týsdagur 18. januar 2005síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
47
Við einum sigri á
kollfirðingum leyg-
ardagin kom Kyndil
aftur á sigurskós, og
føroyameistararnir
eru tí framvegis bert
tvey stig aftan fyri
oddaliðið VÍF
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kyndil fekk leygardagin
síni fyrstu stig í enda-
spælinum, tá ið teir vunnu á
kollfirðingum í høllini á
Hálsi. Men tað var ikki
nakar lættur sigur hjá
kyndlamonnum, og tað var
ikki fyrr enn í seinastu
minuttunum, at dysturin
bleiv avgjørdur.
Kyndil var omaná
Í byrjanini av dystinum
tóktist tað sum um, at
Kyndlamenninir vóru sera
væl upplagdir, og tað var
skjótt, at føroyameistarar-
nir løgdu seg nakað fram
um kollfirðingarnar. Longu
tá ið tíggju minuttir vóru
leiktir av dystinum, hevði
heimaliðið lagt seg á odda
við fýra málum, men koll-
firðingar vildu ikki sleppa.
Væl stuðlaðir av sínum trú-
fastu áskoðarum stríddust
teir í KÍF manniliga fyri at
fáa fatur á havnarliðnum
aftur, og við einari góðari
periodu miðskeiðis í fyrra
hálvleiki, eydnaðist tað
eisini KÍF at koma upp á
javnt aftur, eftir at Kyndil
annars hevði verið á odda
við fýra málum.
Heimaliðið svaraði tó
aftur, og áðrenn farið var til
hálvleiks, høvdu teir lagt
seg á odda aftur, og teir
høvdu eina leiðslu upp á trý
mál í steðginum.
Týðandi reytt kort
Í seinna hálvleiki helt sama
gongdin fram. Kyndil hevði
leiðsluna, KÍF kom aftur og
so framvegis. Men tað
gjørdist dýrt fyri kollfirð-
ingar, at stýrmaðurin Regin
Petersen longu í triðja
minutti av seinna hálvleiki
fekk sína triðju útvísing og
harvið reyða kortið. Regin
hevur ómetaliga stóran
týdning fyri kollfirðingar,
og saknurin av honum var
eyðsýndur.
Tað sást tó ikki beinan
vegin á KÍF, at teir høvdu
mist Regin, tí eitt skifti í
seinna hálvleiki sá út til, at
teir fóru norður aftur til
Kollafjarðar við báðum
stigunum.
Kyndil hevði leingi havt
leiðsluna, men so gjørdi
KÍF ein vørr, og teir fóru
frá at verða aftan fyri 17-21
til at verða á odda 22-21
upp á einans fimm minuttir.
Næstu løtuna var ongantíð
nakar munur á. Eitt skifti
var Kyndil á odda, og beint
eftir vóru kollfirðingar á
odda. Men tá ið fimm min-
uttir vóru eftir at leika, Tá
stóð annars á jøvnum, men
so hevði heimaliðið ein
góðan endaspurt, sum førdi
við sær, at teir fingu mál
seinastu fimm minuttirnar,
meðan gestirnir fingu bert
tað eina.
Umráðandi sigur hjá
meistarunum
Tað er lítið yvir at dylja, at
sigurin á KÍF leygardagin
var sera týdningarmikil hjá
Kyndli. Liðið hevur havt
starttrupulleikar í byrjanini
av endaspælinum, avrikið í
hálvfinaluni móti vest-
menningum í Coca-Cola
kappingini var heldur ikki
sannførandi. Júst tí var tað
ógvuliga umráðandi hjá
Kyndli at fáa bæði stigini
leygardagin, eisini hóast
avrikið reint leikliga var
ógvuliga lítið sannførandi.
KIF megnaði ikki at gera
greipuna móti havnarfel-
øgunum, eftir at teir farna
vikuskiftið vunnu á neista-
monnum. Næsta uppgávan
hjá KÍF verður í Vest-
manna, har teir skulu dystat
við oddaliðið VÍF.
Dystirnir millum KÍF og
VÍF hava mangan verið
serstakliga javnir, men sum
oftast hava vestmenningar
drigið longra stráið, tí at
teir
hava
verið
meiri
ágrýtnir at venja, frættist úr
Vestmanna.
Kyndil skal komandi
vikuskiftið upp á eina av
truplastu
uppgávunum,
sum liðið hevur. Tá skulu
teir nevnliga taka dystin
upp við H71, sum sambært
hagtølunum hevur rættuliga
got tak á teimum grønu úr
Havn. So er spurningurin,
um Høgni Klein tá verður
aftur at síggja á liðnum,
eftir at hann herfyri fekk
ein keðiligan skaða í fótin
undir dysti á Skála.
Kyndil-KÍF 30-26(16-
13)
Kyndil:
Jónleif Sólsker
5(1), Ragnar Stakksund 4,
Jakob Jónsson 4, Hans Áki
Dal-Christiansen 4(1), Jos-
ef Abrahamsen 3, Rókur
Akralíð 3, Finnur Hansson
3, Janus Einar Sørensen 2,
Hans Arni Thomsen 1,
Hjalti M. Jacobsen 1
KÍF:
Arnbjørn Hansen
7(2), Gert Hansen 6, Jóan
Pauli Olsen 3, Eddie H.
Joensen 3, Mirko Milin-
kovic 2, Regin Petersen 2,
Teitur Joensen 2(1), Rógvi
Weyhe 1
Brotskøst:
Kyndil 3(2),
KÍF 5(3)
Útvísingar: Kyndil 5, KÍF
6
Dómarar: Hartvig Joensen
og Poli Hansen
Kyndil-KÍF 30-26(16-13):
Kyndil aftur á slóðina
Mynd: Kyndil-KÍF
Kyndil kom aftur á beint við
sigrinum á KÍF, sum tó fyri
tað heilt nógva fylgdi væl við
Mynd: Álvur Haraldsen
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan
12
12 - 0 - 0
326
228
98
24
2 VB
12
11 - 0 - 1
377
229
148
22
3 Neistin
13
9 - 0 - 4
371
279
92
18
4 Søljan
13
8 - 0 - 5
361
297
64
16
5 VÍF
13
5 - 0 - 8
305
301
4
10
6 StÍF
12
2 - 1 - 9
249
325
-76
5
7 Kyndil
12
1 - 1 - 10
217
345
-128
3
8 Tjaldur
11
0 - 0 - 11
190
392
-202
0
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
2
2 - 0 - 0
366
321
45
12
2 Kyndil
2
1 - 0 - 1
361
290
71
10
3 StÍF
2
2 - 0 - 0
325
353
-28
7
4 KÍF
2
1 - 0 - 1
301
331
-30
6
5 H71
2
0 - 0 - 2
354
359
-5
5
6 Neistin
2
0 - 0 - 2
330
383
-53
3