Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 18. januar 2005 45 Neistin-Stjørnan 17-26(10-14): Lætt hjá oddaliðnum Uppgávan hjá Stjørnuni móti Neistanum í Havn sunnudagin gjørdist lættari enn væntað, og tað var skjótt, at spenningurin fór úr dystinum SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv høvdu væntað ein spennandi dyst og eina harða avbjóðing fyri odda- liðið Stjørnuna, tá ið tær sunnudagin vóru á Hálsi og dystaðust við triðfremsta liðið í kvinnudeildini Neistan. Men dysturin gjørdist ongantíð so spenn- andi, sum fleiri kanska høvdu væntað, tí Stjørnan var snøgt sagt væl betri enn Neistin. Skjótt álopsspæl Í fyrra hálvleiki av dystin- um megnaði Neistin so dánt at fylgja við Stjørnuni, men so hvørt sum hálv- leikurin leið, øktist mun- urin millum liðini, so at Stjørnan var fýra mál framman fyri í steðginum. Hendan leiðsla øktist skjótt beint eftir steðgin, tá ið Stjørnan gjørdi ein vørr, og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, høvdu gestirnir úr Klaksvík lagt seg á odda við átta málum. Tað var serliga tað kvika álopsspælið hjá Stjørnuni, ið gav neistaverjuni trupul- leikar, og tað kom fleiri ferðir fyri, at verjan hjá havnarliðnum ikki var komin upp á pláss, áðrenn bólturin lá í netinum. Eisini dugdu tær hjá Stjørnuni sera væl antin at bróta seg gjøgnum miðjuna á verjuni hjá heimaliðnum ella spæla strikuna leysa, og ofta sá tað ógvuliga lætt út hjá teimum. Harumframt hevur Stjørnan ein stóran styrk í mun til hini kvinnuliðið, tí at tær hava so mikið góða breidd, at tær kunnu skifta nógv út á liðnum, uttan at liðið viknar av tí sama. Í hinum endanum gekk tað ógvuliga striltið hjá Neistanum at spæla seg ígjøgnum vælskipaðu verj- una hjá klaksvíkingum. Tá ið tað so hendingaferð eydnaðist, hevur Stjørnan í Agnes og Fríðu Petersen altso tveir av bestu kvinnu- ligu málverjunum í land- inum, og tær høvdu fleiri góðar bjargingar sunnu- dagin. Oddabrak komandi sunnudag Komandi sunnudagin skulu kvinnuliðini aftur í eldin, og tá verður oddabrak norðuri í Klaksvík, har Stjørnan fær vitjan av harðastu kappingarneytun- um úr VB. Hesi bæði liðini hava verið tey mest vinnandi í føroyskum kvinnuhond- bólti seinnu árini, og tað skuldi verið løgið, um ikki annað teirra gerst føroya- meistari í ár. Neistin, sum sær út til at noyðast at taka til takkar við einum bronsuplássi í ár, fær vitjan av VÍF, og tað eigur at verða ein sigur til havnarliðið. Neistin-Stjørnan 17- 26(10-14) Neistin: Annika Thomsen 4, Simona Petersen 4, Marjun Tróndarson 4(2), Ása á Neystabø 3, Lív Sør- ensen 1, Kára á Dunga 1 Stjørnan: Alina Olaru 5, Joan M. Djordjevic 5(2), Katarina Stjepanov 4, Annika Ljósstein 4(3), Bára S. Klakstein 3, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 2 Brotskøst: Neistin 3(2), Stjørnan 8(5) Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 2 Dómarar: Brandur Johan- sen og Heri Petersen Talvið hesa vikuna Kramnik,V (2754) - Topalov,V (2757) Corus A Wijk aan Zee NED (2), 16.01.2005 1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 a6 6.Be3 e6 7.f3 b5 8.g4 h6 9.Fd2 b4 10.Ria4 Ribd7 11.0—0—0 (Skeivt er at leika:11.Ric6 Fc7 12.Rixb4 d5 13.exd5 Fa5, sum eigur at vinna fyri svartan) 11...Rie5! (Teoretiska nýggjheitin hjá Topalov! Kramnik fór í djúpar tankar og tók ímóti finnuoffrinum) 12.Fxb4 (12.b3 var ein møguleiki) 12...Bd7 13.Rib3? (Nú fær Topalov vinnandi fyrimun) 13...Rb8 14.Fa3 Rixf3 15.h3 Rixe4 (Finnu meir og betri støðu) 16.Be2 Rie5 17.Rhe1 Fc7 18.Bd4 Ric6! 19.Bc3 d5 20.Ribc5 Fa7! Og Kramnik endar við at missa enn fleiri finnur. T.d. 21.b4 Rixc4 og síðani Rixb4. Kramnik gavst tí 0—1 Tá avtornaði megnaði Neistin ikki at gera nakað stórvegis við oddaliðið úr Klaksvík Mynd: Álvur Haraldsen Oddaliðið úr Klaks- vík gjørdu bart tá teir hittu botnliðið av Toftum í 7. umfari og havnarmenn vunnu somuleiðis góðan sigur á hvalvíkingum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Eftir at havnarmenn vunnu greiðan 3-1 sigur á hvalvík- ingum, tykist tað sum um, at teir eru teir einastu sum kunnu órógva oddaliðið úr Klaksvík. Hvalvíkingar høvdu ein feskan 4-0 sigur í skjáttuni frá seinastu viku (móti koll- firðingum). Og teir fingu av øllum at døma eisini nakrar góðar støður á talvborðun- um móti havnarmonnunum. Rógvi W. Rasmussen og Martin Brekká høvdu báðir ávísar møguleikar ímóti ávíkavist Martini Poulsen og Boga Ziska, men bæði talvini endaðu við javnleiki. Uppgerðirnar á 2. og 4. borði vunnu havnarmenn. Olaf greiddi sína uppgávu móti tí annars støðugt væl- leikandi Finnbjørn Zach- ariassen og Helgi D. Ziska vann sítt fyrsta talv í ár, ímóti Gunnari Joensen. Havnarmenn vunnu síni talv við hvítum og leikti javnt har teir høvdu svarta fólkið. Klaksvíkingar, við Heina Olsen á 1. borði, vunnu ruddiliga 4-0 á toftamonn- um. Finnbjørn Vang vann aftur, hesaferð á Jústines Hansen, og er nú saman við Olaf Berg, toppskorari í 1. deild við 6,5 stigum fyri sjey talv. Við sigrinum rógva klaksvíkingar aftur frá hinum liðunum. Bert trý umfør resta í. Í Vestmanna vóru koll- firðingar á vitjan. John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen leiktu javnt. Brøðurnir Torbjørn Thom- sen og Bernhard Thomsen vunnu á ávíkavist Jákup á R. Andreasen og Mogens Nielsen. Samson Højgaard stóð fyri einasta pinninum vestmenningar fingu, tá hann vann á Eyðálvi Jo- hannesen. Sostatt ein 2,5- 1,5 sigur til kollfirðingar, sum nú hava eins nógv stig sum júst vestmenningar. Í 2. deild eru klaksvík- ingar eisini á odda. Og leiðslurnar teir hava í báðum deildunum er júst tann sama: hálvttriðja stig niður til næsta liðið! Klaks- víkingar vunnu toppdystin á sandavágsmonnum í vikuskiftinum og tykjast nú ikki at kunna steðgast. Sorl í Keypmannahavn Føroysku útisetarnir fingu ikki nógv burturúr dystin- um móti Brønshøj, sum vunnu heili 6,5-1,5 á okk- ara monnum. Eitt óvæntað skrædl. Einans John Arni Nilssen og Carl Eli N. Sam- uelsen ognaðu sær stig sunnudagin. John Arni vann eitt gott talv á IM Kim Pilgaard og Carl Eli leikti javnt móti IM Bjørn Brinck-Claussen. Hinir seks á liðnum taptu allir tíverri. IM Nikolaj Borge telvaði væl móti GM Tiger Hillarp-Persson, men tapti finnuendatalvið. Flóv- in bleiv spakuliga kroystur niður í sekkin móti vin- manninum Thorbjørn Bro- mann, meðan eykamaðurin á 8. borði Ian Leyni leikti sindur eitt óneyvt í mið- spælinum og varð revsaður. Heini Danielsen kærdi seg eftir talvið um idéleysa telving. Hann tapti uttan nakrantíð at fáa nakað mót- spæl í gongd. Hinvegin høvdu Terji Petersen og Pól Martin Hansen góðar støð- ur, sum teir av røttum ikki átti at hava tapt, men einki gekst til vildar hjá útisetum hesaferð í bestu donsku deildini. Liðið hevur nú fimtan stig eftir fýra umfør og fór eftir skrædlið sunnudagin frá einum deildum øðrum plássi niður á sætta pláss(!). Tó er eingin niðurflytingar- vandi á ferð. Málið er enn topp fýra. Fimta umfar verður 6. februar og tá hitta føroyingar K 41. Sí annars støðuna aðrastaðni í blaðnum. Wijk aan Zee Siðvanda Corus-kappingin í Wijk aan Zee fór leygar- dagin av bakkastokki. Allir í topp 10, undantikið Garry Kasparov, eru hjástaddir. Fjúrtan telvarar, trettan um- før. Eisini er ein B-bólkur og C-bólkur, sum báðir eru rættiliga vælmannaðir. Eitt nú luttaka Predrag Nikolic (2676) og Peter Heine Niel- sen (2648) í B-bólkinum. Tvey umfør eru leikt og einsamallur fremstur í A- bólkinum er Veselin Topa- lov, ið hevur fult stigatal. Hann hevur vunnið á Rusl- an Ponomariov og Vladimir Kramnik. Einans tjúgu leikir við svarta fólkinum nýtti bulgarski topptelvarin fyri at koppa Kramnik! Peter Leko vann eisini við svarta fólkinum sunnu- dagin. Hetta var ímóti fav- orittinum Viswanathan An- and. Millum luttakararnir eru Judit Polgar, Peter Svidler, Alexander Mor- ozevich, Michael Adams, Judit Polgar og onnur fræg nøvn. Meira verður at frætta um kappingina í næstu viku. Klaksvíkingar økja um leiðsluna Úrslit og støður 1. deild - 7. umfar Klaksvík Toftir 4-0 Heini Olsen Andreas Andreasen 1-0 Ólavur Simonsen Helgi Joensen 1-0 Finnbjørn Vang Jústinus Hansen 1-0 Rani Nolsøe Oddmar Andreasen 1-0 Havnin Hvalvík 3-1 Martin Poulsen Rógvi W. Rasmussen 0,5-0,5 Olaf Berg Finnbjørn Zachariassen 1-0 Bogi Ziska Martin Brekká 0,5-0,5 Helgi D. Ziska Gunnar Joensen 1-0 Vestmanna Kollafjørður 1,5-2,5 John Rødgaard Hans Kr. Simonsen 0,5-0,5 Jákup á R. Andreasen Torbjørn Thomsen 0-1 Samson Højgaard Eyðálvur Johannesen 1-0 Mogens Nielsen Bernhard Thomsen 0-1 Støðan 1. Klaksvík 21,0 2. Havnin 18,5 3. Hvalvík 15,5 4. Kollafjørður 12,0 5. Vestmanna 12,0 6. Toftir 4,0