týsdagur 18. januar 2005síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 11 - 18. januar 2005
Serráðgevi
á
Almannastovuni
Eitt fulltíðarstarv sum serráðgevi við tænastu á
Barna- og Ungdómsdeildini í Tórshavn er leyst at
seta sum skjótast.
Um deildina
Á Barna- og Ungdómsdeildini arbeiða 7 fólk.
Starvið inniber ferðing um alt landið.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki
At
veita
ráð
og
vegleiðing
innan
barnaforsorgarøkið, og um stuðulstiltøk innan
almannaøkið
At veita ráð og vegleiðing til familjur at børnum
við skerdum likamligum og /ella sálarligum
førleika.
Vegleiða og ráðgeva barnaverndarnevndum
Viðgera
tilmælir
um
tiltøk
smb.
barnaforsorgarlógini
Viðgera umsóknir um stuðul og hjálpartiltøk
smb. forsorgarlógini
Útbúgving
Viðkomandi
útbúgving,
t.d.
sosialráðgevi,
námsfrøðingur, lærari, sjúkrarøktarfrøðingur
Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi eftirútbúgv-
ing.
Førleikakrøv
Góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði
Góður málburður, bæði munnliga og skrivliga
Góð samstarvsevni
Evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og
tvørfakligt
Lønar- og setanarviðurskiftir
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi
yrkisfelag.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Beintu Festirstein, deildarleiðara tlf.
353510
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera
Almannastovuni,Jónas Broncksgøta 27,Postboks
3096, 110 Tórshavn í hendi innan 27.01.2005.
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir stuðulsfólki til eina familju í
Runavíkar kommunu, at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um eitt stuðulsstarv á 20/30 tímar um vik-
una til eina familju. Arbeiðsstaðurin verður heima
hjá familjuni. Endamálið við stuðlinum er í sam-
starvi við barnaverndarnevndina og foreldur at
stuðla familjuni í at hava umsorgan fyri børnunum.
Starvið eru tíðaravmarkað til 30.06.2005
Ynskiligt er,at tann,ið settur verður,hevur hóskandi
útbúgving ella royndir.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup H.
Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum verður at senda Barnaverndini í seinasta
lagi týsdagin 25. januar.
Barnaverndarnevndin
Runavíkar kommuna
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Sunda kommuna
Sunda bygdarráð hevur á fundi 10. januar 2005
samtykt, at almennu bygdarráðsfundirnir fyri ár
2005 verða hildnir hesar mánadagar kl. 19.00 á
kommunuskrivstovuni
10. januar
22. august
14. februar
12. september
14. mars
10. oktober
11. apríl
14. november
9. mai
28. november
13. juni
12. desember
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
FO-400 Oyrarbakki
www.sunda.fo
Rakstrarleiðari
til fyritøku á Toftum
Søkt verður eftir rakstrarleiðara til fiskavirkið
Valhalla P/F á Toftum.
Valhalla P/F er ein fyritøka, har høvuðsvirksemið
er framleiðsla og søla av feskari fiskavøru av
bestu góðsku. Vøran verður seld í Europa og
Stóra Bretlandi.
Valhalla P/F hevur síðani byrjan havt stóran
vøkstur og inntøku. Framleiðslan á Toftum liggur
um 5.000–6.000 tons um árið. Stórir møguleikar
liggja fyri framman;at royna hesir er treytað av,at
finna rætta rakstrarleiðaran, sum megnar at
ímøtikoma teimum.
Høvuðsuppgávan verður at optimera núverandi
framleiðslu. Eftirhondini vil eisini ein stórur part-
ur av arbeiðnum verða samferðsla við fiskibátar,
innkeyp á fiskamarknaði og framleiðsla av nýggj-
um vørum.
Vit vænta av tær,at tú á ein leiðandi hátt í tøttum
samstarvi við stjóra og onnur starvsfólk í fyri-
tøkuni kanst tryggja virkinum eina positiva
menning.Tað er umráðandi,at tú hevur góð sam-
starvsevnir, ert álítandi og megnar at taka
ábyrgd.
Vit bjóða eitt starv, sum er áhugavert við atliti til
ávirkan, sjálvstøðuga tilrættisleggjan og møgu-
leikar til menning.
Løn eftir førleika. Við tíðini, møguleika fyri at
starvast eftir eini bónusskipan
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir við møguligum prógvum,royndum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi innan
28. januar 2005 og sendast til:
Valhalla P/F
FO-650 Toftir
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
stjóran Peter Vognsen Nørgaard á tlf. 449780.