Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 19. oktober 1999 tíðindablaðið ; Hoyvikingar gulir og bláir av StÍF Hondbóltur: Strandingar lótu ongan iva vera um úrsliti. Teir vundu burturúr H71 í H71-StÍF 21-30 (8-12) SVEINUR TRÓNDARSON Meistaraliðið av Strondum slapp at hvíla seg í fyrsta umfari av landskappingini 1999/2000, men sunnudag- in sluppu teir ein túr til Havnar at spæla móti hoy- víkingum. Og tað var ikki meir enn at teir fingu sveitt- an fram, av dystinum. Strandingar byrjaðu sum hvirluvindar, og áðrenn hoyvíkingar vistu av vóru teir aftanfyri við trimum málum. Við hesum var gongdin í grundini løgd, og hjá strandingum ráddi fyrst og fremst um at halda fast. Hetta gekk eisini framúr væl, tí spæl teirra var væl skipað, bæði í verju og í álopi. Um talan var um sterkasta lið strandinga, so er eingin ivi um, at tað stendur væl til á Strondum. Jónleif Sól- sker, venjari, sum í fjør var ein týdningarmikil partur av FM-liðnum, sat uttanfyri í dag, og tað var eftir tí, sum vit hava skilt ikki tí at hann hevði skaða. Hann ætlar sær eftir øllum at dóma at spæla sum minst í ár, og tí skulu nýggir leikarar spælast inn. Hoyvíkingar tunnir Tað var annars eitt ótrúliga tunt H71 lið sunnudagin. Væl vita vit, at Hans Gud- í einum einsrættaðum dysti mundsson og Finnur Hans- son eru burtur, men fyri tað áttu hoyvíkingar at kunna víst meir. Halgir Dahl Olesen royndi av øllum alvi at visa síni kynstur, men tað var ikki nóg mikið. Síðani fór hann eins og flestu av hin- um hoyvíkingunum at brúka munn, og tað spyrst sjáldan nakað gott burturúr. Halgir gjørdist eisini mál- slúkurin hjá H71 við átta málum. StIF effektivari I øðrum hálvleiki royndu hoyvíkingar at fáa fatur á SUF, og einu løtuna sá hetta eisini út til at fara at eydn- ast. Teir minkaðu um munin til 15-17, men hetta var eis- ini tað nærmasta teir komu. Sum sagt, so brúktu teir nógva orku til at keglast við dómararnar, og fyri at siga tað sum tað er, so var meg- inparturin púra óneyðugur. Í flestu fórum er ein orsøk til óneyðugt kegl, at leik- ararnir kropsliga ikki eru nóg væl fyri, og tað er held- ur ikki óhugsandi at tað júst var orsøkin í dag. Strandingar runnu H71 niður og norður, og tað kann fáa sinnið í kók hjá tí allar- róligasta tá soleiðis er statt. Móti dystarenda fekk Vøgg Debess reytt kort fyri í hevnisøku at langa nevan í búkin á Kristiani Rasmus- sen, og tann einasti, sum ikki mótmælti var .... Vøgg Debess. Kristian fekk tveir minuttir fyri ófantaligt spæl, og tað var eisini í lagið. Tá henda stødan kom í var dysturin langt síðani av- gjørdur, og spurningurin var bara sum strandingar skuldu vinna við átta ella nýggju málum. Spenningurin ikki frá H71 Tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað skal annað og meira til, um H71 ætlar sær at vera við í toppinum av landskappingini í ár. I fjør høvdu teir frægar útlendskar leikarar at dúva uppá, men tað hava teir ikki í ár. Harafturímóti hava teir fingið royndan føroyskan venjara í Kára Durhuus, og hóast byrðan er tung, so kann hann uttan iva fáa skil á ungu hoyvíkingarnar. Men tað verður íkki nøkur løtt uppgáva at gera tað. Ungu hoyvíkingarnir, sum fyri langari tíð síðan hava víst, at teir duga spæla hondbólt, eru heldur enn ikki bráðir, og tað kann geva trupulleikar vidhvørt. Í dystinum sunnudagin sást eisini týðuliga, at teir við vhørt hugsa í meira lagið um tað dómarin hevst at heldur enn at hugsa um spælið. Vónandi fær venjarin broytt hesa taknagongd til tað betra. Tað hevði verið munandi meira søminligur atburður fyri hoyvíkingar enn tað teir vístu í endanum á dystinum sunnudagin. Brødurnir Johansen Hjá strandingum vóru tað bróðurnir Johansen, sum vóru teir stóru. Av teimum 30 málunum sum strand- ingar fingu gjørdu teir ikki færri enn 23. Hetta sigur ikki so lítið um evnini, men hini mót- stødulidini mugu fyri alt í verðini ikki halda at teir eru teir einastu, sum kunnu gera mál hjá StÍF. Har eru nógvir aðrir góðir leikarar, sum sunnudagin fingu spælið hjá SUF at ganga rættiliga flót- andi. So flótandi, at strandingar vundu burtur úr H71 H71: Halgir Dahl Olesen 8, Olaf Vestergaard 5 (2), Eyð- un Højgaard 3, Tróndur Vatn- hamar 3, Rene Dahl Olesen 1, Svend Aage Seloy I StÍF: Artur Johansen 14 (5). Alexandur Johansen 9, Krist- ian Peturson 3, Karstin Dani- elsen 2, Bent Djurhuus I Avísingar: H71 3 og StiF 4 Burturvisingar: H71 | Brotskøst: H71 2, StIF 6 Démarar: Hans Thomassen og Hanus Kiirberg Tað var ikki altíð stuttligt at vera seinasti skansi hjá H71. Til tíðir var verjan sum ein opnahjallur sum strandingar runnu igjøgnum sum teimum lysti. Kortini skulu málverjarnir eiga, at teir ongnatíð góvu skarvin yvir. Her pilkar Jens á Skipagøtu bóltin frá Marjusi Joensen Mynd: Sveinur Tróndarson u veljast!. | samband við at stór gallaveitsla verður hildin leygar- dagin 30. oktober 1999, skipar Sosialurin fyri atkvoðu- greiðslu, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um, hvørji vóru bestu leikarar og dómarar í føroyskum 1. deildarfótbólti í farna kappingarári Atkvødur kunnu latast okkum við at útfylla atkvoðu- seðilin niðanfyri, og senda okkum hann á fax nr. 314720 ella við posti til Tíðindablaðið Sosialurin, postsmoga 76, 110 Tórshavn. Eisini ber til at senda okkum atkvødur við telduposti á fotboltQsosialurin.fo. Drigið verður millum innkomnu atkvødurnar, og hepni vinnarin fær ein túr til fótbóltsdyst uttanlands Vinnararnir av atkvoðugreiðsluni verða avdúkaðir á galla- veitsluni, og skulu atkvødurnar tiskil vera okkum í hend í seinasta lagi fríggjadagin 29. oktober 1999 á miðdegi geenenennenevenennnrerenreeræn, : ÁRSINS LEIKARI 4 Kvinnur : Menn FRger : ÁRSINS MÅLVERJI 5 : Kvinnur : ; Menn : ege.NUde) : ÁRSINS VERJULEIKARI : ; Kvinnur : ÅRSINS MIDVALLARLEIKARI 2 Kvinnur ereunsunnuee Menn z : førnonnenno DONT RE TOT SR RSS RRS NRENmm 4 . : ÁRSINS ÁLOYPARI Kvinnur i ” Menn : peeereennenreneennenner nerne aRR LE ennen : ARSINS STJØRNUSKOT E : Kvinnur : : Menn : pre — RÅrderrekrverenLER ' | ÁRSINS VENJARI kb) ; Kvinnur : : Menn : RR RÅme : ÅRSINS DOMARI 54 Navn. Bust. Bygd/byur Tlf.