Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 VB er á veg Kvinnurnar hjá VB megnaðu sunnudagin at basa tær hjá Tjaldrinum, og liggja nú á odda í landskappingini Jákup Mørk Aðrenn kappingin byrj- aði, frættu vit úr Vági, at kvinnurnar har suðuri vóru sera uppsettar at vísa, at tær eisini kundu vera við í dystinum um heiðursmeki hetta kapp- ingarárið. Seinasta viku- skifti vóru tær í eldinum fyri fyrstu ferð, og hóast tær bert fingu annað stig ið ta ferðina. so fingu tær prógvað, at nakað er um Sunnudagin vóru Tjald urskvinnurnar í Vági, og hóast tær næstan megn- aðu at koppa VIF í teirra fyrsta dysti, so var vænt- andi at VB kvinnurnar fóru at gerast ov drúgvar í hesum dystinum. Tjaldur beit frá sær Soleiðis varð eisini. men áðrenn VB kvinnurnar fingu loyvi at hava stigini har suður, máttu tær geva alt tað megnaðu móti Tjaldrinum. Tjaldri byrj- aði nevnliga dystin betur, og høvdu eitt skifti leikt seg fram til eina leiðslu upp á 4 mál. VB megnaði tó at svara aftur, og tá far- ið varð til hålvleik, stóð á jøvnum 9-9. I seinna hålvleiki løgdu vágsgenturnar harliga fyri, og eftir at tær høvdu skrykt seg leysar frá Tjaldrinum, tóktist ogan- tíð at vera ivi um, hvar stigini fóru at enda. Hesu ferðina megnaðu tær eis- ini at halda dampinum uppi allan dystin, soleiðis at søgan frá seinasta viku- skifti ikki vard endurtik- in. Stóri málskjúttin varð aft- ur hesu ferðina Regina Rádo, og leikandi venjar- in verður ivaleyst ein spælari, sum vit koma at hoyra nógv um í vetur. Harumframt hevði Arn- leið Krosslá ein sera góð- an dag, og skutu tær báðar eisini meginpartin av mál- unum hjá vágsgentunum. Hjá Tjaldrinum vóru tað serliga Sonja og Sun- rid Gleðisheygg. sum gjørdu um seg, men hetta var altso ikki nóg mikið til at fáa nakað burtur úr dystinum. Tjaldurs kvinn- urnar hava sett sær sum mál at verða hangandi í deildini, og hóast tær enn ikki hava fingið nakað stig, so hava teir báðir dystirnir, sum tær higartil hava leikt, givið ábend- ingar um, at hetta nokk skal fara eydnast teimum. Bæði leika móti Kyndli Komandi vikuskifti hava liðini bæði frí, men í mið- vikuni skal Tjaldur til Havnar at leika ímóti før- oyameistarunum ur Kyndli, imedan VB bíðar til annað vikuskifti eftir somu føroyameistarum. Ein dystur, sum ivaleyst kann geva okkum ábend- ingar um, hvussu langt vágsgenturnar fara at røkka í teirra stremban eftir heiðursmerkjum. Sjálvsagt er tað eingin katastrofa, um so er at Kyndil fer avstað við sigr- inum, men moralskt man tað ivaleyst vera av stór- um týdningi, at vágsgent- urnar veruliga merkja, at tær eisini vera við í betra endanum. tíðindablaðið dagin Kyndlakvinnurnar farnar í gongd Nr. 198 - 19. oktober 1999 Mynd: Alvur Haraldsen Hondbóltur: Hóast talan er um eitt heldur slitið orðafelli, so kann staðfestast at kyndlakvinnurnar vunnu uppgerðina í Vestmanna, grundað á at tær høvdu fleiri streingir at spæla upp á VÍF — Kyndil 22-24(11-11) JÁKUP MORK Høllin i Vestmanna var sunnudagain karmur um eina dupultuppgerð ímillum Vestmanna og Havnina, við tað at tey bæði fremstu liði- ni hjá VIF og Kyndli skuldu royna síni kynstu ímóti hvørjum øðrum. Fyrst á skránni var kvinn- udysturin, har vestmanna- genturnar høvdu eina stóra uppgávu. Hinumegin mið- linjuna stóðu føroyameist- ararnir tey bæði seinastu ár- ini. Hinvegin prógvaðu vestmannagenturnar seinas- ta ár, at teær eisini kunnu spæla við móti teimum stóru, við tað at tær vunnu steypakappingina har tær millum annað bastu kyndla- gentunum á vegnum til fi- naluna. Eingin lættur dystur Tað sást eisini beinanvegin, at gulu genturnar ikki høvdu nakrar ætlanir um at lata Kyndil fara suður aftur við stiginum, uttan stórvegis hóvasták. Leikurin gekk javnt á allan fyrr hálvleik, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Serliga vóru tað tær báðar loana Rapa og Lotte Sørensen, sum gjørdu um seg fyrstu løtuna, men hetta var helst ikki meira enn væntað, tí tær báðar vóru ávíkavist besti málskjútti og besti leikari í kappingini undan- farna ár. Annars var eisini vert at leggja til merkis, at Rakul N. Joensen tóktist at fáa alt ov gott pláss úti á vinstra vongi henda hálvleikin. Ferð eftir ferð sveik upp- dekkingini úti í borðinum, og heyði málverjin hjá vest- mennigunum ikki staðið so- mikið væl, hevdi dysturin allarhelst verið avgjørdur í fyrra hálvleiki. Soleiðis skuldi tó ikkiv verða, og tá liðini fóru av vellinum eftir fyrru 30 min- uttirnar stóð á jøvnum. VIF hekk í Í øðrum hálvleiki legði Kyndil hart út, og eftir 5 mi- nuttum megnaðu tær at skapa sær eina 3 mála leiðslu. VIF svaraði tó aftur, og var hetta søgan so at siga allan hálvleikin. Hvorja ferð Kyndlakvinnurnar høvdu gjørt ein vørr, og tað var líkt til at dysturin varð avgjørd- ur, megnaðu tær gulu at svara aftur. Eins og í fyrra hálvleiki vóru loana og Lotte sera sjónligar hjá báð- um pørtunum, men nú sást brádliga eisini nógv til Beintu Sørensen úr Kyndli og Jacklin Durhuus úr VIF. Hvi Beinta byrjadi dystin å beinkinum skilji eg ikki rættuliga, men hon megnadi í hvussu so er at vísa venj- aranum, at hon helst eigur at teljast millum 6 tær fyrstu, tá liðið verður sett. Heldur ikki var hon bangin fyri at taka ábyrgd á seg, og eftir at Lotte heyði brent 2 brotskøst á rað, varð tað Beinta, sum átók sær hesa uppgávuna. At Kyndil kann loyva sær at halda einum so frægum leikara sum Beintu á beink- inum ber eisini boð um, at breiddin í hópinum er stór, og helst var tað henda breidd, sum at enda tryggj- aði kyndlakvinnunum sig- urin. Spælið broyttist ikki tað stóra, tá stuðulsleikarar fóru út at hvíla seg, og at enda var tað sum um, at 10- ana og Jacklin, sum at siga onga hvíld fingu, ikki fram- haldandi megnaðu at svara aftur mótvegis málskjóting- ini hjá kyndlakvinnunum. Verjan riggaði væl Kyndil leikti so at siga allan dystin við einari 5-1 upp- stilling í verjupartinum, og hóast hetta onkuntíð varð orsøk til hol í verjuni, tóktist taktikkurin at eydnast væl. Bæði loana Rapa og Jack- lin Durhuus høvdu ofta trupult at sleppa til skot, og Rakul N. Joensen, sum hevði leiklutin sum eittarin, tykist vera í somikið góðari venjingarstødu at hon so at siga allan dystin kundi 6- rógva miðleikararnar hjá VIF. Onkuntíð varð tó skift til at spæla við 5 í verjuni, ímeðan Rakul mansvardi loanu, men hetta tóktist ikki vera nøkur skilagóð loysn, við tað at hetta skapti al- stórar trupulleikar fyri verj- una, tá hon setti ferð á og fór frá Rakul. Aðrenn kapp- ingin byrjaði, frættu vit frá kyndlavenjarunum Flemm- ing Raben, at tað helst fór ganga nakað av tíð, áðrenn genturnar høvdu vant seg við nýggju verjuskipanina, men longur nú kann stað- festast, at tær eru komnir væl á leið. Oy fáar bera ov nógv VIF leikti hinvegin við flat- ari verju, men størsti trupul- leikin í hesum tóktist vera, at samskifti ímillum verjuna og málverja ikki altíð rigg- aði nóg væl. Hetta kann tó batna munandi við venjing. og megna tær at fáa hetta í rættlag, kunnu tær koma heilt langt. I ålopspartinum tykist tað onkuntíð at ov tungar byrð- ur verða lagdar á loanu og Jacklin, men hinvegin hevur eitt nú Nicolina Joensen áð- ur prógvað, at hon so sanni- liga eisini kann skjóta nógv mál. Bestu málskjúttar: VIF: loana Rapa 9, Jacklin Durhuus 6, Nicolina Joen- sen 2 Kyndil: Lotte Sørensen 10, Beinta Sørensen 6, Rakul N. Joensen 3