Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

———"— Nr. 198 - 19. oktober 1999 Nýggjar leik- reglur flogbólti Flogbóltur: Altjóða flogbóltssam- bandi hevur broytt spælireglurnar soleiðis at flogbólturin er meira áskoðaravinarligur og spennandi SVEINUR TRÓNDARSON Tey, sum sóu flogbólt seinasta ár, og sum enn ikki hava verið til flogbólt í ár, mugu gera sær greitt, at dystirnir vera ikki av- greiddir eftir sama leisti sum í fjør. Minni enn so. Orsøkin til hetta er, at altjóða flogbóltssam- gongan FIVB hevur gjørt av at gera flogbóltsítrótt- ina meira áskoðaravinar- liga og spennandi at fara til sum áskoðari. Urslitid av hesum var m. a. eitt serstakt klædna- krav, sum fór, sum ein skógareldur, serliga gjøgnum kvinnuflog- béltsumhvørvi. Orsøkin til tað var, at kvinnurnar skuldu vera meira tekkiliga ílætnar, og tað fekk altjóða flog- bóltssamgongan at hoyra fyri.. Men kortini vóru aðrar - og meira konstruktivar broytingar - sum nú verða settar í gildi í Fóroyum. Tann eina av teimum trimum stóru broytingun- um er tann nýggja telji- skipanin. Fyrr hevur verið so, at spælt hevur verið upp í 15, og høvudsreglan hev- ur verið, at lið bara hevur fingið stig tá tað hevur átt servina. Undantakið var fimta sett, har spælt varð upp í fimtan, við stigi fyri hvønn bólt. Nýggja skipanin sigur, at spælt verður upp í 21, og at liðið fær stig, sum vinnur bóltin. So kann verða líkamikið um hvor tað er sum servar. Henda skipan hevur verið roynd í Danmark í nøkur år, og eftir at leik- ararnir høvdu vant seg við nýggju skipanina vóru teir væl nøgdir við hana. Tað er einki at dylja yv- ir, at nyggja teljiskipanin setir heilt onnur krøv til leikararnar av teirri orsøk, at nú kostar hver feilur eitt stig. Tí krevur tað eisini so mikið meira av leikarun- um á liðunum - at kons- entratiónin er í topp alla tíðina. Libero er ikki bara ein blæða Ein onnur, og ikki minni, broyting er liberoskipan- in. Henda skipan ger, at tað er loyvt at hava ein spælara, sum burturav spælir í verjupartinum. Hann hevur ikki loyvi at serva, og hevur heldur ikki loyvið til at sláa bólt- in yvir um. Spælarin er í veruleik- anum ógvuliga avmark- aður, men er ein avgjørd- ur fyrimunur hjá liðum, sum hava leikarar - smáar - sum eru sterkir í verju- partinum, men minni sterkir í álopspartinum. Um vit hugsa okkum aftur til Oyggjaleikirnar, so brúktu bæði føroysku landslidini libero, sum í hesum føri ikki er ein blæða. Kvinnurnar spældu við libero alla tíðina (!), með- an menninir gjørdu tað í nøkrum dystum. Hjá kvinnunum spældi Margit Joensen fyri- myndarliga væl á hesum plássinum, sum er sera væl hóskandi til hennara tí hon er lágvaksin, men einastandandi góð í mót- tøkuni. Hjå monnunum var Jan Hentze libero og eisini hann spældi ógvuliga væl. Jan er sera sterkur í verjupartinum og var tí mettur sum tann best egn- aði. Hetta er ein spennandi broyting, sum kann gera flogbóltin uppafturmeira áskoðaravinarligan. Tveir hálvleikir Seinasta broytingin er við settsamansetingini. Fyrr var spælt best av fimm settum, meðan tað nú verða spældir tveir hálv- leikir. Í hvørjumhålvleiki eru tvey sett upp í 21, sum, um tað stendur á jóvnum, verður avgjørt við einum »tie-break« (einki før- oyskt orð er fyri ti!) upp í sjey. Stendur á jøvnum eftir báðar hálvleikirnar verð- ur ein >tie-breakari< leiktur upp í fimtan, og tað liðið, sum vinnur hann, vinnur dystin 2-1. Hetta er ein rættiliga ógvuslig broyting, sum brýtur fullkomiliga við tað, sum vit vanliga kenna sum flogbóltur. Kortini ger hetta, at dystirnir vera munandi meira spennandi, tí hóast eitt lið hevur vunnið trý sett - tvey í fyrra hálvleiki og tað fyrra í seinna hálv- leiki - enn kann tapa dyst- in. Vinnur mótstøðuliðið fjórða sett og báðar >tie- breakararnar<, so vinnur tað dystin. Um vikuskftið fingu vit longu tveir dystir, sum vórðu strektir til síðsta »tie-breakarin«, so tað sær út til at virka eftir ætlan. tíðindablaðið at 21 Fleyr setti SÍ upp lass Flogbóltur: Tað var eingin bøn fyri SÍ tá teir komu til Havnar at hitta Fleyr. Teir fingu ein uppsang av teimum stóru Fleyr-SÍ 2-0 SVEINUR TRÓNDARSON Tað var eingin slingur í valsinum tá Fleyr setti hol á hetta kappingarári í flog- bólti. SI var fyrsta liðið, sum kom á vitjan í Gundadals- høllini, og teir fóru tóm- hentir úr Havnini aftur. Og tað hevði verið ruddi- liga órættvíst, um teir bara fingu ein einkultan bólt afturat. MOttøkurnar, sum jú skulu vera grundarlagið undir álopinum vóru so út av lagið vánaligar, at har skal venjast og tað væl, fyri at fáa skil á. Tað er ikki tí. Leikararnir eru teir somu sum í fjør, men utgangsstødan er so nógv vánaligari í ár enn í fjør, tíverri. Fleyr gjørdi sum sagt stutta prosess, og tað sást beinanvegin í fyrra hálv- leiki, at havnamenninir ikki vildu hoyra talan um endur- tóku av dystinum hjá lidu- num báðum í Havn í fjør, tá SÍ, við skilagóðum spæli, sníkti seg til eitt sett. Fleyr legði út sum eitt ódnarveður, og vann fyrsta sett 21-13. Annað sett var um møgu ligt, enn meira ójavnt. Fleyr vísti SI hvar skápið skuldi standa, og áðrenn sørving- arnir høvdu hugt rundan um seg var fyrri hålvleikur lið- ugur, ti Fleyr vann annad sett 21-7. Fleyr syndromið Seinastu nógvu árini hevur Fleyr havt eina »sjuku«, sum hevur gjørt, at teir, tå teir hava vunnið lættliga, hava tikið tað ov róligt. Tað hevur mangan kostað sett, men soleiðis var ikki hesa- ferð. Inni á vellinum gjørdu leikararnir allir sína skyldu, og vid Jan og Klæminti á smashara plássinum og Tummasi Óla á hevara- plássinum var lítið at gera hjá SI. Onkur bóltur varð fang- aður í blokkinum, men tað sum fór yvir um fór megin- parturin í gólvið. Mótstóðan var heilt einfalt ov lítil. Tá vit í byrjanini av hesi grein umrøddu móttøkurnar hjá SI, so hava vit eisini skyldu til at nevna servirnar Tað var ongantíð nakar ivi um, at tað var Fleyr, sum fór at vinna dystin í Gu hjá Fleyr, tí tær vóru heilt góðar henda dagin liðini spældu á langvøllinum Gundadalshøllini Steinar Eirikstoft og Jan Hentze høvdu nakrar skarp- ar servur, sum sørvingar vóru púra ráðaleysir ímóti Hóast tað er í so tíðliga at siga nakað, og mótstøðan í fyrsta umfari var í veikara lagið til at byggja nakað á, so mugu Fleyrieikararnir staðfesta, at árið í ár verður í frægara endanum. Liðið hevur hildið fast um flestu leikararnar, og tað ger, at teir ikki hava trupulleikar at leika eitt nýtt lið saman. Tað gevur eitt gott utgangsstødi, sum í síðsta enda kann vísa seg at vera nóg mikið til at draga longsta stráðið tá gjørt verður upp at enda. Koyrilin um endan Hjá SI skulu aðrir bollar á suppuna áðrenn vend kemur í. Spælararnir eru sum sagt ikki verri enn teir vóru í fjør, tí talan er um somu leikar- arnar. Onkur teirra hevur enntá royndir frá landsliðu- num og tí eiga teir eisini at kunna vísa meira enn teir gjørdu leygardagin. 8 Vit velja at trúgva at tad er ti, at leikararnir enn ikki eru komnir i gongd. og vóna, at teir fáa tikið seg so mikið saman, at teir aftur fara at vísa tað spælið, sum teir vístu móti endanum av árinum í fjør, og sum gjørdi, at teir yvirlivdu enn eitt ár Men tað er eingin loyna, at koyrilin skal svingast í Vágum, og ein heilt ødr- vísið spælidisiplin skal í enn tað er nú. Hóast liðið spældi við lib- ero, sum tað einasta í fyrsta umfari, so gjørdi hetta ong- an mun. Méttøkurnar fóru í allar ættir, og orsøkin er heilt einfalt tann, at hug- burðurin hjá leikarunum manglar. Tað er keðiligt, tí teir kunnu vera - og eiga eisini at vera - so nógv betri enn teir vístu leygardagin. Tað er tí at vóna, at SÍ velur at taka dystin upp og visa, fyrst og fremst, sær sjålvum, og sidani okkum sum hyggja at, at teir kunnu spæla flogbólt betri enn teir gjørdu leygardagin. Tað sømir seg bæði flog- bóltinum og sørvingum. ndadalshøllini leygardagin. SÍ manglar enn eitt fitt petti áðrenn teir eru í hæddini, og tað mugu teir arbeiða fyri at fáa upp á pláss, ella verður tað sum á myndini, at teir verða spældir sundur og saman Mynd: Sveinur Tróndarson