanska gott tað sama.
Um vikuskiftið var so landsdystur á
skránni, og hóast okkara fótbolts-
menn enn einaferð vóru í so stuttir
og beint við síðuna av, var útvarpið
sum vant á blettinum. Teir eru knáir,
Jógvan Arge og nú eisini Súni
Merkistein. Teir vinna so hvonn ein-
asta dyst og gera sjálvt tap til sigur.
Teirra avrik er mentan og helst eisi-
ni list við.
Av føroyskt framleiddum sjónvarps-
sendingum man hesa vikuna send-
ingin hjá Zachariasi Hammer um, tá
vágamenn vóru í Kvívíksskorð eftir
einabúgvanum, skara framúr.
Spennandi soga og ferð, men so
sanniliga eisini heilt fantastiskar
náttúrulýsingar, sum Zacharis er ein
sannur meistari í at gera og borð-
reiða fyri okkum sofunáttúruelskar-
um, hóast skaparin sjálvur eigur
fortreytirnar og fundamentið fyri
vakurleikanum.
Er hetta íkki list og mentan, so skilji
eg púrt einki. Tískil havi eg ongantíð
fatað, at eitt nú Zacharis fyri sínar
náttúrulýsingar og Jógvan Arge fyri
sínar siðsoguligu sendingar og
annað gott ikki longu hava verið í
uppskoti at fáa alment herðaklapp,
tað veri seg M. A. Jacobsens ella
Mentunarvirðislon landsins. Gamaní
er tað teirra lonta gerandisarbeiði,
men kortini!
I vetrarskráunum hjá báðum fjøl-
miðlunum er sum nakað nýtt hesa
ferð foroyskar endursendingar, bæði
gamlar V4 og í SVF Bestubitar, sum
væl tola endurtoku og óivað fanga
heilt væl hjá tilkomnum fólki.
Eyðun
Joensen,
sálar-
froðingur,
skrivar
Endursendingar geva eisini fólki
eina greiða ábending um, hvussu
nógv miðlarnir hava tíkið seg fram á
tí tokniliga okinum. Dagsins ljóð,
myndir og klipp eru vorðin meira
tekniskt frakomin
At ummæla annars fastar sjón-
varpssendingar so sum Dag og
viku, innskot, Krosskast, Grannar
okkara og t.d. sjónvarpslæknan
mátti verið óneyðugt - tað kunnu og
eiga oll at unna sær stundir at fylgja
við í. Men, men, hasin doktarin,
hann er altso knáur, og ótrúligt sum
hann fær nógv á skafti-upp á stutta
tíð. Soleiðis skal tað bera gerast, og
nærmastir hjá okkum at megna
slíkt munnu Rólantsson og Sofus
bildoktarin vera í útvarpsins >Ferð
og feråslu«.
Hygga siggj um ikki hetta vikuum-
mælið frå tilkomnum manni kom at
snugva seg mest um sidsøgu, nått-
úrulýsing og endurminning, og
kundi tað bent á, at blaðið eina
aðru ferð eisini fekk sær eitt skila-
gott barn, ungmenni og pensionist
við upp í ummælarahópin afturat
okkum um miðjan aldur.
Eyðun Joensen skiftast um at skriva Útsjón