Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • týsdagur • 18. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo HS- Stevnan 2005 Reki varð mest vinnandi felagið, tá svimjikapping varð hildin í Havn um vikuskiftið SVIMJING tíðindaskriv Svimjikapping var í Havn leygardagin fyri bólk 1 (árg 96-97) og bólk 2 ( árg 94-95) Vinnari av bólki 1 gjørd- ist Reki við at vinna 10 kappingar, meðan FS varð vinnari av bólki 2, við at vinna 11 kappingar Umleið 130 svimjarar luttóku úr øllum svimji- feløgunum, og nakrir av hesum gjørdu eisini eitt ordans hál. Eitt nú vann Turið Christiansen úr Reka ikki færri enn átta kappingar, meðan Helena Størm úr VS og Benjamin Simonsen úr FS vunnu sjey kappingar hvør. Eis- ini kundi Alvi Hjelm vera væl nøgdur um sítt avrik. Hann vann fimm kapp- ingar. Heiðursmerkjabýtið millum ymsu feløgini varð hetta: Gu. Si. Br. 1 Reki 17 12 10 2 FS 11 7 10 3 VS 8 6 2 4 Ægir 6 7 4 5 Flot 4 2 5 6 HS 0 6 6 7 Skeggjar 0 1 1 8 TS 0 0 3 16 ára gamli Christi- an Restorff Mouritsen hevur skrivað undir trý ára sáttmála við enska Premier League felagið Manchester City. Fremsta mál hansara er fyrst og fremst at sleppa at spæla við í bestu ensku deildini SÁTTMÁLI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Bert 16 ára gamli HB fram- herjin, Christian Restorff Mouritsen, hevur júst und- irskrivað ein trý ára sátt- mála við Premier League felagið, Manchester City. So familjan Mourtisen er ikki sørt errin av soninum, sum nú leggur leiðina til Onglands. – Sjálvandi tekur ein ein slíkan møguleika, segði Christian R. Mouritsen á tíðindafundi mánamorgun- in. Hann er ikki bangin fyri at detta burturmillum allar hinar spælararnar, so hann er bjartskygdur viðvíkjandi framtíðini í enska stór- felagnum. Størsta mál hansara er at sleppa at spæla dystir í Premier League, og tað fer kanska at lata onkra nýggja hurð upp. Aftur í februar Christian hevur júst verið yviri í Onglandi og roynd- arvant. Familjan var við, so tey kundu síggja umstøð- urnar bróðurin og sonurin fer at hava, nú hann flytir heimanfrá. – Umstøðurnar eru fram- úr góðar, so vit eru als ikki bangin um hann. Alla- staðni, vit hava verið, er hann vorðin ótrúliga væl móttikin, og alt er nógv betri enn væntað, sigur pápi Christian, Óli Mouritsen. Formelt kemur sáttmálin ikki í gildi fyrr enn í summar, men longu í februar skal Christian yvi- raftur til Onglands at venja í tríggjar vikur. Síðani skal hann avstað aftur í seks vikur, áðrenn hann endaliga fer avstað um hálvan juli. Fíggjarliga fær HB sjálv- andi okkurt burturúr, men hvussu stóra upphædd talan er um, vil HB formaðurin, Birgir Enghamar ikki koma inn á. – Vit eru ógvuliga glaðir hansara vegna, og fíggjar- liga vil hetta sjálvandi siga eitt gott íkast fyri okkum, men hvussu nógv tað er, vilja vit halda fyri okkum sjálvar, sigur Birgir Eng- hamar. Stórir spælarar Áhugin fyri Christiani hevur verið ígjøgnum longri tíð, men tað er ikki fyrr enn nú, tað hevur verið møguligt at gera nakað ítøkiligt av tí, at Christian er so ungur. – Tað er fyrst og fremst á ungdómslandsliðnum, at felagið hevur fingið eyguni upp fyri Christiani. Tá ungdómslandsliðini spæla, eru feløgini nevniliga úti um seg og halda eyguni við teimum ymisku spælarun- um, segði Jákup í Stóru- stovu, umboðsmaður. Talan er um ein trý ára sáttmála, harav tað fyrsta árið er eitt sokallað lær- linga ár. Síðani verður talan um ein fult professionellan sáttmála. Í Onglandi skal Christian búgva hjá eini familju. Hann fær ein førara, ið skal koyra hann til venjing og í skúla, so hann verður ong- antíð sleptur upp á fjall. Og hetta ger eisini, at foreldrini ikki eru so bangin um hann. Lítlubeiggjarnir, Kristin, 13, og Allan 9, eru ikki sørt stoltir av stórabeiggjanum, sum nú skal avstað. Teir venja báðir við HB, og teir hava eisini ætlanir um at sleppa til Onglands eins og stóribeiggin at spæla fótbólt. Nevnast kann annars, at í Manchester City spæla millum annað fyrrverandi Liverpool og landsliðs- framherjin, Robbie Fowler og landsliðsmálverjin, Dav- id James. Og um alt gong- ur, sum Christian ætlar, so verður hann ein partur av fyrsta liðnum hjá Man- chester City um nøkur ár. Málið er Premier League Tað vóru tveir stoltir brøður, Kristin (v.m) og Allan, sum vóru við á tíðindafundinum mánadagin. Stóribeiggi, Christian Mouritsen, hevur nevniliga skrivað undir við enska Premier League felagið, Manchester City Mynd: Jens Kr. Vang