leygardagur 16. oktober 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: postÆsosialurin.fo
Teitur góð ummæli |
Seinasta vikuskiftið var stóra tónleikatiltakið „Spot
version 6.0” í Arhus. Nógv stór norrøn nøvn tóku lut,
eitt nú Teitur Lassen og MC-Hár. Sum skilst á um-
mælunum hevur Teitur Lassen veruliga gjørt burtur
av sær. Erik Jensen. ið er danskur tónleikaummælari
skrivaði soleiðis mánadagin:
„Samt det færøske fund Teitur, hvis swingende jazz
rummer musikalsk råstof nok til at betale øernes gæld
tilbage. En imponerende 22 årig ener med et nærmest
ufatteligt potentiale, som får selv hærdede musikere |
at bukke sig í respekt. For den svære originalitet og
tro på egne evner.” |
Subject: Teldubræv
Date: Fri 15. okt. 1999
To: postØsosialurin.fo
From: edvardjoensen(hotmail.com |
Reply to: edvardjoensenhotmail.com |
„P3 á netinum
A middegi síðsta týsdag varð útvarpsrás 3 hjá Danmarks
Radio løgd á netið. Hetta er ein roynd í 3 mánaðir.
Kollveltandi royndin er eitt samstarv millum Danmarks
radio, Tele Danmark, Real Networks og Microsoft. Til ber
sostatt at lurta eftir danska P3 við Realplayer ella Media-
player. Adressan er: http://www.dr.dk/p3/lyt.htm
Poe 150 ár
Hin 7. okt. vóru 150 ár síðani Edgar Allan Poe var borin í
heim. Í Amerika var hann í nógv ár eftir deyða sín undir-
mettur bókmentaliga. Hann bar orð fyri at vera asosialur,
amoralskur, psykopatur, alkoholikari og narkomanur. Poe
livdi ikki eitt lív sum ein miðalhampa amerikanari. Hann
livdi eitt hart lív, og tey 40 árini, hann helt til tað, flutti
hann nógv bókmentalig mørk. Og tað dugdu europerarar
betur at virða. Longu fá ár eftir deyða hansara varð hann
týddur til fleiri mál, og Baudelaire skýrdi hann at vera
slóðbrótaran fyri súmbolismuni og modernismuni í breið-
astu merking. Síðani hevur hvort ættarlið funnið og tikið
sín Poe til sín. Eitt er vist. Poe var alla sína tíð fátækur.
men hann skrivaði ongantíð ókritiskt just for money!
Nordvision 40 ár
Í hesum døgum eru 40 ár síðani Nordvision-samstarvið
tók seg upp. Stjóri á rásini er Astrid Gartz. Nordvision er
samstarvsfelagskapur fyri oll Norðurlond. ið hevur til
endamáls at keypa og selja sendingar hjá hvør øðrum.
Samstarvið hevur stóran týdning fyri Norðurlond. Síðsta
ár keyptu og seldu DR. NRK. SVT, íslendska RUV og
finska YLE á henda hátt 2.000 tímar sjónvarp, harav 1.112
tímar vóru samstarvsframleiðslur. Hetta er fyribils eitt met.
Nr. 197 — 16. oktober 1999
Felags vegir í einum
nýggjum Europa
Norðurlendskir parlamentarikarar fara at kanna møguleik-
arnar fyri at økja um samstarvið við Tyskland. Hetta kemur
fram nú felagsnorðurlendska sendistovan í Berlin letur
upp 21. okt. Nú Berlin verður hóvuðsstaðurin í Tysklandi,
verður mett, at Týskland er komið eitt stig nærri Norður-
londum.
Kvinnunetverk skal
tryggja framtíðina
Ráðharrar og parlamentarikarar úr øllum Norðurlondum
tóku seinasta vikuskiftið lut á ráðsteynuni „Kvinnur og
fólkaræði“. ið var í Íslandi. Endamálið við rådstevnuni
var at viðgera. hvørji amboð vknnur hava til at fara virknar
inn í politisku og búskaparligu menningina í Baltikum,
Russlandi og Norðurlondum. Uppá tal var at seta á stovn
eitt kvinnunetverk, sum samstarvar á altjóða stigi eins og
í hverjum øki sær sum ein lið í uppbyggjanini av
fólkaræðinum og fyri at arbeiða fram ímóti tryggleika í
økinum. Norðurlandaráðið hevur veitt hálva milión krónur
í stuðli til russiskar og baltiskar luttakarar frá ymiskum
felagskapum og granskaraverðini.
A rådstevnuni, sum endaði vid, at Hillary Rodham
Clinton helt rødu, tóku nógvir nordurlendskir felagsskapir
lut, eitt nú Implementing Partners, Nordiska Investerings-
banken. Nordiska Journalistcentret, Nordiska institutet før
kvinno- och kønsforskning. og Nordens folkliga akademi.
Ráðstevnan er fyrsta stigið á leiðini í eini stórari tilgongd,
ið heldur fram við verkætlanum og øðrum. Um eitt ár
verður aftur ráðstevna. har tikið verður saman um, hvat
komið er burtur úr.
TELDU-
5 POSTURIN
„Søgn vakrar kvinnur og forfall
t Havana hevur sæd betri dagar,
munnin ov fullan. Hesin frá tí.h
at taka
við býarinnar mæti.
Havana er í dag langt
at neyðin líkasum hevur noytt stjórnina at
Hóast eg á hotellinum dagliga síggi til
n, sum so mangan
ge skrivað um
hevur verið bæði
. hevur av sonnum
in verðinsbýur í sínum vælmakts
By urin andar søgu. Her hava
ni rá Columbusi í midøldini
il ak Li uciano og Meyer
isky heilt upp at okkara døgum. Ivaleyst
hava eisini sjórænarar sum Frances Drake
g Henry Morgan herjað her. eins og kend
ik sum Marilyn Monroe. Errol Flynn og
Frank Sinatra dámdu væl at koma higar í
tíðini millum Seinna Heimsbardaga og
llveltingina. Bara soleiðis til stuttleika
1 at verða sædd.
sini kendir rithøvundar hava
íblástur hidani. Kendir eru menn sum Gra-
ham Greene. sum skrivaði tað mangan til-
tiknu bókina „Okkara maður í Havana“
Fyri ikki at gloyma Ernest Hemingway, sum
búði stóran part av lívi sínum her í Havana
og í bygdini Cojimar beint uttan fyri býin.
Her hevur hann skrivað verk sum „Ísland
in the Stream" og ikki minst „Gamli mað-
urin og havið“, sum av álvara gjørdi hann
kendan úti í heimi. Tað var eftir, at hendan
bókin var komin út, at Hemingway í 1954
fekk békmentavirdisløn Nobels. Og árið
eftir varð filmur gjørdur yvir søguna.
Men alt hevur sína tíð. og soleiðis er eisini
aDOSSarTk
fingið
ann einaferð hevur verið. Tann angi.
ið dag er yvir bynum, er ikki av filmsleik-
arum og øðrum góðum fólki, sum tekur
sær av løttum. Heldur er tað dálkingin og
tey ótomdu ruskiløtini, um tey yvirhøvur
verða brúkt, sum ein merkir á sínum gongu-
tårum gjøgnum smølu, annars hugnaligu
gøturnar i gamla bynum. Og at fólk heldur
ikki hava pengar um hendur, er rættiliga
sjónligt. Allastaðni verður tú steðgaður av
fólki, sum vilja selja eitthvert. Serliga sig-
arir. Ella tey vilja veita tær ymsar tænastur.
sum tey nú halda, ferðamaðurin hevur brúk
fyri. Av teimum fyrstu 1.000 cubanarunum.
eg havi møtt, mundu umleið teir 619 vilja
selja mær sigarir, meðan restin spurdi:
„laxi, Sir?“
Og so allar kvinnurnar. Mangan hevur
verið tikið til kvinnurnar í Havana. Og
sungið verður eisini ofta um tær. Ein tann
kendasta er ivaleyst tann hjá Evert Taube.
Hon, sum sat i vindeyganum og ongar peng-
ar hevdi eftir.
Og soleiðis hava tær tað eisini í dag. Og
úrslitið er, sum so manga aðrastaðni, at tær
fara á almenna uppbodssølu. Tær sveima
rundan um hotellini, og tilboðini eru alla
tíðina. Og tað, sum kanska er eitt tað ring-
asta, er, at talan er um heilt ungar gentur.
Cuba er við at gerast ferdamannaland, eftir
loyva fremmandum ferðafólki inn. Og tað
hevur bæði fyrimunir og vansar við sær.
Eitt nú er tað beinleiðis vamlisligt at
síggja hesar gomlu, slevandi skandinavarnar
og týskararnar púra alment sita og kráma
uppi á smágentum at kalla. Og tað hóast
skókjuvirksemið er bannað her á Cuba.
Tann allastaðni verandi løgreglumadurin
steðgar tíðum ungum gentum, sum ferðast
á gøtuni og biður um at síggja samleika-
progv, sum tær skulu hava hjá sær. Ein
roynd at halda skøkjulevnadinum niðri.
hóast hann ikki virkar serliga væl. Tann
søguriki og fyrr so stolti høvudsstadur Cuba
er í álvarsligum forfalli. Húsini detta bein-
leiðis niður yvir fólk, og tí eru myndug-
leikarnir, av berari neyð, farnir undir at seta
hesar vøkru, gomlu bygningarnar í í líkinda
stand. Men fólkið er blítt. Tú undrast stór!-
iga á, hvussu tåd ber til. at fólk. sum liva í
so smáum korum, kunnu vera so fitt og
fyrikomandi. Eg kenni ikki endaliga svarið,
men kann bert sanna, at eg havi kent meg
vælkomnan her. Hóast tey eru ágangandi.
eru tey forvitin eftir at vita, hvor fremm-
andamaðurin er, og hvussu fólk liva. har
hann býr. Hetta er jú eisini ein háttur at fáa
ymiskt at vita um heimin uttan fyri Cuba, tí
framvegis er avmarkað, hvat fólk sleppa at
lesa og síggja í sjónvarpi.
dømis CNN og kann siga frá um bæði
tokvanlukkur í Bretlandi, vatnflóð í Mið-
amerika o.s.fr., hava cubanar ikki hendan
møguleikan. Tey hava tvær rásir, og á teim-
um síggja tey oftast ein og hvønn film og
eina av longu røðum Fidels. Men kortin
siga tey, at tey vilja verða verðandi á Cuba.
Tey vilja hava betri kor, men ikki flyta
burtur. Eitt vanligt orðatak er: Eg eri fyri
kollveltingini, men ikki kommunismuni.“
Tað er heitt. Eg siti í løtuni á einum
bókasavni í Capitole í Havana og sendi
teldupost heim til Føroya. Uttan fyri er hitin
umleið 30 stig, og vætan í luftini er øgilig.
Luftin er skitin, og hverja ferð, er komi
aftur á hotellid, má eg skifta hvønn tráð.
Ikki bara orsakað av sveitta, men stutt og
greitt, tí eg eri skitin.
Seinni í dag fari eg saman við tulki mín-
um at vitja gomlu skansarnar, sum í forum
vórðu bygdir at halda bretskum og fronsk-
um sjórænarum burtur frå spanska rikidøm-
inum í býnum.
Søgan er rík. og ivaleyst verður okkurt at
frætta seinni frá
„Tykkara manni í Havana“
Edvard í Skorðini Joensen
Havana á Cuba