Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 19. oktober 1999 tíðindablaðið Tingfólk um tinghúsið í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 verður skotið upp at seta 10 milliónir av til detailprojektering av nýggjum tinghúsi. Men tingfólk eru ymisk á máli, um hetta er rætt ella ikki JOHN JOHANNESSEN I fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 er skotið upp at geva Føroya Løgtingi eina løgujåttan á 8 milliónir til nýtt løgtingshus. Pening- urin skal brúkast til detail- projekterting av fyrsta byggistigi, 10 fevnir um tingsal, millumbygning, inngongd og hyl. Skotið er síðani upp, at játta 24 milliónir í 2001 og 8 milliónir í 2002. Og við hesi játtan væntast fyrsta byggistig av nýggja løg- tingshusinum at vera liðugt í 2002. Men tingfólk eru ósamd á máli, um tað veru- liga er rætt at seta so nógvan pening av til nýtt løg- tingshús, meðan aðrar týd- ning-armiklar fløgur bíða. Millum annad hava ting- limir víst á stóra røktartørv - in hjá pensjónistum, vant- andi barnagarðspláss. tørvin á nýggjum Suduroyarskipi, endurnýggjam av fiskiskip aflotanum og so fram vegis. Sosialurin var í tingsali- num í gjár, tå Figgjarløg- tingslógaruppskotið var til fyrstu viðgerar, og spurdu vit nøkur av tingfélkunum, um tey fara at taka undir við uppskotinum um at játta pening til nytt løgtingshus. Ræðuligt Jenis av Rana úr Miðflokinum heldur tað vera ræðuligt at seta pening av til nytt lógtingshús, tá tórvurin til róktarpláss hjá gomlum óhjálpnum er ógvuliga stórur JOHN JOHANNESSEN — Eg fari als ikki at taka undir við at játta pening til nýtt løgtingshus, meðan stødan hjá gomlum og 6- hjálpnum er so hættislig, sum hon í løtuni veruliga er. Jenis av Rana visir å, at hóast talan eru um eina jått- an á 8 milliónir fyri ár 2000 og 24 milliónir fyri ávíka- vist 2001 og 2002, er eingin ivi um, at løgtingshúsið fer at kosta um 100 milliónir tá av tornar. Og hetta heldur hann seg ikki hava sam- vitsku til at góðtaka, meðan gomul og óhjálpin ikki fáa ta hjálp, tey hava uppiborið. Vilja visa seg Løgtingslimurin úr Mið- flokkinum heldur, at ávísir løgtingslimir ynskja nýtt løgtingshus, tí teir ynskja at vísa seg fyri útlendskum gestum, ið vitja hjá løgtingi- num. Sambært Jenisi av Rana, er hetta burtur úr vón og viti. Hann heldur, at tað ikki skuldi verið neyðugt at bygt eitt nýtt stórt løgtingshus fyri at vísa, at vit megna nakað. Hann heldur, at vit heldur áttu at sæð ein stolt- leika i, at vit megna løg- tingsarbeiðið undir teimum karmum, sum eru. Men skal eitt nytt løgtingshus byggj- ast, skal tað eftir hansara sannføring ikki byggjast fyrr enn vidurskiftini hjá børnum og gomlum ikki eru fingin í rættlag. — 2 — Eg haldi, at løgtingsf6lk eiga at klára at arbeiða undir teimum viðurskiftum, vit hava. Tað er ikki so langt at ganga ímillum gamla apo- tek og verandi løgtingshus at vit ikki klára tað. Betrast á ødrum økjum Jenis av Rana heldur, at karmarnir um løgtingsar- beiðið kundi verið betraðir á øðrum økjum enn at byggja nýtt løgtingshus. Her sipar hann til vegleið- ing frá lógarkónum tá upp- skot skulu orðast og líkn- andi. Hann vísir á, at ym- isku løgtingslimirnir hava ymiskar útbúgvingar, og eru hesar ikki altíð so væl egn- aðar, tá lógartekstir skulu skrivast og líknandi. Tí hevði verið gott við góðari hjálp, heldur hann. - Tó eru umstødurnar á júst hesum øki betraðar munandi í seinastuni, og tað er gott. Men tær verða ikki betur, bert tí vit byggja nýtt løgtingshus, sigur Jenis av Rana at enda. Bíða við húsinum Marius Dam úr Sambandsflokkinum mælir løgtinginum at steðga við ætlanini um nytt løgtingshius JOHN JOHANNESSEN — Eg eri ímóti jåttanini til nytt løgtingshús. Marius Dam ur Sam- bandsflokkinum heldur, at talan er um eitt óneyðugt prestiguprojekt. Hann held- ur ikki, at umstødurnar í lógungunum eru so våna- ligar, at neyðugt er við nýggjum húsi beinan vegin. — Eg haldi, at løgtingið heldur eigur at hyggja eftir játtanunum til útjaðaran., áðrenn peningur verður játt- aður til nytt løgtingshus. út- jaðarin er altid vid sviðusoð. Men stendur tað til mín, verða eingir pengar játtaðir til nýggja løgtingshusid. Eisini vísir Marius Dam á. at vit heldur hava brúk fyri skattalætta, enn fyri nýggjum løgtingshusi. Heldur pening til útjaðaran Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum heldur, at peningur heldur átti at verið brúktur uppá útjaðaran JOHN JOHANNESSEN Páll á Reynatúgvu heldur, at peningurin til nýggja løg- tingshúsið heldur átti at ver- ið brúktur til fiskiskipaflot- an og virksemi í útjaðar- anum, men hann er bangin fyri at játtanin verður sam- tykt. — Tað er nevniliga altíð so, at játtanir til virksemi í midstadarøkinum verða samtyktar av einri ella aðr- ari taktiskari orsøk. — Eg var ímóti at hækka løgtingsmannalønirnar og eg eri ímóti hesum uppskot- inum um nýtt løgtingshús, sigur Páll á Reynatúgvu, ið ikki metir umstødurnar í verandi húsi vera so ringar. Hann heldur, at talan er um eitt prestiguprojekt frá for- mansskapinum. Sjálvandi nýtt løgtingshus Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýisflokkinum er fyri nýggjum løgtingshúsi JOHN JOHANNESSEN — Sjálvandi skulu vit hava nýtt løgtingshus. Men ikki beint nú, sigur Sámal Petur í grund, ið heldur búskaparliga aktivitetin í løtuni vera ov stóran til at fara í gongd við slíkt arbeiði Sámal Petur er ikki samdur i hinum løgtings- limunum, ið síga, at pengarnir heldur skulu brúkast á øðrum økjum Mugu hava betri umstødur Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkin heldur, at lógtingið má hava betri umstødur, men spurningurin er, um tað skal vera her og nú JOHN JOHANNESSEN - Eg havi ikki tikið støðu til, um eg skal vera fyri ella ímóti játtanini. Men eg haldi, at løgtingið hev- ur uppiborið betri um- støður, sigur Runa Sivert- sen. Tingkvinna Fólkafloks- ins heldur tó ikki, at at farast skal undir at byggja nytt løgtingshus eftir ver- andi projekti. Hetta, held- ur hon, fellur ikki inn i umhvørvid. Men varð ætlanin at gera eitt ting- hús, ið fall inn í umhvørv- 10, eins og tað verandi. hevði hon tikið undir við tí. Rúna Sivertsen heldur ikki, eins og Jenis av Rana, at staðin skal fella til Al- peningurin í manna- og Heilsugkið. Heldur skal peningurin spreiðast út á so nógv eki, sum gjørligt. Vit skulu ikki leggja so nóhv i, at løgtingshúsið kemur at kosta 100 milli- ónir, tí talan verður ju um eitt hús, ið kann brúkast í eini 100 til 200 ár Óforsvarligt Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum heldur tað vera óforsvarligt, at lógtingið setir pening av til eg sjálvt, tá hildið verður aftur aðrastaðni JOHN JOHANNESSEN Umtødurnar í verandi loguingshúsi eru ikki tær allar bestu, men vit eiga at liva við teimum, so leingi umstødurnar á oði um arbeiðsplássum ikki verða betraðar. Hans Pauli Strom held- ur tað ikki vera rætt, at løgtingid fer at játta pen- ing til sin sjålvs medan umstødurnar á ødrum stovnum eru ótolandi. Hann vísir á, at verandi fiskivinnuskuli í Vest- manna er bygdur av gomlum kassafjalum, og tå løgtingid ikki kann jåtta pening til at betra um umstødurnar hjå fiski- vinnuskúlanum, kann tað heldur ikki játta pening til at byggja dýrt løgtings- hús. Pína veljaran — Eg haldi, at veljarin í løtuni verður píndur av politikkarunum. Vit hava eina fíggjarlóg við stórum yvirskoti, men eingin peningur verður játtaður til átrokandi mál í sam- felagnum. Hans Pauli Strøm sipar i hesum sambandi, eins og Jens av Rana, å eldra- okið. heilsuverkið og strandfaraskipini. Men ikki minst heldur hann tað hava týdning at fáa fiskiskipaflotan endur- nýggjaðan og virksemi út á smáplássini. Javnaðartingmaðurin heldur ikki, eins og Jenis av Rana, at ætlaða játt- anin til nýtt løgtingshus skal flytast til Almanna- og heilsuøkid, hóast hann ásannar, at har er hart brúk fyri pengum. — Eg haldi, at vit held- ur, bæði samgonga og andstøda, eiga at seta okkum niður at finna út av, hvar neyðugt er við pengum, og so eiga játt- anirnar at verða gjørdar eftir tilmælunum, log- ungid kemur til.