leygardagur 16. oktober 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 16. oktober 1999
Útrætti armurin
tíðindablaðið
Bjarni Djurholm sær stóran møguleika fyri, at Javnaðarflokkurin kann taka
undir við samgonguni í spurninginum um at broyta ríkisrættarligu Fóroya
JOHN JOHANNESSEN
I rødu síni seinnapartin
mánadagin, undir aðalorða-
skiftinum um Hvítubók,
rætti Bjarni Djurholm armin
út móti Javnaðarflokkinum
og vísti á, at væl ber til at
taka lógvatak millum sam-
gonguna og Javnaðarflokk-
in í ríkisrættarliga spurning-
inum.
Bjarni Djurholm heldur,
at vert er hjá pøtunum at
umhugsa, um skipanin
Frælsur Felagsskapur ikki
er ein skipan. ið báðir partar
kunnu taka undir við. Hann
vísir á, at hendan skipan
gongur ytst at fullveldinum,
men samstundis er talan um
eina skipan innanfyri ríkis-
felagsskapin.
Veruligt sjálvstýri
— Skipanin lýkur allar áset-
ingarnar, sum geva okkum
veruligt sjálvstýri. Viður-
skiftini millum Føroya og
Danmark kunna verða ásett
í nýggjum sáttmála, sum
samansjóðar øll búskapar-
ligu áhugamálini hjá sam-
gonguni og Javnaðarflokk-
inum, samstundis, sum hon
gevur pørtunum møguleika
at taka lógvatak í spurning-
inum í ríkisrættarligu viður-
skiftunum.
Tískil heldur Bjarni Djur-
holm, at skipanin staðfestir
orðingarnar í samgongu-
skjalinum, um at Føroyar
skulu fáa evstavald. Hann
heldur eisini, at karmurin
um greiðar ásetingar í
spurninginum um ábyrgd
og myndugleika verður
Noyddir at samráðast
Jóannes Eidesgaard heldur, at samgongan fær stórar
trupulleikar, um hon ikki tekur upp samstarv við Javnað-
arflokkin
JOHN JOHANNESSEN
— Jú, eg haldi, at vit hava
fingið greiðar ábendingar
um, at partar av samgong-
uni ynskja at samstarva við
Javnaðarflokkin um broyt-
ingar í ríkisrættarligu stóðu
Føroya.
Hetta var svarid, tå Sosi-
alurin i gjår spurdi formann
Javnaðarfloksins, um hann
heldur, at rákið undir aðal-
orðaskiftinum so líðandi ber
móti einari breiðari semju,
har Javnaðarflokkurin og
samgongan ganga saman.
Innan
ríkisfelagsskapin
Men Javnaðarflokkurin tek-
ur ikki undir við at fara til
Danmarkar at samráðast um
ein sáttmála, ið liggur uttan-
fyri ríkisfelagsskapin.
Jóannes Eidesgaard er
væl nøgdur við tað, sum
framsøgumenn Fólkafloks-
ins hava borið fram undir
aðalorðaskiftinum. Hann
nevnir Ola Breckmann, løg-
mann og Bjarna Djurholm.
Jóannes Eidesgaard held-
ur nógv benda á, at hesir eru
sinnaðir at finna eina semju,
har Javnaðarflokkurin er
við. Meðan Tjóðveldis-
flokkurin tykist heldur stirv-
in. Hann hevur sætt sær eina
ætlan fyri, ið hann als ikki
vil broyta, hóast tosað verð-
ur um at finna eina breiða
semju.
Spurningurin er so, um
Fræslur Felagsskapur er ein
skipan, ið Javnaðarflokkur-
in kann taka undir við.
— Vit taka, eins og mangar
ferðir áður sagt, undir við
einari skipan, ið á ein ella
annan hátt er innan fyri
ríkisfelagsskapin. Vit vilja
førka okkum móti sam-
gonguni, men treytin er
framvegis, at samráðast skal
um eina avtalu, ið liggur
innan fyri ríkisfelagsskapin.
Nógvar leiðir
Jóannes Eidesgaard heldur,
at nógvir aðrir møguleikar
fyri at broyta ríkisrættarligu
stóðu Føroya er, enn teir, ið
nevndir eru í Hvítubók.
Áhugavert
JOHN JOHANNESSEN
Vibeke Larsen, ríkisum-
boðskvinna, situr trúgv í
sessi sínum í løgtinginum
og fylgir við, nú aðalorða-
skiftið um lagnuna hjá
ríkisfelagsskapinum
koyrir upp á tað harðasta.
Ríkisumboðskvinnan
heldur, at talan er um eitt
ógvuliga áhugavert orða-
skifti, men hon vil ikki
koma við viðmerkingum
um, hverja hugsan hon
hevur um orðaskiftið.
Hon vísir tó á, at tað er av
stórum týdningi, at hon
fylgir væl við í orðaskift-
inum, so hon kann greiða
donsku myndugleikunum
frá, hvørjar hugsanir før-
oyingar hava um málið.
Spurd um stødi á orða-
skiftinum, svarar ríkisum-
boðskvinnan, at eftir
hennara meting, verður
kjakast á einum ógvuliga
professionellum stødi.
Jéannes Eidesgaard
góðtekur onga loysn, ið
liggur uttan fyri ríkis-
felagsskapin
Harafturat heldur hann, at
Hvítabók avskrivar møgu-
leikar, ið eftir hansara tykki
veruliga eru møguleika, og
sipar hann møguliga til
frælsan felagsskap.
Tað eydnaðist ikki Sosi-
alinum at fáa at vita, hvat
Jóannes Eidesgaard fór at
svara Bjarna Djurholm víð-
víkjandi spurninginum, um
Javnaðarflokkurin = tekur
undir við frælsum felags-
skapi. Men, sum Sosialurin
skilir, er í løtuni eitt sindur
vent í holuni, tá tosað verð-
ur um ríkisrættarligu viður-
skifti Føroya.
Tað tykist nevniliga, sum
Fólkaflokkurin og Javnað-
arflokkurin alsamt dragast
nærri eini semju um ríkis-
rættarligu = vidurskiftini,
meðan tað dregur sundur
ímillum Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin.
Undir orðaskiftinum
fríggjamorgunin vístu bæði
løgmaður og Oli Breck-
mann á, at ávís tjóðveldis-
fólk eru í so snævurskygd.
Óli Breckmann fór eisini so
langt, sum at siga, at
Javnaðarflokkurin altíð er
klårur at samarbeiða seriøst,
meðan hetta ikki er galdandi
fyri Tjóðveldisflokkin.
SU
SU hevur aðalfund
30. oktober 1999
su
staðfestur í slíkum sáttmála.
Bjarni Djurholm ásannar,
at skipanin í fyrstu atløgu
ikki er so vidfevnd. Men
vísir hann samstundis á, at
munurin millum sjálvstýris-
orðingarnar í samgongu-
skjalinum og frælsan fel-
agsskap bert er ein spurn-
ingur um raðfylgjuna av
sjálvari gongdini.
Grava seg niður
Bjarni Djurholm vísir á, at
um politiski retorikkurin
heldur fram sum higartil, so
grava partarnir seg longur
og longur niður, og fer hetta
at geva tað úrslit, at løgting-
ið fer sundur í tveir eins
stórar partar.
Hann heldur, at tað í løt-
uni verður gamblað við
framtíð føroyinga , um tað
ikki eydnast løgmanni at
samansjóða partarnar, áðr-
enn farið verður undir sam-
ráðingar við danir um ríkis-
rættarligu støðuna. Tískil
heldur hann tað hava ógvu-
liga stóran týdning at finna
útav, hvar partarnir kunnu
mótast. Og skýtur hann í
hesum sambandi, eins og
áður nevnt, upp, at Javn-
Bjarni Djurholm søkir eftir semju millum
Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin
aðarflokkurin og andstødan
finna saman um skipanina
Frælsur Felagsskapur.
Bjarni Djurholm leggur
dent á, at um ætlanin er at
náa breiða semju á løgtingi,
mugu partarnir flyta seg.
Hann vísir á, at nógv hevur
verið gjørt burturúr úr hes-
um søguliga møguleika,
sum vit í løtuni hava, fyri at
broyta rikisrættarligu stød-
una. Og tiskil heldur hann
Á hotelli i I viki
"fyri ri hvonn
tr tj
tað vera spell, um hesin
møguleiki dettur nidurfyri,
bert tí summi vilja eiga søg-
una einsamøll.
— Hvussu leikur fer, fer
tíðin at visa, men løgmaður
eigur at stuðlast í royndini
at víðka um parlamentar-
iska grundarlagið, áðrenn
samráðingarnar við danir
byrja, sigur Bjarni Djur-
holm at enda.