leygardagur 16. oktober 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 197 - 16. oktober 1999
Helst fleiri pengar til
Klaksvíkar Sjúkrahús
Ki AKSVIK
N
rv r tand
roimgar Stangca
saman
maður um Klaks
víkar Sjúkrahús - frá
sum et
ålitis
tolk: til ingmenn og lands
ja entå til løg
var avgjørda
fatanin eftir fundin å Klaks
vikar Sjúkrahúsi hoskvøld
ið. Tá høvdu deildarleidarar,
álitisfólk og leiðsla á sjúkr
ahúsinum sett tingmonnum
og landsstýrismonnum úr
Norðoyggjum stevnu at um
røda lækkadu jåttanina til
Klaksvíkar Sjúkrahús. Eis-
ini Helena Dam á Neystabø,
landsstyriskvinna var vid å
fundinum
Men eins avgjørdir norð-
oyingar vóru í síni søk at
hækka játtanina til Klaks-
vikar Sjúkrahús, eins stødu-
stýrismenn
føst var landsstýriskvinnan
í heilsumálum. Hon stóð við
avgerð sína at lækka játt-
anina til Klaksvíkar Sjúkr-
ahús. Hóast hon ikki longur
hevur nakra ávirkan á fíggj
arlógaruppskotið, tí tað er
farið í løgtingid, so fyrdi
Helena Dam á Neystabø
kortini ikki fyri enn einaferð
at grundgeva fyri, hví hon
heyði lækkað játtanina til
Klaskvíkar Sjúkrahús.
- Hetta skal ikki uppfatast
sum nakað illvilji móti
Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við
tí figgjarkarmi eg havi fing-
ið at ráða yvir, havi eg av-
gjørt at prioritera ødrvisi, og
í hesum sambandi havi eg
upprioriterað serstovnaøk-
ið, almannagkið og eldra-
økid sum heild segði lands-
stýriskvinnan og vísti á, at
sammett við okkara grann-
alond er eldraðkið ógvuliga
nógv afturúrsiglt, meðan
stødan á sjúkrahúsókinum
er nøkunlunda tann sama
sum í øðrum londum.
Hvat viðvíkur framtíðini
so metti landsstyriskvinnan,
at brúk er fyri stórri sam-
skifti og samstarvi á sjúkr-
ahusøkinum, soleiðis at vit
m.a kunnu beina burtur tær
yvirlappandi funktiónirnar,
sum eru í dag.
Helena Dam á Neystabø
nevndi eisini, at hóast út-
reiðslurnar til heilsuverkið
eru hækkaðar, so eru vit
framvegis eftirbátar á fleiri
týðandi økjum, eitt nú innan
rehabilitering av rørslutarn-
aðum, bæði børnum, ung-
um og gomlum.
Samd
- Ikki færri enn fýra ting-
menn, tveir landsstýris-
menn og løgmaður vórðu
við á fundinum saman við
umboð fyri Klaksvíkar
Sjúkrahús. Nidurstødan hjá
bæði tingfólki og landsstýr
isfólkum var tann, at heils
umálaráðharrin heyði verið
óheppin við síni umpriori-
tering og mæltu til at lata
Klaksvíkar Sjúkrahúsi ta
neyðugu játtanina. Jógvan
við Keldu, tingmaður metti
málið nógv álvarsligari og
av stórri prinsipiellum týdn-
ingi enn bert at fevna um
verandi fíggjarlógarupp-
skot. Hann vísti á, at Lands-
sjúkrahúsið fær nógv størri
vælvild frá játtandi mynd-
ugleikunum enn Klaksvíkar
Sjúkrahús. Hetta vildi hann
hava broytt.
Nidurstødan av fundinum
var greið: tingfólkini fyri
Á
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri lurtar áhug-
adur, meðan Vilhelm Jo-
hannesen, løgmadur og
Eyðun Elltór kjakast á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
gjårandttina
Nordoyggjar fara at hækka
jåttanina aftur til Klaksvikar
Sjúkrahús. Vilhelm Johann-
essen segði bart út, at hann
umhugsaði at leggja upp-
skot fyri tingið at seta av 3
mill. kr. aftrat til Klaksvíkar
Sjúkrahús. Hetta m.a. tí, at
sjúkrahúsið hevði ikki fing-
ið dispensation fyri lønar-
hækkingarnar eins og hini
sjúkrahúsini. Tingmaðurin
helt, at hesin peningurin
kundi væl takast av tí yvir-
skoti uppá 331 mill., sum
er roknað við á fíggjarlóg-
ini. Karsten Hansen, fíggj-
armálaráðharri, sum eisini
var við á fundinum, segði,
at hann fór ikki at leggja seg
út í, hvussu heilsumálaráð-
harrin disponeraði, men
persónliga hevði hann borið
seg ødrvisi at, um hann sat
í hennara stað. Hann metti
tað annars ikki rætt at broyta
verandi fíggjarkarm, tvs.
heldur ikki at fara eftir teim-
um trimum milliónunum,
sum Vilhelm Johannesen
fór at skjóta upp, av yvir-
skotinum. Tá máttu peng-
arnir so heldur finnast innan
verandi karmar.
Stendur við sítt
Helena Dam á Neystabø
sigur í eini viðmerking eftir
fundin í Klaksvík, at hon
stendur fast við sítt. Hon
heldur framvegis, at tað er
eingin grundgeving fyri, at
Klakarvíkar Sjúkrahús skal
liggja á einum hægri stødi
enn Suðuroyar Sjúkrahús. -
Eg kann heldur ikki góð-
taka, at ein meirjáttan til
Klaksvíkar Sjúkrahús verð-
ur tikin av játtanini til heils-
umálini sigur hon men hev-
ur annars onga viðmerking
í løtuni til, hverjar avleið-
ingar tað fær, um tingmenn
kortini
henni.
Uppá fyrispurning um vit
skulu hava trý sjúkrahús í
Føroyum framhaldandi sig
ur landsstyriskvinnan, at
hetta sigur verandi lóg jú.
og heldur hon eisini, at vit
skulu varðveita hesi sjúki
ahús, soleiðis at trygdin
verður so góð sum tilber
Men samtíðis mælir hon til
umstruktureringar. Og hetta
er nakað hon fer at arbeiða
meira við, tá vit koma inn í
næstu øld. Og her vónar hon
at fåa ta neydugu fakligu
hjálpina frå leiðslunum á
øllum trimum sjúkrahúsu-
num. Eitt nú hevur hon tørv
á haldgóðum hagtalstilfari,
nakað, sum trot er á í dag,
og sum ger tað so torført at
fáa stungið ut í kortið ein
framtíðar sjukrahuspolitikk,
sum byggir á bæði trygdina
hjá sjúklingunum men so
sanniliga eisini, hvussu
strukturerað og harvið eisini
prioriterað verður. Broyttir
og avmarkaðir fíggjarkarm-
ar fyri heilsuøkid í framtíð-
ini fara at seta nýggj krøv
til øll tey, sum skulu standa
fyri og skipa eitt nú sjúkr-
ahúsverkið leggur Helena
Dam á Neystabø aftrat.
Jákup Petersen, yvirlækni
á Landssjúkrahúsinum var
eisini við á fundinum. Hann
metti tað vera skeivt at nið-
urleggja størv á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, tí hetta var eitt
vælvirkandi sjúkrahús. í
sama viðfangi nevndi hann
eisini, at stødan á Lands-
sjúkrahúsinum er út av lagi
vánalig. Yvirlæknin metti
tað vera óheppið, at heilsu-
málaráðharrin var komin
við niðurskurði á Klaksvík-
ar Sjukrahusi júst nú starv-
stolk og onnur á fagligum
stødi vóru farin undir at tosa
um, hvussu tey trý sjúkra-
húsini best kunnu virka
saman sum ein felags eind
til frama fyri allar brúkarar.
Hann legði dent á, at enda-
málið við fundinum var at
kunna politikararnar um, at
her er talan um eitt gott
sjúkrahús, sum ikki hevur
brúk fyri niðurskurðum. -
Tó vóna vit, at politikararnir
taka hetta til eftirtektar og
hækka játtanina aftur til
sjúkrahúsið.
krevja hetta av