Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 26

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

# ke Nr. 197 - 16. oktober 1999 tidindabladid ; Vel årsins leikara og vinn eina fótbóltsferð Fótbóltur: Fyri at staðfesta endan á kapp- ingarárinum, verður skipað fyri stórum gallakvoldið leygarkvøldid 30. oktober JÁKUP MØRK Fyri fyrstu ferð verður í heyst skipað fyri einum gallakvøldi fyri fótbóltsfólk, har leikarar, leiðarar og dómarar kunnu mótast, fyri at minnast á farna kapping- arár, samstundis sum teir kunnu hugna sær saman. Kvoldið er sett at verða 30. oktober, og skal hetta hald- ast á studentarskúlanum í Hoydølum. Ívaleyst hava oll ítróttar- fólkini nógv at tosa saman um hetta kvøldid. Arið, sum er farið afturum, hevur í øll- um fórum verið áhugavert fyri okkum, sum hava stað- ið á síðulinjuni og eygleitt. Ivaleyst hevur tað eisini ver- ið strævið fyri leikarar og onnur, men so sanniliga eis- ini stuttligt til tíðir. Mål vórðu sett, og onkur teirra vórðu eisini rokkin, ímeðan onnur kanska gjørdust meira veruleikafjarð, so hvørt sum kappingarárið fór at halla. Ætlanin er annars at gera nógv burtur úr veitsluni. Stórt borðhald við hartil hoyrandi undirhaldi verður fyriskipað, og sjálvandi fáa luttakararnir útflýggja sang- hefti, so rundferðin og onn- ur góð løg kunnu runga í salinum. Vel ársins leikara Eisini verða ársins leikarar og dómarar í 1. deildarfót- bólti hjá monnum og kvinn- um avdúkaðir. Arsins leik- ari skal kjósast innan ymsar leiklutir á vøllinum, er tað tíðindablaðið Sosialurin, sum stendur fyri hesari at- kvødugreidslu. Aðrastaðni á hesari síðuni sæst, hvussu farið verður fram, um tú hevur hug til at luttaka í hesari atkvødugreidslu. Atkvødugreidslan er skipad soleidis, at umframt at kjósa ársin leikara hjá monnum og kvinnum, um- framt ársins dómaratrio ella -bólk, skulu ársins mál- menn, verju-, miðvalla- og álopsleikarar veljast. Har- umframt skal ársins stjørn- uskot og ársins venjari eis- ini veljast. Sum navnið sig- ur, er her talan um nýggjan leikara, sum veruliga hevur gjørt vart við seg í ár. Til fótbólt úti í heimi Millum atkvødusedlarnar, sum verða latnir, verður drigið lut um eina ferð út í Europa at hyggja eftir ein- um fótbóltsdysti. Enn er ikki heilt avgjørt hvor dyst- urin verður, men tað verður arbeitt við onkrum sera spennandi og forkunnugum dysti. Eftir at borðhald og annað er fingið frá hondini, verður sjálvandi skipað fyri stórum diskoteki, har leikarar og onnur fáa høvi til at stutt- leika sær til langt út á nått- ina. Hugskotið frá hondbóltinum Í vár varð líknandi tiltak skipað fyri hondbóltsleikar- unum, og varð hetta kvold sera væl móttikið av lut- takarunum. Fyrireikararnir vóna sjálvsagt, at hetta tiltak verður eins væl eydnað, og hondbóltskvoldið var. Fyrireikararnir hava í hvussu so er lagt stóra orku í tiltakið, og hava til enda- málið fingið fatur á fleiri sponsorum, sum koma at standa fyri steypum og blómum til ársins leikara v. m. innan teir ymsu bólkar- nar. Vónandi kann hetta til- tak vera við til at seta ein virðiliganenda fyri seinastu fótbóltslandskappingini í hesari øldini. Óli skal spæla botndyst Fótbóltur: Tapir AGF dystin sunnudagin, Longu í morgin verður aftur spælt í superliguni, og tveir av føroyingunum verða í dysti. Oli Johannesen og AGF hava týðandi dyst á skránni, tí teir skulu møta liðnum, sum liggur beint aftanfyri teir á stigatalvuni. Vejle hevur — eins og AGF - fing- ið vánaliga byrjan í hesum kappingarárinum, og í løt- uni liggja teir á næstaftasta plássinum, sum hevur nið- urflyting við sær. AGF er bara frammanfyri Vejle, tí teir hava betri mál- mun, og tí eru treytirnar hjá Óla Johannesen og liðfel- øgunum í AGF "greiðar. Tapa teir dystin móti Vejle, enda teir næstaftast í super- liguni. AGF kann enda á aftasta plássinum, men so skal Esbjerg vinna sín dyst, sum er ímóti FC Keyp- mannahavn. Tað hevur verið nógv tosa um vánaligu støðuna í AGF. Tað hevur verið ført fram, at AGF er ikki tað, tað var fyri nókrum árum síðani, og úrslitini í hesum og seinasta kappingarári hava eisini borið boð um tað. Fyri Peter Rudbæk, sum er venjari hjá AGF, er setn- ingurin at halda AGF om- anfyri nidurflytingarstrik- una — helst langt omanfyri. - Eg kundi bara sagt, at spælararnir hjá mær eru ov vánaligir, men tað kemur einki gott burtur úr tí. Vit verða noyddir at halda fram við at stríðast og betra okk- um, sigur hann. Todi til Esbjerg FC Keypmannahavn skal í morgin spæla móti uppflyt- arunum úr Esbjerg. Miku kvøldid spældi liðið hjá Toda Jónsson móti OB, sum eisini flutti upp í superlig- una í ár, og tá fingu teir javnleik í evstu lotu. Og dysturin í tí jútska býnum verður ein rættilig roynd hjá FCK. Teir vilja so nógv, men í løtuni hava teir trupult við at liva upp til málini, sum teir hava sett sær. — Tað hevði tydning fyri okkum, at vit fingu javnleik móti OB, eftir at vit óuppi- borið taptu móti Herfølge. Nú er lættari hjá okkum at fyrireika okkum til dystin móti Esbjerg, vildi venjarin hjá FCK, Kim Brinck, verða við eftir dystin móti OB. Toppskjúttin hjá FCK, David Nielsen, hevði leik- bann mikukvøldid, men er klárur aftur í morgin. Ein annar kappingarneyti hjá Toda, Thomas Thorninger, skoraði málið hjá FCK, men hóast hetta verður helst pláss fyri Toda á liðnum. Í øllum førdum vísti hann enn einaferð mikukvoldið, at hann er ein av teimum, sum kann skapa sær og ødr- um kjansir. Jákup móti gamla venjaranum Jákup Mikkelsen og Her- følge spæla ikki fyrr enn mánakvoldið, tá Jákup aftur skal spæla móti gamla venj- ara sínum, Ole Mørch. AB, sum Mørch nú venur, liggur try stig aftanfyri Herfølge, sum er å odda, og ti er talan um rættiligan toppdyst. Herfølge skal í ollum førd- um hava javnleik, um teir enda teir á niðurflytingarplássi Oli Johannesen hevur staðið seg væl, men tað hevur kortini ikki givið avkast í mongum stigum. AGF skal spæla móti Vejle um vikuskiftið, og tapa teir tann dystin eru teir undir nidurflytingarstrikuni skulu halda fast um odda- sessin. Dysturin, sum verður í Gladsaxe, fer at vísa, um Jákup og hansara liðfelagar klára at reisa seg eftir 4-0 tapi fyri AaB mikukvøldid. Hetta var fyrsta tapið hjá Herfølge í hesum kapping- arárinum, og seinastu 20 minuttirnar av hesum dyst- inum — tå AaB fekk øll síni mål — var rættilig upploysn í verjupartinum, sum annars hevur verið sera góður alt år. I Noregi fer Sogndal at spæla sin seinasta dyst í hesum kappingarårinum. Sogndal liggur sum numm- ar fimm á stigatalvuni, og vinna teir dystin sunnudag- in, kunnu teir enda sum nummar 4, men uppflyting kemur ikki upp á tal. Sogn- dal skal spæla á heimavelli móti Lofoten, sum liggur í botninum í 1. deild. ek 27 An leikårar uveljast! | samband við at stór gallaveitsla verður hildin leygar- dagin 30. oktober 1999, skipar Sosialurin fyri atkvoðu- greiðslu, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um, hverji vóru bestu leikarar og dómarar í foroyskum 1. deildarfótbólti í farna kappingarári. Atkvødur kunnu latast okkum við at útfylla atkvødu- seðilin niðanfyri, og senda okkum hann á fax nr. 314720 ella við posti til Tíðindablaðið Sosialurin, postsmoga 76, 110 Tórshavn. Eisini ber til at senda okkum atkvødur við telduposti á fotboltsosialurin.fo. Drigið verður millum innkomnu atkvødurnar, og hepni vinnarin fær ein túr til fótbóltsdyst uttanlands Vinnararnir av atkvoðugreiðsluni verða avdúkaðir á galla- veitsluni, og skulu atkvødurnar tískil vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. oktober 1999 á miðdegi TTTLR ) : ÁRSINS LEIKARI wer | Kvinnur ; OR duet tret derrerrerrkerrerre(ØR, : ÁRSINS MÅLVERJI ke | ÁRSINSVERJU VERJULEIKARI . Kvinnur Menn #3) ie) | ÁRSINS MIÐVALLARLEIKARI monvokuennom : Kvinnur ; Menn : ÅRSINS ÅLOYPARI Er : Kvinnur : : Menn : : ARSINS STJØRNUSKOT to : Kvinnur : : Menn : ; ÁRSINS VENJARI EN) UN. ren få ) ÅRSINS DOMARI "TRS