Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 Sogndal tapti Fótbóltur: Tað, sum einaferð líkt- ist eini uppflyting í Tippeligaen endaði við einum fimtaplåssi og tapi á síðsta leikdegi móti niður- flytarunum Síðsti dysturin hjá Sogn- dal í hesum kappingar- árinum endaði við tapi. Kurt Mørkøre og Julian Johnsson spældu å heim- avølli móti Lofoten, og tað var týðuligt, at útiliðið heyði meira at berjast fyri. Teir lógu undan dyst- inum undir niðurflyting- arstrikuni, og bara ein sig- ur kundi bjarga teimum Sogndal hevdi mist sín møguleika fyri uppflyt- ing, og fyri teir var dyst- urin í roynd og veru bara ein avgreiðsluspurningur Lofoten vann 2-0, men teir bjargaðu sær ikki lív- inum í norsku 1. deildini, tí onnur botnlið vunnu eisini, og tí vórðu teir ver- andi undir strikuni og skulu spæla í 2. deild næsta kappingarár. Sogndal endaði sum nummar 5 í 1. deild, teir fingu 42 stig, og tað vóru nøkur stig ov lítið fyri at røkka uppflytingarplåssi. Kurt Mørkøre og Julian Johnsson fara nú í vetr- arfrí. ek Kurt Mørkøre hevur fingið armarnar niduraftur eftir at tað miseydnaðist hjá Sogndal at flyta upp í bestu norsku deildina savnsmyndir tidindabladid Nr. 198 - 19. oktober 1999 Tvørågentur fingu sóða byrjan Flogbóltur: Mjølnir tapti fyrsta dystin í hesum kappingarårinum. Í einum røtt- um »gysara« tapti Mjølnir 2-1 fyri TB á Tvøroyri TB-Mjølnir 2-1 SVEINUR TRÓNDARSON Flogbóltskappingin í ål verður ødrvisi enn hon var í fjør. Tað er urslitid av fyrsta leikumfari í meistara deildini hjá kvinnum. Meistararnir úr Mjølnir spældu á Tvøroyri um viku- skiftið, og har taptu tær fyrsta dystin á árinum. TB dróg longra stráðið í einum sera spennandi og til tíðir jøvnum dysti, sum endaði 2-1 til TB. Tað var TB. sum byrjaði best. Tær fingu bukt við klaksvíkskvinnum beinan- vegin, og tað endaði við, at Mjølnir vann fyrsta sett í fyrra hálvleiki 21-17. Mjølnir so líkt lótu tær hetta ikki sita á sær, og tær bardu seg inn aftur í dystin. Tær vunnu annað sett í fyrra hálvleiki við 21-15, og fingu harvið rætt til tiebreak um fyrra hálvleik. Hendan vann Mjølnir 7-5, og sostatt vóru tær á odda í steðgi- num. Gongdin frá fyrra hálv- leiki helt fram í øðrum, tá Mjølnir frá byrjan setti seg á tvørågentur. Tær endur- tóku bragdið frá øðrum setti, og vunnu 21-15. Nú skuldu útlitini- verið til, at Mjølnir byrjaði ári í ár, sum tær endaðu tað í fjør. nevn- iliga við at vinna, men so- leiðis skuldi tað ikki ganga. Tverágentur tóku seg saman, og í einum sera jøvnum setti vunnu tær sær rætt til tiebreak í øðrum setti. Tiebreakin um seinna hálvleik vann TB við 7-4, og nú skuldi dysturin avger- ast í einum setti upp í 15. Her var tað. at TB gjørdi eina langa søgu stutta. Tær løgdu tryst å Mjølnir frå byrjan, og vid g6dum og effektivum servum vunnu tvørågentur 15-6, og harvið dystin 2-1. Venjarin fær æruna Sum vera man, var frøin a Tveroysi sera stør, tå tað umsíðir eydnaðist at vinna á Mjølnir, og hesaferð er æran tilskrivað nýggja venj- Tverágentur stríddust manniliga móti Mjølni, sum var í Trongisvági leygardagin. Og stríðið gav úrslit, tí TB vann dystin móti meistarunum 2-1, í einum sera spennandi og til tíðir væl leiktum dysti frætta vit av Tvøroyri Mynd: Aki Bertholdsen aranum Kasper Skov Niel- sen Hann tók við sum venjari á Tvoroyri stutt undan hes um kappingarárinum, og hóast hann ikki hevur havt best ynskiliguumstødur, so eydnaðist tað honum kortin at vinna á meistarunum í fyrstu »almennu« royndini. Av teimum trimum lið- unum, sum TB hevði í fjør, er bert tað eina eftir, og av teimum átta leikarunum, sum í fjør leiktu á fyrsta liði, eru bert fýra eftir. Kortini var liði styrkt leygardagin, tí Guðrið Nols- øe, sum lesur í Odense og ti eisini spælir har, var heima til konfirmatión og tí var hon við á liðnum. Hon er nú ikki hissini styrkur at hava við, tí m.a. var hon ein av teimum, sum vann gull á Oyggjaleikunum seinasta summar. Annars hevur TB fingið tveir danskar leikarar við á liðið í ár. Venjarin »eigur« sjálvur aðra, meðan hin er konan hjá fyrrverandi TB- málverjanum Per Strøm, sum er flutt til Tvøroyrar. Tær hava báðar spælt flogbólt í Danmark og eru tí góður styrkur at hava á TB liðnum. Venjarin hjá TB er úr År- hus, og er fult útbúgvin DGI venjari, og hevur eisini ver- ið venjara instruktør hjá DGI, hóast hann bert er 28 ára gamal. Mjølnir bíðar eftir venjaranum Hjá Mjølni var hetta ikki ætlanin. Marjun Kalsø sig- ur, at tær fóru suður um Skopunarfjørd eftir øllum stigunum, men tað miseyd- naðist. Tove Riksfjord er just løgd undir skurð, og ti var hon ikki við. Anna Jac- obsen var heldur ikki vid, og tí mátti Mjølnir út eftir leikarum. Kortini heldur Marjun Kalsø, at tær skuldu verið nog væl fyri at vunnið, og hon heldur eisini, at javni dysturin gevur eina åbend- ing um hetta. Annars heldur Marjun Kalsø ikki, at hesin ósigurin er tann heilt stóri skaðin, ti talan var um fyrsta dystin á árinum. Venjingarumstødurnar i Klaksvík hava ikki verið í topp heldur. Ætlanir hava verið um ein venjara til Mjølnir, men av ymiskum ávum hevur hetta drigið út. Tó er málið komið so langt, at Mjølnir væntar at kunna >presenterað< tann 25 ára gamla jugoslavan Borko Ilic innanfyri eina góða viku. Tá væntar Marj- un Kalsø, at ferð kemur á venjingina í Klaksvík. Men fyribils má Mjølnir góðtaka at liggja niðast í stigatalvuni, ti tær taptu fyri TB á Tvoroyri. SEER