leygardagur 16. oktober 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 197 — 16. oktober 1999
Kári Durhuus fær eina viðmerking frá Kirsten Jacobsen, litrík-
asta politikaranum á Christiansborg
heima í Føroyum, fer innslagið við
Poul Nyrup Rasmussen — við
ISDN-linjuni, av redaksjónini á
Ríðibananum á Christiansborg, og
norður í hav. Tað eydnaðist sostatt
teimum báðum á Føroysku Tíð-
indastovuni at fáa alt heim til tíð-
ina. Eina ferð enn. Og uttan at
nakar lurtari heyði minsta varhug-
an av, at tað var við tógvið stríð.
Kári Durhuus reisist frá lestrar-
borðinum, turkar sveittan av pann-
uni, og sessast aftur so tungan
aftan vert skrivaraborðið:
"Hetta verður ein minniligur
dagur", letur í honum.
Spennandi umhvørvi
Tað var longu meðan teir báðir
gingu á journalistaháskúla í År-
hus, at teir spældu sær við tankan,
at seta á stovn egna tíðindastovu í
Danmark. Og hon skuldi halda til
á Christiansborg. Teir vistu, at
fleiri donsk blød, tidindablød og
fakblød, høvdu smærri redaksjón-
ir á Christiansborg. Teir vistu eis-
ini, at Grønlandsposturin helt til á
Christiansborg.
- Vit gjørdu tí av at kanna møgu-
leikan fyri føroyskari umboðan
millum journalistarnar, sum dag-
liga siga frá gongdini á fólkatingi
og í stjórnini. Og tað eydnaðist,
greiða Kári Durhuus og Per Høj-
gaard frá.
Í dag hava teir atgongd til skriv-
stovuna á Christiansborg alt sam-
døgrid. Teir hava atgongd til stórt-
sæð somu hentleikar, sum fólka-
tingslimirnir hava. Til dømis
kunnu teir brúka stóra bókasavnið
á borgini. Hava teir brúk fyri at
leita okkurt fram, kunnu teir seta
ein av bókavørðunum í gongd at
leita. so verður arbeiðið gjørt fyri
teir.
- Vit fáa eisini allan post, te.
tíðindaskriv, lógaruppskot og líkn-
andi, sum viðkoma fólkatinginum,
so hvert tey síggja dagsins ljós.
So vit byrja hvønn morgun við at
lesa postin, sigur Per Højgaard.
Teimum dåmar eisini væl um-
hvørvid á Christiansborg, sum teir
halda vera bæði ødrvisi og spenn-
andi.
- Tú livir tætt upp at politikar-
unum í gerandisdegnum. og teir
upp at tær. Av tí sama fært tú eitt
óvanliga gott og tætt samstarv við
politikararnar. Og hetta, at journ-
alistar liva so tætt upp at politisku
myndugleikunum ger ivaleyst eis-
ini sítt til at styrkja fólkaræðið.
Tað er jú heilt óvanligt aðrastaðni,
at fjølmiðlarnir dagliga arbeiða so
tætt saman við landsins politikar-
um. Aðrastaðni rópa tey hetta
”Christiansborg-effektin”.
Teir báðir visa kortini á, at tað
kann eisini verða ov mikið av tí
góða. Tað ganga nakrir journal-
istar á Christiansborg, sum hava
Mynd: Grækaris D. Magnussen
arbeitt har í mong harrans ár. Og
tá kann tað vera torført at síggja,
hvor teirra er journalistur og hvor
er politikari.
- Karmarnir, arkitektururin er
eisini spennandi. Her eru nógv
spennandi hóli, t.d. hevur drotn-
ingin móttøkuhóli á Christians-
borg. Og so er forsætismálaráðið
bygt saman við Christiansborg,
soleiðis at til ber at ganga inn at
heilsa upp á forsætirráðharran, utt-
an at fara útum, vísir Per Højgaard
á. ,
I kjallarahæddini undir Ríði-
bananum er stallurin, sum hýsir
rossum og karetum hjá kongshús-
inum. Og lívgardin hjá drotningini
er ongin ókend sjón kring Christi-
ansborg.
- Onkuntíð, tá tú kemur í prát
við ein dana úti í býnum, og hann
frættir, hvar eg arbeiði, kann hann
hyggja upp á meg og siga: "Det
lyder skam spændende. Der har
jeg aldrig været", flennir Kári
Durhuus.
Hendingaríkar letur
Arbeiðið, teir á Føroysku Tíðinda-
stovuni gera, er fyrst fremst journ-
alistiskt arbeiði fyri Útvarp Før-
oya. Og í hesum arbeiði hava teir
havt nógvar hendingaríkar løtur.
Ein løta, teir báðir minnast ser-
liga væl, var tá Ivar Hansen varð
valdur til fólkatingsformann við
lutakasti. Tað var rættiliga spenn-
andi. og hýrurin á fólki var eisini
heilt serligur tann dagin.
- Urslitið av seinasta fólkatings-
vali var eisini nakað heilt serligt.
Vit sótu á redaksjónini og fylgdu
við, og vit løgdu til merkis, at TV2
alla tíðina var ein hálvan tíma
aftan fyri Danmarks Radio. Dan-
marks Radio fekk føroysku úrslit-
ini frá Utvarpi Føroya, meðan
TV2 fekk urslitini frá SVF. Og
Útvarpið hevði endaliga úrslitið í
Føroyum umleið hálvan tíma áðr-
enn Sjónvarpið. Danmarks Radio
visti so at siga, at Jóannes Eides-
gaard varð valdur saman vid Ola
Breckmann, meðan TV2 vildi
verða við, at uppteljingin var ikki
heilt liðug.
- Tá gekk táverandi næstfor-
maðurin í Vinstra, Anders Fogh
Rasmussen, sum í dag er formaður
í flokkinum. inn til okkara at
spyrja um úrslitið. Og úrslitið var
jú avgerandi fyri, um Uffe Elle-
man-Jensen kundi gerast næsti
forsætisráðharrin í Danmark,
greiða teir frá.
Tá Kári Durhuus og Per Høj-
gaard bóðu Uffa Elleman-Jensen
um eina viðmerking seinni um
kvøldid, tá úrslitið var greitt, heitti
hann á teir um at telja "ordiliga"
upp. Og so legði hann skemtandi
aftrat:
"Kanska liggur eitt ílat við at-
2
kvødum eftir onkunstaðni í Fugla-
firði, sum ikki eru taldar við enn”.
Danski forsætisráðharrin við-
gekk eisini nakrar mánaðir seinni,
at valkvøldid vid avgerandi
atkvødunum úr Føroyum, var ein
”gysari av eini aðrari verð“.
Nelson Mandela
Kári Durhuus og Per Højgaard
hava eisini havt aðrar áhugaverdar
og spennandi løtur í arbeiði sínum.
Teir nevna millum annað dystin
millum Poul Nyrup Rasmussen og
Jóannes Eidesgaard eftir fólka
tingsvalið. Teir báðir javnaðarfor
menn-inir skuldu gera upp. og
spenningurin í Føroyum var stór
ur
- Men tann dagin, tå suðurafrik-
anska reystmennið Nelson Man-
dela vitjaði í Keypmannahavn.
gloymi eg ongantíð. At síggja
hendan sterka mannin, sum hevur
sitið fongslaður stóran part av lív-
inum, men sum ikki sær út at bera
agg, og sum hevur havt so nógv
gott at geva øðrum, eftir at hann
varð latin leysur; ja, tað er fan-
tastiskt, heldur Kári Durhuus.
Kirsten Jacobsen
og Robin Hood
Hesa tíðina, Per Højgaard og Kári
Durhuus hava starvast á Christi-
ansborg, eru teir komnir at kenna
fleiri politikarar heilt væl. Mesta
sambandið hava teir havt við Piu
Larsen, í flokkinum Vinstra, Poul
Nyrup Rasmussen, forsætisráð-
harra, og leiðaran í Framburðs-
flokkinum, Kirsten Jacobsen. Og
avgjørt litrikasta politikaran á
Fólkatingi halda teir báðir vera
Kirsten Jacobsen.
- Kirsten Jacobsen er ein pol-
itikari, sum í eini handavending
kann banka eitt kjak upp í ting-
salinum. Hon setur seg altíð av-
bera væl inn í ymsu málini á tingi,
og aðrir politikarar hava stóra
virðing fyri henni. Og í veruleik-
anum er hon eitt fólk, sum tú bara
kanst hava virðing fyri, tá tú kenn-
ir hana. Ikki minst eftir at hava
lisið bókina "Um Kirsten”, eru teir
báðir samdir um.
Teir vísa á, at hon millum annað
hevur avdúkað figgjargølur sum
fåur, og á tí økinum er hon suve-
ren. Hon er eisini ein politikari,
sum tosar nógv við "mannin á
gøtuni”.
15
Per Højgaard tosar við Frank Aaen úr Eindarlistanum. Aftan-
vert í miðjuni stendur Kári Durhuus
- Hon er í veruleikanum eitt slag
av Robin Hood, heldur Per Høj-
gaard.
Onkrari skemtiligari hending
hava teir eisini verið úti fyri á
Christiansborg. Ein dagin, stutt
eftir at teir vóru byrjaðir við Før-
oysku Tidindastovuni, og útgerðin
fylti nógvar ferðir meira enn í dag.
skuldu teir senda beinleiðis út
tinginum. Einasta, teir kundu gera.
var at fara inn í eina lítla telefon-
boks, ið stendur beint uttan fyri
sjálvan tingsalin.
- Tað var áðrenn vit fingu digi-
talu útgerðina, vit arbeiða við í
dag. Telefonboksin er rættiliga lítil
valla pláss fyri meira enn ein-
um fólki undir vanligum umstød-
um. Men vit høvdu fyrst ein stóran
spolabandupptakara, eitt stórt tól,
at senda heim við (eina reporto-
fon), fleiri kåplar, - og so vit báðir.
Vit sótu næstan oman á hverjum
øðrum.
- Ein lítil rútur er í sjálvari hurð-
ini inn til telefonboksina. Og júst
tå vit vóru lidnir at senda heim til
Útvarpið, síggja vit eyguni í Poul
Nyrup Rasmussen, sum forvitin
hyggur inn gjøgnum rútin. Hann
letur hurðina upp. og skal spyrja
okkum, hvat tað er, ið hendir inn í
boksini. Men plássið var so lítið,
at tá forsætisráðharrin letur hurð-
ina upp. meira ella minni bólta
vit fyri føturnar á honum. Tað var
ein stuttlig løta, halda teir báðir
skemtandi fyri.
Mynd: Grækaris D. Magnussen
Víðka virksemið
Umframt arbeiðið fyri Útvarp Før
oya, hava Per Højgaard og Kári
Durhuus eisini gjørt annað ar-
beiði. Teir hava millum annað
gjørt eitt álit fyri Føroya landsstýri
um kunningarpolitikkin hjá al-
mennu fyrisitingini. Og nú fer
Føroyska Tíðindastovan at økja
virksemið.
Í næstum fara teir at bjóða virkj-
um. feløgum og einstaklingum
ráðgeving í førum. har journa-
listiska fakið kann koma væl við.
Tað kann verða at orða tíðinda-
skriv og ráðgeving í skrivligum
tilfari sum heild. Teir fara at bjóða
skeið í viðurskiftum. ið hava við
fjølmiðlar at gera. Hvussu orðar
tú teg t.d. stutt og greitt til loft-
miðlarnar?
Klokkan er nú vorðin 16.00, og
føroysku journalistarnir á Christi-
ansborg skulu aftur í eldin.
- Vit skulu hava viðmerking frá
føroysku fólkatingslimunum og
løgmanni til tað, forsætisráðharrin
segði í setanarrøduni, siga teir
báðir. Kári Durhuus og Per Høj-
gaard.
Teir lata seg í hábærsligu jakk-
arnar, stramma slipsini, og fara til
gongu eftir gongini í Ríðibanan-
um. Yvir aftur móti fólkatingssal-
inum
Per Højgaard og Kári Durhuus á redaksjónini hjá Føroysku Tidindastovuni. Forsætisráðharrin er
júst liðugur við setanarrøduna á fólkatingi, og innslegini skulu sendast heim til Útvarp Føroya
Mynd: Grækaris D. Magnussen