leygardagur 16. oktober 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ES
Um lív og
heilsa verður
Hetta er fjórða samrødan í greinarød í Sosi-
har prátað verður við eldri fólk í
sambandi við. at altjóða eldraár er í ár.
Í nógvum londum rundar fimti hvor íbúgvi
60 ár ella meira um aldaskifti, siga vísinda-
tolk. Oftari nú enn fyrr verða tey eldru um-
rødd sum eitt samfelagslig vandamál. ið fer
at vaksa og vaksa. At fólk sjálv kunnu hava
ávirkan á sína framtíð, er nakað vit kunnu
vond.
Í greinarødini tosa vit við fólk um, hverja
hugmynd hvør einstakur hevur um nútíðina
og framtíðina. Hetta hóast eingin okkara veit,
nær sólin fer í kav og vit ikki eru her longur.
I rødini hava samrødur verið við Onnu
Petersen i Vågi, Sverra Egholm f Havn, og
Jóhonnu Johannesen í Vestmanna. Í næstu
viku verður samrøda við Edith í Jákupsstovu
í Havn.
kennir hann
lun á gerandisdegnum
nu og fyrr
Jógvan Gerðalíð var borin til
garð í Klaksvík. og hetta tók
hann í stórum álvara. Hann fóru
sum 16 ára gamal til Danmarkar
fur
fyn at fåa kunnleika og vitan um
arðarbrúk og bóndalív Niðri. Tá
eyði in longu funnið út av,
at sj var einki fyri hann
Ég var ringur av sjóverki og
hevði í grundini betri hug til
arðarbrúk, men kanska så eg
nakað stórri í tí, at eg var borin
til ein garð, enn tað í
veruleikanum var, sigur Jógvan
Gerðalíð
Hann arbeiddi á ymsum
bondagørdum á bæði Jútlandi og
Sællandi, og hann gekk á
landbúnaðarskúla í Dalum á
Fjóni, áðrenn hann kom
heimaftur fýra ár seinni, í 1937.
- Aðrenn eg kom heim,
hugsaði eg nógv um at keypa
garð Niðri og verða verandi har.
Eg hevði verið ein fittan part av
minum livi i Danmark, og eg
var eitt sindur danskur.
Garðarnir vóru biligir, og eg
hevði fingið ein, um eg legði í,
men tað bleiv ikki til nakað.
Ístaðin kom Jógvan Gerðalíð
r ul Klaksvíkar, og har
hevði hann ætlanir um at liva av
jarðarbrúki. Hann tosaði við
aðrar bøndur um at leggja bein
saman, men teir vóru ikki so
heitir fyri ti
Jógvan hevði eitt stórt eki
norðan fyri husini norði á
Eiði, sum tað var rópt — og har
kundi Jógvan fingið fóður til
einar 3-4 kýr afturat teimum
seks, um hann hevdi. Men tå
hann var farin at velta, var latið
burtur av hansara jørð sum
var kongs — til grundstykki, og
tað gjørdist ein vend i
bóndalívinum hjá Jógvani.
- Vit mótmæltu harðliga, at
grundstykki vóru latin av tí, ið
velt var, men tað hjálpti einki,
og tá kastaði eg frá mær. Eg
blakaði bæði haka og spaka, og
tað liggur vist har norðuri enn,
heldur Jógvan Gerðalíð
skemtandi fyri, og hann fór við
ringum tannabiti at finna sær
annað arbeiði.
- Eg haldi, at Landbrugsrádet,
sum tað æt tá, kundi hugsað sum
so, at her er ein maður, sum
hevur víst, at hann vil nakað við
garðinum. Hann hevur brúkt
fýra ár av bestu lærutíð síni til
hetta verk, og tí eigur hann at
fáa møguleikan. Men tað var
vist ikki í réttum tíma, at eg
kom heimaftur.
- Tá sóu vit ikki fyri okkum,
at Klaksvíkin fór at vaksa so
nógv. Alt tað økid, sum eg hevði
sett mær fyri at velta, fór til
grundstykki, so tað var kanska
gott tað sama, at eg gavst
beinanvegin við jarðarbrúki
burturav.
- Eg havi einki ímóti akademikarugi, megttað ber
til at hava høvdid fult av kunnlei
nakar vísdómur aftanfyri.
„uttaf at tað er
- Eg havi altíð okkurt at takast við, og ofta eru dagarnir ov stuttir, sigur 83 ára gamli Jógvan Gerðalíð
Tey gomlu skulu h
Meguleikar í jarðarbrúki
Jógvan Gerðalíð gjørdist ístaðin
arbeiðstakari. Hann arbeiddi í 12
ár hjá Landsverkfrødinginum,
nøkur år sum formaður, og hann
hevði byggifelagið Bergmál
saman við Dávi Jacobsen í fleiri
enn 20 ár.
- Men tað gekk drúgv tíð,
áðrenn eg fekk hugin til jarðar-
brúk úr blóðinum. Tá eg fór til
Danmarkar sum 16 ára gamal,
var tað tí, at eg trúði uppá eina
framtíð innan jarðarbrúk. Eg
angri ikki, at eg fór til
Danmarkar, tí tey árini fóru ikki
til spillis, men tað var nokk so
beiskt at viðurkenna, at tað bar
ikki til við jarðarbrúki í
Klaksvík.
Jógvan Gerðalíð hevur verið
við til fleiri stórarbeiði í
Norðoyggjum. Hann var
formaður í arbeiðnum at gera
vegin til Viðareiðis, og hann
hann var eisini við formaður, tá
byrgingarnar vóru gjørdar um
Hvannasund og Haraldsund.
Men hann hevur framvegis
hjartað fyri jarðarbrúkinum.
- Tað eru stórir møguleikar
fyri jarðarbrúki í Føroyum, men
ikki millum fjøllini her í Klaks-
vík. Á Eysturoynni, Streym-
oynni, Vágoynni og Sandoynni
eru nógv stór gki, sum kundu
verið dyrkað við maskinum,
%
% de
S$%3å ét på
> x på
ava tað gott
Tey gomlu hava tað í nógvar mátar betri í dag enn rr. Tey sita heit og verða passað, men er tað so, at
tað eru summi, sum ikki hava tað gott og sum eru sloymd, so er tað ein skomm fyri okkum, heldur
Jógvan Gerðalíð í Klaksvík
men vit hava ikki sæð stóru
møguleikarnar, sum eru í
jarðarbrúki í Føroyum.
- Høvdu vit, tá vit bygdu
trolarar fyri 100 milliónir
krónur, lagt einar 100 ella 200
milliónir í jarðarbrúk, so høvdu
vit havt ómetaliga stór virði,
sum høvdu verið liggjandi i
landinum.
Jógvan Gerðalíð heldur, at
útjaðarin hevði havt gott av ti,
um garðar vóru lagdir saman, so
at tey, sum fegin vilja seta seg
niður á oyggjum sum Svínoy og
Fugloy, kundu liva av
jarðarbrúki.
- Um tjóðskaparkenslan og —andin
Yrkjari og upptøkumadur
Jógvan Gerðalíð hevur ongantíð
verið bóndi ella arbeiðstakari
burturav. Hann hevur tikist við
at yrkja, hann hevur verið í
sangkóri, og hann hevur tikið
tónleik upp.
Hann hevur altíð havt tætt
samband við samkomuna í
Betesda, og har hevur hann havt
sín leiklut. Hann hjálpti
kórleiðaranum, og á uttan-
landsferðum plagdi hann altíð at
verða ferðaleiðari. Hann var
sunnudagsskúlalærari, og
framvegis kemur hann nógv í
|
djúpari enn hasa milliardina frá'Danmárk, so er
nokk best at vit gloyma alt um loysning.
Betesda.
- Mær dåmar væl at vera
millum ungdóm, ungdómurin er
jú framtíðin, og kann man hjálpa
har, so er tað fínt, men kanska er
tað ilt hjá okkum gomlu at
síggja, nær vit eru ein hjálp hjá
teimum ungu, og nær vit eru ein
forðan, heldur hann.
Jógvan Gerðalíð hevur yrkt
nógvar sangir til fødingardagar
og brúdleyp, og hann hevur
eisini yrkt fosturlands- og
lovsangir.
Vit hava havt ein hús eysturi í
Barmi, og har hevur altíð ligið
ein gestabók. Har skrivaði eg
onkuntíð onkra stutta yrking í,
og tað var onkur, sum hevur sæð
hesar yrkingar, sum av fyrstan
tíð bað meg gera ein sang til eitt
serligt høvi, greiðir Jógvan
Gerðalíð frá.
- Konan hevur nógvar
yrkingar hjá mær í ringbindum,
og tað er stuttligt at hyggja í tey
av og á.
Eftir fyrstu uttanlandsferðina
hjá manskórinum í Danmark í
1946, tá teir eisini tóku plátu
upp, fingu Jógvan og aðrir blóð
á tonna fyri at taka upp. Í 1948
keyptu teir tvey upptøkut6l til at
taka upp á lakkplátir, og tað var
nógv brúkt næstu árini, serliga
fram til miðskeiðis í 50'unum.
Millum menninar, sum vóru upp
í upptøkuvirkseminum vóru
Jógvan Gerðalíð, Theodor við
Keldu og Líggjas á Váli.
- Vit tóku nógv upp. Ofta vóru
tað fólk, sum komu inn at taka
upp á eina plátu. Tað gekk ofta
illa at halda tann støduga hitan,
sum skuldi til, og tað kom meira
enn so fyri, at lakkpláturnar
fóru, meðan vit tóku upp.
- Nú er øll slík útgerð so nógv
minni og kann so nógv meira.
Okkara upptøkut6l vigaðu eini
50 kilo, og nú fáast
bandupptakarar, sum eru lítið
stórri enn ein svávuldós.
Nøgdsemi og sparsemi
Menningin innan oll hugsandi
øki hevur verið stór í hesi øldini,
og tað tykist sum ferðin veksur
heldur enn nakað annað.
- Í mínari tíð er hendur ein
ómetaligur framburður á øllum
økjum. Tað hevur virkað nokk
so natúrligt hjá mær, men eg
klári bara ikki at fylgja við. Eg
havi eina teldu, sum eg brúki í
løtuni, men eg havi skilt, at hon
ikki rættiliga stendur måt vid tær
nyggju teldurnar i dag, sigur
Jógvan Gerðalíð.
- Teldur, sum vóru góðar fyri
bara nøkrum fáum árum síðani,
kunnu ikki brúkast í dag, og
hóast tað ber til at fegnast um
slíkan framburð, so er tað eisini
ein trupulleiki, at tað verður so
nógv burturkast.
- Nútíðin er nógv broytt, síð-
ani eg var ungur, og tað er so
nógv sum er vorðið so nógv
betur. Tað er eitt orð í Bíbliuni,
sum sigur, at saman við nøgd-
semi er Gudsótti stórur vinn-
ingur. Vit hava jú einki havt við
okkum inn í heimin, og tað er
opinbart, at vit heldur einki
kunnu hava við okkum út hið-
- Tað er týdningarmikið, at bórnini fáa góða barlas
úr heiminum. úr skúlanum og annars úr teirra nær-
umhvørvi, tí tað er tað. sum meira enn annað hevur
týdning restina av av lívinum
ani. Nei. tá t hava 1960
klæði skuli rt hald
MIKIð
Joevan Gerð } |
gomlu uðina
er tað nog
til spillis, alt varð brúkt. nú
standa stórar yvirskriftir í bløð
unum um, at brennistødirnar
ikki klára at brenna alt ruskið
Men er tað rusk? Er tað ikki
óslitin klæði. matur og tilfar
sum vit ikki hava stundir at taka
upp. spyr Jógvan Gerðalíð
Handlar keypa ikki skinn av
seyði, tað verður koyrt á brenni
stødirnar, sum ikki klára at
brenna tað. Skinn og ull kunnu
klæða alt Føroya fólk, men vit
keypa heldur klæði úr útlondum.
sum eftir nakrar mánaðir verða
koyrd á brennistødirnar, sum
ikki klára at brenna alt ruskið
Tað er eitt ødiligt oyslusemi í
fólki, heldur hann
Ikki bara milliardin
Tvey av teimum stóru málunum
sum ganga altur og aftur, og
sum hava nógv við framtíðina
her á oyggjunum at gera, eru
oljuvinnan og loysingin
- Eg stúri ikki fyri tí, um vit
taka loysing. Fyri nøkrum árum
síðani vóru vit púra paff, tá vit
fingu at vita, at vit skyldaðu
triggjar milliardir. Bara nakrar
vikur seinni skyldaðu vit seks
milliardir, og skuldin vaks til 9
milliardir. Men nú ein dagin bar
til at frætta, at vit skylda ongar
pengar. Eg sigi ikki, at vit skulu
taka loysing, men eftir at vit eru
komin burtur ur slíkari skuld,
dugi eg ikki at síggja, hví vit
ikki skulu kunna sleppa einari
milliard úr Danmark, um tað er
ein milliard, tá tað saman um
kemur, heldur Jógvan Gerðalíð.
- Um tjóðskaparkenslan og —
andin ikki stinga djúpar: enn
hasa milliardina frá Danmark, so
er nokk best, at vit gloyma alt
um loysing. Onkur hevur ført
fram, at vit fara 20% aftur í
livistødi, um vit taka loysing,
men fyri mær er tað eingin
trupulleiki, at livistødi í
Føroyum lækkar 20%.
- Eg haldi ikki, at tað sømir
seg fyri eitt so rikt land sum
Føroyar at taka ímóti olmussu.
Eisini er tað eyðmýkjandi hvørja
ferð, tú ferðast í Danmark og
viðurskifti okkara koma upp á
tal, at hoyra, at danski
skattaborgarin skal gjalda fyri
okkara ódugnaskap.
- Tað verður so nógv tosað um
húðaskógvamentan, og eg veit
væl, hvat tað meinast við, men
eg haldi ikki, at vit skulu
vanvirða gomlu mentanina, tað
fer bara at koma okkum aftur
um brekku. Teir gomlu høvdu
eina mentan, sum vit eiga at
virða ógvuliga høgt, hóast teir
gingu í koti og húðaskóm. Eg
havi einki ímóti akademikarum,
men tað ber til at hava høvdid
Barlastin hevur tydning
ein IKKI I 1
ella brekað. Meg eg tvi
eiga at gera mel Íyri tey
gomlu, sum ikki hava tað sc
rott
Tey gomlu hava tað í nógvar
mátar betri nú enn fyrr. Tey sita
heit og verða passað, men er tað
50, at tað eru summi. sum ikki
hava tað gott og sum eru
gloymd, so er tað ein skomm
fyri okkum. heldur Jógvan
Gerðalíð
Sum heild er tað neyvan ei
land í øllum heiminum.
hava tað so gott. sum vit hava
tað her i Foroyum
I:
Hóast Jógvan Gerðalíð
KOMIN upp 1 árini, Kennir han
gerandisdegnum
ongan mun å i
nu og í teimum yngru arunum
Tå tú altíð hevur verið
frískur og hevur havt tað gott
ber tað illa til at ímynda tær
støðuna hjá teimum. sum eru
sjúk. Broytingin hjá mær er
komin so líðandi. men hóast
gravirnar eru breiðari at leypa
upp, og steinar eru hægri at fara
upp um, so kenni eg ongan mun
á gerandisdegnum nú og fyrr
Jógvan Gerðalíð hevur altíð
búð í Klaksvík, men hann hevur
havt eyguni vend út í heimin
Hann hevur ferðast í ymsum
londum, og sum radioamatørur
hevur hann havt samskifti við
fólk nógva staðni í heiminum. I
síðstu viku hevði hann vitjan av
tyskum hjånum, sum hann hevur
havt samskifti við í nógv ár
Sambandið millum Føroyar og
útheimin er kollvelt í livitidini
hjá Jógvani Gerðalíð. Frá fáum
og longum ferðum við
ferðamannaskipi til nærmastu
grannalond, er samband nú
dagliga loftvegis. Satellitrásirnar
troka seg inn í hverja stovu,
internetið kemur í fleiri og fleiri
heim. og alla staðni eru
útlendska árin at hóma.
Men Jógvan Gerðalíð stúrir
ikki fyri føroysku mentanini og
samleikanum í nýggja heim-
inum.
- Tað er týdningarmikið, at
børnini fáa góða barlast úr
heiminum, úr skúlanum og
annars úr teirra nærumhvørvi, tí
tað er tað, sum meira enn annað
hevur týdning restina av av
lívinum, heldur hann.