týsdagur 18. januar 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 11 - 18. januar 2005
H71-StÍF 27-32(10-19):
StÍF skal takast í álvara
Strandingar prógv-
aðu leygardagin í
Hoyvíkshøllini, at teir
hava eitt sera gott lið,
nú Marian Cirloga-
nesco aftur stendur
millum stengurnar
ATLANTICAIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Strandingar vóru møttir
manssterkir í Hoyvíkshøll-
ini leygardagin, tá ið lið
teirra fyri aðru ferð í
tríggjar dagar skuldi dystast
við hoyvíkingar. Var talan
um ein javnan og spennandi
dyst, tá ið liðini hittust
mikukvøldið í Coca-Cola
kappingini, so kann tað
sama ikki sigast um dystin
leygardagin.
Marian í serflokki
Strandingar løgdu seg á
odda longu tíðliga í dystin-
um, og so hvørt sum fyrri
hálvleikur
leið,
øktist
leiðslan hjá StÍF. At so var,
er fyrst og fremst einum
manni fyri at takka, nevn-
liga Marian í málinum hjá
StÍF.
Rumenski
málverjin,
sum júst er komin aftur á
liðið eftir drúgvan skaða-
steðg, vísti í dystinum móti
hoyvíkingum, at hann helst
er besti málverjin í før-
oysku kappingini. Ferð
aftaná ferð tók Marian skot
frá vanliga annars sera
sterku skjúttunum hjá H71,
Halgir Dahl-Olesen, Piti
Negru og Henrik Gerster,
og tað var ikki frítt, at rum-
enski málverjin gav hoy-
víkingum grá hár í høvdið.
Munurin millum liðini
bæði øktist støðugt í fyrra
hálvleiki, og tað var eyð-
sæð, at H71 noyddist at
gera okkurt fyri at venda
gongdini. Roynt var við at
mansverja Svein Justinus-
sen, men hetta tóktist eitt
sindur óskiljandi. Gamaní
er Sveinur ein framúr
skjútti, men hann er ikki
sentrali leikarin hjá strand-
ingum í álopsspælinum, og
tað man óivað hóska betur
til lítlu og kviku stran-
dingarnar enn stóru og
tungu hoyvíkingarnar at
spæla 5 móti 5.
Frálíka málmansspælið
hjá Marian tók broddin av
álopsspælinum hjá hoyvík-
ingum, og tað tóktist sum
um, at talan fyri tað mesta
bert var um tilvildarligt
spæl, tá ið H71 var í álopi.
Ikki sást nakað serligt til
nakað skipað álopsspæl,
men heldur var dúvað upp
á, at tær berandi kreftirnar
skuldu fremja nøkur ein-
staklingaavrik.
Strandingar valdu eisini
at verja rættuliga framma-
laga á hoyvíkingum, og tað
var týðuligt, at hetta ikki
hóvaði stóru monnunum
hjá H71, sum blivu frustr-
eraðir, og av tí sama ofta
royndu seg við forhastaðum
skotum upp á mál.
Avgjørt fyri steðgin
Tað er neyvan ov nógv sagt,
at dysturin millum H71 og
StÍF bleiv avgjørdur longu í
fyrra hálvleiki. Strandingar
øktu so líðandi um leiðsl-
una hjá sær, og tá ið komið
var til hálvleiks, høvdu
gestirnir lagt seg á odda 19-
10, og eingin trúði av álvara
uppá, at H71 kundi koma
aftur.
Tað skal tó sigast, at hoy-
víkingar royndust væl betur
eftir steðgin, og spurning-
urin er, um dysturin leygar-
dagin ikki prógvaði, at tað
loysir seg betur hjá H71, at
venjarin, Henrik Gerster,
heldur seg á beinkinum, har
tað er lættari hjá honum at
virka sum venjari. Gerster
fekk ikki nógv burtur úr úti
á vøllinum leygardagin, og
tað vísti seg, at álopsspælið
hjá H71 koyrdi nógv betur,
eftir at stóri danin var farin
av vøllinum.
Ein leikari, sum megnaði
at seta eitt sindur av ferð á
álopsspælið hjá heimaliðn-
um, var ungi Esbern Paturs-
son, ið fekk fitt av spælitíð
eftir steðgin. Hann og
Halgir fingu lagt lunnar
undir eitt sindur av skip-
aðum álopsspæli hjá hoy-
víkingum í seinna hálv-
leiki, og tað gav eisini
úrslit.
H71 kom meiri inn í
dystin, og munurin millum
liðini minkaði, uttan at tó
nakrantíð av álvara líktist
nøkrum, ið kundi gerast ein
vandamikil støða fyri StÍF.
Outsidarar
Nú farið er undir enda-
spælið, hevur nógv verið
tosa um, at gullstríðið í ár
bert stendur millum VÌF og
Kyndil. Tað er nógv, ið
bendir á, at so er, men
spurningurin er, um ikki
strandingar eiga at verða
mettir sum outsidarar.
Eftir eina trilvandi byrjan
upp á kappingarárið, hevur
StÍF staðið seg stak væl
seinastu umførini, og teir
kunnu uttan iva hótta øll
hini liðini í kappingini. Eis-
ini hevur tað ómetaliga
stóran týdning fyri styrkin
hjá liðnum, at Marian Cir-
loganescu aftur er í mál-
inum, tí hann kann mangan
gerast munurin millum ein
sigur og eitt tap.
Hoyvíkingar
tykjast
verða steðgaðir upp, og
stóri trupulleikin sær út til
at verða, at liðið manglar
ein stýrmann á miðjuni. Alt
ov nógv hvílir á herðunum
á Halgir Dahl Olesen, ið
egnar seg betur sum skjútti
enn sum stýrimaður.
Í dystinum leygardagin
vístu vanliga so sterku mál-
verjarnir hjá H71, Levi
Nybo og Jens Skipagøta, at
teir eisini hava sínar veik-
leikar. Tað var nevnliga
undrunarvert, hvussu nógv
mál, ið strandingar fingu av
vonginum. Hvørki Levi ella
Jens fingu nakrantíð fatur á
hvørki Alexandur á vinstra
vongi ella Borgar á høgra
vongi hjá StÍF.
Komandi vikuskifti skulu
strandingar spæla heima-
dyst á Skála, tá ið botnliðið
Neistin kemur á vitjan, og
her eigur talan óivað aftur
at verða um tvey stig til
StÍF. H71 skal dystast við
Kyndil, og tað plagar at
verða spennandi uppgerðir,
og verður hugt at hagtøl-
unum fyri innanhýsis dystir
millum hesi bæði liðini
seinnu árini, so hava hoy-
víkingar greiða yvirvág.
H71-StÍF 27-32(10-19)
H71: Halgir Dahl-Olesen
8, Johnny Durhuus 4, Sig-
tór Andreasen 4(2), Henrik
Gerster 4, Esbern Patursson
3, Høgni M. Joensen 2,
Christian Eli Zachariassen
1, Piti Negru 1
StÍF: Alexandur Johansen
7(1), Leivur Justinussen
6(1), Borgar Danielsen 5,
Pauli G. Hansen 5, Sveinur
Justinussen 4, Artur Johan-
sen 2, Bent Djurhuus 2, Jón
Rasmussen 1
Brotskøst: H71 3(2), StÍF
2(2)
Útvísingar: H71 4, StÍF 11
Dómarar:
Kristian
og
Karstin Joensen - dømdu
ein góðan dyst, har allar tær
mongu útvísingarnar vóru
upp á sítt pláss.
Søljan-StÍF 26-16(14-9)
Tryggur sigur
til Søljuna
Sunnudagin tryggj-
aði Søljan sær tvey
stig, tá ið tær vunnu
greiðan sigur á StÍF,
sum var og vitjaði
vesturi í Vágum
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur gingið eitt
sindur striltið hjá Søljuni
seinastu umførini, eftir at
liðið annars hevði tikið
nógv á bóli í byrjanini av
kappingarárinum,
men
sunnudagin eydnaðist tað
liðnum úr Sandavági aftur
at vinna sær tvinni stig.
Lyklaleikarar
Skal tað ganga væl hjá
Søljuni, er neyðugt, at tær
tríggjar í bakketuni, Heidi
Maria Akselsen, Nicoleta
Radu Hansen og Lina
Andriulyte spæla væl. Tað
er av ógvuliga stórum
týdningi fyri Søljuna, at
tær eru væl fyri, tí annars
er lítið at gera. Eitt gott
dømi um stóra týdningin
hjá teimum trimum er, at
sunnudagin skutu tær 23
av teimum 26 málunum
hjá Søljuni, og tí høvdu
tær avgerandi týdning fyri
sigurin hjá heimaliðnum.
Hinvegin
kann
ikki
sigast annað enn, at um
tær tríggjar eru heilt væl
fyri, so er liðið hjá sanda-
vágskvinnum sera truplar
at steðga. Komandi leyg-
ardag skal Søljan av álvara
royna seg, tí tá skulu tær til
Suðuroyar og Vágs at
royna seg móti VB. Skulu
tær fáa nakað burtur úr
túrinum um Suðuroyar-
fjørð, so er neyðugt at all-
ar spæla upp til sítt all-
arbesta.
StÍF sær hinvegin út til á
stigatalvuni at liggja har,
sum tær hoyra heima -
niðan fyri miðjuna, men
nakað framman fyri aft-
astu liðini. Sunnudagin
hava tær góðan møguleika
at tryggja sær tvey stig, tí
tá kemur Kyndil á vitjan
inni á Skála, og tað er ein
dystur, sum strandakvinn-
ur hava góðan møguleika
at vinna.
Søljan-StÍF 26-
16(14-9)
Søljan:
Heidi
Maria
Akselsen 8(3), Nicoleta
Radu Hansen 8, Lina
Andriulyte 7(1), Hertha
Jónsdóttir Simonsen 2,
Fía Selma Nielsen 1
StÍF: Rebekka Justinus-
sen 6, Súnfríð Jacobsen
4(2), Paula Høgnesen 3,
Malan Petersen 1, Jóhanna
í Króki 1, Rósa Johansen 1
Brotskøst: Søljan 8(4),
StÍF 2(2)
Útvísingar:
Søljan 3,
StÍF 2
Dómarar: Kristjan Jo-
hansen og Sámal Hansen
Mynd: H71-StÍF
Strandingar tykjast av álvara
hava fingið ferð á. Hesaferð
gjørdist talan um tryggan
sigur á H71
Mynd: Álvur Haraldsen