Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Upprudding og gambling Oddagrein TAÐ eru hvorki Hvítabók ella Hogni Hoydal, sum sita við avgerðini um framtidarstødu Foroya. Nú flokkarnir hava strikad upp stødurnar er málið í hondunum hjá løgmanni. Hetta er niðurstoðan eftir orðaskiftið á tingi. Og borðið fangar. Løgmadur hevur lagt upp til breiða semju, og nú er tað upp til hann at vísa í verki, hvussu væl hetta fer at hepnast. LOGMAÐUR vísti undir orðaskiftinum á, at eingin foroyingur kann í framtíðini liva í tí óvissu, sum hevur verið galdandi í viðurskiftunum millum Dan- mark og Foroyar. Við hesum sipaði hann til tær hendingar, sum eru farnar fram í hernaðarmáli- num, har føroyskir løgmenn hava fingið dikterað avgerðir frá oðrum tjóðum, uttan samtíðis at hava havt møguleikan at taka stoðu ella at kunna Før- oya fólk. Slíkt má ikki endurtaka seg og tí er neyðugt at rudda upp í viðurskiftunum millum londini. Latið okkum rudda upp og merkir tað at fáa greiðari linjur, sum aftur merkir, at evsta vald skal liggja hjá Foroya logtingi. Tá tað er sagt, so mugu vit eisini ansa eftir, at ikki ávísur flokkur sleppur at gambla við Foroya framtíð. Bjarni Djurholm nevndi undir orðaskikiftinum, at soleingi vit ikki hava fingið storri vissu fyri, hvussu verður við búskapargongdini undir einum fullveldi, so merkir tað tað sama sum at gambla við Foroya framtíð. SOLEIÐIS sum stødan sær út í løtuni tykist tað sum um at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru á nøkunlunda á somu kós í sjálvstýrisspurn- inginum, hvussu ymiskir teir annars kunnu vera á oðrum økjum. Tað er tí líkt til, at løgmadur bert hevur eittans val, og tað er at hála Tjóðveldisflokkin nærri miðjuni. Tjóðveldisflokkurin hevur dugað væl at seta dagsskránna nú í eina tíð. Nú verða tað legmaður við fólkaflokki og javnaðarflokki, sum fara at seta dagsskránna við ella uttan Tjóðveld- isflokkin. Vil Tjóðveldisflokkurin ikki forka seg ein tumma, so verður tað upp til løgmann at gera av, hvat skal henda. Urslitið kann gerast, at løgmaður verður noyddur at taka avleiðingarnar og biðja Tjóðveldið koyra í sekkin. útmeldingarnar hjá fólkaflokkinum eru púra greiðar og ikki til at fara skeivur av. Flokkurin fer ikki undir eina fólka- atkvoðu við tí stoðu, sum er í løtuni. Hetta er eitt greitt svar til Tjóðveldisflokkin: dregur hann ikki nakað í land, so verður eingin fólkaatkvoða. Eitt so stórt mål skal ikki skundast igjøgnum Tað er at gambla við Foroya framtíð. Hetta hevur logmaður skilt, og tí kunnu tey, sum bera ótta fyri fullveldispolitikki Tjóðveldisfloksins sissast. Log- maður væl stuðlaður av sínum egna flokki og javnaðarflokkinum tekur eingi drastisk stig. Soleiðis hava vit skilt hann, men so kann ein sjálvandi spyrja, um stoða ella manglandi stoða løgmans er kamuflasja fyri einum politikki, sum hann og Tjóðveldisflokkurin ætla at gjøgnumføra undir øll- um umstødum. Tí ivast vit i. Utrættad hond løgmans til andstoðuna setir stór krov til andsgtoðuna. Hon má gera sær greitt, at tað, sum hóvar víðgongdum tjóðveldismonnum best, er um andstoðuflokkarnir ikki taka av útrættu hond løgmans. Tí tað kann so aftur reka moderatu kreftirnar í Fólkaflokkinum yvir í tjóðveldisleypin. Stoðan í løtuni krevur av tingmonnum, at teir vísa seg sum realpolitikarar og leggja gamlar fordómar og ideologiskar munir á hyllina. Annars eigur allur ivi atkoma Foroya fólki til góða. Tí má hetta stóra mál fáa ta tíð sum er neyðug. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jan Miller | Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: | FI | Blaðfólk: | Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen | John Johannessen | Sveinur Tróndarson i Eyðun Klakkstein | Hegni Mohr | Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Lýsingar: lysing & sosialurin.fo Prent: Sosialurin Lesarabrøv: Góðan morgun Helena Vit skulu velja politikkarar, ið tora at taka ópopulerar avgerðir. Hettar eru tíni egnu orð, og í sakini viðv. venjingarmøguleikum hjá spastikarum o. 9. hevur tú sanniliga framt hettar í verki. Men við hverji grundgeving?? Tey, ið hava brúk fyri hesum venjingar- møguleika hava ikki fingið eina einastu sakliga grund- geving fyri avgerðini. Sum brúkari hevur man rætt til eina sakliga viðgerð, harragud, hettar eru fólk, ið kanska kunnu sleppa frå at verða løgd undir skurð og enntá fáa enn betur úrslit enn við skurðviðgerð. Ein mánaður á Move and Walk sentrinum kostar um 25-30.000 kr fyri hvønn, hettar er fyri intensiva venj- ing í fýra vikur. Hvat kostar ein skurðviðgerð á Ríkis- sjúkrahúsinum við eftir- fylgjandi uppvenjing í Hornbæk í fýra vikur ella meir?? Neyvan undir tær 30.000 kr, sama úrslit kundi fingist fyri í Svøriki. Lands- sjúkrahúsið skal spara 40 mió. kr. Her er ein møgu- leiki ið kann hjálpa eitt sind- ur. Og so Høgni!! Hvat er hattar fyri nakað. Taka ein- aráðandi avgerðir í happa- dráttargrunninum. Hetta hevur tú gjørt, tí tú situr á báðum hestunum, og tú veit, at hinir limirnir í happ- adråttargrunninum ikki høvdu verði einigir við tær í hesum máli. Eg veit ikki, hvat Helena heldur um teg nú, men eg hevði ikki torað at givið tær nakað álitisstarv aftur. Eg vóni, at onkur er, ið kann læra teg at hyggja frameftir Helena, tí uttan áræði og at TORA at taka avgerðir, ið eru ópopulerar millum tíni egnu embætis- fólk, verður ongin bati. Tórhallur Áslakkson Hví so erkvisnir, tit javnadarmenn? Tað er ikki eiti á, sum javn- aðarmenn nú leika í um hetta, at onkur hevur tikið í so grovan til um framferð teirra í sjálvstýrismálinum. Sjálvur má eg siga, at tað undraði og harmaði at síggja, hvussu oddafiskar Javnaðarfloksins iupu leysir í loftið í andstøðu til ta kós, sum nýggja landsstýrissam- gongan setti sær fyri at halda fram móti sjálvsav- gerðarrætti, sjálvsábyrgd og sostatt tjóðskaparligari sjálvsvirðing. Sjálvandi er tað átaluvert, nú tað annars verður farið so sinniliga og skilagott fram í hesum álv- arsmáli, at tveitt verður út í blødini við heitum sum quislingum og landasviki; men ikki fái eg hildið ann- að, enn at tað í veruleika- num ikki so nógv er heilag vreiði um órættvísa skuld- seting, sum nú hevur fingið menn til soleiðis at fylla Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vistu samkenslu i stóru sorg okkara, tá ið vit mistu okkara elskaða son, bróður, svág og mammubeiggja EYÐUN STRØM Takk fyri blómur, kransar, brøv, fjarrit, peninga- gávur til Tvøroyrar kirkju og fyri troystarrík orð. Takk øll tit, sum tóku yvir, tá vit ikki megnaðu meira — fyri hjálp og umsorgan bæði heima og til ervið. Takk til tann stóra skara, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Mamma, pápi, Frits, Trygvi, Katrin, Suni og Åron doyði og varð jarðað. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum å ymiskan hått syndu samkenslu og hjålpsemi tå kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara SUSANNA KATRINA JUUL (vanliga nevnd Sanna) Tøkk til Berg Debes Joensen prest, fyri góð og troystarrík orð á Ellisheiminum og í Vesturkirkjuni. Tøkk fyri blómur og gávur til Ellisheimið. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Ellisheiminum. Fyri tey avvarðandi Margit, Hans Petur, Jytta, Solveig, Julian og Randi teigarnar í Sosialinum, men heldur tað, at her hómast nýtt agn til politiskan fiski- skap, eitt opportunistiskt høvi til at marknadarføra seg sjålvan heldur enn at lata upp fyri møguleikum til politiska semju, nú tað meira enn nakrantíð í okk- ara søgu ræður um at standa saman. Tað er ein aðalmunur á hugtøkunum fullveldi og loysing. Tað er tað fyrra, sum nú stendur á skránni, og bera javnaðarfólk á tingi seg nú undan at vera við til at skapa grundarlag til hesa frælsiskós, hava tey veru- liga svikið bæði ábyrgd og egin lyfti. Ólavur Hátún Frá Norðoya Javnaðarfelag Vit mótmæla hvassliga, at játtað verður enn minni av peningi til Klaksvíkar Sjúkrahús. Vit vísa á, at í góðum tíð- um, tá gll trý sjúkrahúsini fingu meira av peningi, fekk Klaksvíkar Sjúkrahús MINST. Tá so tær ringu tíð- irnar komu og minni av peningi skuldi til tey trý sjúkrahúsini, varð MEST ervinum. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum hava vist okkum samkenslu, tå kæra kona, mamma, omma, dóttir, systir og vermamma okkara LYDIA SÓLHEIM HANSEN Saltangará so brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til Martin Fjallstein og Hjalmar Hansen fyri góð orð í kapellinum í Gilleleje og tykkum, sum hjálptu okkum so væl á Sælandi. Tøkk til tykkum á Eysturoyar Sýsluskrivstovu, sum saman við Nes presti bóru boðini á ein so virðiligan hátt til familj- una heima. Tøkk til Marius og Sylverius Jacobsen fyri góð orð í heiminum og Jónsvein Bech prest fyri vitjan og styrk. Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og til tykkum, sum hjálptu til við Tøkk til oll tykkum, sum hava vitjað okkum og minst til Lydiu við gávum, blómum, kransum og øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldar- stað. Hjartans tøkk øll somul. Familjunnar vegna Johnhard, Rannvå og Dagbjørt tikið frá Klaksvíkar sjúkra- húsi, so nú er nóg mikið og okkara maður í fíggjar- nevndini skal gera sitt til at peningur sum skal til fyri at reka Klaksvíkar Sjúkrahús verður til taks. Tað hava vit orð uppá frá honum, so er tað sagt. Heilsan Norðoya Javnaðarfelag