Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Nr. 197 - 16. oktober 1999 Hvítabók og framtíðin Petur F., Torshavn Nógv annað áhugavert er at lurta útvarpinum, so eg havi ikki fylgt stórvegis við orð- askiftinum. Logmann havi eg ftir ettir í kortini hoyrt tala, og eg helt, at hann hevði hug at bakka ra verður vænt- andi framvegis í ríkisfelagsskapi við Danmørk. Okkurt verður broytt: vit noyðast jú at fylgja ið tíðini, men vónandi verða vit andi saman við Danmørk Framtíð førovi ndi ver Johannes Michelsen (Lill), Torshavn Eg eri púra samdur við Petur F. Eg tími ikki at lurta eftir teimum á ingi. Nógv av tí teir siga, er tað bera slutur og vrøvl. Eg broyti onga støðu kortini. Vit vita hvussu gott vit hava tað í dag og vilja ikki fara aftur til tað gamla. Broyta vit nakað, so fer alt bara niðureftir. Hon sjálv á Neystabo segði, at hon vildi byggja fleiri hospitalir í fram- tíðini; men eg veit ikki hvussu hon skal klára tað, tá hon ikki veit, hvussu sambandið verður til Danmorkina. Hans Birgir Hansen, Torshavn Eg havi verið í tinginum og lytt å, og eg vænti, at vit undir øllum umstødum noyðast at klára okk- um sjålvi, taka ábyrgd og kenna skyldir okkara. Hetta hava fólk jú droymt um: At ráða sær sjálv- um. Nú er møguleikin her, og nú munnu fólk taka støðu. Sjålvur vil eg vera sjålvstødugur, stats- rættarliga og vinnuliga. Johannes Skárup, Tórshavn >Ég havi roynt at fylgt við í orðaskiftinum um framtíðar- stóðu Føroya, men eg haldi, at nógv sum verður sagt í tinginum er óbrúkiligt. Vit hava royndir við politikarum, og vit vita jú, at teir eru sum ketta um heitan greyt. Neyvan verður nakað nýtt at frætta frá teimum. Eg tvist ikki í, at føroyingar eru mentir at klára seg sjálvar, men eitt krav er, at aðrir politkarar sleppa framat. Hóast føroyingar megna fullveldi, vóni eg kortini ikki, sum dani, at tað verður tikið. Lat meg skoyta uppí. at einasti politikari, eg havi veruliga virð- ing fyri, tíverri ikki er millum okkara longur. Hann var tjóð- veldismaður, og æt Petur Rein- ert. Eg valdi hann hvorjaferð. tí hann var ein maður, sum helt orð. Og segði hann okkurt skeivt, ræddist hann ikki fyri at viðganga tað< = Hartmann Joensen, Tórshavn >Ég havt sitið undir so at siga hvørjum orði, nú Hvítabók hevur verið til viðgerðar, og eg haldi at støðið á orðaskiftinum ikki stendur í samsvari við tær semjur, ið politikararnir leggja upp til. Gjógvin tykist vera somikið breið, at neyðugt verður hjá onkrum flokki at fara yvir um mark, skal nakað spyrjast burtur úr arbeiðinum. Javnaðarflokkurin tykist vera fastlæstur, men Fólkaflokkurin fer kanska at flyta seg. Tjóðvel- disflokkurin kann ikki flyta seg longur; tað kann hann ikki gera móti sínum veljarum. Eg vænti, at neyðloysnin verður, at alt verður koppað á. Vit velja loysing, men fáa hana ikki fyrr enn skiftistidin er farin. Ti fer Javnaðarflokkurin óivað at taka undir við. Sjálvur havi eg eina fasta støðu i málinum. Tað er vanligt, at fólk vilja klára seg sjálvi. Hyggja vit kring okkum, vilja oll frælsi. Sjálvandi megna vit eisini tað. Tí havi eg á ongum sinni ivast í Í<. Jon Bjørn Nýggjagarð, Hvanna- sund: »Eg havi hvorki lisið í Hvítubók ella fylgt serliga væl við í orða- skiftinum í inginum. Eg haldi meg kortini vita, at tað snýr seg um loysing og alt hattar har, og eg vænti, at tað verður verri at búgva i Føroyum, um vit loysa. Um vit fáa loysing, veit eg ikki. Tað fer tíðin at visa. Mín stóða er kortini, at vit fara ikki at klára okkum, um vit loysa. Hvaðani skulu vit fáa pengarnar? Sjálvandi hevði tað ikki verið so galið, um vit kundu lyst, men vit klára tað ikki uttan Danmørk. Jú, kanska um vit finna olju Men sum nú er, átti livistóðið kanska at verði eitt sindur betur. Fólk skuldu havt meira pengar um hendi, haldi eg. Men aftur til åttiårini eiga vit á ongum sinni at fara. Hvussu vit sleppa undan slíkur skrædli aftur, veit eg ikki« Hjalti. Thomsen, Sumba Orðadrátturin á Tingi fyrradagin bendi ikki á stórar broytingar í flokkunum. Tað tykist, sum tað er hin sami orðavavsturin upp í saman. Eg haldi tað kortini vera áhugavert, at Sambandsflokkur- in sleppir sínum taki á ollum tí gamla. Hetta prógvar, at tað ikki slepst undan broytingum. Eg bæði vænti og vóni, at vit loysa, og eg bakki loysingar- fólkini upp av fullum huga. Vit eru oll fødd til frælsi, og tí átti ongin iva at verið um slíkan spurning millum fólk. Mathilda Múller, Porkeri >Alt ov lítið er upplýst um full- veldisætlanina. Vit áttu at fingið meira at vita um framtíðina. Eg havi lurtað eftir politikaru- num, og min nidurstøda er, at teir áttu at tosa saman, heldur enn rópt í høvdid á hvørjum øðrum. Sum nú er, líkist orða- skiftið mest valstríði. Eg vænti, at vit fara at loysa, men tað passar mær slett yvir høvur ikki væl. Vit eru ikki búgvin til loysing, tí spurning- urin um, hvor skal gjalda, ikki í nóg stóran mun er svaraður. Eitt dómi er sjúkrahúsverkið. Sum nú er, ber ikki til at rinda fólki løn, tí pengarnir skulu brúkast til okkurt annað. Tá vit hava funnið út av m.ø. hesum, kunnu vit fara víðari. Sjálvandi eitur loysnin, loysing, men vit eiga at vera fyrireikað til, at alt skal gjaldast úr einum kassa. Ein onnur fyritreyt er, at vit skifta nissurnar á tingi út< Orð: Høgni Mohr Myndir: Jens Kristian Vang