Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Loógmaður eftir aðalorðaskiftið: Breið semja er í eygsjon - men skal hon gerast veruleiki, so må i hvussu er Javn- aðarflokkurin vera vid, og Tjóðveldisflokkurin má eisini vera klárur til at flyta seg, hóast hann longu hevur givið nógv út í samgonguskjalinum sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður eftir aðalorðaskiftið á tingið um Hvítubók. Tað ringasta sum kann henda fyri Føroyar er um alt dettur á gólvið nú, og ti appelerar løgmaður til allar flokkar um at vísa ábyrgd JAN MULLER Hann hevur alla tíðina verið sera varin at úttala seg ov avgjørdan um framtíðar støðu Føroyar og um broyt- ingarnar i vidurskiftunum millum Danmark og Før- oyar. Tað einasta vit hava at halda okkum til í so máta er sjálvt samgonguskjalið, sum løgmaður eisini hevur skrivað undir. Har er stødan hjá samgonguni til fullveldi 0.a.N iðgjort Men tá løgmaður hevur verið spurdur, hvørja mein ng og meting hann hevur ) målunum og smålutunum i eini kom- ndi samrådingarutspæli an við danir gan "1mum cimu vms hann brúkt tey við tíðini kendu „Latið okkum nú bíða. so fáa vit at Siggja Hetta segði hann undan Hvítbókini. og hetta segði hann eisini eftir. at Hvít- bókin kom út. Og hann end- urtók hetta undan aðalorða- skifinum um Hvítubók., sum júst hevur verið Nú er aðalorðaskiftið av, og spurningurin er so, hvat sami maður, Anfinn Kalls- berg. løgmaður so hevur at siga eftir aðalorðaskiftið um tað samráðingarútspæl, sum so mong spent bíða eftir at frætta meira um? so hevur orðini Dyr standa opnar -Eg haldi meg vera vorðn- an klókari eftir aðal- orðaskiftið, sum ikki var so galið. Orðaskiftið hevur sannført meg um, at vit hava ikki fingið eina fæstlæsta stóðu, nakað, sum man sjálvandi kundi bera ótta fyri. Henda sannroynd gev- ur okkum tí framvegis møguleikan at kunna finna saman um eina felags loysn. Løgmaður sigur, at orða- skiftið kundi fara báðar vegir. Antin bleiv tað latið upp ella bleiv tað stongt fyri semju. Sjálvur heldur Anfinn Kallsberg. at orða- skiftið lat fleiri dyr upp enn tað stongdi. Tí heldur hann tað var eitt positivt og gott aðalorðaskifti. Løgmaður heldur sjálvur, at allir flokkar vístu ein positivan vilja. -Men sjálv- andi er tað eitt sindur langt millum flokkar, og tí eru tað ikki allir møguleikar. sum liggja líka ræðið fyri. Men hetta at tú hevur ein savn- andi dialog er sera positivt. Uppá fyrispurning um tað ikki er so mikið stórur mun- ur millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, at hetta ger tað 6møguligt at fáa eina semju sigur løg- maður, at hann metir tað ikki at vera so. -Tað eg havi sagt er, at man kann ikki brúka ultimativ krøv í samráðingum til nakað sum helst. Men harfyri kunnu flokkar sjálvandi markera seg markant í einum orða- skifti, uttan at tað skal upp- fatast sum, at allar dyr eru stongda Løgmadur sigur, at út frå tonanum 1 orðaskiftinum leiðir tað seg tann vegin, at tað fer at bera til at fáa eina hampuliga breiða semju -Sjálvandi skulu flokk- arnir hava møguleika fyri at gera vart við sína stóðu. Tá Javnaðarflokkurin vil hava eina loysn innan fyri Ríkisfelagsskapin og at samgongan vil eina sjálv- stýrisloysn, so er tað spurn ingurin um at mýkja tey tingini, sum vit ikki eru fult samdir um. Lítil munur Løgmaður metir sjálvur - eisini eftir orðaskiftið - at tað er lítil munur millum samgonguna og javnaðar- flokkin. Hvat sambands- flokkinum viðvíkur, so ligg- ur hann longri burturi, men tað er positivt, at eisini hann vil vera við og vil fara inn í ein opnan og positivan dialog. Tað metir løgmaður í hvussu er vera nakað heilt nýtt í føroyskum politikki. -Men fær tú sum Føroya løgmaður og leiðari av samgonguni eitt nú Tjóð- veldisflokkin til at ganga burtur frá sínum króvum, um hetta er tað, sum krevst fyri at fáa Javnaðarflokkin vid? -Latið okkum nú síggja, hvat vit semjast um í tí pro- sessini, sum nú kemur. Tað ber ikki til hjá mær at fara út í eitt orðaskifti um sam- ráðingarupplegg og heldur ikki um, hvat hvor skal geva seg og ikki. Eg appeleri til allar flokkar um at vera við til at fáa tað best hugsandi úrslitið burtur úr, sum yvirhøvur ber til og sum tú kanst fáa Føroya fólk at bakka upp um, tvs. sum hevur kjølfesti i føroyska fólkinum. -Onkur heldur, at Javn- aðarflokkurin og Fólka- flokkurin í veruleikanum standa nærri saman í øllum hesum spurningin- um, enn Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ? -Tað vil eg ikki siga, tí Fólkaflokkurin hevur sjálv- andi sína stevnuskrá, og tað er hon, sum í veruleikanum stendur í samgonguskjal- inum Løgmaður undirstrikar, at tað, sum samgongan stend- ur fyri, er í veruleikanum stevnuskráin hjá fólkaflokk- inum. -Men tað eg alla tíðina havi sagt er, at er tað neyðugt hjá samgonguni fyri at fáa eina uppaftur breiðari undirtøku, so eigur man at fara út til allar teir, sum vilja vera við í hesum, og tað við opnum sinni. Tað er hetta eg leggi upp til. -Kann tað ikki gerast ein trupulleiki, tá ávísir tingmenn í Tjóveldisflokk- inum bart út siga, at flokk- urin ætlar sær ikki at flyta seg ein tumma ? -Tað er greitt, at í eini slíkari tingvidgerd sum hesi skulu tingmenn hava loyvi til at siga tað, sum teir ær- liga meina. Eg hevði eina lítla viðmerking í tinginum og líkasum minti á, at tað er neyðugt, tá man skal finna semjur at fíla kantar, og tað ivist eg onga løtu í, at vit finna fram til, tá vit seta okkum niður. -Merkir tað, at eitt nú tjóðveldismenn skulu flyta seg tummar? -Nú veit eg ikki, hvat lagt varð í hatta. Annars kann eg siga, at Tjóðveldisflokkurin hevur flutt seg rættiliga langt í teimum samgongu- samráðingum, sum vóru. Tjóðveldisfloksins stevnu- skrá gongur eisini nógv víðari enn tað, sum stendur í samgonguskjalinum. Tað, sum eg ávaraði ímóti, var, at er man so markantur - og tað er galdandi fyri báðar síður - so hektar man seg sjálvan av, og so hendir einki. Tað er tað ringasta, sum kann henda, nú tá eitt samt løgting ynskir broyt- Nr. 198 - 19. oktober 1999 Anfinn Kallsberg. løgmaður heldur, at í hvussu so er Javnaðarflokkurin skal vera við í eini breiðari semju ingar. Til teirra, sum halda, at bæði flokkur løgmans og Tjóðveldisflokkurin í veru- leikanum royna at føra seg fram taktiskt og á ein ella annan hátt at lumpa ella lirka Javnaðarflokkin uppí sína egnu loysn, sigur løg- maður, at teir eru ikki tak- tikarar, og teir hava heldur ikki nakra skræddaraseym- aða loysn, sum stødan fyriliggur í løtuni. - Vit fara nú at royna at fáa eina so breiða semju sum yvirhøvur ber til. Og tá verður tú noyddur at geva fyri at fåa nakað. Ringasta sum kann henda Vit spurdu løgmann, um hann ikki fær ein stóran trupulleika, um Javnaðar- flokkurin nú bara setur seg afturá og hendur í favn og sigur, at hetta er málið og trupulleikin hjá samgong- uni, og tí má hon sjálv loysa hann, ikki minst nú Javnað- arflokkurin varð settur utt- anfyri, tá landsstýrið varð skipað? -Tað er eisini eitt av tí ringasta, sum kann henda. Við at seta seg uttanfyri, so fær tú kanska einki sum helst burtur úr á hesum økinum. Og tað er ímóti tí, sum vit allir vilja. Eg trúgvi, at Javnadarflokkurin er meira seriøsur enn so, at hann gera eitt taktiskt „trick“, tí her liggja nakrir møguleikar nú, sum vit neyvan hava havt nakrantíð, síðani vit fingu Heima- stýrislógina. Og tað er ein spurningur, um vit nakran- tíð fáa henda møguleika aftur. -Men fær tú ikki Javn- aðarflokkin við, so skal tú ju út í eitt eksperiment, sum tú sjálvur longu hevur : 25 koldømt frammanundan ? -Fåa vit ikki eina hampu- liga breiða parlamentariska undirtøku, so beri eg ótta fyri, at vit ikki fáa meiriluta í fólkinum, og tá er alt hetta dømt til at miseydnast. -Men hvat ger Fórova løgmadur tann dagin, at Javnaðarflokkurin kanska velur at siga bart út nei til at vera við í eini sam- gonguloysn? -Latið okkum nú síggja, hvat hendir. Men tað er greitt, at grava partarnir seg niður, so er júst hetta tað ringasta, sum kann henda. Tá hendir einki. -Men kann man ikki rokna við, at Javnaðar- flokkurin, við hesi lykla- stóðu sum tú áleggur hon- um, fer at seta rættiliga stór krov til eitt nú Tjóð- veldisflokkin fyri yvir- høvur at vera við? -Um Javnaðarflokkurin einsíðugt grevur seg niður, so hevur hann sanniliga skapt sær ein trupulleika, ti hann hevur so ógvuliga kraftiga markerað, at hann hevur lagt eitt sjálvstýris- uppskot fram, hann ynskir broytingar osfr. Um man so av taktiskum orsøkum ikki vil vera við til nakað sum helst, so kemur hann í andstøðu við seg sjálvan. Hetta er so eisini galdandi fyri allar flokkar: man sigur, at man ynskir broytingar, og tað inniber, at man er noyddur til at medvirka til tær broytingar, sum møgu- liga kunnu koma burtur úr. Anfinn Kallsberg sigur, at man sjálvandi kann koma til eitt punkt, har man meinar, at broytingar ikki meira eru til fyrimunar fyri ein sjálvan, og tí koppar ein av. -Tá hava vit ein nýggjan trupulleika. Eg skal ikki pástanda ella vera so opti- mistiskur, at vit ikki kunnu koma til tað punktið, men eg vóni tað ikki. Eg vóni, at vit hava so ábyrgdarfullar politikarar í tinginum, at teir ynskja at vera við til at fremja broytingar. Løgmaður sigur, at eftir orðaskiftinum at dóma, so sá hann ein tendens til at allar kreftir eru meira ella minni positivar. -Men kann man ikki rokna við, at Javnaðar- flokkurin, sum jú ikki slapp við í landsstýrið á sinni, og sum síðani tá hevur verið fyri sera hórð- um atfinningum frá ikki minst Tjóðveldisflokkinum, nú fer at krevja nakað aftur fyri at ganga við til eina breiða semju? -Allir flokkar hava mein- ingar og prioriteringar á hesum oki. So er tað spurn- ingurin, um vit eru so mikið at okkum komnir, at vit burtur úr tí kunnu finna til eina semju. Løgmaður sigur, at lands- stýrið fer nú at gera eitt útspæl til samráðingar, sum verður vidgjørt í Uttan- landsnevndini. -Har eru vit so hepnir, at allir flokkarnir í andstøduni eru við. So tað er eitt gott forum at viðgera hetta málið í, og tað er eisini nakað, sum bæði ting- skipanin og stýriskipan- arlógin fyriskriva. Løgmaður vónar ikki, at hendingin í Uttanlands- nevndini fyrr í år, tå for- maður javnaðarfloksins varð settur frá sum formað- ur fer at fáa nakra óhepna ávirkan á viðgerðina har, hóast hann heldur, at tað kanska heyði tænt søkini, um andstøðan átti for- mannin.