Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ z á | fø Æ Nr. 198 - 19. oktober 1999 k Framleikararnir lótu ongan iva vera um, at teir ætla sær at liggja í fremra enda av tíðindablaðið i kappingini i år tå teir dystaðust móti Mjølnir um vikuskiftið. Klaksvíkingarnir fingu bert fótin fyri seg í seinna settinum av ødrum hálvleiki og tað var tí at Framleikararnir sovnaðu í berum sigursrúsi Mynd: Sveinur Tróndarson Fram drog longra stráðið Flogbóltur: Hóast tað var um reppið, at Mjølnir fekk annan hálvleik, so visti Fram, at tað verða teir, sum fara at geva Fleyr harðastu m6tstøduna í ár. Fram-Mjelnir 2-0 SVEINUR TRÓNDARSON Sum væntað var tað Fram, sum dróg longra stráðið í dystinum móti Mjølnir sunnudagin. Fram vann dystin 2-0, og tað gjørdu teir uttan stórvegis hóvasták. Fram var heilt einfalt nógv betri í øllum pærtum av dystinum, og einasta løtan Fram var hótt, var tá Fram- leikararnir sjálvir mundu gloymt, at teir nú skulu spæla minst fýra sett áðrenn ein dystur er liðugur. Fyrsta sett í dystinum í aulini í Eysturskúlanum var annars rættiliga javnt. Framleikararnir, sum sein- asta vikuskiftið vístu, at teir kunnu sláa rættiliga hart og neyvt, fingu fatur á longra endanum og vunnu fyrsta sett 21-19. Hetta var ov mikið hjá Mjølni og í øðrum fingu teir ein ordiligan avsmurning frá ungu havnadreingjun- um. Fram vant ruddiliga burtur úr Mjølnir og tá fyrri hálvleikur var av stóð 21-8 á stigatalvuni. Í triðja setti hildu fram- leikararnir á at trýsta, og serliga vóru tað teir báðir jens Heri og Rúni, sum vóru skarprættarar. Teir smekk- aðu bóltarnar í gólvið við eini slíkari ferð, at tað var ikki hissini at vera verju- leikari á Mjølnirlidnum. Rúni er grundarlagið Rúni er ein av allarmest evnaríku flogbóltsleikarum, sum Føroyar nakrantíð hava átt, og tað er ein sonn fragd at síggja hann spæla. Hóast ungur á aldri, hevur hann framúr gott eygað fyri spæl- inum, og tá hugsað verður um at hann eisini er sterkur í verjupartinum, so er hann trygdin á Framliðnum. Triðja sett endaði við 21- 16 sigri til Fram, og tá hetta var liðugt væntaðu fólk, at nú var restin ein avgreiðslu- spurningur. So var kortini ikki. Mjølnir kom afturíaftur, og tað við lít. Í fjórða setti trýsu teir Fram frá byrjan. Teir komu framum 9-3 og tann munurin var ov stórur til at Fram orkaði at togað hann innanftur, hóast teir royndu tað frægasta teir áttu. Settið endaði 21-13 til Mjølnir, og tað er stórur munur eftir nýggju leikregl- unum. So varð farið undir tie- breakaran um seinna hálv- leik. Eins og í fjórða setti gjørdi Mjølnir frá byrjan vart við, at teir ætlaðu sær at hava ein fingur við í av- gerðini um hvønn veg hesin hálvleikur skuldi fara. Tað fingu teir eisini, men fingurin var ov lítil til, at gera mun, tí Fram vann ann- an hálvleik, og harvið har- við dystin 2-0. llic skal gera munin Aftaná dystin segði Trygvi Poulsen, sum var klárt besti spælarin hjá Mjølni, at høvdu teir verið eitt sindur róligari, so var ikki óhugs- andi, at teir vunnu annan hálvleik. Mjølnir hevur aft- ur í ár fleiri nýggjar leikarar á liðnum, og tað ger at neyðugu royndirnar eru ikki til staðar. Hetta sást eisini aftur tá avgerandi løtan í seinna hálvleiki nærkaðist, og tað kann gera árið trupult hjá Mjølnir. Soleiðis sær Trygvi kort- ini ikki upp á tað. Eins og kvinnurnar bíða eftir venj- ara gera menninir tað eisini, og teir kanska meir enn kvinnurnar, tí nýggi venjar- , in skal spæla við mansliðn- um hjá Mjølnir. - Kemur hann skjótt. so sær heilt øðrvísi út, tí hann er ein sera góður spælari, sum hevur spælt í jugoslav- isku fyrstu deild, sigur Trúgvi Poulsen og hevur trupult við at fjala smíli. Og tað er í grundini ikki so løgid, tí jugoslaviskur flogbóltur er altjóða rætti- liga høgt í metum, og m. a. kunnu vit siga, at jugoslav- iska landsliðið, sum var við i HM kappingini seinast endaði millum fýra tey bestu. Nýggi venjarin eitur, sum nevnt aðrastaðni, Borko Hic, og er bert 25 ára gamal, so talan er um ein ungan harra, sum kann geva mans- flogbóltinum í Klaksvík tað vantaða sparkið í afturpart- in. Hjá Fram er einki annað at gera enn at berjast víðari, tí eins og fleiri onnur lið hava teir mist góðar spæl- arar. Sigmund av Teigum, sum í fjør var ein tann holl- asti stuðulin er farin til Dan- markar, og hóast teir vunnu á Mjølni í dag, so sæst tað aftur tá ein slíkur maður ikki er við meira. 19 Dráttur byrjar við útisigri Flogbóltur: Við einum næstan heilt nýggjum og óroyndum liði byrjaði Dráttur nýggja kappingarári við ein- um sigri og enntá á åtivølli ÍF-Dráttur 1-2 (0-1) SVEINUR TRÓNDARSON Dráttur fekk góða byrjan upp á nýggja ári í flog- bóltslandskappingini. Tær byrjaðu ári við einum dysti móti uppflytarunum úr Fuglafirði, og tað gjøru tær so mikið væl, at tær vunnu dystin Tað vóru eisini gentur- nar úr Vágum, sum byrj- aðu dystin best Tær vunnu fyrra hál leik, og tí sá tað kanska út til, at talan fór at vera um ein lættan sigur. Hetta var kortini ikki so, tí IF kom afturíaftur og tær vunnu annan hálvleik, so- leiðis at nú stóð á jóvnum. Tí skuldi seinasti og av- gerandi tiebreakarin til fyri at avgera fyrsta dyst- in á Kambsdali eisini, og her var tað Dráttur, sum dróg longra stráðið. Tær vunnu tí dystin 2-1. Mist nógv fólk Tá farið var undir flog- bóltsári í Vágum sá einki út. Ikki færri enn fimm av leikarunum, sum vóru við á liðnum í fjør eru givnar við flogbólti fyri- bils, í hvussu er, og tað merkist á liðnum. Tí skal nýggi venjarin hjá Drátti, Suni Hansen spæla eitt heilt nýtt lið saman við royndum og heilt óroynd- um leikarum. Kortini hevur hann heilt royndar spælarar at dúva uppá í hesi upp- byggingarfasuni. Helga Nordendal er enn við, og tað eru Gerda Nattestad og Elisabeth Rasmussen Dráttur var á vitjan á Kambsdali, og har knógv- eisini. Hinvegin, so hava fleiri av nýggju leikarunum nóg illa spælt við systemi fyrr, og tí skal tað venjast væl áðrenn alt koyrir. Tí tær nýggi venjarin nokk at síggja til í stríðnum fyri heiðursmerkjum Um dystin á Kambsdali heldur venjarin hjá Drátti, at tað var tað rætta liðið a sum vann Helen aftur i IF Hjá IF er eisini ein lands liðsleikari og meistari at finna. Helen á Lakjuni, sum í fjør spældi við Mjølni er aftur í barn- dómsfelagnum, og hon styrkir væl um. Afturat sær hevur hon Randi Lar- sen, sum eisini hevur drúgvar flogbótlsroyndir. Spurningurin er bara um hesar royndir eru nóg góðar til at kunna gera nakað við hini liðini i meistaradeildini, tí tað er ein veruleiki, at kapping- in í meistaradeildini er munandi harðari enn hon er í fyrstu deild. Men sum við so mong- um øðrum, venjing gevur ofta úrslit og tí verður spennandi at fylgja við gongdini á ÍF liðnum hesaferð. | Seinast IF var uppi í meistaradeildini = gekk ikki so væl í hond. Tá var fólkagrundarlagið íkki nóg stórt til at bera eitt meistaradeildarlid, og tí er bara at vóna, at bygd- irnar allar í økinum hesa- ferð standa saman um fel- agið og liðið, sum longu er aftur í bestu deildini. aðu tær nýuppflutta ÍF við einum 2-1 sigri, hóast nógv skerdar sammet“ við í fjør N savnsmynd