Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 16. oktober 1999 tíðindablaðið Síðsti seymurin settur í Fótbóltur: Avgerandi dysturin í Sumba verður síðsta ferðin, at Harry Benjaminsen hevur ábyrgd- ina av liðnum hjá leirvíkingum Seinnapartin í dag verður síðsta stríðið strítt heima á landi í fótbóltsárinum 1999. Sumba og LÍF skulu spæla 2. hálvleik í dupult uppgerðini, har 1. umfarið varð avgreitt í Leirvik síðsta leygardag. Leirvíkingar eru á odda 2-1, men teir eru greiðir yvir, at hetta nýtist ikki at vera mnøkur haldgóð leiðsla. Í fjør var stødan tann sama, tå teir fóru til Sumbiar, og tá teir fóru norðum um aftur, vóru teir framvegis 2. deildar- lið, tí Sumba heyði vunn- ið 2-0. Harry fyri síðstu ferð Áby rgdarmaður hjá L ÍF er Harry Benjaminsen, og uttan mun til hvussu tað gongst í dag, so ætlar LIF venjarin tey bæði seinastu árini ikki at vera venjari í Leirvík komandi ár: — — Nevndini hjá LÍF hevur fingið at vita, at eg haldi ikki, at eg havi meiri at geva liðnum, og at tað tí er skilagott hjá teimum at finna ein nýggjan venj- ara fyri at fáa nýggjan iblåstur. Eg vóni, at tað fer at eydnast at avlevera eitt 1. deildarlið, og eg haldi, at tað eigur at fara at bera til. Hann hevur boðað frá góðum líkindum, og tí hava leirvíkingar bíðað við at fara suður inntil í morgun. Eftir fótbólts- prátinum í Leirvík at dóma fara fitt av viðhalds- fólkum suður við LÍF. To- mek er leikbannaður, og Hjørleif Olsen er nýggjur maður í hópinum. jh Seyðaprátið er farið í skuggan Fótbóltur: Sumbingar hava ikki tapt á heimavelli síðani undan summar- steðginum, og teir halda seg eiga eitt lið, sum avgjørt hoyrir heima í bestu deildini Ofta verður tikið til, at um tú skalt vera væl fyri sum fótbóltsspælari, so skalt tú dríva á at venja og sam- stundis syrgja fyri at hvíla nógv. Í Sumba hava teir vant tríggjar ferðir í hesi vik- uni, men teir hava ikki havt stundir at hvíla. Meðan tað hevur verið ljóst, hava teir verið á fjalli, og um kveldarnar hava teir flett — tá teir ikki hava verið á Krossinum og vant. Hesa tíðina plagar mesta pråtid at snúgva seg um seyð og tað, sum hoyrir heystinum til, men í hesi vikuni hevur fót- bóltsprátið í Sumba kast- að skuggar yvir alt annað prát: — Spenningurin er so stórur, at tað kemur væl við, at avgerðin fellur í dag. Tað hevði ikki borið til við sovornum spenn- ingi millum bygdarfólki leingi afturat, staðfestir Jan Poulsen úr Sumba. Sumbingar eru fullir í | sjålvsåliti, og teir ivast | ikki i, at tað ber til hjá | teimum at endurvinna | plássið í 1. deild, og teir | halda seg hava eitt lið, | sum hoyrir heima í bestu og ikki næstbestu deild- ini: | — Vit hava ikki tapt á | heimavelli síðani 13. juni, tá KÍ vann 3-2. Eftir summarsteðgin hekk tað væl saman "hjá okkum, men tíverri vunnu vit ikki heimadystirnar, sum allir endaðu við javnleiki. At vit endadu å 9. plåssi, haldi eg var púra misvis- andi, tí eg rokni við, at liðið hjá okkum í seinnu helvt av kappingini var tað fimti ella sætti besta. Vit mistu ov nógv undan summarstegðinum, og tað | vísti seg vera torført at vinna tað innaftur, sigur Jan Poulsen.Í dag mugu vit vinna, og vit trúgva uppá, at tað ber til, sigur veteranurin í Sumba. Eingin sumbingur er leikbannaður, men tað er ivasamt, um toppskjúttin hjå teimum, Nebosja Vel- jikovic, fer at spæla vid. Hann fekk ein snudd i Leirvik, hann hevur ikki vant f vikuni, men teir vóna, at hann verður klår- ur i dag. Dysturin í Sumba verð- ur í góðum hondum. Nikl- as á Líðarenda fer longu | leiðina úr Gøtu og suður | á Krossin í Sumba at halda skil á. Upprunaliga | var Birgir Sondum settur | at dóma, men hann er | burturstaddur, og tí er | Niklas á Líðarenda biðin at fara til Suðuroyar — í | | bestu fjaltid! jh Sjónvarpið ikki við í Frændirsymfoniini Vánaliga fíggjarstóðan hjá SvF er nú beinleiðis orsøkin til, at tónleikaverkið sum Frændir og Føroya Symfoniorkestur fara at framfóra, ikki verður sent í SVF SVEINUR TRÓNDARSON beinleiðis Fyri ikki so langari tíð síð- ani varð almannakunngjørt,. at tónleikabólkurin Frændir og Føroya Symfoniorkestur arbeiða við eini stórari framførslu, sum skal verða í Norðurlandahúsinum 30. og 31. oktober. Upprunaliga var ætlanin, at frumframførslan skuldi sendast beinleidis i Utvarpi Føroya og i Sjónvarpinum, men hetta verður ikki so, tí SvF hevur nevniliga avgjørt ikki at senda frá »rokksym- fontini< Ivan Niclassen, stjóri á mentanardeildini hjá SVF, sigur við Sosialin, at tað eru peningarligar orsøkir til, at SvF ikki fer at senda frå framførsluni. Tiverri er figgjarliga stødan hjá SVF tann, at vit hava ongar møguleikar at senda frá tiltakinum. Fyri tað fyrsta krevur hetta til- takið stóra fyrireiking og tá sjálv framførslan er, skulu eini 15-17 fólk verða til ar- beiðis. Hetta ger. at tiltakið verður rættiliga kostnaðar- mikið fyri okkum, og tað hava vit tíverri ikki fíggj- arliga orku til íløtuni, sigur Ivan Niclasen. Hann leggur annars dent á, at samstarvið í fyrireik- ingarbólkinum hevur verið einastandandi gott, og at tað ikki eru tónleikararnir, sum eru orsøkin til, at fíggj- arliga orkan hjá SvF ikki røkkur. — Teir hava tvørturim6ti verið sera lagaligir vid SvF. Í grundini eiga teir at fáa eina ávísa samsýning fyri at vera við, men teir hava heldur sæð fyrimunin í at tiltakið verður sent ollum Føroyum, enn at hugsa um seg sjálvar, sigur Ivan Niclasen, sum ikki dylir fyri at hann er sera keddur av umstødunum. Avmarkad okkum sjålvi — Figgjarliga orkan ger ti- verri, at vit vera noydd til at halda okkum til tað fram- leiðslu. sum vit gera í SvF, og at vit tí mugu halda okk- um frå tiltøkum, sum vera uttanfyri húfið, sigur Ivan Niclasen, sum vísir á, at SvF eisini slepti ætlanunum um at senda konsertina við Aldubárini og Hanusi Joh- ansen fyri stuttum. — Orsøkin var tann sama, sum honm er nú, og vit mugu tíverri laga okkum eftir teimum figgjarligu, sigur Ívan Niclasen, sum kortini viðgongur, at júst tað at henda ætlanin verður slept avmarkar tey krøv, sum verða sett tekniska starvsfólkinum í SvF. — Tað sigur seg sjálvt, at vit missa eina vitan, sum vit bara fáa tá vit arbeiða við at gera slíkar sendingar. Tað er óheppið, og ger tað ikki líka áhugavert at arbeiða, sum um vit høvdu peng- arnar, sigur Ívan Niclasen. Fróði Vestergaard frá Smáligur fiskiskapur hjá tunfiskaskipunum Fiskiskapurin hjá tunfiskaskipunum er, hóast einki serligur, batnaður nak- að seinastu dagarnar SVEINUR TRÓNDARSON Tað hevur gingið heldur enn ikki striltið hjá tunfiskaskip- unum, sum royna sunnan- fyri Føroyar. Fiskiskapurin í ár hevur ikki verið nærtil so góður, sum hann var í fjør og í seinastu viku var veðrið heldur einki at reypa av. Teir seks tunfiskabátarnir - tríggir japanarar og tríggir føroyskir - fáa kortini mill- um eitt hålvt og eitt tons um dagin. ógva hvønn annan Okið, sum roynt verður á, liggur suður móti bretska markinum og er ikki so øgi- liga stórt. Hetta hevur við sær, at bátarnir órógva hvønn ann- an rættiliga nógv. Teir seta omanå hvønn annan við tí úrsliti, at reið- skapurin rekur saman. Umframt tað, so verða tunfiskabátarnir eisini 6- rógvaðir av fronskum trol- arum, sum royna á Wyville Thomson rygginum og har á leið. Tunfiskabátarnir royna at kæra sína neyð til Vaktar- og Bjargingartænastuna, men haðani hava teir fingið tey boð, at VÆB einki kann gera, tí økid liggur í gráu sonini, frættir Sosialurin frá tunfiskaskipunum. Norðurlandahúsinum, sigur at tey eisini eru sera kedd av, at SvF nú ikki fer at senda frá tiltakinum. — Vit høvdu glett okkum til, at bæði UF og SvF fóru at senda, ti so fekk alt Før- oya fólk gleði av tiltakinum bæði gjøgnum oyru og gjógnum eygu . Nú mugu tey noyðast við at hoyra tað í útvarpinum, sigur Fróði Vestergaard, sum leggur aft- urat, atøll atgongumerkini til 30. eru útseld, meðan nøkur fá eru eftir til 31. okt- ober. Hann væntar kortini at tað verður útselt tá til stykkis kemur. NOA NOA NOA NÅ - BUNDNAVØRUR - LEDURJAKKAR - ULLINTIR JAKKAR - JAKKASETT - KJÓLAR - T-SHIRTS - BLUSIR SILKI FRÅ TONE BARKER TOPPAR, BLUSIR, NIDURDEILAR, SJÅL Tréndargøtu tlf. 318200