Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 19. oktober 1999 tíðindablaðið 13 B36 kannar útlandið Fótbóltur: Spælararnir hava í vikuskiftinum vant saman við einum eysturríkara, og nú kemur ein svenskari at royna seg B36 gongur leiðir, sum ikki hava verið vanligar, nú teir skulu finna ein nýggjan venjara fyri Tomislav Sivic. Í viku- skiftinum hava teir havt vitjan av einum 51 ára gomlum eysturríkara, sum eitur Adi Pinter. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, m.a. vandi hann fyri nøkrum árum síðani franska stór- felagið Olympic Marse- ille. Venjarin kom til Før- oya fríggjadagin, og longu í gjáramorgunin fór hann avstað aftur. Leygardagin vóru nógv B36 viðhaldsfólk í Gund- adali og fylgdu venjing- ini, sum fremmandi mað- urin heyði saman við 1. deildarhópinum. — Vit leggja stóran dent á, at nýggi venjarin gong- ur inn fyri framrættaða spælistílinum, sum vit í níti árunum hava upp- bygt. Eysturríkarin er nú farin avstað aftur, og seinni fáa vit ein svensk- ara, sum skal hyggja at umstødunum og venja saman við spælarunum, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36 Nýggjar tíðir Í B36 rokna teir við, at venjaraspurningurin verður avgreiddur um månadarskiftid, og teir undirstrika, at tað er ikki avgjørt, at talan verður um ein útlending: — Fyrr var tað soleiðis, at tú setti ein venjara, og so var tað hann, sum út frá sínum fyritreytum legði til rættis. Nú verður nógv gjørt vid at kanna typurnar, áðrenn starvs- setingar koma uppá tal. Tað er lætt og skjótt at ferðast, og vit halda, at tað er skilabetri, at evni til venjarastarvið, sum vit ikki kenna, koma henda vegin, í staðin fyri at vit fara út um landoddarnar at kanna teir, sígur Kristj- an á Neystabø. B36 formaðurin kvígir ikki fyri, at teir um tvær ella tríggjar vikur fara at sita við svarta Peri. — Tað er ein rúgva av venjarum á marknaðin- um. Men tað ger ikki upp- gávuna lættari, tí tú skalt velja tann, sum hóskar best til tín spælistíl og tín- ar spælarar, og tað er sera týdningarmikið, at tað kanningar— og útveljing- ararbeiðið verður gjørt nágreiniliga og væl. Spælarnir I B36 ásanna teir, at tað sær út til, at Arnbjørn Danielsen og Øssur Han- sen eru á veg inn aftur á Toftir, og samstundis frødast teir um, at tað hevur eydnast teimum at fáa Magna á Lakjuni aftur í felagið. — Vit rokna við tilgongd frá okkara egnu, og tað er framvegis møguleiki fyri, at vit fara at fáa til- gongd onkra aðra staðni frá í Føroyum, men so skal talan vera um roynd- an spælara, ið kann styrkja um liðið. At fáa onkran spælara úr útland- inum er síðsti møguleik- in, og um hann kemur uppá tal, so skal hann kannast og umhugsast væl. Tíbetur høvdu vit eina royndartíð uppá 30 dagar, tá vit í summar fingu málverjan úr Ung- arn, sigur Kristjan á Neystabø. Vit skilja å lagnum, at tad er sannlikt, at jugo- slavin Ninoslav Milenko- vic, ikki kemur aftur til B36, men hetta hava vit ikki fingið váttað. = jh B36 skal hava nýggjan venjara, og um vikuskift- ið var eysturríkarin Adi Pinter og vandi saman við leikarunum, men um tað verður hann, sum verður nýggjur venjari er ívist enn Mynd: Álvur Haraldsen = Vit eiga at vera stoltir av avrikinum Fótbóltur: Orðini eigur mest royndi føroyski venjarin, Jóhan Nielsen, ið er ein av teimum 9 føroysku fótbóltsvenjarunum, ið júst hava fingið heitið elitu- venjarar Alla síðstu vikuna hava 9 føroyskir fótbóltsvenjarar verið í norðurjútska býnum Fredrikshavn. Ørindini vóru fótbóltsvenjaraútbúgving. Skeiðið var síðsti liður í 2 ára langari útbúgving. Hesir 9 ganga nú undir heitinum, elituvenjarar. Elituvenjaraútbúgvingin er næstahægsta venjaraút- búgving í danska kongarík- inum. Allir teir føroysku venjararnir stóðu royndina. Hetta er væl klárað, eisini tí, at tað er ikki heilt óvan- ligt, at danskir venjarar fáa at vita, at teir eru minni egnaðir til venjarastarvið. Stóran týdning fyri føroyskan fótbólt Ein av teimum júst útbúnu er mest vinnandi føroyski fótbóltsvenjarin nakrantíð, Jóhan Nielsen, ið venur I .deildarlidid hjá GI. Jóhan heldur, at hetta hevur nógv at siga fyri føroyskan fót- bólt. Hesir menninir hava nógva vitan at geva før- oyskum fótbólti. Teir eru førir fyri at venja fótbólts- leikarar í øllum aldursbólk- um eins væl og liðini hjá Fótbóltssambandinum. Sera umráðandi er tað, at vit megna at menna ungdóms- fótbóltin enn meira. Hesir venjarar kunnu eisini brúk- ast sum ráðgevarar. Líkn- andi arbeiðið sum Anfinn Danielsen hevur í Kl. Venjaraútbúgving fult á hædd við aðrar Fort hevur verið fram í fjøl- miðlunum at føroyska venj- araútbúgvingin onki virðið hevur. Fyrrverandi B36 venjar- in, Tomislav Sivic, hevur harðliga tikið til orðana í samtali við Sosialin um júst hetta. Jóhan Nielsen vísir hesum pástandi púrasta aft- ur. Elituvenjaraútbúgving- in vit hava lokið er góðkend av UEFA. Einans 6 lond í UEFA hava fingið góð- kenda stemplið, og har er Danmark eitt teirra. Hetta merkir í prinsippinum at vit kunnu fara til øll lond, ið hoyra undir UEFA, at virka sum venjari. Men tað er greitt, at útbúgvingin í sjálv- um sær ikki merkir, at vit nú eru endaliga útbúnir. Vit mugu framhaldandi út- búgva okkum. Hetta er ikki bert galdandi fyri fótbólts- venjarar, men fyri øll menn- iskju í øllum lívsins viður- skiftum. Venjaraútbúgvingin neyðug Men er tað neyðugt at brúka pening at útbúgva føroyskar venjarar, tå ið nærum øll feløgini leita sær uttanlands eftir venjarum, kundi ein freistast til at spurt — Jú, tað er avgjørt neyð- ugt at útbúgva føroyskar venjarar. Rætt er tad, at vit hava havt lyndið til at grul va á búkinum fyri ti útlends ka. Men tvær orsøkir eru, ið gera tað trupult hjá teim um føroysku venjarunum og hjá feløgunum. Onnur er, at flest allir hava annað ar beiði at takast við í tí dag- liga og hin er, at teir tískil ikki bara kunnu stinga i klæðsekkin og flyta. Tí er tað trupult hjá feløgunm í Suðuroynni, í Sandoynni, Vágoynni og so norðuri í Klaksvík, sigur GI-venjarin Jóhan vónar at vit fram 1aldandi fara at útbúgva venjarar. Eitt hugskot hevði verið at havt eina sokallaða ærlingaskipan. Øll fótbólts- 10 skuldu havt vaksnan venjara, ið hevði ein hjålp- ara, 10 samstundis var lær- ingur. Tað er avgerandi neyðugt at vaksin fólk taka sær av ungdómsvenjngini og ikki børn, ið venja børn, sigur Jóhan GÍ venjarin vil til endans veita ein stóra tøkk til út- búgvingardeildina hjá Fót- boltssambandinum, ið hev- ur og ger eitt stórt arbeiðið fyri at menna føroyskan fót- bolt. Og ikki minst takka fyri framúr góða hjálp frá skeiðsleiðarunum, = Max Rasmussen, Knud Aage Nielsen og Jens Tang Olsen. Litaviski landslidsvenjarin hevur vitjad FS Vågar Fótbóltur: I vikuni verður gjørt av, um fyrrverandi litaviski landsliðsvenjarin Keztutis Latoza skal venja vágaliðið Leygardagin vandu vága- menn fótbólt. Fyri venjing- ini stóð Keztutis Latoza, sum fyrr í heyst var í Før- oyum. Tá hevði hann ábyrgdina av litaviska landsliðnum. Stutt eftir segði hann upp, og nú bend- ir nógv á, at hann skal vera venjari hjá FS Vágum. Latoza kom til Føroya fríggjadagin, og hann fór av aftur landinum í gjár. End- aliga avgerðin um hann skal venja vágaliðið verður tikin seinni í vikuni, men vit skilja, at tað er stórt sannlíki fyri, at samstarv fæst í lag. Brúktu sendistovuna Alvur Samuelsen er for- maður í FS Vágar. Hann sigur, at tá teir hoyrdu, at litaviski landslidsvenjarin hevdi sagt upp, settu teir seg i sambandi vid donsku sendistovuna i Litava. Frå teimum fingu vórðu teir vistir til litaviska fótbólts- sambandið, og frá teimum fingu teir telefonnummarið hjá 49 ára gamal venjaran- um. Síðani hava samrødurnar millum venjaran og umbod- ini fyri vágaliðið havt við sær, at venjarin kom til Før- oya síðsta fríggjadag fyri at hyggja at umstødunum og fyri at tosa um møguligan sáttmála, og nú er tað upp til nevndina i FS Vágum at taka avgerðina. Tað verður gjørt seinni í vikuni. Fyrr- verandi litaviski landsliðs- venjarin er giftur og eigur tvey børn, men um hann kemur til Føroya, so er ætl- anin, at hann skal koma einsamallur. I år vandi danin Ole Andr- easen FS Vágar, men tað verður ikki hildið fram við tí samstarvinum. Spælararnir Tá tað var greitt, at FS Vág- ar komandi ár skal spæla í bestu deildini, varð sagt, at um liðið skal standa seg í bestu deildini, so verður neyðugt at fáa styrk aðra staðni frá, og tað varð serl- iga hugsað um møguleikan, at vágamenn, sum í ár hava spælt í 1. deild, skulu koma vestur aftur at hjálpa til Alvur Samuelsen sigur, at tað verður arbeitt við spurn- inginum at styrkja um liðið, men enn er einki endaliga komið uppá pláss. FS Vágar hevur ikki óavmarkaða fíggjarliga orku, og tað skal nógv til at standa seg í kapp- ingini um spælararnar Jéhannes Joensen hevur gjørt såttmåla vid HB fyri komandi år. Hinir våga- menninir, sum hava spælt i 1. deild í ár, eru Petur Ritter, Bjørn Thorsteinsson, sum hava verið i B71, Jens Erik Rasmussen, sum hevur spælt við HB. og Bjarni Prior, sum hevur spælt við B36 jh