Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 11 - 18. januar 2005 Neistin-VÍF 32-37(16-19): Sámal gjørdi eitt hál Í einum vánaligum dysti millum Neistan og VÍF á Hálsi var Sámal Joensen ljós- punktið, ið gjørdi, at talan ikki var um spill av tíð ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tey flestu høvdu helst und- an dystinum millum menn- inar hjá Neistanum og VÍF sunnudagin á Hálsi væntað, at talan fór at gerast um ein lættan sigur til vestmenn- ingar. VÍF vann trygt, men uppgávan gjørdist nokk eitt sindur truplari, enn gest- irnir høvdu væntað, og ilt er at meta um, hvat úrslitið hevði verið, um VÍF ikki hevði havt Sámal Joensen við á liðnum. Tendraðir neistamenn Tað sást beinan vegin, tá ið dysturin byrjaði, at neista- menn vóru rættuliga upp- settir til dystin, og at teir ætlaðu at geva oddaliðnum úr Vestmanna harða mót- støðu. At neistamenn vóru so uppsettir, tóktist koma eitt sindur óvart á vestmenn- ingarnar, sum høvdu ilt við at finna stevið fyrstu løt- una. Verjan hjá VÍF var, fyri at siga tað sum tað var, víðopin fyrstu løtuna av dystinum, og neistamenn- inir høvdu lætt við at koma til opnar møguleikar. Men so hvørt funnu vest- menningar stevið, og teir tóku seg fram um Neistan, og serliga ein maður hjá VÍF skaraði framúr. Sámal Joensen tykist at verða komin fyri seg eftir skaðan, ið hann hevði fyrr í hesum kappingarárinum, og sunnudagin var hann tann heilt sentrali spælarin hjá VÍF, sum ferð aftaná ferð snýtti bæði verjuna hjá Neistanum og síðani Jota í málinum. Skotini hjá Sám- ali sótu sera væl, og onk- untíð borðreiddi hann eisini við onkrari tekniskari snildu, har hann lumpaði fleiri mans í verjuni hjá Neistanum, áðrenn hann setti bóltin í netið. Sámal var heilt stóri spælarin sunnudagin, og serliga í fyrra hálvleiki tá ið hann skoraði ikki færri enn níggju mál upp á ein hálvleik. Buha styrkir Neistaliðið Hjá Neistanum er tað kær- komin styrkur, at Blagoje Buha nú er komin við aftur eftir drúgvan skaðasteðg í heyst. Buha spældi nakrar minuttir í dystinum móti kollfirðingum fyri góðari viku síðani, men tá var lítið um hann. Sunnudagin vísti Buha tó, at hann er við at koma fyri seg aftur, og hann kann verða við til at lyfta Neistan úr botninum. Sunnudagin spældi buha fyri tað mesta á høgra bakki og ikki á vinstra vongi, sum vit annars kenna hann best fyri. Ikki tí, Buha tóktist trívast væl á plássinum, og átta mál eru heldur ikki av eini leið. Sum sagt fór VÍF fram um Neistan um miðjan fyrra hálvleik, men neista- menn góvu ikki skarvin yvir. Hóast aftan fyri við trimum málum í steðgin- um, so royndi heimaliðið at hanga í gestunum, og hevði tað ikki verið fyri nøkrum týðandi bjargingum hjá Dejan í málinum hjá VÍF, so er ikki óhugsandi, at havnarliðið var komið upp á javnt. Í eini roynd at órógva álopsspælið hjá VÍF fór Neistin undir at verja 4-2 við monnum frammi á ávíkavist Sámali og Inga. Hetta hevði eisini við sær, at álopsspælið hjá vest- menningum gjørdist tilvild- arligt, men hinvegin gjørd- ist tað samstundis ógvuliga rúmligt í verjuni hjá Neist- anum, og tað dugdu vest- menningar eisini at gera sær dælt av. Serliga var tað Ingi Olsen, sum hesa løtuna brúkti eitt sindur av sínum mongu royndum og meiri ella minni einsamallur fekk mál burtur úr pressaðu støðunum. Góð breidd VÍF tykist verða ógvuliga væl fyri, og tað skal eisini havast í huga, at sunnudag- in var Áki Olsen ikki við vegna leikbann, og Daniel Rapa er heldur ikki við enn. Báðir vóru teir tó millum áskoðararnar. Harumframt er Eli Müller heldur ikki klárur enn, men tá ið hesir tríggir aftur verða at síggja á liðnum hjá VÍF, kann ikki sigast annað enn, at tað sær rættuliga gott út hjá vest- menningum. Komandi vikuskiftið fær VÍF vitjan av kollfirðingum í Vest- manna, og tað plagar ofta at gerast undirhaldandi. Neistamenn eiga tó eisini eitt sindur av rós fyri dystin sunnudagin. Gamaní eru 37 mál alt ov nógv at lata fara í gjøgnum, men tá ið tað er sagt, so skerst ikki burtur, at avrikið annars hjá Neist- anum var eitt tað frægastu seinnu dystirnar. Buha er komin aftur, og tað hevur styrkt liðið, og samstundis tykist tað sum um, at menn nú kenna hvønn annan eitt sindur betur, og av somu orsøk finna hvønn annan lættari á vøllinum. Hug- burðurin til dystin móti VÌF var eisini á eini góðari leið, og tað man verða lítið at ivast í, at nøkur stig fer tað at eydnast neistamonnum at fáa til høldar. Sunnudagin fara teir á vitjan hjá StÍF á Skála, og tað er ein sera trupul uppgáva, tí strand- ingar eru stak væl fyri í løtuni, men fær Neistin nakað burtur úr á Skála, so fer tað uttan iva at lyfta liðið undan næstu dyst- unum. Neistin-VÍF 32-37(16- 19) Neistin: Blagoje Buha 8(4), Damir Oros 8(1), Tróndur Kragesteen 6, Freddie Poulsen 3, Helgi Michelsen 3, Ólavur Brimnes 2, Áki Mørk 2 VÍF: Sámal Joensen 13(2), Ingi Olsen 7(1), Áki G. Olsen 5, Harald Bjørgvin 4, Agnar Joensen 3, John Zachariassen 3, Karl Johan Djurhuus 2 Brotskøst: Neistin 7(5), VÍF 4(3) Útvísingar: Neistin 5, VÍF 7 Dómarar: Heri Petersen og Brandur Johansen - Útvís- ingarnar vóru í fleiri førum dekan ov tunnar, men ann- ars var avrikið hjá hoy- víkingunum á góðari leið. Fyrst og fremst var tað Sámal Joensen, sum var høvuðs- orsøkin til sigurin hjá odda- liðnum á Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen Vágskvinnur lótu ongan iva verða um, at tær vóru betra liðið, tá ið tær vitjaðu VÍF í Vestmanna. SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað skerst ikki burtur, at munurin millum tey bæði fremstu liðini í Sunset- kappingini, Stjørnan og VB, og so hini liðini í deildini er rættuliga stórur. Tey bæði oddaliðini eru í einum flokki fyri seg, og útlitini fyri einum óvænt- aðum úrsliti í deildini, har annað liðið til dømis snávar, eru ógvuliga smá. Greiður styrkismunur Sunnudagin var VB í Vest- manna og dystaðist við VÍF, og her sást eisini bein- an vegin, hvat var betra liðið. Liðini fylgdust fyrstu tíggju minuttirnar, men so fóru gestirnir úr Vági framum, og spakuliga økt- ist munurin millum liðini bæði. Í fyrra hálvleiki var munurin kanska ikki so stórur, men eftir steðgin setti VB ferð á, og munurin kom upp um tíggju mál. Sum ikki einaferð vóru tað útlendskir spælarar, ið gjørdust toppskjúttar. Daiva Tomaite hjá VB er altíð góð fyri eina rúgvu av málum, og sunnudagin var einki undantak í so máta, tí tá skeyt hon ikki færri enn ellivu mál. Hjá vestmenn- ingum var sum vant Ioana Rapa toppskjútti við sjey málum. Komandi vikuskifti skulu bæði hesi liðini spæla truplar útidystir. Vestmannakvinnur skulu til Havnar, har tær skulu hitta Neistan, og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Neistin er triðfremsta liðið í kvinnudeildini, og tær hava brúk fyri stigunum, um tær ikki skulu missa sambandið til tey bæði fremstu liðini. VB skal sunnudagin spæla oddabrak í Klaksvík móti greipuvinnarunum úr Stjørnuni. Tað er neyvan ov nógv gjørt av at siga, at tað verður millum hesi bæði lið, at føroyameistarin verð- ur funnin, og skal VB gera sær vónir um meistaraheit- ið, so er neyðugt, at tær vinna dystin í Klaksvík, tí annars kann munurin upp til Stjørnuna gerast ov stórur. VÍF-VB 19-30(10-14) VÍF: Ioana Rapa 7(2), Fríða Marjunardóttir 4, Kirstin Helgadóttir 3, Finngerð Jensen 2, Ann- fríða Helgadóttir 1, Linda Johannesen 1, Torgunn Jónolvsdóttir 1 VB: Daiva Tomaite 11(4), Rannvá Augustinussen 5, Aukse Vysniaskaite 4(1), Christina Holm 4(2), Laila Jespersen 3, Margreth Augustinussen 3 Brotskøst: VÍF 3(2), VB 10(8) Útvísingar: VÍF 2, VB 1 Dómarar: Eyðun Samuel- sen og Andreas F. Hansen VÍF-VB 19-30(10-14): Eingin ivi