Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 16. oktober 1999 tíðindablaðið = 2 3 Keypti guitar fyri konfirmatiónspengarnar Tá Stanley Samuelsen fyrstu ferð spældi til dans við Silly Boys í 1964, var hann bert 13 ára gamal. Hann sníkti seg avstað og var heima aftur klokkan 23, fyri eingin skuldi leggja nakað til merkis. Dansurin endaði ikki fyrr enn klokkan 24. Nú hevur hann givið fløgu út við løgum, ið hann hevur sett til nakrar av okkara kendastu yrkjarum Dagfinn Olsen Tá Stanley Samuelsen fyrstu ferð spældi til dans við Silly Boys í 1964, var hann bert 13 ára gamal. Hann hevði fingið ein guitara frá einum beiggja, sum arbeiddi í Føroyingahavnini í Grønlandi Stanley snikti svartaskógvarnar niður í kjallaran og mátti sníkja seg = oman í dansistovuna, tí mamman helt hann vera ov ungan. Stanley var heima aftur klokkan 23. so eingin legði nakað til merkis, men dansurin endaði ikki fyrr enn klokkan 24. Silly Boys spældu í heim- bygdini Fuglafirði og aðra staðni í Føroyum øll sekstiårini. Seinnu helvt av sekstiårunum vóru tón- leikakappingar í Sjónleikarhús- inum í Havn og Silly Boys náddu at gerast nummar eitt og eisini nummar tvey. Kom ikki aftur I 1970 fór Stanley til Danmarkar at ferðast. men kom ikki aftur Síðani hevur hann búð niðri. Hann fór í skúla og hevur ar- beitt á verksmiðju. Eisini arbeiddi hann við menningartarnaðum og ger tað enn av og á. Síðani 1985 hevur Stanley verið tónleikari burturav. Hann býr í Birkerød og hevur konu og 3 børn. Stanley hevur spælt í mongum hópi og sum tónleikari verið við T.d. Peter Belli, Tamera Rosanes, Eugen Tajmer, Grete Sønck, Peter Thorup og Kurt Ravn Duettin Mark og Stanley sang t.d. Beatles, Garfunkel og onnur. Teir ferdadust í Keypmannahavn og har á leið og høvdu eisini fleir stemt guitarspæl Guitarspælið hjá Stanley gjørdi, at fleiri vildu hava hann við sær. Hann kom við í country og rock bólkarnar Palomino, Toneservice. Allerød Drengekor og Kim & Juveltyvene. I 1982 kom hann vid i Nis P's Band og 40 i Feber, ið er hús- orkestur hjá danska Socialdemo- kratinum. I 1985 stovnadu Stanley og Nis P Den Udødelige Duo (D.U.D.), sum spælir til ymisk tiltøk hjá fak- felagsrørsluni. Teir fingu i 1991 mentanarheiðurin hjá LO og hava verið við sum tónleikainnslag í ymsum sjónvarpssendingum. Vísur Stanley hevur verið við í ymsum ferðandi vísuhópum og í 1997 sá Strengedrenge = dagsins ljós. Limirnir eru Stanley Samuelsen úr Føroyum, Anders Roland úr Danmark og Sten Vidar Larsen úr Noreg. 3 guitarleikarar, ið spæla saman og syngja á 4 málum. Teir eru grundfestir í norðurlendskari vísumentan og hava ferðast í Danmark. Stanley hevur í nøkur ár umboðað Danmark í Nordvisa, ið arbeiðir fyri at fáa vísusangi hóskandi sess í Norðurlondum og fyri alnorðurlendskum málkunn- leika. Fløgan hjá Stanley er stuðlað av Koda's Kollektive Bándmidler og ynski hevur verið um fløguna bæði í Føroyum og aðrastaðni. Um upprunan til lógini á fløguni sigur Stanley. at hann hevði eina Gamla sangbók. Føroya Folks, við tå hann før til Danmarkar. Henni blaðaði hann í. tå honum longdist heim. Men hann dugdi ikki allar sangirnar, løgini, men Janus Djur huus fangaði, tí ordini eru so mergjað. Stanley tók guitaran og løgini spruttu næstan av sær sjálvum. Brátt vóru yvir 20 log. Hesi hevur Stanley sungið til Silly Boys savnaðir aftur í seinnu helvt ymisk visutiltøk og er soleiðis vorðin partur av Visu- umhvørvinum i Nordurlondum og i baltisku londunum. Stanley sigur um fløguna, ið hann sjálvur gevur út. at tað er kostnaðarmikið at fara undir slíka ætlan, men at hann sum heild er nøgdur við úrslitið. Hann fekk 25.000 krónur frå KODA og hevur síðani tikið lán at figgja restina. Flogan fæst til keyps í Føroyum í øllum sølubudum og mong kenna lagið, ið fløgan hevur heiti eftir. nevniliga Um eg kundi kvoðið. Síðani 1985 hevur Stanley Samuelsen verið tónleikari burturav. Í 1970 fór hann til Danmarkar at ferðast og kom ikki aftur. Tá honum longdist heim blaðaði hann í Feroya Fólks Songbók. Nú hevur hann givið út fløgu við logum til yrkingar hjá okkara kendastu yrkjarum Mynd: Jens Kr. Vang Stanley væl dámdur Eftir eina konsert í Finnlandi í 1999 skrivaðu blødini: „Stanley Samuelsen spillede guitar med en følelse som fik publikum til næsten at glemme lyrikken. Færøsk er dog et vidunderligt sprog at lytte til: som en særegen blanding af islandsk og italiensk«. Hangøtidning, Finland, juni99 »Stanley Samuelsen var aftenens nordiske kosmopolit. En færing. bosat i Dan- av mark, synger i Finland en norsk vise oversat til dansk, og desuden taler han et åttatiårunum. - Tad var logið, fleiri av teimum hevði eg ikki sæð í fleiri ár, men tá vit komu inn í rúmið og byrjaðu at spæla, so riggaði beinanveg, viðmerkti Stanley, tá hann sá hesa myndina. stemmes . udmærket skandinavisk<. Hangøtidning, Finland, juni99 »I mine øjne fremstod Stanley Samuelsen som den bedste af de artister der optrådte lørdag aften, med et højst nydelsesrigt guitarspil og en meget melodisk Marit Lundstrøm. Finsk musikanmelder juni99 Formaðurin i Nordvisa í nógv år, Kalle Zwilgmeier skivar um Stanley Samuelsen: Stanley har selvfølgelig Færøerne »i blodet<, og hjemlandets toner og sprog har altid ligget og kaldt på ham. Stanley har udviklet sig til at blive en af Nordens bedste guitarister, og har opdaget at han har evner som komponist. Stanley har fundet digte og visetekster frem fra den færøske digterskat, og i løbet af fá ár har vi fået de bedste færøske viser gennem tiderne. På sin CD »Um eg kundi kvødid« får vi de bedste eksempler - det bedste af det bedste. Med en varm og melodiøs stemme fører han os med til øriget ude i vest, til et møde med en barsk natur, til hverdagsstemninger og »den udødelige kærlighed«.