Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

26 tíðindablaðið e-mail: sveinurQsosialurin.fo Nr. 197 - 16. oktober 1999 lesið eisini ítróttin á netinum www.sosialurin.fo Flogbólturin byrjar um vikuskiftið Flogbóltur: Um vikuskiftið byrjar landskappingin í flogbólti. Hjá monnum er neyv- an sannlíkt, at meistararnir i IF fara at klåra seg lika væl sum i fjør, men kvinn- urnarnar i Mjølni vístu kósina í FK-kappingini farna vikuskiftið SVEINUR TRÓNDARSON Um vikuskiftið verður aftur kappast um 1 } * flogbólti gjørdu sema ÍF neyvan aftur í ár Hjá monnum endaði kapp- ingin í fjør við, at IF úr Fuglafirði gjørdist meistari. Sum árið leið var tað ikki so legið, tí fuglfirðingar vóru heilt einfalt tað liðið, sum visti mest støðuga spælið, og tað gevur í longdini mest úrtøku. Men tad er ikki sannlikt, at teir fara at endurtaka bragdið í år. Til tað hevur frágongdin verið ov stór. Bæði Suni Hansen og Pól Gudmundsson eru farnir, og tað merkist. Hjá Fleyr, sum gjørdist nummar tvey í fjør, sær eitt sindur betri út. At Jóannes Ejdesgaard er givin er uttan iva tann størsti smeiturin, tí hann spældi sera væl til tíðir í fjør, men havandi í huga, at Fleyr vann FK-kappingina sein- asta vikuskifti, so sær ikki so heilt galið út. Í finaluni spældu teir móti Fram og tann dystin vunnu teir uttan stórvegis trupul- leikar Men tað var kanska held- ur ikki uttan orsøk, at úrsl- itið av tí dystinum gjørdist sum tað gjørdist. Fram hevur mist úr tí besta endanum, og tað sigur seg sjálvt, at tað merkist tá ein leikari, sum Sigmund av =. Flogbóltslandskappingin byrjar aftur um vikusk iftið og sum tað sæst á myndini, so ganga leikararnir upp í >sak- ina« við liv og sál. Hjá monnum fer kappingin eftir ollum at dóma at standa millum Fleyr og Fram, meðan Mjøln- irkvinnurarnar aftur i år siggja ut til at vera lika suverenar i år sum i fjør Teigum gevst. Hinvegin, so skulu fram- leikararnir eiga tað, at spæl- ið hjá teimum í finaluni til tíðir hekk væl saman, og um alt vil væl til, so kunnu teir koma at vera væl við í ár. Hvar fór Mjølnir Kappingarárið í fjór má hava verið eitt av teimum ringastu nakrantíð fyri Mjølnir Teir lógu og rótaðu í nið- aru helvt av kappingini, og tað var ikki fyrr enn móti endanum av kappingarári- num at teir komu fyri seg. Leikarar, sum annars hava verið fastir á liðnum hava fyri at fara til sjós, og spæla tí bert við í styttri tíðarskeið. Hvussu tað fer at gangast teimum í ár, er sjálvandi ikki gott at vita, men sum vit hava skilt er fólkagrund- arlagið á leið tað sama sum í byrjanini i fjør. Móti endnanum av kapp- ingarárinum taptu teir enntá móti SI, og tað hevði fyri heilt fáum árum síðani verið heilt óhugsandi. Men hjá sørvingum var tað júst hesin sigurin, sum gav teimum enn eitt ár í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum. Sigurin móti klaksvíking- um var júst tað sum skuldi til fyri at smoyggja sær fram um ÍF b, men tað eru fugl- firðingar kanska fegnastir fyri í dag. Sørvingar hava ikki havt bestu umstødurnar, men um eitt nú Suni Hansen, sum býr í Miðvági fer at spæla við teimum, so skuldi hann kunna styrkt munandi um liðið. Hann kann vera júst tann persónurin sum skal til fyri at geva SI tað skap og tað javnvág, sum teir mugu hava fyri at klára seg gjøgn- um ári. Seinasta liðið í deildini eru teir ungu úr Fleyr. Hetta er fyrsta árið hjá teimum í bestu deildini, og tað kann gerast eitt >hart< ár. Leikararnir á Fleyr b eru ungir, men tað er einki yvir at dylja, at teir hava evnini, men spurningurin er, um tað er nóg mikið. Teir vóru við í Fleyrkapp- ingini farna vikuskiftið og kláraðu seg heilt væl hóast alt og hóast teir taptu allar dystirnar Hjá teimum verður um- ráðandi at koma væl í gongd, og tað fáa teir høvi at vísa, tá teir í fyrsta dyst- inum skulu spæla móti meistarunum úr IF. Bara 5 lid hjå kvinnum Hjá kvinnunum endaði árið í fjør við, at Mjølnir gjørdist meistari. Men ikki nóg mik- ið við tí - Mjølnir vann eis- ini allar steypakappingar- nar, sum vóru á árinum. At fleiri leikarar á Mjøln- irliðnum, so vóru við á Oyggjaleikalandsliðnum, sum á framúrskarandi hátt, vann gull til Oyggjaleikir- nar á Gotlandi, vísir bara, at tað er dugur í flogbólts- kvinnunum úr Klaksvík. Hvussu gongdin í lands- kappingini hjá kvinnum fer at vera í år, ber sjálvandi illa til at siga nú, men tað eru longu nú komnar ábend- ingar um, at tey bæði liðini, sum í fjør gjørdust nummar eitt og tvey - Mjølnir og Fleyr - eisini fara at mynda kappingina í ár. FK-kappingin seinasta vikuskiftid vísti, at Mjølnir er væl fyri, og í finaluni vístu klaksvíksgentur, at tær savnsmynd vóru nógv betri fyri enn Fleyr, tí tær vunnu finaluna lættliga. Í fjør gjørdu vit eitt sindur burturúr, at Mjølnir við sín- um skipaða >viðsetingar- politikki< gav sær sjálvum gott gróðrarlendi at standa á í framtíðini, og tað er kanska júst tað sum vísti seg um vikuskiftið. Fleiri nýggj andlit vóru við á liðnum sum vann fin- aluna móti Fleyr, og tað er kanska besta ábendingin um, at tað er rættast at seta ungu leikararnar við, meðan nóg mikið er til av leikarum á fyrsta liði. Hjá Fleyr er trupulleikin tann, at onkur av gomlu leikarunum frá í fjør, ikki eru við longur, men aðrir eru komnir í teirra stað. Fleyr hevur kortini ikki ført ein so miðvísan polit- ikk, sum Mjølnir, og tað kann gerast júst tað sum er munurin á liðunum tá til stykkis kemur, og árið skal gerast upp. Triðja liðið í fjør var TB, og tær fáa longu leygardag- in møguleikan at vísa, hvat tær ætla at gera við Mjølnir, tí hesi liðini bresta saman í fyrsta umfari. TB hevur gott tilfar at taka av, og tey ganga sera høgt upp í flogbóltin har suðuri. Tí hevði verið stutt ligt hjá teimum, um tær ein- aferð kundu gjørt ein ordi- ligan vørr í bestu deildini. ÍF aftur í meistaradeildini Stríðið í landskappingini seinast stóð í grundini um hvort tað skuldi vera TB ella Dráttur, sum skuldi hava bronsumerkini. Hesi bæði liðini lógu og togaðust hvort við annað og tað var ikki fyrr enn nx endanum av kappingini avgerðin fall. Liðini bæði liggja uttar fyri midstadarøki, og tað kanska júst orsøkin til I jøvnu avrikini, tí tí skal tær longu ferðir fleiri leikarar, sum aftur. Hetta er spell. mc treytin í so smáum samfel øgum, har ikki so ni leikarar eru at taka a Um tað fer at eydi Dråtti, at smoggja seg f1 i oddin ella um tær fær líða undir somu sum seinasta ár er sjálv. ikki til at siga, men tær I við nýggjum venjara fin møguleikan. Seinasta liðið í mers! adeildini hjá kvinnum er I! sum á tann hátt er endurtott Fyri nókrum árum síða! : var IF i meistaradeildin men tå gekk av skriðun Tær máttu taka liðið kappingini av tí at har ikki nóg mikið av fólki tað er okkara vón, at sleppa undan slíkum í ár Kappingin er nóg mik skerd, sum hon er av tc orsøk, at tað vera bara fi: lið í meistaradeildin: kvinnum í ár. sjúk Fyrsta umfar Sum sagt so kappingin í ár, og dystirn!! vera hesir. Hjá kvinnum: Á Tvøroyri spæla IB Mjølnir klokkan ciil tann dysturin verður i høi ini í Trongisvági. Sama dag spæla IF og Dráttur á Kambsdali 0 tann dysturin byrjar klok an 15. Hjá monnum verða tv: dystir leygardagin ÍF 0: Fleyr b spæla á Kambsda og Fleyr a og SÍ í Gunda dalshøllini. Sunnudag! spæla Fram og Mjølnu Eysturskúlanum. Dystirnir = leygardagin byrja klokkan 15 og sunnu dagin kl. 15.30